mikudagur 16. februar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 32 - 15. februar 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Tann ið tegir samtykkir
Viðmerking:
Herfyri vísti eg í einari blað-
grein á, at um ikki ávísar
kreftir samarbeiða, so er
vandi fyri, at ríkisfelags-
skapurin stendur fyri einari
lagnustund. Eg vísti eisini
á, at Sambandsflokkurin
hevur sína stóru ábyrgd av,
bæði at tað er komið hertil,
og at vera við til at loysa
trupulleikan. Tað tykist ikki,
sum at leiðslan í flokkinum
hevur sæð vandan, men er
meira upptikin av at spilla
aðrar flokkar út enn at lut-
taka í konstruktivum sam-
arbeiði fyri at bjarga ríkis-
felagsskapinum. Sum vænt-
að læt onkur rødd í flokki-
num hoyra frá sær og helt,
at Atli Hansen gjørdi skeivt
í at viðgera leiðsluspurning-
ar í Sambandsflokkinum al-
ment. Onkur annar kallaði
hetta fyri kegl, var annars
ikki ósamdur og hevði sett
seg at bíða eftir fundarboð-
um. Tað ber ikki boð um, at
hugurin at gera eitt arbeiði
er serliga stórur.
Tað er ikki lætt at sleppa
framat í flokkinum við við-
kvomum spurningum, um
ein ikki hevur rætta litin.
Bert eitt avmarkað áhoyra-
ratal, sum er tíðarinnstillað
til at siga nei, um okkurt
uppskot skuldi komið á
borðið. Alt, sum hevur við
broytingar at gera, verður
Hvat nyttar at vinna sær fleiri tingsessir
um vit skulu bøta við ríkisfelagsskapinum
bert køvt í føðingini, og
eingin skal kunna kanna
nakað sum helst.
Lívið hevur lært meg, at
tað er lættari at koma í sam-
band við sambandsfólk
gjøgnum bløðini enn inni í
sjálvum flokkinum, og ið h
ussu so er, til ein nýggj l
iðsla er komin, fari eg at
viðgera ávís sentral floks-
mál alment uttan mun til
aðrar tilráðingar. Sam-
bandsflokkurin
stendur
sambært meiningakanning-
unum ivaleyst til eina fram-
gongd millum veljararnar.
Og tað er at fegnast um,
men ikki so løgið. Alt annað
hevði verið merkiligt. Ein
góð sak og ein sera óhegnig
politisk samgonga, sum
stoytir atkvøður niður í
sambandsleypin. Men er
hetta eisini eitt úrslit av her-
ferðini hjá formanninum
móti hinum flokkunum?
Valla. Aftan á ósigurin við
seinasta løgtingsval lótu
kreftir rundan um formann-
in meg vita, at seks tinglimir
var ein hóskandi stødd fyri
Sambandsflokkin, tí um
hann gjørdist størri, so vóru
tað bara slík sum eg, ið
komu inn, og tí hevði flokk-
urin ikki brúk fyri. Um am-
bitiónirnar ikki eru størri
enn hetta, so er tað harmi-
ligt, og tað er kanska tað,
sum flokkurin er farin undir
nú við síni jagstran av øðr-
um flokkum – at syrgja fyri
at flokkurin ikki gerst størri.
Tá er hann eisini lættari at
hava eftirlit við.
Og hetta harmist eg um
at hoyra. Hvønn morgun
frøist eg um mína sosiallib-
eralu ríkisfelagsskapssál og
vil so fegin, at hon skal
koma Sambandsflokkinum
til góðar, men tá ið sentralir
persónar ikki vilja lata hana
sleppa framat, so má hon
arbeiða fyri sínum hugsjón-
um uttanfyri.
Tá ið eg havi nevnt leiðsl-
una í Sambandsflokkinum,
so er tað meint í breiðastu
merking. Ikki bara formað-
urin. Hann er stjórin, um
man vil. Men eisini lands-
nevndin, har tær politisku
kósirnar eiga at verða settar,
er eitt sera deytt organ. Her
mugu lokalfeløgini gera sær
størri ómak við at senda
umboð og ikki bara gera
hetta pr. automatikk ár um
ár, so at fólk koma at sita
har ov leingi. Man kann ikki
rokna við dynamikki ella
framburði frá einum tílíkum
savnaði. Heldur tað øvuta.
Væl egnað til at køva nýggj-
ar tankar.
