Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Borgarstjórin, Jógvan Krosslá, helt grækaris- messurøðuna, tá skótarnir skipaðu fyri grækaris- messuhaldi í Vági í góðveðrinum sunnudagin. Jógvan Krosslá heilsaði tjøldrunum og ljósu tíðini, men hann kom eisini inn á daprari viðurskifti, t.d. at Vágur hevur verið hart rakt bygd. Vágbingar hava síðstu tíðina sagt seinasta farvæl við mong bygdafólk og mong í bestu árum. Borgarstjórin kom eisini inn á broyttu livikorini og framtíðarvánir. Tunnlar verða nú gjørdir til Vág- oynna og kanska eisini Norðoyggjar. Suðuroyingar fáa ein nýggjan Smyril, ið óivað skal røkja sambandið við meginlandið næstu 30 árini. Stásiligt skip, ið er at fegnast um, staðfesti Jógv- an Krosslá, sum í røðu síni eisini nevndi bøttu umstøð- urnar hjá vinnuni á stað- num. Skótarnir skipaðu fyri tiltakinum og Kirkjukórið Ljómur setti dám á løtuna. Hart rakt bygd Í sambandi við at 5.d í skúlanum í Hoyvík ar- beiðir við evninum »Fjøl- miðlar« vóru tey og vitjaðu á Sosialinum týsdagin. Hetta varð gjørt fyri at tey kundu fáa at vita, hvussu blaðfólk arbeiða og síggja, hvussu eitt blað verður til. Seinni er ætlanin at fara at vitja loftmiðlarnar – Sjónvarpið og Útvarpið. Tey eru eisini sjálvi farin í holt við at gera eitt lítið blað, og kanska fingu tey nøkur hugskot við sær aftur til Hoyvíkar. Í 5.d eru 22 næmingar – 9 gentur og 13 dreingir. Leggjast kann afturat, at flokkurin hevur ein vinar- flokk í Ringe í Danmark og ætlanin er, at tey skulu fara til Danmarkar næsta ár at vitja. Árið eftir koma so tey donsku børnini at vitja vinir teirra í Føroyum. Teir 22 næmingarnir í 5. d í Hoyvíkar skúla uttan fyri Sosialin á Argjum gjáramorgunin Mynd: Jens Kristian Vang 5. d í Hoyvíkar skúla á vitjan á Sosialinum mynd: D. Olsen Nr. 51 - 14. mars 2001 17 gult cyan magenta svart 16 Nr. 51 - 14. mars 2001 gult cyan magenta svart Arbeiðsfólk Søkt verður eftir royndum handverkarum og ar- beiðsfólki at byrja beinanvegin til byggipláss í Havn. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Willi- am, tlf. 222075 ella Jón, tlf. 210683. Tlf. 316199 Brœktan bil ? Vilja tygum sleppa av viÝ hann ? L SIÜ ’ Sosialinum Gjestal Vestlandsgarn SuperwashSport jakkar til vaksin Uppskriftin hesa vikuna Tlf. 312727