hósdagur 21. juni 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 117 - 21. juni 2007
Toppleys handtøka
Kvinnur hava fullan rætt at dreiva toppleysar runt í
gøtunum í New York. Tað eru enntá eini borgararættindi.
Tað er greitt eftir at ein kvinna hevur fingið 160.000
krónur í endurgjaldi fyri eina handtøku, har hon var
fongslað í 12 tímar, fyri at hava gingið í býnum í berum
yvirbelti. Kvinnur hava rætt til – eins og menn – at ganga
toppleysar í statinum New York, tað varð sligið fast við
einum dómi longu í 1992. Kvinnan, 27-ára gamla Jill
Coccaro, segði við New York Post, at hon javnan gekk við
naknum yvirbelti, tí hon helt tað vera náttúrligt.
Skattaavtala undirskrivað
Dupultskattasáttmáli er nú gjørdur millum Føroyar og Bretland.
Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Dawn
Primarolo MP, bretskur skattamálaráðharri, hava undirskrivað
dupultskattasáttmála, sum ber í sær, at borgarar og fyritøkur ikki
gjalda dupultan skatt, tá arbeitt verður í londunum báðum.
Trupulleikarnir av dupultskatti, sum bæði bretskar og føroyskar
fyritøkur hava havt, tá hesi hava arbeitt ella virkað í londunum hjá
hvørjum øðrum, skuldu frameftir verið burturbeindar.
Bygdaráðið í
Hvalba góðtekur
als ikki ætlanina hjá
Bjarna Djurholm,
landsstýrismaður
tunnilsgerð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hvalbingar góðtaka ikki, at
teir skulu bíða í fleiri ár
afturat eftir einum nýggjum,
tíðarhóskandi tunli ímillum
Trongisvág og Hvalba.
Tað staðfesti Bygdaráðið
á fundi týskvøldið.
Bygdaráðslimir eru ikki
sørt misnøgdir við skrivið,
sum kommunan hevur fing
ið frá Vinnumálaráðnum um
Hvalbiartunnilin og sum vit
umrøða í aðrari grein her á
síðuni.
Bygdaráðið samtykti at
átala harðliga, at Bjarni
Djurholm ætlar at gera tunl
arnar í Borðoy, áðrenn ein
nýggjur Hvalbiartunnil kem
ur upp á tal.
Bygdaráðið krevur, at ein
nýggjur
Hvalbiartunnil
verður raðfestur framman
fyri tunlarnar í Borðoynni.
Bygdaráðslimir halda, at
tað er undarligt, at tunlarnir
í Borðoynni skulu raðfestast
framum ein Hvalbiartunnil,
tí í Borðoynni er at kalla
steindeytt til vinnulív.
Hinvegin er rættiliga nógv
virksemi í Hvalba við stór
um flakavirki, trimum trolar
um, trolvirki og alistøð, sum
eru rættiliga nógv darvað av,
at tunnilin er so lágur, at
vanligir lastbilar og treylarar
ikki fáa brúkt hann.
Tað merkir, at øll vøra og
útgerð,
sum
kemur
til
Hvalbiar má lastast um í
minni bilar, áðrenn tað
slepst
ígjøgnum
tunnil.
Samstundis mugu fiskavør
ur frá flakavirkinum koyrast
ígjøgnum tunnilin í smærri
bilum og lastast um í treyl
arar á Tvøroyri, áðrenn tað
verður avskipað.
Tí eru bygdaráðslimir í
Hvalba samdir um, at tað er
nógv meiri átrokandi at fáa
nýggjan tunnil til Hvalbiar,
framum nýggjar tunlar í
Borðoynni
Í bygdaráðnum í Hvalba
eru tey so misnøgd við rað
festingina hjá Bjarna Djur
holm, at bygdaráðið sendir
mótmæli bæði til landsstýr
ismannin í Vinnumálum,
Løgtingið og allar løgtings
limirnar fyri Suðuroy.
Hvalbingar krevja tunnil beinanvegin
Hvalbingar mugu
brynja seg við toli í
fleiri ár afturat áðr
enn teir fáa nýggjan
tunnil
tunnilsgerð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Gongst, sum landsstýris
maðurin í Vinnumálum ætl
ar, ganga tað fleiri ár, áðr
enn Hvalbiartunnilin verður
dagførdur.
Bjarni Djurholm hevur
beint nú sent bygdaráðnum í
Hvalba skriv, har hann stað
festir, at ein nýggjur Hvalbi
artunnilin er ikki tann tunn
ilin, sum verður raðfestur
fremst, nú tey næstu árini
skulu leggjast til rættis.
Landsstýrismaðurin
er
samdur í, at tunnilin er ikki
tíðarhóskandi og at hann
forðar bæði vinnulívi og
fólki annars í at liva og
virka.
Hann staðfestir, at Lands
verk hevur viðgjørt alla
samferðsluna í Føroyum
sum heild og hansara niður
støða er, at tað er ein betri
loysn at gera nýggjan tunnil
til Hvalbiar, heldur enn at
hækka og breiðka tunnilin,
sum er.
Men hann vísir á, at talan
er um eina so mikið stóra
verkætlan, at hon má rað
festast í kapping við aðrar
verkætlanir, sum eisini eru
neyðugar at gera.
Og sum íløgukarmarnir
eru, ber ikki til at gera fleiri
stórar tunlar ísenn.
Tí er ein ætlan løgd fyri, í
hvørjari raðfylgju teir mest
átrokandi tunlarnir skulu
gerast.
