mikudagur 14. mars 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 14. mars 2001
19
18
Nr. 51 - 14. mars 2001
Saman við politisku
ungmannafeløgunum
skipar FUR fyri al-
mennari ungdóms-
ráðstevnu, sum
verður á Føroya
Fólkaháskúla 31.
mars
TÍÐINDASKRIV
Føroya Ungdómsráð
Endamálið við ráðstevnuni
er, at skapa áhuga millum
ung fyri samfelagsviður-
skiftum, at koma saman til
fyrlestrar og at skifta orð
um okkara samfelag og um
politiskar hugsjónir.
Fyrireikari av ráðstevn-
uni er Føroya Ungdómsráð,
Ungmannafelagið
Sam-
band, Ung fyri Miðflokkin,
Sosiakistiskt Ungmanna-
felag, Unga Sjálvstýrið,
Unga Tjóðveldið og Fólka-
floksungdómur.
Ráðstevnan er fyri ung,
men er almenn og opin fyri
øllum áhugaðum. Neyðugt
er ikki at vera limur í nøkr-
um politiskum ungmanna-
felag fyri at luttaka.
Neyðugt er ikki við til-
melding framanundan og
ókeypis er at luttaka.
Nýtt hugfar verður á Før-
oya Fólkaháskúla og byrjar
leygarmorgunin 31. mars
kl. 09.30. Um morgunin
fara politisku ungmanna-
feløgini at greiða frá hvørji
tey eru og hvat tey vilja við
sínum virksemi. Seinna-
partin verður kjakforum,
sum tveir journalistar fara
at stíla fyri. Um kvøldið
verður cafékvøld við upp-
lestri og tónleiki.
Nágreiniligir upplýsingar
og skrá er á heimasíðuni
hjá Føroya Ungdómsráð:
www.fur.fo.
FUR og politisku ung-
mannafeløgini vóna og
vænta at nógv ung fara at
sýna
hesum
tiltakinum
áhuga og møta fjølment til
Nýtt hugfar.
Ísrael – eitt mótsagnarinnar tekin
Stig Ahrensbach
(Sent hevur Annika
Magnussen)
Ongantíð hevur verið so
neyðugt at skilt, hvat Ísrael
í veruleikanum merkir. Tey
flestu hava sína hugsan um
»stríðið í Miðeystri«, men
mong hava samstundis ilt
við at skilja, hví tað er so
torført at fremja frið í hes-
um økinum. Trupulleikin
er, at vit her hava við eitt
mál at gera, sum ikki kann
greinast út frá einum polit-
iskum, sosialum ella fíggj-
arligum sjónarhorni – vit
hava her at gera við ein
andaligan stríðsspurning,
ið bert kann greinast út frá
teimum
mótsetningum,
sum finnast í tí andaliga
heiminum.
Útveljan
Útgangsstøðið fyri at skilja
stríðið um Ísrael, er at finna
í tí guddómliga prinsippin-
um, ið gongur sum ein
reyður tráður gjøgnum alla
ta bíbilsku heimssøguna.
Prinsippið er: Útveljan.
Hetta prinsippið hevur Gud
nýtt í allari frelsissøguni,
og um vit ikki fáa eyga á
tað, er púrasta ógjørligt at
skilja týdning og sess Ísra-
els í søguni.
Lat okkum hyggja at sjey
útveljarum, sum allar hava
við Ísrael at gera:
1. Gud valdi Adam g Evu
millum allar skapningar
sínar at ráða yvir jørðini (í
Guds navni og anda)
2. Gud valdi Nóa millum
allar menn at bera manna-
ættina víðari og at bjarga
øllum djórasløgum eftir
syndaflóðina.
3. Gud valdi Ábramham
millum øll fólk jarðarinnar
at verða ættfaðir hjá jød-
iska fólkinum og til – gjøg-
num børn síni – at bera
signing til allar ættir heim-
sins.
4. Av synum Ábrahams
valdi Ísak heldur enn Ísma-
el at taka ímóti teimum
lyftum, Gud hevði givið
Ábrahami.
5. Gud valdi Jákup heldur
enn Esau at taka ímóti
teimum lyftum, Gud hevði
givið Ábrahami og Ísaki.
