Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Føroya Arbeiðarfelag fer nú at orða krøvini, sum skulu leggjast fyri arbeiðsgevarar- nar, nú samráðingar verða um nýggjan sáttmála. Á aðal- fundinum um viku- skiftið, vórðu nøkur krøv umrøtt SÁTTMÁLA- SAMRÁÐINGAR Áki Bertholdsen – Tað er ikki órímiligt at krevja eina lønarhækking upp á 20%. Tað varð ein niðurstøða á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag um viku- skiftið. Á aðalfundinum vórðu sáttmálasamráðingarnar eyðvitað umrøddar. Og eftir fundin er tað greitt, hvørji nøkur av krøvunum verða. Hinvegin varð ongin niðurstøða gjørd um sjálvt høvuðskravið, sum er lønarhækkingin. Men nevnt varð, at tað hevði ikki verið órímiligt at kravt eina lønarhækking upp á 20%. Arbeiðarafeløg í Eystur- oynni løgdu beinleiðis upp- skot fyri aðalfundin um at samtykkja, at lønarkravið skuldi vera 20 %. Ongin niðurstøða varð gjørd um hetta. Men ført varð fram, at tað hevði ikki verið órímiligt, ikki minst tá ið hugsað var um kann- ingina, sum grannskoð- aravirkið, Rasmussen og Weihe, hevur gjørt um livikorini hjá arbeiðsfólki, og sum vit greiddu frá í Sosialinum týsdagin og í gjár. Ført varð fram á aðal- fundinum at eftir teirri kanningini skal tímalønin hækka minst 15 krónur fyri at nakað sum helst skal vera eftir til klæðir, skógv- ar, bil, tryggingar, húsar- haldstól, umvæling av hús- um, ella stutt sagt, um eitt oyra skal vera eftir nakað annað enn til tað, sum er lívsneyðugt til lívsins uppi- hald, tvs. rentur, avdrátt, mat olju, streym, telefon, útvarps- og sjónvarpsgjald. Onnur krøv Hinvegin er tað greitt, hvørji onkur av hinum krøvunum verða. Eitt nú samtykti aðal- fundurin at heita á stjórnina í Føroya Arbeiðarafelag at seta tað fram sum eitt krav, at seinasta brotið í grein 17 skal strikast. Hetta er greinin, har regl- arnar um uppsagnartíð av arbeiðsfólki, standa. Har sigur tað síðsta petti, at reglarnar um uppsagnartíð eru ikki galdandi um steðg- ur kemur í arbeiði vegna rávørutrot ella veður. – Sostatt kann arbeiðs- gevari lættliga skáka sær undan reglunum um upp- sagnartíð. Er talan um eitt flakavirki, skal arbeiðsgev- arin bara lata vera við at keypa fisk í tveir dagar, so sleppur hann undan upp- sagnartíðini. Ingeborg Vinther ásann- aði, at hetta var ein sera óheppin orðing og at tey fóru at leggja alla orku í at fáa hetta burtur úr sáttmál- anum. Somuleiðis varð tað samtykt, at eitt krav skal vera, at fáa reglar um ald- ursviðvbøtur við í sátt- málan. – Sum sáttmálin er nú, fáa tey, sum akkurát byrja í einum arbeiði, somu løn sum tey, ið hava arbeitt í sama yrki í fleiri ár og tískil hava drúgvar royndir. – Tað halda vit er heilt órímiligt og hetta er eitt mál, sum vit fara at leggja stóran dent á í sáttmálasam- ráðingunum, segði Inge- borg Vinther fyri aðalfund- inum. Somuleiðis er tað greitt, at eitt av krøvunum til arbeiðsgevararnar verður at yvirtíðin frá á midnátt til klokkan átta á morgni skal vera 100% allar dagar, eisini leygardagar. Í løtuni er yvirtíðin fyri náttararbeiði 60%. Víst verður á, at flest allir aðrir bólkar, eitt nú hand- verkarar, fáa tvífaldaða tímaløn fyri náttarbeiði ímillum midnátt og klokk- an átta á morgni. Samstundis verður tað eitt av krøvunum, at ar- beiðsfólk skulu hava ókeypis arbeiðsklæðir. Ætl- anin er eisini at tey, sum hava til arbeiðis at spula fiskakassar, skulu fáa viðbót fyri skitið arbeiði. Men nú aðalfundurin er liðugur, fer stjórnin í Føroya