Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 14. mars 2001 21 20 Nr. 51 - 14. mars 2001 Partur av tilfar- inum frá “Ung í Føroyum 2001” verður sýndur fram í Føroya Banka TÍÐINDASKRIV Fyrst í februar í ár var ein tvørlistarlig ungdómsstevna í Norðurlandahúsin- um, har 60 ungfólk í aldrinum 13 til 18 ár høvdu møguleika at royna sítt hugflog í 7 ymiskum verkstøð- um innan myndlist, teldulist, tónleik v.m. Fyri tey ungu var hetta eitt sera hend- ingaríkt vikuskifti við góðum møgu- leikum at royna teirra listarligu dreymar, og tey fingu nógv burtur úr bæði listarliga og persónliga. Tey ungu hava ver- ið sera virkin og skapandi. Føroya Banki hev- ur stuðlað tiltakinum “Ung í Føroyum 2001”, og sum liður í hesum verður skipað fyri eini ferðandi framsýning í deildum bankans við einum parti av tilfarinum, sum er egnað til tílíka framsýning, tað vil siga tilfar sum er teknað, skrivað, mál- að ella avmyndað á ein ella annan hátt. Framsýningarnar verða frá týsdegi kl. 09.30 til og við fríggjadegi kl. 16.00 á hesum støðum: Tórshavn 13. -16. mars 2001 Saltangará 20. - 23. mars 2001 Miðvágur 27. - 30. mars 2001 Tvøroyri 3. - 6. apríl 2001 Klaksvík 9. - 11. apríl 2001 Dánial á Dul Jacobsen Sum við eitt slag broyttist føroyskur politikkur eftir seinasta val. Tann turrisligi og keðiligi ”amtráðspoli- tikkurin” varð við eitt lyftur upp á hægri støði. Fyri fyrstu ferð var ein greiður málsetnigur settur og herj- að varð á við góðum hugi og treysti. Og fyri fyrstu ferð mítt minni minnist var eitt landsstýrið sum eftir øllum at døma veruliga stóð saman um sakina: Fullveldi Føroya. Men ferðin, ríkisfelagsskapurin runt í trý ár, hevur verið hørð og ótespilig. Eitt er at mótparturin hevur verið beinharður og hevur kunn- að verið tað vegna fíggj- arliga kvørkratakið hann enn hevur á okkum og at hann haraftrat er lopin frá givnum lyfti um sam- ráðingar. Annað og strígn- ari er tann stuðul hesin sami mótpartur hevur fing- ið frá sambands- og aftur- haldskreftum í okkara egna landi. Tað er tann herknasti bitin. Kortini má sigast at tilgongdin (processin) hig- artil hevur verið bæði neyð- ug og gagnlig. Tilvitanin hjá fólkinum um fullveldið er komin fyri at vera, og sanna lyndið hjá donsku politikarunum stendur okk- um enn meiri klárt enn nakra tíð fyrr. Og enn eru ikki allar súður syftar. Sjálvur eri eg sannførdur um at framtíðin hjá hesum landi verður avgjørd á nógv hægri stað og nógv hægri støði enn hjá donskum og føroyskum polititkarum. Hetta tekur kortini ikki ábyrgd og skynsemi frá okkum. Tvørturímóti, so er júst tað eggjanin til at halda á við sonnum dirvi og ikki sum higartil eins og harur flýggja upp eftir fíggjarliga blokkbergstindinum. Tann tindurin verður um rímiliga stutta tíð yvirfloymdur av ein fíggjarligari flóðaldu, sum hevur sítt uppspring í okkara egna landið. Um- framt tað kunnu vit rokna við at støði á fiskaprísun- um ikki verður tað sama framyvir. Tað fer í langa tíð framyvir at vera nógv hægri. Hetta orsakað av ruðuleikanum á kjøtmark- naðinum. Tað sum vit nú skulu gera ella rættari sagt tað, sum vit ikki skulu gera: Nú mugu vit ikki leypa framav og fyri einhvønn prís gera onkra hissini avtalu við Danmark. Tað kann fara at vera okkum dýrt. Nú skulu vit venda aftur til politikkin áðrenn