mikudagur 14. mars 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hjálparfólk til
Verkstaðið Vón
Verkstaðið Vón søkir hervið eftir einum hjálpar-
fólki at arbeiða í kantinuni 30 tímar um vikuna.
Starvið verður sett 1/4-01 ella skjótast tilber og er
lønt samb.sáttmála millum Føroya Pedagogfelag
og Fíggjarmálastýrið í 9/11 lønarflokki, lønarstig
14–20.
Hjálparfólkið má vera sinnað at arbeiða saman
við einum bólki av menningartarnaðum arbeiðs-
fólki og í tí dagliga hjálpa og stuðla teimum at
loysa ymiskar arbeiðsuppgávur so sjálvstøðugt
sum gjørligt.
Á Verkstaðnum Vón arbeiða uml. 40 vaksin
menningartarnað. Eitt av endamálunum hjá okk-
um er at skapa trivna og menning fyri tann ein-
staka.
Um tú ert áhugað/ur í starvinum og í at arbeiða
saman við starvsfólki við ymiskum fakligum før-
leika og saman við menningartarnaðum,kanst tú
senda eina skrivliga umsókn til
Verkstaðið Vón,
Box 2003,
165 Argir,
att.: Maud Wang Hansen, leiðara
í seinasta lagi 28/3-2001.
Um tú vilt hava meira at vita um starvið, ert tú
vælkomin at ringja til leiðaran Maud Wang Han-
sen ella til álitisfólkið Hedvig Davidsen á tlf.
314288.
Reingerðarfólk til
Verkstaðið Vón!
Verkstaðið Vón søkir hervið eftir einum rein-
gerðarfólki at arbeiða 20 t. um vikuna. Starvið
verður sett 1/4-2001 ella skjótast tilber og er lønt
sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag og Arbeiðsgevarafelagið.
Verkstaðið Vón er ein vardur verkstaður og er
dagliga karmur um arbeiðslívið hjá uml. 40 vaks-
num menningartarnaðum starvsfólkum teirra.
Á staðnum er dagliga stórt og fjølbroytt virksemi
millum kl. 8.00 og 16.00.
Arbeiðstíðin hjá reingerðarfólkinum verður so-
statt uttan fyri hesi tíðarbil.
Umsøkjarin skal vera fleksibul og skal hava áhuga
í at arbeiða á einum arbeiðsplássi í støðugari
menning, og skal somuleiðis vera røkin og lættur
at samstarva við.
Skrivlig umsókn verður send leiðaranum Maud
Wang Hansen, Verkstaðið Vón, box 2003, 165
Argir, tlf. 314288 í seinasta lagi 28/3-2001.
Leygarkvøldið verður ser-
ligur dentur lagdur á at
hetta er fyrsta fundarrøðin
hjá Karisma. Í dag eru 8
samkomur við í evangel-
iska tiltakinum. Hesar eru:
Filadelfia í Havn,
Evangeliihúsið í Havn,
Rhema í Havn, Betania í
Skopun, Keldan í Skála-
fjørðinum, Lívsins Orð í
Runavík, Zion í Vági og
Saron í Vestmanna.
Superligan: Men fyri
felagið hjá Jákupi
Mikkelsen var tað
ikki verri, at AB vann
heimadystin ímóti
AGF
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
Mánakvøldið datt Herfølge
niður um niðurflytingar-
strikuna. Hetta gjørdist
veruleiki, tá AB á heima-
vøllinum í Gladsaxe vann
2–0 á AGF. At AB fekk trý
stig hevði við sær, at teir
skiftu um pláss við Her-
følge. Felagið hjá Jákupi
Mikkelsen er nú á 11. og
næstniðasta plássinum, og
AB er á 10. plássinum.
Heimasigurin hjá AB
kom kortini ikki heilt illa
við hjá AB. Um AGF hevði
vunnið trý stig, so hevði tað
verið torført at ímyndað
sær, at onnur feløg enn AB
og Herfølge skuldu kappast
fyri at sloppið undan næst-
aftasta plássinum. Herfølge
hevur 17 stig, AB hevur 19
stig, og AGF hevur 20 stig.
