mikudagur 14. mars 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 14. mars 2001
15
14
Nr. 51 - 14. mars 2001
Tað er lítið hugaligt at standa og fíla, tá einki er at fáa
Mynd: Edvard Joensen
Á Norðhavinum
Hetta er tíðin, tá
nógvir útróðrarmenn
leggja grundina undir
ársinntøkuna. Nú
fiskurin kemur inn á
grunnarnar norðan
fyri at gýta, ræður um
at vera har og fáa
burtur av tí ríkidømi,
sum haðani gevst
VÁRRÓÐURIN
Edvard Joensen
Á Norðhavinum:Veðrið er
gráligt, og tað rekur upp í
ættina. Onkur havhestur fer
sveimandi. Viðhvørt yvir
aldukambinum, og við-
hvørt dalar hann niður í
millum ryggirnar og hvørv-
ur eina løtu. Kemur so upp
aftur longri burtur og
nærkast næsta bátinum at
vita, um har er nakar livra-
broddur at vinna. Og hóast
talið er øgiligt, liggja
bátarnir rættiliga spjaddir.
Summir sigla og leita,
meðan aðrir tosa í telefon.
So tað teknar ikki til tann
stóra fiskidagin í dag.
Tað er fólk á gongd, tá vit
gera klárt væl fyri lýsing í
morgun. Hoyrist tos millum
bátarnar. Onkur setir í
gongd, meðan aðrir longu
eru farnir. Tú hoyrir ma-
skinurnar hurra har uttan
fyri
grótkastið
onkun-
staðni. Teir koma bæði úr
havnini á Eiði og norður
gjøgnum Sundalagið. Allir
við somu kós út gjøgnum
Flógvan at royna enn ein
dag norðanfyri. Allir spent-
ir at vita, um tað man fara
at roynast líka væl sum í
gjár og dagarnar framman-
undan.
Minnast mannin sum
helt, at hevði í dag verðið
sum í gjár, og í gjár sum í
fyrradagin, so hevði verið
væl.
Eri sloppin við tveimum
kollfirðingum, sum hava
bát liggjandi á Eiði hesa
tíðina. Havi fingið boð um
at vera á bryggjuni klokkan
hálvgum fimm. Vestfallið
liggur til klokkan seks, og
tá fer eisini skjótt so smátt
at vera fiskiljóst, so tað er
ikki at vera ov seinur.
Skúmandi um stokkar
Báturin liggur í einum bási
við flótibrúnna, so vit hava
líkasum framíhjá rættindi.
Skulu ikki, sum so mangir
aðrir, loysa fleiri bátar fyri
at sleppa út um teir, sum
liggja uttan á hvørjum
øðrum.
Sett verður í gongd.
Loyst og bakkað frá. Fara
so spakuliga glíðandi út úr
havnarlagnum. Tað eru tað
kortini fleiri aðrir, sum
gera, so tað skal ansast
eftir, sum vera man.
Fara spakuliga um endan
á grótkastinum og hyggja
eftir, hvussu vorðið er
suður eftir Sundunum.
Tað eru fleiri, sum koma
haðani í morgun. Sum í
Tróndarkvæðinum,
at:...
»Annar flotin úr Sunda-
lagnum,
skúmandi
um
stokkar.«
Ljós við ljós bæði suður
og norður eftir at síggja.
Her verður ivaleyst trongt í
Flógvanum í morgun, tá alt
fer trokandi út eftir.
Tað skróðar í VHF´inum,
sum siglt verður úteftir. Tað
letur til, at onkur hevur
hann standandi frá, tí vit
hoyra menn tosa um, hvørt
teir nú mintust til at pumpa,
og um hvussu dagurin man
fara at roynast. Annar fer
út, skilst. Helst at hyggja til
pumpuna, og hin byrjar at
syngja fyri seg sjálvan.
Tann, sum farin er, kemur
aftur, og teir práta aftur.
Onkur á okkara báti heldur,
at nú fara teir helst at tosa
um konufólk, so tað hoyrist
um alt feltið.
Men so var ikki. Skila-
fólk eru teir ivaleyst, hesir
báðir ókendu, sum uttan at
vita tað eru við í einum
slagi av Big Brother leiki,
sum teir sjálvir kenna einki
til.
