Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 117 - 21. juni 2007 tíðindi Løgreglusamstarv Síðani 1982 hava løgreglan í Íslandi og løgreglan í Nor­ egi samstarvað um ymsar venjingar, og nú um dagarnar hava norskir løgreglumenn verið í Íslandi og vant saman við ís­lendskum starvsbrøðrum. Hesaferð vandu løgreglu­ menn­i­­nir ymiskt í sambandi við bjargingar, og tí vóru tvær tyrl­ur hjá íslendsku sjóverjuni við í venjingunum um­f­ramt manningin á sjóverjuskipinum Týr, skrivar Morg­ un­blað­ið. Partarnir venja tað sama aftur í næstum. Svimjihøll í nýggjum hami Bæði børn og vaksin hava við spenningi fylgt við arbeiðinum, at nú­tíð­ar­ gera og umvæla svimjihøllina í Klaksvík. Nú er arbeiðið komið so mik­ ið væl áleiðis, at dagurin er ásettur, nær hyljarnir aftur verða lætnir upp fyri fólkið. Leygardagin í næstu viku fara fólk sjálvi at síggja, hvussu stór­ar broyt­ingarnar eru framdar í svimjihøllini. Ein tann størsta broyt­ ing­in er uttan iva hon, at tann djúpi hylurin nú er burtur. Ístaðin er kom­ ið eitt spildurnýtt baðiland, sum uttan iva fer at verða populert millum tey vitjandi. Í hesum baðilandinum er ein 40 metrar langur rutsjibani - júst sum í útlondum. Sløkkiliðsstjórin í Tórs­havnar Komm­­un­u er ikki samd­­ur við stjóran á Brunaumsjón Land­s­ ins um Real­ skúl­­an. Sambært sløkk­­­i­lið­stjóranum má bygningurin rív­ ast niður allur sum hann er, áðrenn hann kann brúkast til skúla­ stovur Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Sløkkisliðstjórin hjá Tórs­ hav­n­ar Kommunu sigur, at Realskúlin er ein brandfella, sum als ikki kann brúkast til skúlagongd. Einasti hátt­ ur at fáa bygningin til ein nøk­­t­andi skúlabygning er at ríva hann niður. - Nú hava vit júst sæð dømi um, hvussu skjótt tað kann ganga galið, tá eldur kem­ur í gamlar bygningar, sig­ur sløkki­liðs­stjórin í Tórs­­havn­ar Kommunu, Kart­ni Ja­cob­sen. - - Real­ skúl­in er minst lí­ka vand­a­ mik­il sum gentu­kost­deild­ in. Kemur tað eld­ur í Real­ skúl­an, gongur tað minst líka skjótt til hann er nið­ur­ brunn­in. Turkaður viður brennur skjótt, greiðir Kartni Ja­cob­ sen frá. Realskúlin er gamal tim­b­ur­­bygningur frá 1916, vegg­­ir­nir innan eru allir gom­­ul brettir. Gongirnar eru ikki sundurskildar, tað sa­ma er galdandi fyri stovur­ ­nar, og rýmingarleiðir mangla. - Onki av tilfarinum lýkur dags­­ins krøv, og um byg­n­ ing­­ur­in skal gerast nóg tryg­ g­ur til skúlabrúk, má hann fyrst rívast niður, staðfestir sløkk­i­­liðsstjórin. Brunakrøvini eru nógv strang­­ari til skúlabygningar enn til fyri­sit­ing­ar­bygn­ing­ ar. - Foreldur skuldu verið glað fyri at kommunan vel­ ur at ver­ja børn teirra, sigur Kar­t­ni Jacobsen. Sløkkiliðs­stjórin hjá Tórs­ havn­­ar Kommunu sigur, vit ik­ki kunnu siga, at Real­skúl­ in kann brúkast, bara tí vit hava fleiri líknandi skúla­ bygn­­ingar. Stjórin á Brunaumsjón Land­­sins hevur í skrivi til Tórs­­havn­ar Kommunuskúla sagt, at skúlin kann setast í fult forsvarligan stand til skúl­a­­brúkst uttan full­komi­ liga at broyta hann. Men hes­­um er sløkkiliðstjórin als ikki samdur í. - Ein umvæling má lúka dags­­ins krøv, støðan við