Bæði í AB og í AGF
hevur verið nógv á vási í
vetur. AGF venjarin í fjør,
Ove Christiansen, segði seg
úr starvinum eftir ársskift-
ið. John Stampe, sum í
áttati árunum var liðfor-
maður og krumptappur á
AGF liðnum, tók fyri fáum
vikum síðani við venjara-
starvinum.
Tá AGF í fyrrakvøldið
var í Gladsaxe, hevði Ove
Christiansen verið venjari
hjá AB í ein lítlan mánað.
Hann tók við, tá annar av
venjarunum, sum høvdu
ábyrgdina, tá AB síðsta
summar spældi Europa
Cup ímóti B36, bað um at
vera loystur úr starvinum.
Tað gjørdi hann, tí kona
hansara var vorðin álvars-
liga sjúk.
Í donskum fjølmiðlum
varð undan dystinum róð
fram undir, at talan fór at
vera um harðligt botnstríð.
Men soleiðis gekk tað ikki.
Bæði AB og AGF royndu
at vísa hugflogsríkt og
undirhaldandi fótbóltsspæl.
Og hóast talan var um
fyrsta
landskappingar-
dystin eftir langan vetrar-
steðg, so eydnaðist tað væl.
AB kom á odda í 1.
hálvleiki,
eftir
at
Jan
Michaelsen hevði brotið
ígjøgnum í høgru og lagt
skrátt út frá. Og í 2. hálv-
leiki staðfesti landsliðs-
maðurin, Brian Steen Niel-
sen, sigurin, tá hann lyfti
brotsspark upp í málhornið.
AGF menninir hildu lítið
um brotssparksdómin, og
sjónvar psupptøkurnar
styrktu teir í hugsanini, at
talan var um skeivan dóm.
Tá tað restaði eitt korter
bríkslaði
dómarin
fyri
brotssparki til AGF. Sam-
vitskubit, hildu fleiri, tí
talan var kanska um minni
brotsspark enn tað, sum AB
hevði fingið. Men AGF
fekk einki burturúr brots-
sparkinum. AB málverjin,
Jan Hoffmann, tveitti seg til
høgru fyri seg sjálvan og
fekk fatur á vánaliga skot-
inum frá Nocko Jokovic.
Haderslev ella Suðurjyl-
land, sum teir nú rópa liðið,
hevur bara sjey stig og
tykist vera fokið. Sunnu-
dagin skulu teir spæla ímóti
AGF í Århus. Todi Jónsson
og FCK hava aftur heima-
vøll hesa ferð.Teir fáa vitj-
an av OB og Johan Byrial
Hansen. Jákup Mikkelsen
og Herfølge hava heima-
vøll. Ímóti oddaliðnum úr
Silkeborg skulu teir royna
at fáa stig og harvið at lyfta
seg upp um niðurflyt-ingar-
strikuna. Hinir dystirnir eru
hesir:
FCM–AB, Lyngby–AaB og
so Viborg–Brøndby, sum
verður ein rættur topp-
dystur.
Nr. 51 • mikudagur • 14. mars 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Vinna vestmenningar
dystin á Skála í kvøld,
hava teir samstundis
ognað sær FM-heitið
heili fýra umfør
undan kappingarloki
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Av teimum trimum fyrstu-
deildar dystunum, sum
verða leiktir kring landið
mikukvøldið, man áhugin
helst vera størstur fyri
dystin á Skála millum StÍF
og VÍF. Her kunnu vest-
menningar endaliga tryggja
sær
gullmerkini,
sum
gluppu teimum av hendi á
seinasta leikdegi í fjør, og
sum áskoðararnir síðani tá
hava longst eftir.
At hetta so kann fell
saman við eini hevnd fyri
tapið í steypafinaluni man
ikki minka um motiva-
tiónina hjá VÍF leikarunum,
og hesum er venjarin hjá
VÍF, Hjalmar Klein Olsen,
eisini samdur í.
– Jú, tað er klárt, at vit
allir eru sera spentir til
dystin. Hetta er jú møgu-
leikin hjá okkum at hevna
tapið í steypafinaluni. At
tað so har umframt eisini er
dysturin, har vit kunnu
avgera FM-kappingina ger
tað so avgjørt ikki verri, so
eg síggi onga orsøk til, at
vit ikki skulu taka dystin
sum eina seinnu finalu.