síðsta val. Spæla amtsráð. Sum í fótbólti fara aftur á vøllin, halda uppá bóltin og byggja álopið uppaftur av nýggj- um. Bert samráðast við danir um støddina á blokk- inum tey næstu tvey til trý árini og yvirtaka nøkur málsøki. Fyri eina ferð skyld arbeiðir tíðin fyri okkum. Um eitt ár, tá val verður aftur, fer fíggjarliga gongdin í landinum at geva fólkinum størri vónir at sleppa undan kvørkratakin- um, sum danir hava havt frægd í at spæla uppá seinastu tvey árini. Tá verða so eisini vónir um at fullveldisvongurin í før- oyskum politikki kemur sterkur inn aftur. Hetta er treytað av at núverandi samgonga finnur saman aftur og ikki missir málið úr eygsjón. Her liggur ein tung ábyrgd á tykkum, sum í dag mynda samgongu. Ein serstøk heilsan til fólkaflokkin: Farið ikki undir ójavnt ok við javnaðarflokkin. Tá kann henda at tit verða við til at avreiða fullveldishøvi føroyinga. Tá verður sam- vitskukvøl tykkara ikki at bera um nøkur fá ár, tá føroyingar hava milliard- irnar, men danir buktina og báðar endarnar. »Ung í Føroyum 2001« á ferð VIÐMERKINGAR Broytið fullveldistaktikkin Kai Vágfjall Tann 23. februar hevði fyrrverandi løgmaður Atli Dam eina drúgva grein í Dimmalætting og Sosialin- um, sum var eitt aftursvar til Høgna Hoydal lands- stýrismann, undir yvir- skriftini: ”Betong-tungur bjálki av ósakligheit.” Eftir at hava lisið grein- ina, var eg ikki sørt skelk- aður. Tað var ein sálarlig pínsla at lesa hesa grein. Ongantíð hevði eg kunnað at hugsa mær, at ein nú- verandi ella fyrrverandi løgmaður kundi troysta sær at festa slíkt ótespuligt á blað. Vónaði at onkur annar treiv í pennin, heldur enn eg, men sum dagarnir gingu, og eingin hirdi at svaraði aftur, fari eg at royna eftir besta førimuni. Misbrúk av Orði Guds. Atli loyvir sær at brúka halgubók, ella rættari at misbrúka Orð Guds og blakar við tí eftir øðrum. Tað fyrsta sum rann mær í tankarnar var, at tá Atli tekur dømið úr bíbliuni um bjálkan og flísina, og vanhalgar hetta brotið úr fjallaprædikuni, kann hann neyvan hava lisið brotið, áðrenn hann festi orðini á blað. Tí hevði hann lisið tey áðrenn, hevði hann neyvað brúkt hetta dømið. Eg skal tí endurgeva orðarætt hvat stendur um hetta í Matteus 7.1 – 5: ”Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit vera dømd, og við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált. Hví sært tú flísina í eyga bróður tíns, men verður ikki varur við bjálkan í tínum egna eyga? Ella hvussu fært tú sagt við bróður tín: ”Lat meg taka flísina út úr eyga tínum!” – tú, sum sjálvur gongur við bjálka í eyg- anum! Hyklari tín! Tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá kanst tú síggja væl at taka flísina út úr eyga bróður tíns!” Orð Guds er persónligt Hesi álvarsomu orð eru ikki ætlað okkum menniskjum at brúka móti øðrum, men til okkum sjálvi. Orð Guds er persónligt, og vendir sær beinleiðis til hvørt einstakt menniskja. Sostatt eiga vit ikki at siga við onnur, at tey hava ein bjálka í eyganum, men vit skulu sjálvi kanna eftir, hvussu er statt hjá okkum sjálvum. Finna vit ongan bjálka hjá okkum sjálvum, og tað gera vit sjáldan, gevur tað okkum tó ongan rætt til, hvørki at finna bjálka ella flís í eyganum hjá nøkrum øðrum. At elska næstan Vit kenna øll boðið um at elska næstan. Sjáldan er nakað boð í skriftini so nógv missbrúkt sum hetta. Vit menniskju eru skjót at hevja fingurin og siga við onkran, at viðkomandi eig- ur at elska næstan. Í flestu førum verður meint við, at onnur eigur at elska meg, ístaðin fyri at tað eri eg, sum eigi at elska næstan, sum eru øll hini. At elska næstan er bara hálvur sannleikin, tí ein kann ikki uppfylla hetta næststørsta boðið í orði Guds, uttan at uppfylla tað størsta. Hvat er so tað? Jú, í Mateus 22. 