hósdagur 21. juni 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 117 - 21. juni 2007
MENTAN
Tíggju
donsk
listarfólk
hava nú møguleika at koma
á donsku fíggjarlógina og
harvið verða lønt at statin
um restina av lívinum. Teir
ra millum er okkara Hanus
Kamban
Tað er umboðsráðið hjá
Statens Kunstfond, sum hev
ur gjørt av at innstilla tey
tíggju listarfólkini til menta
málaráðharran.
Talan er um
Keld Helmer-Petersen,
myndlistamaður og fotografur
Simona Grotrian, rithøvund
Christian Hesselholdt,
rithøvund
Hanus Kamban, rithøvund
Andres Nordentoft, tónaskald
Torben Hardenberg,
gullsmiður
Annette Holdensen, vevkona
Malene Müllertz, keramikari
Hanne Vedel, vevkona
Erik Werner, teknara
Lívslanga játtanin á fíggjar
lógini verður latin skapandi
listarfólki, sum hava eina
slíka listrarliga framleiðslu
aftan fyri seg, at tey hava
gjørt seg galdandi sum
listarfólk.
Játtanin, sum listarfólkini
fáa, er treytað av inntøku
viðurskiftunum og liggur
millum 15.000 og 140.000
krónur um árið.
Tær 10 játtaniar, sum
umboðsnevndin fyri Statens
Kunstfond nú hevur innstil
la, eru vorðnar tøkar eftir at
fólki, sum fyrr hava fingið
hetta játtað, eru deyð í 2006
og 2007.
Leivdirnar av flogfar
inum hjá Atlantsflog
eftir vanlukka í Stord
liggja framvegis við
flogvøllin. Hetta sígg
ja ferðandi sum eitt
tað síðsta áðrenn tey
seta seg í eitt flogfar
har, ella sum eitt tað
fyrsta, tá tey trína út
eftir at flogfari hevur
sett seg
FLOGVANLUKKA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
10. oktober fór eitt flogfar
hjá Atlantsflog út av breyt
ini á flogvøllinum Stord í
Hordaland í Noreg. Van
lukkan kravdi fýra mannalív,
meðan 12 fólk sluppu livan
di burtur úr flogfarinum.
Nú meiri enn átta mánaðir
seinni liggja vraklutir fram
vegis við flogvøllin, og het
ta er til stóran ampa fyri
ferðafólkini. Orsøkin til het
ta er, at tryggingarfelagið
sýtir fyri at vraklutirnir
verða fluttir fyrr enn Havarí
nevndin kemur við sínari
frágreiðing. Henda frágreið
ing fyriliggur tó neyvan
fyrr enn um eitt ár ella so.
Men so hvørt sum kann
ingarnar eru lidnar, verða
vraklutirnir fluttir frá sjálv
um vanlukkustaðnum. Fyri
kortum varð velið loyst,
men pláss er ikki fyri hesum
inni í hangarinum. Tískil
liggur tað uttandura, bert
150 metrar frá sjálvari breyt
ini.
– At vraklutirnir eru sjón
ligir, hevur sjálvsagt negati
va ávirkan á tey ferðandi.
Tað er sjálvandi lítið huga
ligt hjá teimum at síggja
hetta, sigur varaflogvallar
ovastin John Førdal við
norska Dagbladet.
Fjala við tjaldi
Leiðslan á flogvøllinum
hevur givið kravboð um, at
vraklutirnir
annaðhvørt
verða fluttir ella fjaldir. Og
bretska
tryggingarfelagið
fekk 15. juni sum freist til
at finna eina hóskiliga
loysn, men enn er so einki
hent.
– Hetta er eitt ófrávíkiligt
krav frá okkara síðu. Við
kunnu ikki góðtaka, at velið
liggur sjónligt fyri øllum á
henda hátt, sigur John Før
dal sambært Dagbladet.
Hann sigur seg tó skilja
tryggingarfelagið, sum ikki
ynskir at flyta lutirnar
áðrenn kanningarnar eru
lidnar, men vísir tó á, at
vraklutirnir eiga at kunna
fjalast við onkrum slag av
tjaldi.
