mikudagur 14. mars 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 14. mars 2001
13
12
Nr. 51 - 14. mars 2001
-Eg fari ikki at leggja
meg út í orðaskiftið
um, hvat tit skulu við
eini oljuvinnu, men
eg vil kortini mæla
tykkum til at seta hol
á orðaskiftið um, hvat
tit vilja við hesi vinnu
nú alt fyri eitt sigur
John Thorogood frá
BP
OLJA OG SAMFELAG
Jan Müller
Hóast John Thorogood er
tøkningur og tekur sær av
sjálvari boringini, so kemst
ikki uttan um, at hann við
drúgvu royndum sínum frá
nógvum ymsum londum,
eisini hevur eina meining
um, hvat kann henda í Før-
oyum uppá gott og ilt. -Eg
fari sjálvandi ikki at leggja
meg út í, hvat er rætt og
ikki rætt at gera í Føroyum,
finna vit nógva olju. Men
eg kann bert siga út frá
mínum royndum, at tað
hevur ómetaliga nógv at
siga, at tit fáa eitt tjak um,
hvat tit vilja, verður oljan
funnin í stórum nøgdum.
Eg haldi tit hava eitt ótrúl-
iga vakurt og gott samfelag.
Tit hava einki arbeiðsloysi
heldur, og tí mugu tit gera
tykkum greitt, hvat tað er
fyri eitt samfelag tit ynskja,
eftir at oljan er komin. Tit
hava eisini eina fiskivinnu,
sum skal mannast. Tit
mugu gera tykkum greitt,
um nokk er av fólki til báðar
vinnur, og sum gongdin er,
má ein rokna við, at mong
av teimum ungu fara at
velja at arbeiða við hægri
tøkni, sum tí, ið finst í olju-
vinnuni.
John Thorogood vísir á,
at tá oljan kom til Noregs
og Skotlands, so var har
eingin ivi um, at alt, sum
skuldi gerast, skuldi verða
gjørt í Noregi ella Skot-
landi.
-Norðmenn
vóru
sannførdir um, at sum mest
skuldi gerast av norðmonn-
um og í Noregi. Men her
mugu vit minnast til, at í
mun til teirra stødd, fólkatal
og aðra vinnu, so var oljan
so lítil partur, at hon gjørdi
ikki tann stóra munin. Men
her hjá tykkum í Føroyum,
har tit eru so fá og har fiski-
vinnan hevur so stóran
týdning, har kann tað skjótt
blíva ein trupulleiki, um alt
arbeiði skal gerast út frá
Føroyum og av fólkinum
her býr.
Hann vísir á, at vilja vit
halda fast við, at alt skal um
føroyskan keikant, at alt
virksemi skal vera her í
oyggjunum, so vil tað hava
við sær, at man má byggja
skrivstovubygningar, skúl-
ar, barnagarðar, íbúðir osfr.
Tú verður noyddur til at
innflyta í stórum tali av
fólki, sum pláss skal vera
fyri.
-Framtíðin kemur nógv
skjótari enn nakar roknar
við og tí nyttar ikki at sita
og bíða við at taka upp orða-
skiftið um hesa vinnuna og í
hvussu stóran mun hon skal
mennast í Føroyum. Man
má velja. Og velur man, at
øll útbygging skal fara fram
í og úr Føroyum, so má ein
eisini vera tilreiðar at gjalda
tann prísin, og tað kann vera
ein høgur prísur fyri t.d.
fiskivinnuna og sosialu til-
veruna í landinum annars.
John Thorogood, sum sær
tað sum eina týðandi upp-
gávu fyri seg at fylgja við,
hvat hendir í Føroyum og
hvat fólk hugsa um hesa
nýggju vinnu, vísir til røð-
una, sum løgmaður helt á
nýggjárinum. -Eg havi lisið
hana við stórum áhuga og
haldi hann hevði fatur á tí
rætta. Í tí røðuni ávaraði løg-
maður móti bara at sleppa
øllum útviklinginum leys-
um og hann nevndi, hvørjar
avleiðingar nýggja vinnan
kann fáa á føroyskt mál og
mentan, um føroyingar
ikki eru á varðhaldi.
-Finna vit olju í tí fyrsta
brunninum, hvat vit sjálv-
andi vóna, so fer tað heilt
vist at vera ein spennandi
tíð fyri føroyingar sigur
John og vísir á, at tann
fyrsta framleiðslan kann tá
byrja longu um ár 2005 ella
6.
Spurdur um føroyaøkið
og Atlantsmótið kann gerast
til eina heilt nýggja olju-
provins eins og Norðsjógv-
urin svarar John Thoro-
good, at svarið liggur undir
basaltinum.
Takið orðakifti um oljuframtíðina nú
John Thorogood, leitistjóri
hjá BP: -Verður nógv olja
funnin mugu tit gera tykkum
greitt, hvønn útvikling tit
ynskja í Føroyum. Og tit
mugu seta hol á orða-
skiftiðnú.