Men teir sløkkja so, og
vit halda okkara ferðini
gjøgnum Flógvan norður.
Eitt ljóshav
Vit eru í fyrra endanum,
hóast fleiri eru farnir undan
okkum í morgun. Vit síggja
nakrar bátar forút. Men
eina rúgvu afturút og í bæði
borð.
Komnir nakað út í Flógv-
an verður hugt aftureftir.
Og tað er eitt satt ljóshav,
har opinberast inn móti
Torvanesi. Alt loypur sam-
an í sundinum. Tað ber ikki
til at siga, hvat er topljós,
og hvat eru gøtuljósini við
Ljósá. Royni einaferð at
telja síðulanternur og komi
til, at bara har í einum
flokki eru einir 30 bátar.
– Guð viti, hvussu leingi
hetta fer at vara, heldur
formaður okkara fyri. Við
hetta lag verður skjótt at
brúka fiskidagarnar upp.
Hann tekur ein bræv-
bjálva, sum stendur stungin
undir ein leidning á skottin-
um. Tekur eitt blað upp úr
og hyggur at.
– Her stendur, at bólkurin
eigur góðar 1.600 fiskidag-
ar. Og teir kunnu skjótt
ganga undan, um hetta
verður bátatalið dagliga,
heldur hann.
Og vit koma longri út.
Vitin á Kallinum – tað vil
siga á Lítla Høvda, sum
nesmenn siga, at tað eitur,
har hann stendur – hómast
kámur har uppi í táminum.
Men undir honum er
støðan sum í Flógvanum.
Ljós við ljós, sum øll
skunda sær út á grunnarnar
at veiða av havsins gulli,
sum tó enn ikki hevur latið
vitað, um nakað verður í
okkara part í dag.
Og so skróðar aftur í
VHF’inum. Nú eru tað
tveir, sum halda, at tað er
nakað langt síðan, teir hava
hoyrt málið á hvørjum
øðrum.
– Annar fekk ikki orð á
hin, áðrenn teir loystu.
Hvussu kósin er, og hvar
hann er?
– Jú hann er komin á
62.23 og 6.51.
Uha.
Høvdu
gomlu-
menninir vitað. Teir plagdu
at vera á Rivinum, Oyggj-
unum ella um Gjótangan.
Men so er ikki í dag. Nú
hevur nýggja tíðin tikið við,
og tað eru satelitpositiónir,
sum nú gera av, hvar vit eru
staddir.
Jú, jú. Soleiðis eru tíðin
og útgerðin, og gott er tað.
Tí tað er eingin ivi um, at
tað er gott at vera væl út-
gjørdur á floti.
Men syrgiligt kortini,
halda kanska teir eldru, at
staðarnøvnini farast. Tí ein
sannroynd er, uttan at
ganga nøkrum ov nær, at
nógvir menn kenna ikki
gomlu nøvnini, brúkt vórðu
á útróðri.
Nakrir fiskar
Vit koma umsíðir á fiski-
leið, og tað verður farið at
mala eitt sindur. Hyggja í
ekkoloddið. Leita. Tað var
her á leiðini, nakrir fiskar
fingust í gjár. Kanska
standa onkrir eftir enn? So
tað er eina roynd vert.
Tað skrivar. Reytt upp
eftir skíggjanum, og hatta
skuldi so verið fiskur,
verður tosað. Men enn er
bara hálvaljóst. Ivasamt,
um tað er fiskilýsi, sum er.
Men kastað verður, og
hann er í heintan. Ikki tí,
Nú verður ikki heintað sum
í gomlum døgum. Nei, nú
klárar snellan alt sjálv. Hjá
manninum er í grundini
bara at kasta og so taka inn,
krøkja av og kasta aftur. Tá
tað ikki trolar.
Seks eru snellurnar, og
kastað verður við øllum
beinanveg. Tann aftasta er
fyrst niður, og hon sigur frá
við tað sama.
Tað er soleiðis, at tær eru
elektroniskar
og
verða
stillaðar inn til at draga, tá
ávís vekt er á. Og so sigur
hon frá við einum bríksli, tá
hon hevur kent.
Og tað er beinanveg, at
hinar eru við eisini. Ikki
allar í senn, men so við og
við.