Tá ið eg havi roynt at vísa
á, at leiðslan er ein forðing
fyri samarbeiði við aðrar
flokkar, so er tað sjálvandi
mest formannin, ið sipað
verður til, tí í politiska um-
hvørvinum á Tinghúsvøll-
inum er tað eingin loyna, at
fleiri flokkar hava sett sum
treyt fyri at arbeiða saman
við Sambandsflokkinum, at
formaðurin víkir sessin.
Hetta er kanska ikki so væl
kent millum veljararnar. Og
um ríkisfelagsskapurin er
upp á spæl, so eiga persóns-
spurningar ikki at forða fyri
tí bestu loysnini. Um ver-
andi framferð hjá formann-
inum bert er ætlað fyri at
vaksa um flokkin, so er
helst relevant at seta sær
spurningin, hvat nyttar at
vinna sær fleiri tingsessir,
um vit mugu bøta við ríkis-
felagsskapinum og missa
hann á gólvið.
Tað má ikki ske.
Gøtu 11.02.2000
Atli Hansen
Tað sær út sum samgongan hevur tikið sær tann ikki
júst lítillætna rætt til at siga, at teir, ið ikki taka undir við
fullveldisætlan landstýrisins, ikki tæna føroyskum áhuga-
málum. Hetta málið viðgjørdu vit í oddagrein í gjár og
tríva í tað aftur í dag, tí tað er av so stórum prinsipiellum
týdningi. Orð Høgna Hoydals og Helenu Dam á Neyst-
abø í sambandi kunningarfund landsstýrisins eru ikki
sørt óhugnalig, eisini sæð í ljósinum av, at skattgjaldar-
ans peningur verður nýttur til heimasíður, har alternativ
hugskot til fullveldi verður skýrt hjálparloysi av lands-
stýrismanninum. Nú liggur tað rættiliga langt frá før-
oyskari mentan at nýta landskassans pening til at føra
politiska propaganda gjøgnum umsitingina, men slík
framferð er eftir øllum at døma ikki langt burturi í Føroy-
um í dag. Hvussu man fara at vera við øðrvísi hugsandi,
um fullveldið Føroyar skal grundast á, at tey, ið ikki
samtykkja, skulu tiga? Gamalt er, at tann, ið tegir,
samtykkir, og júst tí fer andstøðan neyvan at lata sær
lynda at skula vera kvirr, so samgongan útatil kann
látast sum um alt Føroya fólk tekur undir við fullveldis-
ætlanini, hóast veljarakanningar hava víst, at ein meiriluti
ikki tekur undir við hesi ætlan.
Høgni Hoydal og samgongan hava eina veika samráð-
ingarstøðu, tí teir ikki hava alt Føroya fólk aftanfyri seg,
og ikki tí stóru andstøðuflokkarnir, ið fingu góð 40% av
atkvøðunum til seinasta val, nýta sín demokratiska rætt
at siga sína meining.Tað er rætt, at samgongan hevur
meiriluta í tinginum, men er slíkur nóg mikið, tá tað um
so stórt álvarsmál ræður? Og hevur løgmaður ikki alla
tíðina sagt, at hann fer ikki til samráðingar einans við
verandi samgongumeiriluta aftanfyri seg! Og er tað ikki
hann, sum førir samráðingarnar! Veika samráðingar-
støðan í veruleikanum kemst av, at bastanta støða
Tjóðveldisfloksins forðar fyri tí breiðu semjuni, ið er
neyðug fyri eitt slíkt mál, sum eftir øllum at døma er í
Tinginum millum allar flokkar uttan møguliga bara Tjóð-
veldisflokkin. Her hugsa vit eisini um signal frá fólka-
flokstingmonnum Og hesi signal umboða væl ein fittan
part av fólkafloksveljarunum, sum lættliga kunnu koma
og avgera eina fólkaatkvøðu, tá avtornar.
Undirbrotligheitin hjá tjóðveldismonnum kemur serliga
til sjóndar við tað, at teir seta fram fyrispurningar, har
teir biðja danskarar definera ríkisfelagsskapin. Á sama
hátt, sum fullveldisfortalarnir uttan diskussión í Hvítubók
góðtaka sjónarmiðini hjá Alf Ross og øðrum akademi-
karum úr donskum lærustovnum, so vilja teir heldur
lata danir enn føroyingar sjálvar definera, hvat lagt verður
í ríkisfelagsskapin. Og tað eru tey, sum spyrja: Hví skulu
føroyingar ikki megna at gera eina skipan innan ríkis-
felagsskapin, ið verður slóðbrótandi í statsrættarligum
høpi uttan nakað fortilfelli? Nú spurningurin um at
definera Ríkisfelagsskap er so nógv frammi, so er tað
bæði rætt og rímuligt, at eisini umboð fyri andstøðu-
flokkarnar koma við sínum greiðu boðum uppá, hvat
Ríkisfelagsskapur er í teirra hugaheimi, hvat hann er í
veruleikanum, í gerandisdegnum. Ja, latið okkum fáa
fram, uppá gott og ilt, hvat Ríkisfelagsskapur vil siga
fyrst og fremst fyri okkum føroyingar og síðani fyri danir.