Mynd Jan Müller
BP flytur í stóran skrivstovubygning
Oljufelagið BP hevur
brúk fyri meiri plássi
og hevur gjørt avtalu
um at leiga tvær tær
ovastu hæddirnar í
stóra bygninginum,
har málingahandilin
hjá Fróða Yviri við
Strond 3 heldur til.
Hjarnar Djurhuus og
Fróði Sigvardsen
undirskrivaðu
sáttmálan fríggjadag-
in.
OLJUFELØG OG
SKRIVSTOVA
Jan Müller
Oljufelagið BP hevur brúk
fyri meiri plássi og hevur
gjørt avtalu um at leiga
tvær tær ovastu hæddirnar í
stóra bygninginum, har
málingahandilin hjá Fróða
Yviri við Strond 3 heldur
til. Hjarnar Djurhuus og
Fróði Sigvardsen undir-
skrivaðu sáttmálan fríggja-
dagin.
Nógv skal gerast við
bygningin, áðrenn BP-fólk-
ini kunnu flyta inn. Men tað
hevur skund, tí oljufelagið
skal til at bora sín fyrsta
brunn longu í juli í ár.
Báðar
hæddirnar
verða
innrættaðar
heilt
av
nýggum til skrivstovur og
til størri arbeiðshøli eitt nú
hjá tí stóra boribólkinum,
sum
skjótt
kemur
til
Føroyar at taka sær av bor-
ingini.
Hjarnar Djurhuus, stjóri í
BP Føroyar sigur, at teir við
hesum nýggja leigumálin-
um fáa góðar 400 fermetrar
at ráða yvir. Í løtuni leigar
BP á Skansavegi 1 og
skilst, at felagið enn ikki
hevur tikið endaliga støðu
til ta leigumálið. Fyribils
koma teir so at verða á báð-
um støðum.
Umbyggingin fer at kosta
millum 1 og 2 mill. kr. og
skal verða liðug í mai-juni.
Her úr 2. og 3. hædd í bygninginum Yviri við Strond 3 fer staburin hjá BP at húsast, nú farið verður undir at bora fyrsta
brunnin á landgrunninum. Boringin ferð at verða stýrd higani.
Mynd Jan Müller
Í 1888 fluttu hjúnini
Jóhan Michael Hentze
Joensen, vanliga
róptur Jóhan í
Skemmuni, og Arina
Poulsen, vanliga
kallað Arina í Soylu,
av Sandi til Dan-
markar og stutt eftir
til gekk leiðin til
tvørturum hav til
USA. Nú er Dick
Hentze, sum er triðja
lið av eftirkomarum
hjá hjúnunum av
Sandi, í Føroyum og
leitar eftir skyldfólki
ÆTTARGRANSKING
Stefan í Skorini
Hann hevur leingi havt hesa
ferðina í huganum. Nú tók
hann sær endiliga um reiggj
og fór ta longu leið úr USA
til Føroyar, har røtur hans-
ara liggja.
– Hetta hevur verið ein
sera væleydnað ferð, og eg
gleði meg ómetaliga nógv
til at koma heimaftur og
siga familju míni frá øllum
upplivingunum, eg havi
havt her í Føroyum. Eg veit
eisini, at tey eru forvitin
eftir at hoyra meira um Før-
oyar og skyldfólkini her,
sigur
ein
fegin
Dick
(Richard) Hentze um ferð-
ina, sum nú er at enda
komin.
55 ára gamli ameriku-
maðurin sigur, at hann
hevur fingið samband við
nógv av skyldfólkum sín-
um í Føroyum, og tað er
hann fegin um. Eisini hevur
hann vitjað í húsunum, sum
verða kallað í Soylu á
Sandi, har langomma hans-
ara vaks upp.
– Næstan allir føroyingar,
sum eg havi møtt, hava
áhuga fyri familjuviður-
skiftum, og tað hevur gjørt
mítt arbeiði her nógv
lættari, tí tað er jú familju,
eg havi sóknast eftir, sigur
Dick, sum heldur tað vera
stuttligt, at føroyingar eru
so væl vitandi um síni
familjuviðurskifti.
Dick er longu farin at
leggja ætlanir um enn eina
ferð til Føroya í summar, og
tá verður gamli faðir Dick
eftir ætlan eisini við á
ferðini.
Grundløgdu danska
búseting
Jóhan Michael og Arina
fóru víðari til USA, har tey
fyrst settu búgv í Chicago
miðskeiðis í USA.
Tey fluttu síðani vestur-
eftir og keyptu jørð í Ore-
gon, har ein dani var farin
undir at grundleggja eina
danska búseting. Í 1902
flutti familjan Hentze í ta
donsku
búsetingina
í
Oregon.