Vit fáa nakrar fiskar
beinanveg. Men skjótt vísir
seg, at hetta verður ikki
fiskidagur. Tað er ov skjótt,
at kennið doyr burtur. Og
tað gerst ongantíð til nakað
rættiligt fiskarí aftur fyri
dagin.
Bátarnir hava spjatt seg,
beinanveg teir eru komnir á
feltið. Summir eru farnir út
eystureftir, meðan onkur er
farin longri til havs. Men
teir flestu verða tó verðandi
her á vanligu várleiðini.
Tað rekur upp í ættina.
Eysturættin roynist ikki so
væl, sum kanksa vánir vóru
til sambæt veðurtíðindun-
um, hóast dagurin er av
teimum frægu, sum verið
hava í vár, skilst á monn-
unum.
Og tað er skjótt, at tað
kennist, at tað ikki eru bara
vit, sum ikki fáa hann at
bíta í dag.
Teir eru longu farnir í
telefonina. Tosa víða um,
hvussu nú er vorðið, og
hvat er at gera. Og fram-
vegis flúgva satelitposi-
tiónirnar gjøgnum loftið.
Ikki ein er á Strøttinum ella
Drýlinum, ella fyri tann
skuld er nakar, sum nevnir,
hvørju megin Dýpið teir
eru, sum vanligt plagdi at
vera.
Men teir eru samdir um,
at teir fáa einki. Fimm
hundrað. Átta hundrað sig-
ur ein, sum letur væl at.
Hetta eru pund, teir tosa
um. Ein hevur fingið um
botnin á einum lítlum,
hvítum kassa. Og soleiðis
er lagið.
Seinni um kvøldið frætt-
ist, at teir, sum hava verið
longri úti, hava gjørt ein
góðan dag. Men teir tiga
klókliga. Hetta er einki at
rópa út í luftina og so fáa
allan riðilin á kroppin.
Eingin dagur
Nei, hetta gjørdist eingin
fiskidagur soleiðis. Keði-
ligt kortini, nú ein einaferð
hevði tikið seg saman at
fara við og royna at seta
eina frásøgn saman uttan av
feltinum.
Men soleiðis er og hevur
altíð verið hjá tí, sum rør út.
Enn ein ásannan av sálma-
regluni hjá Mikkjali á
Ryggi: ..»Hvat kann eg úr
sjónum taka?«
Tekur fiskurin ikki, er
einki at gera við hesum
reiðskapinum, sum hesir
bátarnir brúka. Eitt er at
finna fiskin. Tað duga
tólini at hjálpa til við. Men
vil hann ikki taka, eri kki so
nógv at gera. Onkur hend-
ingur kemur krøktur eftir
reyv, men tað er einki at
byggja nakað fiskarí á.
Ásannandi,
at
hetta
verður eingin stórur dagur,
verður farið at leita aftur.
Tað er við ringum huga,at
staðið verður við reyvafíl,
men soleiðis eru treytirnar.
Og tað rekur so mikið hart
eisini, at tað ivaleyst hevur
sína ávirkan. Full sól er
seinnapartin, og næstur
jørðini er hann – mánin –
eisini um dagarnar, so vit
vænta einki stórvegis í dag.
Teir halda, at frægari er
helst at fara tíðliga til hús
ein sovorðnar dag at hvíla
seg. Fríggjadagur er, og teir
hava hóast alt verið úti
hvønn dag í vikuni. So
skilabetri er helst at vera
væl fyri í morgin og so
royna aftur.
Soleiðis verður gjørt.
Hildið at landi einaferð út á
hálvan seinnapartin. Vit
koma inn í havnina aftur og
eru ikki einsamallir, sum
hava tikið hesa støðuna,
siggja vit. Onkur bátur
liggur við bryggjuna og
leggur upp. Onkur bíðar
eftir tørni, og aðrir eru
longu komnir aftur í básin.
Men tað verður aftur ein
dagur í morgin, og útróð-
rarmaðurin er sum veiði-
menn flestir. Altíð klárur at
fara avstað aftur, tí í dag
verður helst tann stóri
dagurin.
Hóast bátarnir eru nógvir, er
langt ímillum teirra
Mynd: Edvard Joensen
Tað var tómligt í fiska-
kassanum henda dagin
Mynd: Edvard Joensen