6. Gud valdi tólv synir Ják-
ups at verða ættfedrar hjá
teimum tólv ættarbólkun-
um í Ísrael og at taka ímóti
teimum lyftum, Gud gav
Ábrahami, Ísaki og Jákupi.
7. Gud (Jesus) valdi út tólv
jødiskar lærusveinar og
seinni øll tey, sum trúgva
evangeliunum. Tey fáa lut í
teimum lyftum, Gud gav
Ábrahami, Ísaki og Jákup,
tólv synum Jákups og
gjøgnum teir øllum tí jød-
iska fólkinum.
Eftirkomarar Ábrahams
Tað, at Gud velur út Ábra-
ham og ætt hansara hevur
sjálvandi eitt djúpari enda-
mál. Í Eden hevði Gud eftir
syndafallið profeterað yvir
Satani, at avkom kvinnur-
nar einaferð fór at knúsa
høvur hansara. Tað er upp-
lagt, at hin óndi, eftir hetta
lá upp á lúr eftir hesum av-
komi, so hann kundi beina
fyri Guds ætlan. Tá so Gud
kallaði Ábraham, var Sat-
ani greitt, at umrødda av-
kom fór at koma frá ætt
Ábrahams. Paulus ger jú
vart við, at lyfti Guds varð
givið Ábrahami og avkomi
hansara – og hann greiðir
frá, at orðið avkom stendur
í eintali, og at tað sipar til
Kristus (Gal. 3:16).
Tað, sum vit her hava við
at gera, er einki minni enn
frágreiðingin um, hví jødar
í so mong áratúsund hava
verið forfylgdir. Mong hava
roynt at granska og greina
jødahatrið, men veruliga
frágreiðingin er at finna í tí
markleysu øði hjá Satani
ímóti teirri ætt, sum Gud
valdi sær til, at heimsins
frelsari skuldi renna av.
Opinberingin
Hvussu hevur tað borið til,
at jødiska fólkið hevur
yvirlivað allar hesar for-
fylgingar í øll hesi mongu
ár – og hevur megnað at
varðveitt sín samleika sum
fólk. Paulus svarar hesum
spurningi í Rómverjabræv-
inum, har hann skrivar, at
Gud ikki angrar sínar náði-
gávur og sítt kall (Róm.
11:29). Hóast Harrin stund-
um hevur revsað fólk sítt, tí
tey viltust burtur frá trúnni,
so hevur hann kortini ong-
antíð slept teimum. Tey
lyfti, hann gav Ábrahami,
Ísaki og Jákup standa við,
og tað hava tey gjørt gjøg-
num allar tíðir. Tí fer Gud
eisini ein dag at opinbera
son sín sum hin upprisna
fyri jødiska fólkinum –
hetta fer at gera at øll tjóðin
fer at venda um (les Zak.
12:9-14).
Opinberingin av Jesusi
fer at koma í tí løtu, tá øll
vón tykist úti fyri Ísrael.
Hatrið ímóti Ísrael fer at
koma í hæddina beint
undan tí tíðini, tá Jesus
kemur aftur. Land eftir land
fer at venda sær ímóti
Ísrael. Og at enda fara
tjóðir frá øllum teimum
fýra heimshornunum at
savnast og kringseta Je-
rúsalem, tí tær ætla at taka
»býin
hjá
Konganna
Kongi«. Tá fer tað at henda,
at himmalin opnast og
Jesus kemur við sínum
himmalsku herskarum, at
festa føtur sínar á Oljufjall-
ið. Hann fer at beina fyri
øllum fíggindum Ísraels.
Og eftir hesa orrustu fer
Harrin sjálvur at »hertaka«
Jerusalem og haðani at
breiða sítt friðarríki um
allan heim.
Mótsigan
Vit hava tosað um guddóm-
liga prinsippið »útveljan«.
Eitt andsagnarligt prinsipp,
sum
upprunaliga
var
satanskt, er mótisgan. Tað,
sum eg við hesum meini er,
at tá Gud velur út, svarar
hin óndi aftur við mótsigan.