Vraklutir orsøk
til afturgongd
Dagbladet skrivar í greinini
“Vrakdeler
fra
dødsfly
skremmer passasjerer”, at
virksemi á flogvøllinum er
nógv minkað síðani van
lukkuna í fjør. Aker Kvær
ner gavst sum kunnugt at
flúgva á Stord, og flýgur nú
heldur til Haugesund við
sínum starvsfólkum. Coast
Air, sum flýgur rutuflúgving
á Stord, sigur sambært Dag
bladet, at tey eisini hava
merkt væl, at virksemið á
flogvøllinum hevur verið
fallandi.
– Vit merktu týðuligt eina
minking í ferðsluni millum
Stord og Oslo eftir vanlukk
una, men nú tykist tað sum
um, at ferðslan aftur er vaks
andi, sigur Kjell Fredheim,
umboðsstjóri í Coast Air.
Norska avísin hevur eisini
spurt Kjell Fredheim, hvat
tey í Coast Air halda um, at
vraklutir liggja fram við
breytini á Stord.
– Eftir mínum tykki er
tað ikki gott. Vit í Coast Air
halda at vrakið átti at verði
flutt, og tað er nærliggjandi
at halda, at tað, at vrakið er
sjónligt, hevur gjørt sítt til,
at ferðslan er minkað, sigur
Kjell Fredheim, sum er
samdur við leiðsluna á flog
vøllinum á Stord um, at tað
hevði verið ein góð loysn at
fjalt vraklutirnar við einum
tjaldi.
Vraklutir í Stord leypa ótta á fólk
Keyptu teldur fyri milliardir
Ein týsk teldufyritøka var meiri enn fegin, tá hon fekk eina
bílegging frá einum týskum handilsskúla. Ein lærari hevði eftir
øllum at døma bílagt telduútgerð fyri 27 milliardir krónur.
Bíleggingin var sutt og greitt 99.999 lutir av øllum frá
motherboards um telduskíggjar til smálutir fyri sjey krónur.
Samlaði kostnaðurin var 3.673.944.860,18 euro. Tað vísti seg at
vera tveir næmingar, sum høvdu bílagt alt upp á nakkan av
einum lærara. Sum revsing skulu teir báðir nú í tvær vikur mála,
rudda og vaska á skúlanum. Og bíleggingin? Hon varð
annullerað!
Ferðslutrygd á Kaldbaks-
vegnum
25. mai í ár helt Landsverk tíðindafund um eitt komandi størri
og í Føroyum heilt spildurnýtt ferðslutrygdartiltak, sum
stovnurin skuldi undir at gera á Kaldbaksvegnum. Hesin
vegurin er tann landsvegateinurin, sum hevur mesta ferðslu,
og her henda nógv ferðsluóhapp, tíverri eisini fleiri sera
álvarslig óhapp. Arbeiðið er byrjað, og ymsar broytingar eru
at síggja á vegastrekkinum longu nú. Talan er um eina roynd,
har fleiri ymisk ferðslutrygdartiltøk verða gjørd samstundis á
einum vegastrekki, upplýsir Landsvderk á heimasíðu síni.
Hetta er útsýni gjøgnum
vindeyga, tá flogfør seta
seg í Stord um dagarnar.
Norska Dagbladet skrivaði í
gjár, at sjónligu vraklutirnir
eftir vanlukkuna á Stord í
fjør, loypa ótta á ferðafólk.
Hesir áttu at verið fjaldir
undir einum tjaldi halda
bæði leiðsla í flogvøllinum og
flogfelag
Mynd: dagbladet.no
Fyri kortum varð velið flutt frá sjálvum vanlukkustaðnum, men
av tí at hetta ikki passar inn í hangarin, liggur tað nú tætt við
sjálva flogbreytini til ampa fyri ferðafólk
Mynd: polfoto
Hanus Kamban á donsku fíggjarlógina