Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 117 - 21. juni 2007 Toppleys handtøka Kvinnur hava fullan rætt at dreiva toppleysar runt í gøtunum í New York. Tað eru enntá eini borgararættindi. Tað er greitt eftir at ein kvinna hevur fingið 160.000 krónur í endurgjaldi fyri eina handtøku, har hon var fongslað í 12 tímar, fyri at hava gingið í býnum í berum yvirbelti. Kvinnur hava rætt til – eins og menn – at ganga toppleysar í statinum New York, tað varð sligið fast við einum dómi longu í 1992. Kvinnan, 27-ára gamla Jill Coccaro, segði við New York Post, at hon javnan gekk við naknum yvirbelti, tí hon helt tað vera náttúrligt. Skattaavtala undirskrivað Dupultskattasáttmáli er nú gjørdur millum Føroyar og Bretland. Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Dawn Primarolo MP, bretskur skattamálaráðharri, hava undirskrivað dupultskattasáttmála, sum ber í sær, at borgarar og fyritøkur ikki gjalda dupultan skatt, tá arbeitt verður í londunum báðum. Trupulleikarnir av dupultskatti, sum bæði bretskar og føroyskar fyritøkur hava havt, tá hesi hava arbeitt ella virkað í londunum hjá hvørjum øðrum, skuldu frameftir verið burturbeindar. Bygdaráðið í Hvalba góðtekur als ikki ætlanina hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismaður tunnilsgerð Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hvalbingar góðtaka ikki, at teir skulu bíða í fleiri ár afturat eftir einum nýggjum, tíðarhóskandi tunli ímillum Trongisvág og Hvalba. Tað staðfesti Bygdaráðið á fundi týskvøldið. Bygdaráðslimir eru ikki sørt misnøgdir við skrivið, sum kommunan hevur fing- ið frá Vinnumálaráðnum um Hvalbiartunnilin og sum vit umrøða í aðrari grein her á síðuni. Bygdaráðið samtykti at átala harðliga, at Bjarni Djurholm ætlar at gera tunl- arnar í Borðoy, áðrenn ein nýggjur Hvalbiartunnil kem- ur upp á tal. Bygdaráðið krevur, at ein nýggjur Hvalbiartunnil verður raðfestur framman- fyri tunlarnar í Borðoynni. Bygdaráðslimir halda, at tað er undarligt, at tunlarnir í Borðoynni skulu raðfestast framum ein Hvalbiartunnil, tí í Borðoynni er at kalla steindeytt til vinnulív. Hinvegin er rættiliga nógv virksemi í Hvalba við stór- um flakavirki, trimum trolar- um, trolvirki og alistøð, sum eru rættiliga nógv darvað av, at tunnilin er so lágur, at vanligir lastbilar og treylarar ikki fáa brúkt hann. Tað merkir, at øll vøra og útgerð, sum kemur til Hvalbiar má lastast um í minni bilar, áðrenn tað slepst ígjøgnum tunnil. Samstundis mugu fiskavør- ur frá flakavirkinum koyrast ígjøgnum tunnilin í smærri bilum og lastast um í treyl- arar á Tvøroyri, áðrenn tað verður avskipað. Tí eru bygdaráðslimir í Hvalba samdir um, at tað er nógv meiri átrokandi at fáa nýggjan tunnil til Hvalbiar, framum nýggjar tunlar í Borðoynni Í bygdaráðnum í Hvalba eru tey so misnøgd við rað- festingina hjá Bjarna Djur- holm, at bygdaráðið sendir mótmæli bæði til landsstýr- ismannin í Vinnumálum, Løgtingið og allar løgtings- limirnar fyri Suðuroy. Hvalbingar krevja tunnil beinanvegin Hvalbingar mugu brynja seg við toli í fleiri ár afturat áðr­ enn teir fáa nýggjan tunnil tunnilsgerð Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Gongst, sum landsstýris- maðurin í Vinnumálum ætl- ar, ganga tað fleiri ár, áðr- enn Hvalbiartunnilin verður dagførdur. Bjarni Djurholm hevur beint nú sent bygdaráðnum í Hvalba skriv, har hann stað- festir, at ein nýggjur Hvalbi- artunnilin er ikki tann tunn- ilin, sum verður raðfestur fremst, nú tey næstu árini skulu leggjast til rættis. Landsstýrismaðurin er samdur í, at tunnilin er ikki tíðarhóskandi og at hann forðar bæði vinnulívi og fólki annars í at liva og virka. Hann staðfestir, at Lands- verk hevur viðgjørt alla samferðsluna í Føroyum sum heild og hansara niður- støða er, at tað er ein betri loysn at gera nýggjan tunnil til Hvalbiar, heldur enn at hækka og breiðka tunnilin, sum er. Men hann vísir á, at talan er um eina so mikið stóra verkætlan, at hon má rað- festast í kapping við aðrar verkætlanir, sum eisini eru neyðugar at gera. Og sum íløgukarmarnir eru, ber ikki til at gera fleiri stórar tunlar ísenn. Tí er ein ætlan løgd