Rættari sagt: Tað, sum Gud
elskar, hatar Satan – og
øvugt. Kærleiki Guds til
fólk sítt – herí er íroknað
samkoman í nýggja Testa-
menti – er endaleys. Sama
er at siga um hatur Satans
til tey útvaldu. Hann roynir
tí av øllum alvi at villa tey
útvaldu burt av leið – burt
frá vilja og ætlan Guds. Tí-
verri mugu vit ásanna at tað
ofta eydnast honum. Til
dømis byggir tann sokall-
aða friðartilgongdin á púra
skeivar fortreytir. Friður
verður ikki, um bert Ísrael
letur ein part av landinum
til palestinar, og als ikki so
leingi hesir eru undir is-
lamiskari
ávirkan. Fyri
muslimsku trúnna er statur-
in Ísrael undir jødiskum
valdi nakað av tí ræðulig-
asta, sum til er, og tí verða
muslimar ongantíð nøgdir
við ein part av landinum –
teir stremba eftir at fáa alt.
Nakað, ið ger hetta mál
enn meira álvarsamt er, at
Ísrael í síðsta enda er Guds
land – og hann hevur sam-
bært skriftunum valt at
geva jødiska fólkinum tað.
Tí ganga tær tjóðir, ið nú
leggja trýst á ísraelsku
stjórnina at fáa hana at góð-
kenna ein palestinskan stat
í lovaða landinum, bein-
leiðis
ímóti
Harranum
sjálvum. Og tað fer um
skamma stund at gera, at
lemjandi dómur verður
feldur yvir hesar tjóðir.
Hetta, sum eg her havi
sagt, eigur ikki at týðast so-
leiðis: »Ísrael bert fyri jød-
ar«. Avgjørt ikki. Sjálvandi
skal verða pláss fyri »teim-
um fremmandu«. Men tað
er av avgerandi týdningi, at
jødiska fólkið varðveitir
yvirvaldsrættin yvir øllum
landinum; tað hevur Gud
nevniliga gjørt av.
Borgarskapur
Hvat skulu vit sum kristin
halda um, at tjóð eftir tjóð
vendir sær ímóti Ísrael – vit
búgva jú sjálvi í hesum
londum? Jú, rætt er tað,
men vit eru samstundis
borgarar í einum ósjónlig-
um ríki: Guds ríki. Og
borgaraskapur okkara í
Guds ríki er týdningarmeiri
enn nakar annar borgar-
skapur. Tí hevur tað meira
at siga, hvat Gud heldur um
Ísrael enn hvat ein donsk,
týsk ella amerikonsk stjórn
heldur. Um vit, sum borgar-
ar í Guds ríki, seta til viks
æviga trúskap okkara ímóti
Ísrael eru vit av álvara vilst
av leið.
VIÐMERKINGAR
Bengt Göransson
fyrilestri um demokrati
TÍÐINDASKRIV
frá Norðurlanda-
húsinum
Hóskvøldið 15. mars
2001 kl. 19.30 fer fyrr-
verandi svenski menta-
málaráðharrin
Bengt
Göransson
at
hava
fyrilestur um demokrati.
Hann nevnir sjálvur
fyrilesturin soleiðis:
“Bonaðu gólv vald-
sins
og
kjallaraskot
máttloysisins – huga-
rensl um korini hjá
fólkavaldinum”.
Bengt Göransson er,
sum fyrr sagt, fyrrver-
andi svenskur menta-
málaráðharri, og var tað
hann, sum kom til Før-
oya við Seyðabrævinum
í 1990.
Árini 1992-2000 hev-
ur Bengt Göransson
sitið sum stýrislimur fyri
Norðurlandahúsið
í
Føroyum,
valdur
av
svensku stjórnini, og tey
fyrstu árini av skeiðnum
sat hann sum formaður í
Stýrinum fyri Norður-
landahúsið Føroyum.
Bengt Göransson hev-
ur síðani 1. juni 2000
sitið sum stýrisformaður
í Foreningen Norden í
Svøríki.
Fyrilesturin í Norður-
landahúsinum er al-
mennur.
Almennur fyrilest-
ur á Náttúru-
vísindadeildini á
Fróðskaparsetri
Føroya fríggja-
dagin 16. mars
2001 kl. 14
TÍÐINDASKRIV
Fróðskaparsetrið og
Fróðskaparfelagið
Jarl Giske, professari á
Institutt fyri fiskivinnu-
og marinbiologi á uni-
versitetinum í Bergen,
heldur fyrilestur, ið hann
kallar: Fiskevandringer
og meningen med livet.