37-40 stendur soleiðis: ”Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum. Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men annað er hesum líkt: ”Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.” Sum áður nevnt, so eru tað ikki Atli Dam ella Høgni Hoydal, sum í mínum føri skulu elska meg, men eg eigi at elska teir. Somuleiðis havi eg ongan rætt til at finna hvørki bjálka ella flís í eygunum á teimum, men heldur hyggja í spegilin og vita, um eg ikki kann finna nakran slíkan fremmandan lut í mínum egnu eygum. Atli tikið sær framíhjárætt Atli er sjálvur farin út í fjølmiðlarnar og hevur greitt føroya fólki frá, at hann hevur funnið ein bjálka í eyganum á Høgna Hoydal. Hann sigur ikki hvussu stórur hesin bjálki er, men hann er betong- tungur í øllum føri, eftir hvat Atli hevur vigað. Sostatt hevur hann tikið sær tann frammíhjárætt at finna bjálkar í eygunum hjá øðrum, í hesum føri hjá Høgna Hoydal. Tað er ein sera stór og álvarsom uppgáva at taka á seg, at finna bjálkar í eygunum, hjá øðrum, men hetta fýrir Atli tó ikki fyri, og heldur hann seg vera tann rætta til tað, so veri tað hansara egna søk. At brúka orð Guds her í lívinum at ugga og styðja seg við, er gott og sera umráðandi. Tað gevur einum eina góða barlast, hóast tað mangan er torført at liva eftir orðinum. Men at misbrúka orð Guds er sera álvarsamt, og skal ein og hvør sum slíkt ger, einaferð standa til svars fyri tað. Okkum er tó loyvt, og tað er eisini okkara skylda at finnast at skeivleikum í samfelagnum, sviki, órætt- vísi, væntandi mannarætt- indum o.s.fr. her í lívinum, uttan at ein kann skjóta seg undir hetta emni. Styrki skal til. Tað er flestu okkara í holdi borði, at vit kunnu leypa framav. Gjørd ger fær onga vend. Men eitt kunnu vit altíð gera, og tað er at ganga í okkum sjálvi og viðganga, at vit hava gjørt skeivt. Biða viðkomandi, hvør hann/hon nú er, um fyrigeving. Men tað krevur bæði dirvi, styrki og sjálv- ransakan at gera slíkt. Eina slíka styrki átti Helena Dam á Neystabø. Her var frægari stiril í. Hon tók avleiðingarnar og segði seg frá, uttan tó at vera samd í niðurstøðini, men gjørdi tað, fyri at ikki nakar ivi skuldi vera um hennara trúvirði. Slíkur persónur er trúverdigur og hevur sjálvs- virðing. Ólavsøkugudstænastan. Mær rennur nú í huga eina ólavsøku, tá ein ávísur prestur skuldi halda ólav- søkuprædikuna. Atli dámdi ikki hendan prestin og tann boðskap hann stóð fyri, og boykottaði gudstænastuna. Hetta var fyrstu ferð nakað slíkt er hent í Føroya søgu. Eg veit ikki um tað var ein flís ella ein bjálki sum hann sá í eyganum á hesum manni, tað skal eg ikki taka dagar ímillum. Árið eftir slapp Atli ikki at velja, um hann vildi fara við í løg- tingsfylginum til ólavs- søkugudstænastu. Tá hevði føroya fólk talað og dóm- urin var tann, at