Tað eiga vit øll at hava áhuga í.
Vónandi sær samgongan, at allir føroyskir flokkar tæna
føroyskum áhugamálum, tó at teir hava ymisk boð.
Sjálvstýrismálið er eisini nakað, ið nærum vit øll hava
áhuga fyri og kunnu taka undir við so ella so. Tað er tí
eingin, sum eigur patent uppá ynski føroyinga um størri
sjálvbjargni og sjálvstýri. Hetta hevur ligið í politikkinum
hjá nógvum av flokkunum, eisini Javnaðarflokkinum.
Hvussu vit samansjóva sjónarmiðini best átti at verið
útgangsstøðið eisini hjá landsstýrinum, nú vit vita frá
veljarakanningum, at ein ov einvís og víðgongd loysn
rætt og slætt verður kolldømd við eina fólkaatkvøðu.
Tosa vit tí um realpolitikk, so er einasti vegurin ein breið
semja. Hevur landsstýrið definitivt gjørt av at sleppa
slíkari, so má tað eisini rokna við eini heitari debat við
mótstríðandi sjónarmiðjum. Men soleingi vit ikki vita
meira um samráðingarætlaninar ber illa til at gera
avgjørdar niðurstøður.
Kunngjørt verður at elskaði maður, pápi, verfaðir,
abbi og bróðir okkara
HJØRLEIF POULSEN
Kaldbak, ættaður av Tvøroyri
andaðist mánadagin 14. feb., 71 ára gamal.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum mikudagin
kl. 16.00.
Jarðarferðin verður úr Nazareth í Kaldbak hósdagin
kl. 14.00.
Vegna tey avvarðandi
Helga
Tey, ið ynskja at lata blómur ella krans kunnu ístaðin lata eina
peningagávu til Zarepta, konto í peningastovnunum.
✝
Kappingin um skúladepil lokin
Hugskotskappingin
um
skúladepil við Marknagils-
vegin, sum Undirvísingar-
og Mentamálastýrið skriv-
aði út í heyst, er nú lokin,
og vinnararnir funnir.
1. virðislønaruppskotið
hevði Heidi Hjalgrímsdóttir
Poulsen, arkitektur. Sum
hjálparfólk hevur hon arkit-
ektarnar Anette Jensen og
Birgit Garver, umframt
Mads Jørgensen, Arne Ras-
mussen og Nina Magnuss-
en.
2. virðislønaruppskotið
hevði Arkitektavirkið Árni
Winther. Teir, sum hava tik-
ið lut í uppskotinum, eru
arkitektarnir Rúni Abra-
hamsen, Pauli Dam Joen-
sen, Páll Holm Lave og
Árni Winther.
3.
virðislønaruppskoti
hevði Jóannes Petersen
arkitektur í samstarvi við
arkitektavirkið Seedorff &
Rolighed arkitektar Aps, við
arkitektunum Morten See-
dorf og Morten Rolighed
Jensen. Sum hjálparfólk
hevði hann arkitektin Ema-
nuel Rytter og til model-
arbeiði Lars Rasmussen.
Uppskotini verða sýnd
fram í Útvarpshøllini frá og
við mikudegnum 16. febru-
ar til og við sunnudagin 20.
februar. Allar dagarnar frá
kl. 10 til kl. 18, sunnudagin
tó frá kl. 14 til kl. 18.
Kvinnur, lat okkum
gera vart við okkum!
Ganga vit ikki mangan og
grenja um ymiskt, fýlast á
mangt og hvat, halda at
mangt átti at verið gjørt ann-
arleiðis og upp aftur meira
kundi verið gjørt nógv
betur?
Vit ótolnast um arbeiðs-
gongdina ymsastaðni og
øtast um nógv, sum hendir
í okkara lítla samfelagi, lata
oyruni aftur og ugga okkum
við, at tað ikki man vera so
galið kortini.
Jú, betri hevði verið, um
mangt var annarleiðis. Tað
er tó ikki nóg mikið at hugsa
um hetta í sínum stilla sinni,
og aloftast er møtimikið
einsamøll at vísa á skeiv-
leikar.
