Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 117 - 21. juni 2007 MENTAN Tíggju donsk listarfólk ha­va nú møguleika at koma á donsku fíggjarlógina og har­við verða lønt at stat­in­ um restina av lívinum. Teir­ ra millum er okkara Hanus Kam­ban Tað er umboðsráðið hjá Stat­ens Kunstfond, sum hev­ ur gjørt av at innstilla tey tígg­ju listarfólkini til men­ta­ mála­ráð­harran. Talan er um Keld Helmer-Petersen, myndlistamaður og fotografur Simona Grotrian, rithøvund Christian Hesselholdt, rithøvund Hanus Kamban, rithøvund Andres Nordentoft, tónaskald Torben Hardenberg, gullsmiður Annette Holdensen, vevkona Malene Müllertz, keramikari Hanne Vedel, vevkona Erik Werner, teknara Lívslanga játtanin á fígg­jar­ lóg­ini verður latin skapandi listar­fólki, sum hava eina slí­ka listrarliga framleiðslu aft­an fyri seg, at tey hava gjørt seg galdandi sum listar­fólk. Játtanin, sum listarfólkini fáa, er treytað av inn­tø­ku­ við­ur­skiftunum og liggur mill­um 15.000 og 140.000 krón­ur um árið. Tær 10 játtaniar, sum um­boðs­nevndin fyri Statens Kunst­fond nú hevur inn­sti­l­ la, eru vorðnar tøkar eftir at fól­ki, sum fyrr hava fingið het­ta játtað, eru deyð í 2006 og 2007. Leivdirnar av flog­far­ in­um hjá Atlantsflog eft­ir vanlukka í Stord ligg­ja framvegis við flog­vøll­in. Hetta sígg ­ ja ferðandi sum eitt tað síðsta áðrenn tey se­ta seg í eitt flogfar har, ella sum eitt tað fyrs­ta, tá tey trína út eft­ir at flogfari hevur sett seg FLOGVANLUKKA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo 10. oktober fór eitt flogfar hjá Atlantsflog út av breyt­ ini á flogvøllinum Stord í Hor­da­land í Noreg. Van­ lukk­an kravdi fýra mannalív, með­an 12 fólk sluppu liv­an­ di burtur úr flogfarinum. Nú meiri enn átta mánaðir sein­ni liggja vraklutir fram­ veg­is við flogvøllin, og het­ ta er til stóran ampa fyri ferða­fólk­ini. Orsøkin til het­ ta er, at tryggingarfelagið sý­t­ir fyri at vraklutirnir verða fluttir fyrr enn Hava­rí­ nevnd­in kemur við sínari frá­greið­ing. Henda frá­greið­ ing fyriliggur tó neyvan fyrr enn um eitt ár ella so. Men so hvørt sum kann­ ing­ar­nar eru lidnar, verða vrak­lut­ir­nir fluttir frá sjálv­ um vanlukkustaðnum. Fyri kort­um varð velið loyst, men pláss er ikki fyri hesum in­ni í hangarinum. Tískil ligg­ur tað uttandura, bert 150 metrar frá sjálvari breyt­ ini. – At vraklutirnir eru sjón­ lig­ir, hevur sjálvsagt ne­ga­ti­ va ávirkan á tey ferðandi. Tað er sjálvandi lítið huga­ ligt hjá teimum at síggja het­ta, sigur vara­flog­vall­ar­ ov­ast­in John Førdal við nors­ka Dagbladet. Fjala við tjaldi Leiðslan á flogvøllinum hev­ur givið kravboð um, at vrak­lut­ir­nir annaðhvørt verða fluttir ella fjaldir. Og brets­ka tryggingarfelagið fekk 15. juni sum freist til at finna eina hóskiliga loysn, men enn er so einki hent. – Hetta er eitt ófrávíkiligt krav frá okkara síðu. Við kun­nu ikki góðtaka, at velið ligg­ur sjónligt fyri øllum á hen­da hátt, sigur John Før­ dal sambært Dagbladet. Hann sigur seg tó skilja trygg­ing­ar­felagið, sum ikki