Tá familjan kom til USA
fingu tey at vita frá
myndugleikunum, at tey
skuldu skifta eftirnavn, tí at
ov nógv fólk itu Joensen.
Tey gjørdu tí av at sleppa
sær av við tað eftirnavnið,
og vóru eftir hetta bara
kend undir eftirnavninum
Hentze, sum er kent á
Sandi.
Meðan
tey
vóru
í
Chicago føddi Arina tveir
synir, og vórðu teir nevndir
Einar
og
Búe.
Báðir
dreingirnir vuksu upp á
bóndagarðinum í Oregon.
Einar er abbi Dick, men
hann tosaði ongantíð um
Føroyar, haðani foreldur
hansara vóru ættað.
Einar giftist við eini
norskari
gentu,
hvørs
foreldur eisini vóru flutt til
USA. Í brúðargávu fingu
tey ein bóndagarð í tí
donsku búsetingini og hildu
sostatt fram á sama staði.
Omma Dick er norsk, og
hann hevur hugsað um at
fara til Noregs at finna
skyldfólk har, men ongar
ítøkiligar ætlanir eru um
tað enn. Dick veit tó um
eina familjustevnu í No-
regi, har skyldfólk hansara
koma saman fimta hvørt ár,
so tað skuldi ligið væl fyri
at sett seg í samband við
skyldfólkini í Noregi.
Búe vakti áhugan
aftur
Abbabeiggi
Dick,
sum
kallast Búe, var tann, ið
vakti áhugan hjá Dick fyri
fjarskotnu oyggjunum Før-
oyum.
Dick greiðir frá, at abbi
hansara, Einar, ongantíð
vildi tosa um Føroyar, men
hann dugir tó ikki at siga,
hví hetta var so.
Sum ungur fór Búe til
Alaska at arbeiða. Hetta var
í 1953, tá Dick var átta ára
gamal. Ikki fyrr enn 24 ár
seinni í 1977 sóust teir
báðir aftur. Tá hevði Búe
búð í sama býi sum Dick í
fleiri ár, men teir vistu ikki
av hvørjum øðrum.
Eftir at Dick hevði funnið
abbabeiggjan aftur, kom
hann ofta í heim hansara,
og tað var Búe, ið vakti
áhugan hjá Dick fyri Før-
oyum, hóast Búe ongantíð
var her á landi.
Búe doyði fyri stuttum,
og hann gjørdist 104 ára
gamal.
Verið heppin
Dick sigur seg hava havt
hepni við sær, tá hann kom
til Føroyar.
– Eg havi verið ómetaliga
heppin á míni ferð, tí øll
fólk hava verið so hjálpsom
og hava skilt, hvørjum eg
stríðist fyri uttan at seta
nakrar spurningar. Eg havi
nátt mínum máli á hesum
sinni, men enn er nógv eftir
at kanna. Eitt nú havi eg
næstan bara kannað familj-
una á Sandi, men eg havi
eisini skyldfólk aðrastaðni í
Føroyum, sum eg ætli mær
at finna, tá høvi aftur býðst,
sigur Dick.
Langomma Dick, Arina,
hevði ein beiggja, ið nevnd-
ist Jens Michael, sum
giftist við systur langabba
Dick, og tey búðu á Sand-
oynni. So Dick hevur nógv
skyldfólk, sum eru eftir-
komarar hjá Jens Michael.
Dick hevur havt nógv
samband
við
Michael
Olsen á Sandi, sum er
hansara nærmasta familja
her í Føroyum, og hann
hevur búð hjá Nielsi Olsen
á Sandi.
Dick sigur seg tó bara
hava nomið við yvirflatuna
enn, og hann ætlar sær í
holt
við
familjuna
í
Skemmuni í Suðuroy, sum
Dick eisini er skyldur við.
– Tað hevur stóran týdn-
ing fyri meg sum persón at
kenna mínar røtur, og tí
havi gjørt so nógv fyri at
finna tær. Tað er torført at
greiða frá, men eg havi eitt
sterkt ynski eftir at kenna
mínar røtur, sigur Dick
Hentze, sum alt sítt lív
hevur verið lærari í barna-
skúlanum, men er nú farin
frá við eftirløn.
Sum heild hevur Dick
fingið nógv burturúr ferð
síni í Føroyum, og honum
dámar serliga væl tær lítlu
bygdirnar heldur enn tey
størru plássini. Eisini held-
ur hann tað vera stuttligt at
síggja tann stóra politiska
áhugan hjá føroyingum, nú
so stórar rembingar hava
verið á tí økinum.
Leitar eftir ætt síni
Í samfull trý ár hevur Dick Hentze gjørt eitt stórt arbeiði fyri at finna røtur sínar í Føroyum. Nú er dreymur hansara gingin út, og hann hevur m.a. vitjað húsini, har langomma hansara er
uppvaksin
Mynd: Jens Kr. Vang