Júst
finaludysturin
í
Coca-Cola kappingini er
sum kunnugt einasti dyst-
urin, sum VÍF hevur tapt
hetta kappingarárið. Tí er
helst eisini nærliggjandi at
spyrja venjaran, um hann
hevur lagt spæliætlanina
nakað øðrvísi undan hesum
dystinum, enn hann gjørdi í
finaluni.
– Nei, tað haldi eg ikki.
Sum so man einasta broyt-
ingin vera, at vit ætla at
vinna dystin, sigur Hjalmar
skemtandi. Hann leggur tó
eisini afturat, at talan kanska
verður um onkrar smávegis
broytingar, men at einki
soleiðis serligt er á skránni.
Tað man tað hinvegin
vera hjá áskoðarunum, og
Hjalmar sigur eisini, at
hann roknar við, at heilt fitt
av fólki fer at leita sær inn á
Skála til dystin.
– Tað má mann so bara
rokna við, at áhugin verður
stórur. Vinna vit, so er
gullið heima, og tað vildi
sjálvandi verið hugaligt.
At enda leggur venjarin
afturat, at hóast teir nú eru
somikið nær gullmerkjun-
um, so ivast hann onga løtu
í, at talan kortini verður um
eina sera torføra uppgávu,
sum liggur fyri framman
hjá vestmenningunum.
– StÍF hevur kanska ikki
havt so góð úrslit, síðani
teir vunnu steypakapping-
ina, men helst stavar hetta í
stóran mun frá væntandi
motivatión. Mikukvøldið
ivist eg ikki í, at hesin
meinbogin er burtur, og eg
bæði vóni og rokni við, at
áskoðararnir fara at fáa ein
sera góðan og spennandi
dyst, sigur Hjalmar Klein
Olsen at enda.
Tjaldur í Havn
Tveir aðrir dystir verða
eisini leiktir mikukvøldið.
Báðir verða hesir í Havn,
har Tjaldur vitjar hjá Neist-
anum.
Fyri bæði liðini hjá
Tjaldri er galdandi, tey
hava havt stóra framgongd
seinastu dystirnar, men at
tey enn ikki hava fingið
stórvegis av stigum fyri
ómakin. Hetta fara tey at
gera enn eina roynd at
broyta mikukvøldið, men
um tað fer at eydnast, kann
bert tíðin vísa.
Dystirnir miku-
kvøldið eru hesir
1. deild kvinnur
18.15
Neistin-Tjaldur
1. deild menn
19.45
StÍF-VÌF
19.45
Neistin-Tjaldur
Støðan, danska superligan
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j -
t
mál
mál
munur
stig
1
Silkeborg
19
9 - 8 -
2
30
24
6
35
2
Viborg
19
10 - 4 -
5
34
18
16
34
3
Lyngby
19
11 - 1 -
7
33
33
0
34
4
Brøndby
19
10 - 3 -
6
47
25
22
33
5
FCK
19
8 - 7 -
4
31
17
14
31
6
FCM
19
8 - 6 -
5
32
28
4
30
7
OB
19
9 - 2 -
8
31
24
7
29
8
AaB
19
7 - 5 -
7
29
31
-2
26
9
AGF
19
6 - 2 - 11
27
38
-11
20
10 AB
19
4 - 7 -
8
26
29
-3
19
11 Herfølge
19
4 - 5 - 10
23
40
-17
17
12 Haderslev
19
1 - 4 - 14
19
55
-36
7
Vestmenningar rigga til
Herfølge undir strikuni
Hjalmar Klein Olsen roknar ikki við, at VÍF fer at fáa
nakað til gávus á Skála, men at talan verður um ein
spennandi og undirhaldandi dyst, har gullið tó skal
tryggjast
Førosyki lands-
liðshópurin til
dystirnar móti
Luksemburg og
Russlandi er
hesin
Øssur Hansen, Fróði
Benjaminsen, Hans
Fróði Hansen B68,
Rógvi Jacobsen KÍ,
Jóhannis
Joensen
HB, Christian Høgni
Jacobsen,
Jens
Martin Knudsen NSÍ,
Jákup á Borg, Pól
Thorsteinsson, B36,
Uni Arge Akranes,
Sámal Joensen, John
Petersen Leiftur, Ják-
up Mikkelsen Her-
følge, Johan B. Han-
sen OB, Julian Johns-
son, Kurt Mørkøre
Sogndal,
Óli
Jo-
hannesen
Hviovre,
Todi Jónsson FCK
Hópurin
Størsta yvirraskilsið í
landsliðshópinum
man vera, at Súni
Olsen ikki er við í
hópinum, umframt at
liðskiparin, Jens
Kristian Hansen, ikki
hevur meldað seg
kláran til dystin.