yns­k­ir at flyta lutirnar áð­renn kanningarnar eru lid­nar, men vísir tó á, at vrak­lut­ir­nir eiga at kunna fjal­ast við onkrum slag av tjal­di. Vrak­lutir orsøk til aftur­gongd Dag­bladet skrivar í greinini “Vrak­deler fra dødsfly skrem­m­er passasjerer”, at virk­semi á flogvøllinum er nógv minkað síðani van­ lukk­una í fjør. Aker Kvær­ ner gavst sum kunnugt at flúgva á Stord, og flýgur nú held­ur til Haugesund við sín­um starvsfólkum. Coast Air, sum flýgur rutuflúgving á Stord, sigur sambært Dag­ blad­et, at tey eisini hava merkt væl, at virksemið á flog­vøll­inum hevur verið fall­an­di. – Vit merktu týðuligt eina mink­ing í ferðsluni millum Stord og Oslo eftir van­lukk­ u­na, men nú tykist tað sum um, at ferðslan aftur er vaks­ an­di, sigur Kjell Fredheim, um­boðsstjóri í Coast Air. Norska avísin hevur eisini spurt Kjell Fredheim, hvat tey í Coast Air halda um, at vrak­lutir liggja fram við breyt­ini á Stord. – Eftir mínum tykki er tað ikki gott. Vit í Coast Air hal­da at vrakið átti at verði flutt, og tað er nærliggjandi at halda, at tað, at vrakið er sjón­ligt, hevur gjørt sítt til, at ferðslan er minkað, sigur Kjell Fredheim, sum er samd­ur við leiðsluna á flog­ vøll­inum á Stord um, at tað hevði verið ein góð loysn at fjalt vraklutirnar við einum tjaldi. Vraklutir í Stord leypa ótta á fólk Keyptu teldur fyri milliardir Ein týsk teldufyritøka var meiri enn fegin, tá hon fekk eina bílegging frá einum týskum handilsskúla. Ein lærari hevði eftir øllum at døma bílagt telduútgerð fyri 27 milliardir krónur. Bíleggingin var sutt og greitt 99.999 lutir av øllum frá motherboards um telduskíggjar til smálutir fyri sjey krónur. Samlaði kostnaðurin var 3.673.944.860,18 euro. Tað vísti seg at vera tveir næmingar, sum høvdu bílagt alt upp á nakkan av einum lærara. Sum revsing skulu teir báðir nú í tvær vikur mála, rudda og vaska á skúlanum. Og bíleggingin? Hon varð annullerað! Ferðslutrygd á Kaldbaks- vegnum 25. mai í ár helt Landsverk tíðindafund um eitt komandi størri og í Føroyum heilt spildurnýtt ferðslutrygdartiltak, sum stovnurin skuldi undir at gera á Kaldbaksvegnum. Hesin vegurin er tann landsvegateinurin, sum hevur mesta ferðslu, og her henda nógv ferðsluóhapp, tíverri eisini fleiri sera álvarslig óhapp. Arbeiðið er byrjað, og ymsar broytingar eru at síggja á vegastrekkinum longu nú. Talan er um eina roynd, har fleiri ymisk ferðslutrygdartiltøk verða gjørd samstundis á einum vegastrekki, upplýsir Landsvderk á heimasíðu síni. Hetta er útsýni gjøgnum vindeyga, tá flogfør seta seg í Stord um dagarnar. Norska Dagbladet skrivaði í gjár, at sjónligu vraklutirnir eftir vanlukkuna á Stord í fjør, loypa ótta á ferðafólk. Hesir áttu at verið fjaldir undir einum tjaldi halda bæði leiðsla í flogvøllinum og flogfelag Mynd: dagbladet.no Fyri kortum varð vel­ið flutt frá sjálvum van­lukku­stað­num, men av tí at hetta ik­ki passar inn í han­gar­in, ligg­ur tað nú tætt við sjál­va flog­breyt­ini til ampa fyri ferða­fólk Mynd: polfoto Hanus Kamban á donsku fíggjarlógina