Atli slapp als ikki við uppí fylgið úr tinghúsinum oman í Havn- ar Kirkju, og er ongantíð sloppin uppí hatta fylgið síðani. Hetta var bara ein viðmerking til ein lítlan part av tí sum Atli skrivaði um, men eg ætli at koma við eini aðrari viðmerking til tann politiska partin í somu grein hansara, fyri ikki at vevja alt samam. Bjálkin og flísin – (fyrri partur) TÍÐINDASKRIV frá Norðurlanda- húsinum Tann 14.03.2001 kl. 17.00 letur listaframsýn- ingin hjá íslendinginum Magnús Kjartansson upp í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Magnús Kjartansson, føddur 1949 og ein av kendastu listamonnum í Íslandi. Hann hevur útbúgving frá “The Icelandic Collage of Art and Crafts” 1969-1972 og frá Kongaliga Danska Akademinum 1972-1975. Hann hevur haft nógv- ar listaframsýningar bæði í Íslandi og Europa, eins hann hevur fingið fleiri stipendium og legat. Eisini hevur hann fleiri altjóða viðurkenn- ingar fyri verk síni. Framsýningin er í Norðurlandshúsinum til og við 11. apríl 2001. Íslendsk listaframsýning í Norðurlandahúsinum VIÐMERKINGAR TÍÐINDASKRIV Frá Føroya Tele: Í samband við at bygn- ingurin á Tinghúsveg 3 nú verður yvirtikin av løg- tinginum, eru fleiri broyt- ingar farnar fram innan- hýsis á Føroya Tele. Deildir okkara, sum hava hildið til á Tinghúsvegi 3, eru farnar í onnur høli. Eftir er bert teknikkurin. Hvar tær ymisku deild- irnar eru fluttar: • Starvsfólkadeildin er flutt niðan á Háls - • Stjórnarskrivstovan er flutt niðan á Háls - • Altjóða- og samstarvs- deildin er flutt niðan á Háls • Fíggjardeildin er flutt upp á loftið hjá AMA-billutir – Fútalág 1b, Havn • Tænastumenningin og Marknaðarføringin er flutt niðan í Klingruna í Hoyvík á veg Inn á Gøtu - Klingran 5, 188 Hoyvík Móttøkan og telefonboks- irnar, sum hava hildið til í gongini niðast í bygning- inum, verða niðurløgd. Frá mánadegi 12. mars 2001 verður eingin móttøka og ongar telefonboksir meir á Tinghúsvegi 3. Her verður víst niðan á Tænastumiðstøðina, sum er á gomluTelegrafstøðini á Tinghúsvegi 64. Føroya Tele flytir av Tinghúsvegnum Edmund Joensen Vit føroyingar hava lært nógv av royndunum hjá okkara trý ára gamla landsstýri. Vit hava í øllum førum fingið væl útgreinað úrslitið av eini møguligari loysing frá hinum partinum av ríkinum. Nú er tað próvfast, at loysing merkir mist ríkis- borgararættindi og fíra ár til at avvikla tað fíggjarliga. At hetta hevði fingið ovurstórar negativar avleið- ingar fyri alt føroyska sam- felagið (avleiðingar sum rukku inn í hvønn krók í landinum), er væl eingin í iva um longur. Nýtt mandat Eftir tað sum farið er fram ímillum landsstýrið og stjórnina farnu árini, má eitt nýtt mandat til frá Før- oya fólki, áðrenn møguligar broytingar verða gjørdar. Fólk eru nú betur enn nakr- antíð før fyri at meta um tær ovurstóru avleiðingar, sum loysingin fær fyri hvønn einasta føroying. Tað hava loysingarflokkarnir so í øllum førum fingið klár- lagt fyri øllum føroya fólki. Einki skilagott burturúr Søgan hevur lært okkum, at tað kemur lítið skilagott av skafti, seinasta árið í einum valskeiði. Vanliga hevur seinasta árið í valskeiðnum verið eitt langt valstríð. Tað sum ikki er gjørt skilagott tey fyrru trý árini, verður heldur ikki gjørt tað seinasta. Fyri fíggjarlógina er hetta árið mangan ein