Real­­skúl­a­num kann tí ikki sam­an­berast við aðrar skúl­ ar. Alt sum vit gera í dag, má lúka krøvini, sum vit ha­va í dag. - Núverandi umvælingin er ein isolering av klæd­n­ing­ i­n­­um. Onki verður gjørt inn­ an. Hetta er nøktandi fyri ein fyrisitingarbygning. Fyr­ i­­sit­­­in­g­­a­­rhølini í stóra bygn­ ing­­i­num kunnu hin­veg­in lætt­liga umbyggjast til skúl­ a­s­tovur. Foreldur orka ikki at skelda Elin Jóhanna Høgenni, for­ eld­ra­um­boð, sigur at for­eld­ ri­ni ynskja at bæði trygd og náms­­frøði skal raðfestast høgt. - Tað eina kann ikki út­i­ loka hitt. Trygdin má vera í ord­an, men innrætting av høl­­um eigur ikki mótarbeiða náms­­frøðini. Lærarnir mu­gu hoyrast í samband við skúlabygging, og knapp­ lig­­ar loysnir eru ikki nøk­t­an­ di. Sambært Elin Jóhannu Høg­­enni, orka foreldur ikki at hal­da áfram at skelda. Nú má friður skapast um ar­beiði. Foreldraumboðini í skúla­ stýr­i­num á Kommun­skúla­ num taka undir við náms­ frøð­­i­liga leistinum við smá­ um skúlum í tí stóra skúla­ num. Hesin leistur er longu roynt við yngstu flokkunum á Kongagøtu. Hanus Joen­ sen, skúlastjóri, sigur, at roynd­­ir­nar á Kongagøtu ví­sa, at hesin leisturin er tann rætti. Og tá stjórin fyri Bruna­ um­sjón Landsins sigur, at Real­­skúlin við smaúm um­ væl­­ing­um kann nýtast sum skúl­a­bygningur, ynskir skúl­ a­­stjórin at halda fast við ta loys­nina. Frustreraðir lærarar Tá realskúlin varð stongdur, set­ti Kommunuskúlin ein ar­ beiðs­­bólk at fylgja við um­ væl­­ing­­ini og vera í dia­log við kommununa. Jákup Thom­­s­en, lærari á skúlanum og limur í arbeiðsbólkinum, sig­­ur, at tey hava fingið fleiri lyftir um at verða hoyrd og upplýst. Men tey hava on­ki fingið at vita. - Avgerðin at stongja skú­ l­a­­n varð tikin av óðum monn­­um ein fríggjamorgun or­­sak­að av skriving í bløð­u­ num. Fyri einum ári síðani var Heð­in Mortensen ja­lig­ ur um eitt skitsuprojekt, sum Kom­mu­n­u­skúlin hevði latið ge­ra. Henda ætlanin sam­­svar­aði við náms­ frøðiliga toym­is­byg­naðin. Men síð­ani Realskúlin varð stong­­dur, er allur dialogur steð­g­að­ur. Lærarnir verða als ik­ki tiknir upp á ráð. Jákup Thomsen sigur, at lær­­ar­­nir eru troyttir og óðir. All­ar royndir at mótmæla ha­va verið nyttuleysar. - Vit hava gjørt tað, sum vit kundu. Sagt verður, at tað bara eru teir gomlu, tvø­ ru lærarnir sum eru ímóti. Men allir lærarnir hava und­ ir­­skriv­­að mótmælisskriv, eitt samt foreldraráð hevur mót­­mælt, og Lærarafelagið hev­­ur eisini orðað sína ó­­nøgd. Men alt hevur verið til onga nyttu. Og nú, mitt und­­ir próvtøkuni, kallar borg­­ar­­stjórin inn til snar­ fund. Størri brandfella enn kostdeildin Sløkkiliðstjórin í Tórshavnar Kommunu, Kartni Jacobsen, metir gamla Realskúlan vera eina brandfellu uttan líka. - Einki av tilfarinum lýkur dagsins krøv, og um bygningurin skal gerast nóg tryggur til skúlabrúk, má hann fyrst rívast niður, staðfestir sløkkiliðsstjórin mynd: Jens K. Vang Tekniskir trupulleikar Vegna tekniskar trupulleikar í blaðnum í gjár kom hendan greinin ikki við í blaðið, hóast hon varð ávíst á forsíðuni. Vit prenta hana tí umaftur í dag - umberið okkum mistakið! Blaðstjórin