Eftir teirri ætlanini er
Hvalbiartunnilin ikki tann
næsti, sum farið verður
undir.
Tá ið Hovstunnilin er lið
ugur, er ætlanin at fara
undir tunlarnar, sum ætlanin
er at gera í Borðoy og í
heyst verður verklagslóg
løgd fyri Løgtingið um teir,
sigur Vinnumálaráðið við
Hvalbiar Kommunu.
Men tá ið teir tunlarnir
eru lidnir, er ætlanin at fara
undir Hvalbiar tunnilin.
Men Bjarni Djurholm
leggur afturat í skrivi sínum
til Hvalbiar Kommunu, at
hetta er sjálvsagt treytað av,
at Løgtingið tekur undir við
hesi raðfesting.
Bíða 7-8 ár
Verður úrslitið, at arbeitt
verður eftir ætlanini hjá
landsstýrismannium,
er
skjótt at rokna seg fram til,
at tað ganga eini 7-8 ár, áðr
enn koyrandi er til og úr
Hvalba ígjøgnum ein nýggj
an tunnil.
Í samferðsluætlanini hjá
Landsverki verður mælt til
at gera nýggjar tunlar í
Borðoy ímillum Ánirnar og
Árnafjørð upp á 3000 metr
ar og ímillum Árnafjørð og
Norðtoftir upp á 2260 metr
ar og nýggjar vegir í hesum
sambandi.
Tað eru hesir tunlarnir,
sum Vinnumálaráðið sipar
til í skrivi til Hvalbiar
Kommunu, skulu gerast í
Borðoy, áðrenn tunnilin í
Hvalba verður gjørdur.
Tunlarnir verða á sama
staði, sum tunlarnir nú eru
og teir kosta 233 milliónir.
Men harafturat skulu 30 milli
ónir brúkast til vegagerð.
Og nú arbeiðið er ígongd
har á leiðini, mælir Lands
verk eisini til at bøta um
byrgingina um Haraldsund
og kostnaðurin fyri tað, skal
leggjast afturat.
Landsverk sigur at tað
tekur fýra ár at gera sjálvar
tunlarnar og verður fyrireik
ingararbeiðið talt við, verða
teir sostatt ikki lidnir fyrr
enn um eini fimm ella seks
ár ella í 2012 ella 2013.
Síðani er ætlanin at fara í
holt við Hvalbiartunnilin.
Landsverk metir, at tað
fer at taka trý ár at gera tunn
il og vegirnar, sum skulu til.
Eftir samferðsluætæanini
hjá Landsverki er ætlanin at
gera forkanningar í 2011 og
í 2012 og at gera tunnilin
og vegir í 2013-2015.
Og eftir raðfestingini,
sum Vinnumálaráðið nú
hevur stungið út í kortið,
sær hetta út til at fara at
halda nøkunlunda.
Ein nýggjur Hvalbiartunn
il verður 2120 metrar lang
ur. Tunnilin nú er 1450
metrar.
Ongin nýggjur tunnil til
Hvalbiar næstu árini
Hvíta strikan vinstrumegin á loftmyndini vísir, hvar vegur og
tunnilin ímillum Trongisvág og Hvalba er nú. Myrkara strikan
høgrumegin vísir, hvar ætlanin er at gera nýggjan tunnil og
veg, Hann kemur úr í dalinum í Hvalba og kemur sostatt at
liggja nógv lægri enn tunnilin ger nú. Men eftir tí, sum liggur í
kortunum nú, gaga nøkur ár, áðrenn hann verður veruleiki
Hvalbiar
tunnil
loysir seg
best
Hóast tunlarnir í Borð
oynni eru teir, sum sam
felagsliga loysa seg ring
ast av øllum at gera,
verða tað teir, sum skulu
gerast fyrst
Av teimum stóru fjalla
tunlunum, sum skulu ger
ast, loysir tað seg best fyri
samfelagið at gera ein
nýggjan tunnil ímillum
Trongisvág og Hvalba.
Tað vísa nýggjar út
rokningar
hjá
Lands
verki.
Landsverk hevur gjørt
kost-nyttu útrokingar av
øllum tunlunum, sum
ætlanin er at gera í
Føroyum tey næstu árini
Og tær útrokningarnar
vísa, at teir tunlarnir,
sum tað samfelagsliga
loysir seg ringast at gera,
eru teir nýggju tunlarnir
í Norðoyggjum.
Her er talan um eina
íløgu upp á millum 263
og 292 milliónir, alt eftir,
hvør loysn verður vald,
men íløgan gevur eitt
samfelagsligt hall upp á
286-386 milliónir, alt eftir,
hvør loysnin verður vald.
Hinvegin er tað ein
nýggjur tunnil ímillum
ímillum Trongisvág og
Hvalba, sum loysir seg
best at gera.
Tað kostar 155 millión
ir at gera nýggjan tunnil,
men hann gevur heldur
minni samfelagsligt hall,
tí í hesum føri er hallið
150 milliónir, ella einar
130-230 milliónir minni
enn teir nýggju tunlarnar
í Borðoynni.
Kortini ætlar Vinnu
málaráðið at gera tunlar
nar í Borðoynni fyrst.
Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður í vinnumál
um, hevur áður sagt fyri
Sosialinum, at orøkin til
tað er, at fyrireikingarnar
til Borðoyartunlarnar eru
komnar rættiliga langt og
at tað hinvgin tekur tað
mesta av einum ári at
fyrireika nýggjan Hvalbi
artunnil og tá kann ar
beiðið í Borðoynni longu
vera komið hampuliga
væl áleiðis.