Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 117 - 21. juni 2007 tíðindi Løgreglusamstarv Síðani 1982 hava løgreglan í Íslandi og løgreglan í Nor­ egi samstarvað um ymsar venjingar, og nú um dagarnar hava norskir løgreglumenn verið í Íslandi og vant saman við íslendskum starvsbrøðrum. Hesaferð vandu løgreglu­ menninir ymiskt í sambandi við bjargingar, og tí vóru tvær tyrlur hjá íslendsku sjóverjuni við í venjingunum umframt manningin á sjóverjuskipinum Týr, skrivar Morg­ unblaðið. Partarnir venja tað sama aftur í næstum. Svimjihøll í nýggjum hami Bæði børn og vaksin hava við spenningi fylgt við arbeiðinum, at nútíðar­ gera og umvæla svimjihøllina í Klaksvík. Nú er arbeiðið komið so mik­ ið væl áleiðis, at dagurin er ásettur, nær hyljarnir aftur verða lætnir upp fyri fólkið. Leygardagin í næstu viku fara fólk sjálvi at síggja, hvussu stórar broytingarnar eru framdar í svimjihøllini. Ein tann størsta broyt­ ingin er uttan iva hon, at tann djúpi hylurin nú er burtur. Ístaðin er kom­ ið eitt spildurnýtt baðiland, sum uttan iva fer at verða populert millum tey vitjandi. Í hesum baðilandinum er ein 40 metrar langur rutsjibani ­ júst sum í útlondum. Sløkkiliðsstjórin í Tórshavnar Kommunu er ikki samd­­ur við stjóran á Brunaumsjón Land­­sins um Real­ skúlan. Sambært sløkkiliðstjóranum má bygningurin rív­ ast niður allur sum hann er, áðrenn hann kann brúkast til skúla­ stovur Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Sløkkisliðstjórin hjá Tórs­ havnar Kommunu sigur, at Realskúlin er ein brandfella, sum als ikki kann brúkast til skúlagongd. Einasti hátt­ ur at fáa bygningin til ein nøktandi skúlabygning er at ríva hann niður. ­ Nú hava vit júst sæð dømi um, hvussu skjótt tað kann ganga galið, tá eldur kemur í gamlar bygningar, sigur sløkkiliðsstjórin í Tórshavnar Kommunu, Kartni Jacobsen. ­ ­ Real­ skúlin er minst líka vanda­ mikil sum gentukostdeild­ in. Kemur tað eldur í Real­ skúlan, gongur tað minst líka skjótt til hann er niður­ brunnin. Turkaður viður brennur skjótt, greiðir Kartni Jacob­ sen frá. Realskúlin er gamal timburbygningur frá 1916, veggirnir innan eru allir gomul brettir. Gongirnar eru ikki sundurskildar, tað sama er galdandi fyri stovur­ nar, og rýmingarleiðir mangla. ­ Onki av tilfarinum lýkur dagsins krøv, og um bygn­ ingurin skal gerast nóg tryg­ gur til skúlabrúk, má hann fyrst rívast niður, staðfestir sløkkiliðsstjórin. Brunakrøvini eru nógv strangari til skúlabygningar enn til fyrisitingarbygning­ ar. ­ Foreldur skuldu verið glað fyri at kommunan vel­ ur at verja børn teirra, sigur Kartni Jacobsen. Sløkkiliðsstjórin hjá Tórs­ havnar Kommunu sigur, vit ikki kunnu siga, at Realskúl­ in kann brúkast, bara tí vit hava fleiri líknandi skúla­ bygningar. Stjórin á Brunaumsjón Landsins hevur í skrivi til Tórshavnar Kommunuskúla sagt, at skúlin kann setast í fult forsvarligan stand til skúlabrúkst uttan fullkomi­ liga at broyta hann. Men hesum er sløkkiliðstjórin als ikki samdur í. ­ Ein umvæling má lúka dagsins krøv, støðan