Men tað er ikki neyðugt
at standa einsamøll. Kvinn-
urnar í Norðoyggjum eiga
sítt egna felag. Klaksvíkar
Húsmøðrafelag, sum er til
reiðar at taka upp tey mál,
sum rørast í okkum.
Aðalfundur
felagsins
verður 24. februar í Bøgøtu
3 og tikið verður í móti upp-
skotum til viðgerðar á fund-
inum. Vælsignaðar kvinnur,
haldið tykkum ikki aftur, tí
ikki verður nevnt á fundin-
um, hvør, ið sent hevur.
Ongi mál eru ov stór og
ongi ov smá til, at vit kunnu
taka tey upp og saman við-
gera tey og um neyðugt fara
víðari við málunum.
Tað besta, vit kunnu gera
við trupulleikar, er at loysa
teir.
Tað besta, vit kunnu gera
við skeivleikar, er at rætta
teir.
Klaksvíkar
Húsmøðrafelag
Tórshavnarøkið sýgur til sín
Fólkatalið í Føroyum vaks við 583 fólkum í fjør, og av teimum fór Tórshavnarøki
avstað við 63 prosentum. Til sammetingar kann sigast, at fólkatalið í Tórshavn-
arøkinum bara svarar til ein góðan triðing av Føroya fólki. Hans Pauli Strøm,
sosiologur á Hagstovu Føroya, sigur, at gongdin staðfestir tendensin, sum verið
hevur, við at útjaðarin missir fólkið og miðstaðarøkið far tað aftur
SVEINUR TRÓNDARSON
útjaðarin fær ikki so stóran
lut í fólkavøkstrinum, sum
miðstaðarøkið fær tað.
Tað er niðurstøðan ein
kann gera sær, tá hugt verð-
ur eftir talvuni yvir fólka-
talsbroytingarnar í Føroyum
í 1999.
Fólkatalið veksur
Fimta árið á rað vaks fólka-
talið í Frøoyum í fjør, og
við árslok 1999 vóru vit ikki
færri enn 45.389 føroyingar.
Tá vit byrjaðu upp á 1999
vóru vit 44.806 fólk her á
landi, so talan er um ein
vøkstur upp á 583 fólk.
Vøksturin er settur soleið-
is saman, at tað eru flutt 365
fólk til Føroya, meðan burð-
aravlopið var upp á 218.
Sum nevnt aðrastaðni í
blaðnum, er hetta lægsta
burðaravlop síðani 1905.
Hans Pauli Strøm, sigur
aðrastaðni í blaðnum, at
lága burðartalið ikki er kata-
strofalt, men kortini er tað
hugvekjandi, at burðarav-
lopið er so lágt, sum tað er
nú.
Høvuðsstaðurin dregur
Sum sagt omanfyri var nett-
oflytingin til Føroya í fjør
upp á 365 fólk.
Av hesum 365 valdu heili
266 fólk at seta búgv í Tórs-
havnarøkinum!
Hetta svarar til 73 prosent
av nettoflytingini og lutfals-
liga er tað ein nógv størri
partur enn fólkatalið í Havn
gevur rætt til, um vit kunnu
siga tað so, tí í Havn býr
»bert« ein góður triðingur
av Føroya fólki, ella meira
nágreinligt, 36 prosent, og
tí er tað serliga tankavekj-
andi.
Hyggja vit so at burðar-
avlopinum, so fáa landsins
kosnu menn enn størri ors-
øk at ógvast, tí knappliga
helvtin av burðaravlopinum
liggur í Havn.
Sagt við tølum var burð-
aravlopið 218 í fjør og av
teimum eru tey 104 í Havn.
Hesi tøl siga so mikið
sum, at tað er miðstaðarøk-
ið, sum dregur tilflytararnar
til sín.
Fara eftir
avbjóðingunum
Tá vit nú hava staðfest, at
meginparturin av teimum,
sum flyta til Føroya velja,
at seta seg niður í Tórshavn-
arøkinum, so kunnu vit eis-
ini royna at staðfesta eina
orsøk til at so er.
Tá fólk flyta av landinum,
ella fluttu, er tað antin fyri
at fáa sær eina útbúgvin ella
fyri at víðariútbúgva seg.
Tá tey flyta aftur til Før-
oya vilja tey tí fegin gera
nýtslu av útbúgvingini, og
tí enda tey flestu í og um-
kring Havnina, har tær
flestu avbjóðingarnar liggja.
Hans Pauli Strøm sigur,
at ein onnur orsøk er eisini,
at tað er lættari at fáa nýggj-
ar avbjóðingar í Havn, og
at tað eisini spælir inn tá
fólk velja sær bústað.