Jarl
Giske
vitjar
Náttúruvísindadeildina
sum gestalærari. Hend-
an fyrilesturin fer hann
at skipa bæði sum stu-
dentafyrilestur og al-
mennan fyrilestur.
Um fyrilesturin sigur
Jarl Giske: Forelesning-
en tar sikte på å vise
hvordan evolusjonsteori
kan utnyttes til å forstå
og modellere atferden til
fisk og andre marine
organismer. Forelesn-
ingen starter med å
forklare grunntrekkene i
evolusjonen,
hvordan
evolusjonen former gen-
ene slik at organismene
lever på en slik måte at
de maksimerer sin re-
produksjonsrate. Selv
om fisker og plankton er
stort sett uvitende om
sin egen eksistens, kan
vi si at evolusjonen har
formet deres gener slik
at individene tilsyne-
latende lever målrettet.
Dette kan også utnyttes i
modellering av atferd og
livssykluser. Fisker ut-
nytter imidlertid også
andre fiskers erfaringer,
de lærer af hverandre.
Sosial læring er en
vigtig utviklingsmekan-
isme som til dels skjer
uavhengig av genetisk
evolusjon. Til sist trekk-
es mennesket inn i fore-
lesningen, og det vises
at vår atferd også kan
forståes som evolusjo-
nære tilpasninger. Men i
vår art er den kulterelle
evolusjonen mye raskere
enn
den
biologiske.
Dette har forandret men-
ingen med livet for
menneskene.
Sí eisini heimasíðuna
www.setur.fo/almen.ht
ml
Fyrilestur:
Fiskevandringer og
meningen med livet
Nýtt hugfar
Bergur
Hanusson,
djóralækni
Heri Joensen,
prestur
Heri Krage-
steen, sálar-
frøðingur
Ingi Højgaard,
løgfrøðingur
Jens Andre-
assen, lækni
Jóhanna á
Tjaldrafløtti,
føðslu/húsar-
haldsfrøðingur
Jón Klein
Olsen,
politistur
Jón Krage-
steen. Ferðslu-
trygd
Julianna Næs,
pedagogur
Sjúrður
Johannesen,
sosialráðgevi
Turid Thom-
sen, lestrarveg-
leiðari
Marius
Staksberg,
málfrøðingur
TIT SPYRJA VIT SVARA
LØGFRØðINGURIN
Kann eg krevja
ognartikna jørð aftur
Eg havi keypt eini eldri
sethús við tilhoyrandi garði
kring húsini. Fyri uml. 20-
30 árum síðani ognartók
kommunan ein part av
garðinum frá tí fyrrverandi
eigaranum. Ætlanin var at
breiðka um vegin, ið liggur
fram við húsunum. Hetta
var tó ongantíð gjørt, og eg
veit við vissu, at ætlanin er
slept. Eg spyrji tí, um tað er
rætt at kommunan fram-
haldandi skal eiga part av
garðinum. Kann eg krevja
at fáa tann yvirtikna partin
av garðinum aftur?
Tá kommunan ognartekur,
er tað vanliga til eitt ávíst
endamál. Endurgjald skal
latast til viðkomandi, sum
ognartikið verður frá. Um
so er, at endamálið sum
ognartikið varð til verður
slept, vil eg meta, at tann
sum ognartikið er frá,
hevur krav uppá at fáa tað
ognartikna aftur. Hetta má
hann lata gjalding aftur-
fyri. Um so er, at endamálið
at breiðka vegin í hesum
føri, er endaliga slept, vil
eg meta, at fyrrverandi eig-
arin og ikki tygum, hevur
krav uppá at fáa tað ognar-
tikna aftur, ímóti at rinda
kommununi eitt ávíst gjald.
DJÓRALÆKNIN
Kunnu tjøldur og
vindur bera smittu
hendavegin
Nú munn- og kleyvsótt er
farin at herja í Stóra Bret-
landi og kanska aðra staðni
í Europa við, hava flestu
lond sett sera strong trygd-
arkrøv í verk. Norski lands-
djóralæknin hevur mælt
norðmonnum frá at ferðast
í Onglandi, og tað, sum
kemur úr Onglandi í ymisk
lond, verður sóttreinsað.
Eisini klæðir og fólk, sum
hava verið í Onglandi og
ferðast, skulu ikki í nánd av
dýrum í fimm dagar o.s.fr.