við Realskúlanum kann tí ikki samanberast við aðrar skúl­ ar. Alt sum vit gera í dag, má lúka krøvini, sum vit hava í dag. ­ Núverandi umvælingin er ein isolering av klædning­ inum. Onki verður gjørt inn­ an. Hetta er nøktandi fyri ein fyrisitingarbygning. Fyr­ isitingarhølini í stóra bygn­ inginum kunnu hinvegin lættliga umbyggjast til skúl­ astovur. Foreldur orka ikki at skelda Elin Jóhanna Høgenni, for­ eldraumboð, sigur at foreld­ rini ynskja at bæði trygd og námsfrøði skal raðfestast høgt. ­ Tað eina kann ikki úti­ loka hitt. Trygdin má vera í ordan, men innrætting av hølum eigur ikki mótarbeiða námsfrøðini. Lærarnir mugu hoyrast í samband við skúlabygging, og knapp­ ligar loysnir eru ikki nøktan­ di. Sambært Elin Jóhannu Høgenni, orka foreldur ikki at halda áfram at skelda. Nú má friður skapast um arbeiði. Foreldraumboðini í skúla­ stýrinum á Kommunskúla­ num taka undir við náms­ frøðiliga leistinum við smá­ um skúlum í tí stóra skúla­ num. Hesin leistur er longu roynt við yngstu flokkunum á Kongagøtu. Hanus Joen­ sen, skúlastjóri, sigur, at royndirnar á Kongagøtu vísa, at hesin leisturin er tann rætti. Og tá stjórin fyri Bruna­ umsjón Landsins sigur, at Realskúlin við smaúm um­ vælingum kann nýtast sum skúlabygningur, ynskir skúl­ astjórin at halda fast við ta loysnina. Frustreraðir lærarar Tá realskúlin varð stongdur, setti Kommunuskúlin ein ar­ beiðsbólk at fylgja við um­ vælingini og vera í dialog við kommununa. Jákup Thomsen, lærari á skúlanum og limur í arbeiðsbólkinum, sigur, at tey hava fingið fleiri lyftir um at verða hoyrd og upplýst. Men tey hava onki fingið at vita. ­ Avgerðin at stongja skú­ lan varð tikin av óðum monnum ein fríggjamorgun orsakað av skriving í bløðu­ num. Fyri einum ári síðani var Heðin Mortensen jalig­ ur um eitt skitsuprojekt, sum Kommunuskúlin hevði latið gera. Henda ætlanin samsvaraði við náms­ frøðiliga toymisbygnaðin. Men síðani Realskúlin varð stongdur, er allur dialogur steðgaður. Lærarnir verða als ikki tiknir upp á ráð. Jákup Thomsen sigur, at lærarnir eru troyttir og óðir. Allar royndir at mótmæla hava verið nyttuleysar. ­ Vit hava gjørt tað, sum vit kundu. Sagt verður, at tað bara eru teir gomlu, tvø­ ru lærarnir sum eru ímóti. Men allir lærarnir hava und­ irskrivað mótmælisskriv, eitt samt foreldraráð hevur mótmælt, og Lærarafelagið hevur eisini orðað sína ónøgd. Men alt hevur verið til onga nyttu. Og nú, mitt undir próvtøkuni, kallar borgarstjórin inn til snar­ fund. Størri brandfella enn kostdeildin Sløkkiliðstjórin í Tórshavnar Kommunu, Kartni Jacobsen, metir gamla Realskúlan vera eina brandfellu uttan líka. - Einki av tilfarinum lýkur dagsins krøv, og um bygningurin skal gerast nóg tryggur til skúlabrúk, má hann fyrst rívast niður, staðfestir sløkkiliðsstjórin mynd: Jens K. Vang Tekniskir trupulleikar Vegna tekniskar trupulleikar í blaðnum í gjár kom hendan greinin ikki við í blaðið, hóast hon varð ávíst á forsíðuni. Vit prenta hana tí umaftur í dag ­ umberið okkum mistakið! Blaðstjórin