Landsliðsvenjarin
frøist um, at talið av
landsliðsevnum
tykist vera støðugt
hækkandi
LANDSLIÐ
Jákup Mørk
Sum kunnugt skal A-
landsliðið í fótbólti skjótt
aftur í altjóða eldin, og
landsliðsvenjarin,
Allan
Simonsen, hevur nú úttikið
teir 18 leikararnar, sum
komandi mikudag fara av
landinum. Fyrst til Luk-
semburg, har dystur verður
24. mars, og síðani til
Moskva, har Russland er
mótstøðuliðið hin 28. mars.
Tey árini, sum Allan
Simonsen
hevur
verið
landsliðsvenjari,
hevur
hann aloftast verið trúgvur
mótvegis teimum spælar-
um, sum áður hava tænt
honum, og úttøkan av hóp-
inum hesa ferð er í so máta
einki undantak. Onkur vildi
kanska verið við, at Allan
hevur verið ov trúgvur, og
har við hildið onkrum lov-
andi navni uttan fyri.
Súni ikki við
Ein av nýggju leikarunum á
landsliðnum í teimum fyri-
reikingum, sum hava verið,
er Súni Olsen, sum í fjør
fór til Hollands, har hann
spælir við FC Zwolle í næst
bestu deildini. Eftir øllum
at døma gekk avbera væl
hjá Súna í venjingardyst-
unum, og millum annað
skeyt hann tvey av før-
oysku málunum í Spania
herfyri.
Hetta hevur tó ikki verið
nóg mikið til at sannført
venjaran um, at hann eigur
at fáa kjansin her og nú.
Hetta tykist ein heldur
løgin avgerð, tá Súni
samstundis átti at talst
millum leikararnar, sum
eru best fyri. Hollendska
kappingin er farin ígongd,
og teir báðar seinastu dyst-
irnar er Súni eisini sloppin
at royna seg á besta liðnum.
Tvær feðrir á rað er hann
skiftur inn í dysti, og
somikið nær einum føstum
sessi hevur hann ikki verið,
síðani hann í fjør heyst
flutti til Hollands.
Í stuttari viðmerking
sigur Allan Simonsen, at
tað at Súni ikki er við, er
fyri seg ein positivur
trupulleiki.
- Tað er rætt, at Súni
spældi væl á ferðunum í
vár, og tað er heilt givið, at
hann er ein leikari, sum vit
fylgja sera neyvt. Eg havi
eisini verið í sambandi við
fólk í Hollandi, og veit,
hvørji framstig hann hevur
gjørt. Lat meg annars
leggja afturat, at hesin
positivi trupulleikin ikki
bert umfar Súna. Tað eru
fleiri leikarar, sum trýsta
seg framat, og tað er sera
hugaligt hjá mær, sigur
Landsliðsvenjarin.
Allan Simonsen fegnast
eisini um, at Julian Hansen
longu nú er førur fyri at
spæla, eftir beinbrotið hjá
sær, og peikar í hesum
sambandi á, at hetta sjálv-
sagt førdi við sær, at talið
av leysum plássum í hóp-
inum minkaði við einum.
Annars kann viðmerkj-
ast, at Jens Kristian Hansen
enn ikki setir seg føran fyri
at spæla á landsliðnum.
Hann er nústaðni byrjaður
at venja, eftir at hava drigist
við skaða í stórutá.
Nógvir um
boðið
Súni Olsen hevur givið landsliðsvenjaranum enn ein positivan
trupulleika
Nr. 51 - 14. mars 2001
23