dýrur umgangur. Umframt at vit nú koma inn í seinasta árið í val- skeiðnum, so skulu vit helst um stutta tíð eisini hava fólkatingsval og sáttmála- samráðingarnar í vár lætta heldur ikki um. Rakstrarútreiðslurnar á fíggjarlógini eru hækkaðar umleið eina hálva milliard bara í hesum valskeiðnum. Harumframt koma íløgur- nar (summar á- og aðrar uttanfyri fíggjarlógina). Tað skal tí ikki stórt hugflog til, fyri at rokna út, hvat er best fyri føroyska samfelagið. Siðvenja Í okkara grannalondum við tilsvarandi stýrisskipan, hoyrir tað til politisku sið- venjuna, at val kann verða útskrivað nær sum helst. Ráðharrar verða fluttir ella skiftir næstan sum lagið er á forsætismálaráðharran- um. Her í Føroyum skal næst- an hvør løgfrøðingur í bý- num ella Føroya rættur avgerða fyri løgmann, hvør er skikkaður at vera lands- stýrismaður, ofta aftaná langa eyðmýking av løg- tinginum. Mugu reinsa luftina Tað burdi verið tað mest náttúrliga, at reinsa polit- isku luftina, eftir stóru rembingarnar og skaðan, sum henda samgongan hevur framt á ríkisfelags- skapin. Tað ber heldur ikki til at senda somu persónarnar, sum hava skapt allar sam- anbrestirnar, avstað aftur til samráðingar. Tí kemur einki gott burturúr. Vit allir føroyingar burdu havt lært av royndum. Hava lært av royndum Móðurland Eg livi í einum landi har aldan hvít á sandi tutlar mær í oyra neyvan man eg hoyra. Eg livi í egnum heimi í dreymunum eg sveimi upp á hægstu tindar har kaldir blæsa vindar. Eg gangi sum í rómi og frælsi burtur’ hómi men hygg har kemur skaddan hví ger hon meg so ræddan ? Frá barni av eg lærdi at ein var sum meg vardi - um trúgvin er hin sterka so far tú bert til verka. Mítt móðurland er kærast hví skal tað soleið’s farast? oss fjøtrar líkasæla í egnum landi træla. Eg livi í einum landi har aftur lúrir vandi tí afturhaldið ræður Um vónin ei skal bresta í bálið má eg festa sum kveikir frælsisloga tá tora vit og vága. P.M. Marjus Dam, løgtingsmaður Sambart Samgonguav- taluni verður hópur av yvirtøkum framdur. Tal- an er um fleiri 100 tals milliónir frá 1 jan ár 2002. • Um ársskiftið 2002 skal smb samgonguavtaluni ríkisveitingin minkast við 300 – 400 milliónir. Yvitøkur verða framdar í panik. M.a Fólkakirkja, skúlamál, revsirættarmál, o.m.a. At enda verður nevnt, at Vága Floghavn verður yvirtikin. Fyri mongum í Føroyum og Vágum er hendan sam- gonguavtala tað sama sum avtøka og niðurlegging av flogvøllinum í Vágum. Tað er púra greitt, at áðrenn ein ivirtøka verð-ur framd, so verður neyðugt at vøllurin verður útbygdur. Á Fíggjarlógini stendur ikki eitt orð um at Vága flog- havn verður útbygd. Ætlar samgongan at koma við einum broyting- aruppskoti til figgjarlógina, har peningur verður settur av til út-byggingina? Tað kunnu passandi Tingmenn Fólkafloksins svara uppá. Helst bein-an- vegin skrivliga. Tí vit í Sambandsflokkinum ganga ikki við til, at hendan flog- havn verður slakta orsakað av fullveldis tøkuni. Tað kann ein við røttum rokna við, nú panik yvirtøkur fara at verða framdar fyri Hundraðtals milliónir krón- ur. Somuleiðis kunnu teir svara uppá nær næsti skattalættin verður framd- ur. Eg øtist um seinastu sam- gonguavtalu. Fyri før- oyingar er hon ring. Tað er víst. Vága floghavn hongur í klønum tráði – orsakað av loysingini