Hetta er tíðin, tá ið tjøldrini
og annar flytifuglur við,
koma til Føroya. Er vandi
fyri, at tey draga smittuna
við sær til Føroya? Er vandi
fyri, at smittan kemur higar
við vindinum?
Orsøkin til munn- og
kleyvasótt er eitt sonevnt
aphthovirus av picorna-
virus slagnum. Sjúkan er
ein tann mest smittandi
sjúkan hjá húsdýrum, men
hin vegin er smittuevnið
ikki serliga mótstøðuført,
samanborið
við
onnur
smittuevni. Tað heldur sær
best í kulda, og fer hitin
upp um 50 stig, verður tað
óskaðiligt. Heldur ikki tolir
tað sýru ella lút.
Tað eru fyrst og fremst
kleyvdýr, sum verða smitt-
aði. Hjá okkum neyt og
seyður. Munn- og kleyva-
sótt kann smitta beinleiðis
frá dýri til dýr, óbeinleiðis
til dømis við fólki, dýrum
ella við bilum, ella hon
kann berast við vindinum.
Tað verður roknað við, at
virus kann halda sær í upp
til 30 dagar í umhvørvin-
um, og at tað kann flytast
við vindi í mesta lagi 60 km
yvir landi og 300 km yvir
havinum, alt eftir umstøð-
unum, til dømis avfalli og
hitanum í luftini. Ein ávís
nøgd av virus er tó neyðug,
fyri at dýrið skal verða
smittað. Á einum fugli ella
við luft, flutt langa leið av
vindi, er møguleikin fyri
stórari konsentratión av
smittuevninum ikki stórur.
Vandin fyri, at smittan kann
berast av flytifugli ella við
vindinum úr Onglandi til
Føroya, má tí metast at
vera sera lítil, hóast møgu-
leikin ikki kann útihýsast
heilt.
FØÐSLU- OG
HÚSARHALDS-
FRØðINGURIN
Gularótabollar
Kann føðslu- og húsar-
haldsfrøðingurin
hjálpa
mær við einum spurningi.
Eg baki ofta bollar, børnini
elska teir, men eg kundi
hugsað mær at baka sunnari
bollar enn teir, eg havi
bakað í nógv ár. Hevur tú
eina uppskrifti uppá sunnar
bollar, sum kortini smakka
væl?
Tað finnast nógvar góðar
uppskriftir. Eg havi funnið
eina uppskrift uppá gula-
rótabollar, sum mínum
børnum dámar væl. Bollar-
nir torna ikki so skjótt, av tí
at gularøtir eru í. Væl
gagnist.
Gularótabollar (30 stk)
Tilfar:
2
dl
rugkjarnir
2
dl
kókandi vatn
50
g
ger
2
dl
hvíta
3
dl
vatn
1/2 dl
olja
2
tsk
salt
1
súpisk sukur
2
dl
sigtimjøl
4
rivnar gularøtur
800 g hveitimjøl
Arbeiðsháttur:
1. Koyr 2 dl av kókandi
vatni útyvir rugkjarnir-
nar og set kjarnirnar at
kølna
2. Upploys gerina í 3 dl
flógvt vatn og rør restina
av tilfarinum í, tó ikki alt
hveitimjølið í senn, tað
verður elt í so við og við.
3. Elt deiggið væl saman
4. Set deiggið at ganga á
flógvum stað í uml 1
tíma
5. Koyr deiggið í 2 og rulla
tvær longdir, sker hvørja
í 15 stk sum síðani verð-
ur formað til bollar
6. Set bollarnar á eina plátu
við bakipappíri á og lat
bollarnir ganga í uml. 30
min
7. Pensla bollarnar við egg.
Set bollarnir í heitan ovn
200 C og baka í uml. 15-
20 min.
Kj: 619 í einum bolla
P: 10%
F: 14%
K: 76%
PRESTUR
Hvør leiðir í
freistingar?
Tá ið vit biðja faðirvár, siga
vit: leið okkum ikki í freist-
ingar. Hví? Tað er jú illi-
maður, sum leiðir okkum í
freistingar, ikki Gud?
Faðirvár er bøn, ið frelsar-
in lærdi lærusveinar sínar,
og hon er givin teimum sum
dømi uppá eina rætta bøn. Í
faðirvár er inngangur og
seks ella sjey bønir, alt eftir
hvussu vit skifta faðirvárin-
um og so er ein endi, ið
samtíðis er ein lovprísan av
Guði.