fyri, í hvørjari raðfylgju teir mest átrokandi tunlarnir skulu gerast. Eftir teirri ætlanini er Hvalbiartunnilin ikki tann næsti, sum farið verður undir. Tá ið Hovstunnilin er lið- ugur, er ætlanin at fara undir tunlarnar, sum ætlanin er at gera í Borðoy og í heyst verður verklagslóg løgd fyri Løgtingið um teir, sigur Vinnumálaráðið við Hvalbiar Kommunu. Men tá ið teir tunlarnir eru lidnir, er ætlanin at fara undir Hvalbiar tunnilin. Men Bjarni Djurholm leggur afturat í skrivi sínum til Hvalbiar Kommunu, at hetta er sjálvsagt treytað av, at Løgtingið tekur undir við hesi raðfesting. Bíða 7-8 ár Verður úrslitið, at arbeitt verður eftir ætlanini hjá landsstýrismannium, er skjótt at rokna seg fram til, at tað ganga eini 7-8 ár, áðr- enn koyrandi er til og úr Hvalba ígjøgnum ein nýggj- an tunnil. Í samferðsluætlanini hjá Landsverki verður mælt til at gera nýggjar tunlar í Borðoy ímillum Ánirnar og Árnafjørð upp á 3000 metr- ar og ímillum Árnafjørð og Norðtoftir upp á 2260 metr- ar og nýggjar vegir í hesum sambandi. Tað eru hesir tunlarnir, sum Vinnumálaráðið sipar til í skrivi til Hvalbiar Kommunu, skulu gerast í Borðoy, áðrenn tunnilin í Hvalba verður gjørdur. Tunlarnir verða á sama staði, sum tunlarnir nú eru og teir kosta 233 milliónir. Men harafturat skulu 30 milli- ónir brúkast til vegagerð. Og nú arbeiðið er ígongd har á leiðini, mælir Lands- verk eisini til at bøta um byrgingina um Haraldsund og kostnaðurin fyri tað, skal leggjast afturat. Landsverk sigur at tað tekur fýra ár at gera sjálvar tunlarnar og verður fyrireik- ingararbeiðið talt við, verða teir sostatt ikki lidnir fyrr- enn um eini fimm ella seks ár ella í 2012 ella 2013. Síðani er ætlanin at fara í holt við Hvalbiartunnilin. Landsverk metir, at tað fer at taka trý ár at gera tunn- il og vegirnar, sum skulu til. Eftir samferðsluætæanini hjá Landsverki er ætlanin at gera forkanningar í 2011 og í 2012 og at gera tunnilin og vegir í 2013-2015. Og eftir raðfestingini, sum Vinnumálaráðið nú hevur stungið út í kortið, sær hetta út til at fara at halda nøkunlunda. Ein nýggjur Hvalbiartunn- il verður 2120 metrar lang- ur. Tunnilin nú er 1450 metrar. Ongin nýggjur tunnil til Hvalbiar næstu árini Hvíta strikan vinstrumegin á loftmyndini vísir, hvar vegur og tunnilin ímillum Trongisvág og Hvalba er nú. Myrkara strikan høgrumegin vísir, hvar ætlanin er at gera nýggjan tunnil og veg, Hann kemur úr í dalinum í Hvalba og kemur sostatt at liggja nógv lægri enn tunnilin ger nú. Men eftir tí, sum liggur í kortunum nú, gaga nøkur ár, áðrenn hann verður veruleiki Hvalbiar- tunnil loysir seg best Hóast tunlarnir í Borð- oynni eru teir, sum sam- felagsliga loysa seg ring- ast av øllum at gera, verða tað teir, sum skulu gerast fyrst Av teimum stóru fjalla- tunlunum, sum skulu ger- ast, loysir tað seg best fyri samfelagið at gera ein nýggjan tunnil ímillum Trongisvág og Hvalba. Tað vísa nýggjar út- rokningar hjá Lands- verki. Landsverk hevur gjørt kost-nyttu útrokingar av øllum tunlunum, sum ætlanin er at gera í Føroyum tey næstu árini Og tær útrokningarnar vísa, at teir tunlarnir, sum tað samfelagsliga loysir seg ringast at gera, eru teir nýggju tunlarnir í Norðoyggjum. Her er talan um eina íløgu upp á millum 263 og 292 milliónir, alt eftir, hvør loysn verður vald, men íløgan gevur eitt samfelagsligt hall upp á 286-386 milliónir, alt eftir, hvør loysnin verður vald. Hinvegin er tað ein nýggjur tunnil ímillum ímillum Trongisvág og Hvalba, sum loysir seg best at gera. Tað kostar 155 millión- ir at gera nýggjan tunnil, men hann gevur heldur minni samfelagsligt hall, tí í hesum føri er hallið 150 milliónir, ella einar 130-230 milliónir minni enn teir nýggju tunlarnar í Borðoynni. Kortini ætlar Vinnu- málaráðið at gera tunlar- nar í Borðoynni fyrst. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumál- um, hevur áður sagt fyri Sosialinum, at orøkin til tað er, at fyrireikingarnar til Borðoyartunlarnar eru komnar rættiliga langt og at tað hinvgin tekur tað mesta av einum ári at fyrireika nýggjan Hvalbi- artunnil og tá kann ar- beiðið í Borðoynni longu vera komið hampuliga væl áleiðis.