Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 - 15. mars 2001 3 2 Nr. 52 - 15. mars 2001 gult cyan magenta svart 10 ára gamli Andrias, sum býr í Saltangará, fekk um dagarnar ein pakka úr Íslandi. Í pakkanum var ein bóltur, sum Andrias misti á sjógv í Føroyum fyri meira enn fimm árum síðan AFTURKOMIN Edvard Joensen Saltangará: Bólturin hjá tí nú 10 ára gamla Andriasi Troest Hansen úr Sal- tangará fór á sjógv fyri hálvumsætta ári síðan og varð burtur. Men nú er hann afturkomin. Av Norð- urlandinum í Íslandi. Tey vóru familjuútferð í Dali, tey hjá Andriasi. Og smádreingirnir spældu bólt, sum teir eru vanir. Ter brúktu bóltin hjá Andriasi, sum mamman hevði verið so fyrivarin at skriva navn og telefonnummar á, um han skuldi blivið burtur. Men tað hjálpti bara einki, tá hann fór á sjógv í Dali og rak til havs, hildu tey. Men fyri umleið einum mánað síðan ringdi telefon- in hjá Andriasi og teimum. Úr Íslandi. Ein kona for- taldi teimum, at tey høvdu ein bólt, sum Andrias átti. Og tey vildu fegin senda bóltin aftur til Føroya. Tað gingu nakrir dagar, so kom bólturin í einum pakka. Saman við einum korti, sum vísir, hvar hann er funnin og einum lokal- blaði, har maðurin, sum fann hann, hevur greitt frá hesum bóltinum og einum øðrum, hann eisini hevur funnið á sama rekaplássi. Hesin seinni var tó ís- lendskur. Pápi Andriasar, Hallur, greiðir frá, at tey ringdu úr Íslandi og søgdu frá hesum. Maðurin, sum eitur Ingólf- ur Sveinsson, er bóndi á Lágmúla, sum liggur á vestara armi á Skagafirði uppi á Norðurlandinum í Íslandi. Hann hevði funnið hend- an bóltin, men dugdi ikki beinanveg at finna fram til, hvaðani hann var. Tí bara fimm tøl vóru í telefon- nummarinum, sum skrivað var á hann. Tað er ikki fyrr enn væl eftir, at bólturin er farin á sjógv, at vit í Føroyu hava fingið sekscifrað telefon nummar. Hallur sigur, at nú má hann fara at senda teimum á Lágmúla ein Sosial, nú bólturin eisini er komin í føroysku pressuna. Andrias heldur alla hend- ingina vera sera stuttliga og væntar, at nú sleppur hann helst til Íslands at hitta mannin, sum fann honum bóltin aftur. Og tað heldur pápin eisini kundi kanska verið stuttligt. Í hvussu er ætlar hann at fáa samband við hesi fólkini, sum hava sent teimum hendan bóltin aftur, sum hevur verið burt- ur í hálvtsætta ár. Fekk bóltin aftur úr Íslandi Andrias hevur nú fingið bóltin aftur, sum var burtur í meira enn 5 ár. Hann varð afturfunnin á Skagafirði vestarlaga á Norðurlandin- um í Íslandi Mynd: Edvard Joensen Pílurin vísir, hvar bólturin hjá Andriasi rak upp á vestara armi á Skagafirði vestarlaga á Norður- landinum í Íslandi Sunnudag hava útróðrarmenninir, sum komnir eru norður um til vár- róðurin, frí. Teir hvíla seg VÁRRÓðURIN Orð og myndir: Edvard Joensen Eiði: Tað er friður í havnini á Eiði í dag. Bátarnir liggja bundnir, og bara onkur hendinga maður er at síggja. Teir flestu eru farnir til hús ella liggja umborð og hvíla seg. Bátarnir liggja bundnir við bryggjurnar. Í løgum hvør uttan á øðrum. Tað rýkur úr onkrum roykhan- usi og har kennist matar- roykur. Teir kóka sær døg- urða. Onkur hevur seyðar- høvd, eftir luktinum at døma. Teir hava okkurt smáveg- is at taka í, sum ikki hevur verið tíð at bøtt um, meðan róð hevur verið dagliga út alla vikuna. Onkur gongur á dekkin- um og hjálpir upp á rull- urnar í snellunum. Onkur annar hevur hongt sær koyggjuklæðini til turking- ar. Tað er helst ikki so galið at fáa luftað út eisini í hesum dýrdarveðrinum í dag. Ella teir gera dergur. Tað skal eisini gerast, og júst nú er gott høvi til tað. Meðan aðrir bara liggja á liðini og lurta eftir Útvarp- inum. Okkurt forvitnisligt er at hoyra ein sovorðnan dag. Teir hava tað við at taka gamlar upptøkur fram aftur soleiðs av og á. Og tað kann eisini vera forvitnis- ligt. SMS fer næstu dagarnar at seta føroyskar vørur í miðdepilin, og alt húsið fer at bera brá av føroysku vikuni FØROYSK VIKA Stefan í Skorini SMS skipar komandi dag- arnar fyri føroyskari viku í húsinum. Hetta tiltakið hevur verið fleiri ferðir fyrr, men ikki á hvørjum ári. Nú er so ætlanin, at tiltakið skal vera á skránni hvørt ár. – Vit halda, at tað eru nógvar góðar føroyskar vørur á marknaðinum, og tí vilja vit geva teimum ein møguleika at koma sær fram, sigur Rógvi Róin, ið er marknaðarleiðari í SMS. Talan er um vanligar ger- andisvørur, sum vera sýnd- ar fram á torginum, og hetta fer serliga at merkjast í Miklagarði, sum fer at hava tilboð uppá tær vør- urnar. – Slíkt tiltak hevur verið fyrr í SMS, men karmarnir hesuferð eru sum heild betri. Vit gera væl meira burturúr, og alt húsið fer at bera brá av føroysku vik- uni. Básarnir eru nýggir, og fyritøkurnar hava gjørt sær ómak fyri at fáa tað at síggja vakurt út, sigur Rógvi Róin. Við í føroysku vikuni eru fimm fyritøkur, og tær eru Kemilux, Føroya Bjór, Mjólkarvirkið, Fóm og Fiskasølan. Tær, ið fram- leiða matvørur, fara at bjóða smakkiroyndir av sínum vørum á torginum, Rógvi Róin heldur, at tað er upplagt, at Miklagarður setir føroyskar vørur í mið- depilin, so at tær fáa eitt skump frameftir, tí Mikla- garður er størsti handil av sínum slag í Føroyum. SMS hevur ætlanir um at hava eina føroyska viku aftur í næsta ár, og tá skulu fleiri føroyskar fram- leiðslufyritøkur vera við. Skipað verður fyri fleiri tiltøkum, meðan føroyska vikan er. Eitt nú vitjar Kári Cool á torginum fríggja- dagin, og TrøllaPætur verð- ur gestur leygardagin. Sunnudagur við brúnna Føroyskt í fokus Føroyska vikan læt alment upp mikumorguni n kl. 10, og næstu dagarnir fara at bera brá av, at føroyskar vørur eru í miðdeplinum Myndir: Jens Kr. Vang