Spurt var um sættu bøn:
“Leið okkum ikki í freist-
ingar”? Soleiðis sum læru-
sveinar Kristusar biðja.
Tær royndir, ið teir óttast
koma frá Guði og hava tí
eitt positivt mál fyri eyga,
og her biðja teir um hjálp
fyri at vinna sigurin góða.
Frá Gamla Testamenti
vita vit, at Guð royndi
menniskju (1. Mósebók 22,
vers 1). Men Guð vil ikki
loyva, at tit verða freistað
út um tað, tit orka tvs. Hann
vil ikki lata okkum freistast
til fals. (1. Korintbr. 10,
vers 13). Tá menniskju so
falla í freistingini verða tey
drigin og lokkað av sínum
egnu girnd og óndu lystum
(Jákupsbr. 1, vers 14)
Tí biðja lærusveinarnir
um at verða spardir fyri
slíkar freistingar, ið teir av
egnum ávum ikki klára. Teir
biðja um Guðs vegleiðing
og varðveistlu, hjálp í
royndum.
Tí skulu vit í dag við
teirra fyrimynd vaka og
biðja og fylgja væl við.
Lesið
annars
m.a.
Jákupsbræv kap. 1, vers
12-18, har sagt er, at freist-
ingarnar eru ikki frá Guð
sum bert gevur góðar gáv-
ur. Vit skulu biðja um hans-
ara varðveistlu í staðin fyri
at líta á egnan mátt og
megi. Tað er álit á Guð. Álit
er trúgv.
Spyrjið serfrøðingarnar
Hava tit spurningar til
serfrøðingarnar,
kunnu tit senda teir til:
Sosialin
postsmogu 76
110 Tórshavn
ella á fax: 314720
og teldupostadressuna:
spyr@sosialurin.fo
TÍÐINDASKRIV
Suðuroyingar verða teir
fyrstu sum sleppa at síggja
trølla-ungan.
Suðuroyingar verða teir
fyrstu, sum fáa at vita,
hvussu nógv høvd trølla-
babyin kemur at hava, tí
sunnudagin 18. mars, fer
Trølla Pætur saman við
øðrum, at hava eina konsert
í Gistingarhúsinum í Øra-
vík.
Trølla babyin kom til
verðuna 10. mars, men
eingin veit enn, hvussu
nógv høvd hesin ungi
hevur. Á heimasíðuni hjá
Trølla Pætur hevur kapping
verið um, hvussu nógv
høvd ungin kemur at hava
og hava uml. 800 børn
stemma. Á konsertuni í
Øravík verður so drigið í
millum øll tey sum hava
gita rætt. Vinnarin fær eitt
gávukort á 1.000,- frá BR.
Umframt at trølla-ungin
verður at síggja fyri fyrstu-
ferð, so verður nógv annað
spennandi á konsertuni.
Omma Trølla Pætur hevur
nýliga verið í studio, har
hon hevur spælt nakara
heilt nýggjar sangir inn.
Omman sigur í stuttari
viðmerking, at av tí at hon
sjálv er nakað vill eru allir
sangirnir villir og lívligur.
Ein annar sum eisini
verður á konsertuni er
Brandur Enni. Brandur er
eftir hondini blivin ein sera
kendur persónur. Umframt
at hava sungi nógv í Før-
oyum saman við Kulum
Rótum o.ø., hevur Brandur
tikið íslendingar á bóli við
sínu kláru og góðu rødd. Í
Íslandi verður Brandur
spáddur eina gylta framtíð
sum sangari.
Umframt sangarar og
dansarar fáa øll vitjandi
høvi at heilsa uppá Nósa,
sum er ein sera góður vinur
hjá Trølla Pætur.
Á konsertuni verða so
Trølla Pætur og Omma
hansara, Brandur Enni,
Nósi og trølla-ungin. Kon-
sertin verður sum sagt
sunnudagin 18. mars og
byrjar hon klokkan 16.00.
Forsølan av atgongu-
merkinum eru at fáa á
Statoil-støðunum á Tvøroyi
og Vági. Fyrireikarnir siga
at endans, at tað verður
avmarka atgongd.
Stór trølla-konsert í Øravík