– Útboðið av arbeiðs-
plássum í teimum smærru
plássunum er ov einstáttað
til, at fólk við hægri útbúgv-
ingum flyta til pláss uttan-
fyri Tórhshavnar øki, sigur
Hans Pauli.
Og ein orsøk til hetta er,
at dynamikkurin í smærru
økjunum er ov lítil til at fáa
tey vælútbúgvnu fólkini út
aftur, heldur Hans Pauli.
– Tak til dømis Sumba.
Bara tí, at sumbingar hava
fingið tunnil merkir ikki, at
teir gerast partur av fram-
gongdini. Framdriftin í Suð-
uroynni er ov lítil til, at tað
munar nakað, sigur Hans
Pauli.
Klaksvíkin á veg fram
Fara vit í hin partin av
landinum, so síggja vit, at
tað beint øvugta er við at
henda.
Gongd er í fiskivinnuni
og her eru klaksvíkingar
frammalaga. Tað merkir
býin á meiri enn hátt, tí um-
framt vinnuliga at vera væl
fyri, er Klaksvík eisini væl
fyri kulturelt og sosialt.
– Demografiskt kunnu vit
ikki siga, at Klaksvík er út-
jaðari, tí býurin er væl við
nú í menningini, sigur Hans
Pauli.
– Og taka vit og saman-
bera gondina í Hvannasundi
við gongdina í Sumba, so
síggja vit, at gongdin har
norðuri er beint øvugta av í
Sumba. Høgt burðartal og
fleiri tilflytarar enn fráflyt-
arar og tað er tí at fram-
gongdin í Klaksvíkarøkin-
um klárar at hála restina av
økinum við sær, sigur Hans
Pauli Strøm.
Við hesum kunnu vit siga,
at Klaksvíkin er vorðið eitt
lokalt
miðstaðarøkið
í
Norðoyggjum og hetta økið
hevur klárað at fingið part í
menningini av samfelagn-
um soleiðis, at fólk flytir
aftur til økið.
Ekstremini tíðiligari
Samanlagda niðurstøðan vit
kunnu gera okkum burtur úr
talvuni í Hagtíðindum er, at
miðstaðarøkini í landinum
hava størstu framgongdina,
meðan útjaðarin er við svið-
usoð.
– Sandoyggin, Suður-
oyggin og Vágoyggin vaksa
ikki á leið so skjótt, sum eitt
nú høvuðsstaðarøkið og
Klaksvíksøkið, og orsøkin
til tað er ikki ókend. Í
teimum økjunum er so at
siga bara fiskivinna, og hon
orkar ikki at draga meira við
sær enn hon ger í løtuni.
Skal hetta broytast, so má
annað virksemi eisini koma
í hesum økjunum, sigur
Hans Pauli Strøm, sum vísír
á, at fyri tað at eitt lemma-
virkið er í Vági, so gevur
hetta ikki so nógv arbeiðs-
pláss at tað kann halda eina
heila oyggj gangandi.
– Sjálvandi er tað á rættari
leið, men tað er ikki nóg
mikið.
Hvat skal gerast er ein
politiskur spurningur, og tað
mugu politikkararnir taka
sær av at loysa.
Ein møguleiki er at gera
økisútlíkningar
skipanir.
Ein annar er at geva útjað-
aravirkseminum fyrimun,
fíggjarliga ella á annan hátt,
men alt hetta skal viðgerast
politiskt áðrenn nakað kann
verða sett í verk, sigur Hans
Pauli.
– Men sum støðan er í
útjaðaranum í løtuni, so er
veruleikin tann, at ekstrem-
ini koma alsamt týðuligari
til sjóndar við tað, at mið-
staðarøkini draga meira og
meira til sín, meðan útjað-
arin dragnar alsamt meir,
sigur Hans Pauli Strøm at
enda.
Fólkatalið í Føroyum vaks
við 583 fólkum í fjør, so
nú eru vit 45.389 ...
Sosialurin - 311820
NÓGV N
GV NÝTT
TT
HEIM-
HEIM-
KOMI
KOMIÐ
Buksur
Buksur 248.
248.-
Blusa 348.
Blusa 348.-
Svart, army
Svart, army
ella violett
ella violett
Le
Leðurjakki
urjakki
Svartur, lj
Svartur, ljósur
sur
2.199.
2.199.-
29
29
ê Trndar-
g¿tu
tel. 31 82 00
ella 21 81 99
Buksur 248.-
Blusa 348.-
Svart, army
ella violett
Leðurjakki
Svartur, ljósur
2.199.-
NÓGV NÝTT
HEIM-
KOMIÐ