Arbeiðarafelag at orða tey endaligu krøvini til arbeiðsgevaran. Føroya Arbeiðarafelag: Skulu krevja 20% í lønarhækking Tey ymsu arbeiðara- feløgini hava tosað um at samráðast saman, nú nýggjur sáttmáli skal gerast við arbeiðsgevararnar SÁTTMÁLA- SAMRÁÐINGAR Áki Bertholdsen Enn er ikki greitt, hvussu arbeiðarafeløgini kring landið fara at samráðast við arbeiðsgevararnar um nýggjan sáttmála. Sáttmálarnir ganga út 30. apríl og allir sáttmálar eru uppsagdir. Seinastu tíðina er møgu- leikin umrøddur, at øll ar- beiðarafeløgini, tvs, Føroya Arbeiðarafelag, tey bæði arbeiðarafeløgini í Havn og tey bæði feløgini í Klaksvík skulu samráðast í felag við arbeiðsgevararnar. Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag um viku- skifti, upplýsti Ingeborg Vinther, at onkur fundur hevði verið ímillum feløg- ini um felags samráðingar. Men enn er heilt óvist, hvussu verður, um øll arbeiðarafeløgini fara at samráðast í felag, um nøkur av teimum fara at samráð- ast í felag, ella um hvør samráðist fyri seg. Hon segði, at feløgini fara at tosa meiri um hesi viðurskiftini í næstu fram- tíð. Tað skilst, at tað eru nøk- ur viðurskifti, sum feløgini skulu gera avtalu um, áðenn talan kann verða um at tey fara at samráðast saman. Eitt nú skal greiða fáast á, hvussu atkvøðurnar hjá hvørjum felag skulu vekt- ast, tá ið tey skulu atkvøða um tilboð frá arbeiðsgev- ara, ella um semingsupp- skot skulu góðtakast, ella ikki. Enn er heldur onki greitt um, nær samráðingarnar byrja. –Ingeborg Vinther gjørdi enn einaferð púra greitt, at Føroya Arbeiðarafelag fer ikki til samráðingarborðið, fyrenn øll hini feløgini eisini eru til reiðar at taka samráðingarnar upp. Óvist um feløgini fara at samráðast saman Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið var semja um, at tað er ikki órimiligt at krevja eina lønarhækking upp á 20%, nú samráðingar aftur verða við arbeiðsgevararnar. Annars er ætlanin at fáa tímalønina fyri náttararbeiði hækkaða, umframt at onnur krøv verða sett Tey fylgja gjølliga við á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag. Her eru tey úr at gera við at skrivað niður, okkurt ið sagt verður Nr. 52 - 15. mars 2001 5 4 Nr. 52 - 15. mars 2001 Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Mentan: Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Eingin ivi um, at tað er rætt og neyðugt at fremja yvirtøkur og at minka blokkin úr Danmark. Tørvur er at broytingum í ríkisrættarligu viðurskiftunum men alt hetta eigur at verða gjørt við skynsemi. Og ikki hazarderað sum nú. Tað undrar okkum, at upp- skotið hjá Javnaðarflokkinum til eina sjálvstýrislóg ongantíð er vorðið tikið í álvara av tinginum, tí tað hevði loyst mong av umrøddu málum. Nú landsstýrið hevur gjørt eina samtykt um at yvirtaka í fullari ferð og at minka blokkin við somu ferð, mugu vit rokna við, at tað eisini hevur hugsað um avleiðingarnar. Hava vit t.d. ráð til dýran rakstur av dupultfunktiónum, fleiri undirsjóvartunlar osfr! Vit ganga út frá, at Anfinn, Karsten, Heini, Jógvan, Rúna Eyðun og Hergeir longu hava strikað bæði smáu sjúkrahúsini, tí pengar verða neyvan til framhaldandi at gera íløgur í og varðveita trý sjúkrahús. Og vit ganga eisini út frá, at hesi somu fólk, sum so errin vilja yvirtaka og kuta av blokki frá degi til annan, hava strikað slíkt sum undir- sjóvartunnil til Norðoyggjar og ein nýggjan Smyril. Nei, neyvan er hetta komið teimum til hugs. Nú skal yvirskot á fíggjarlógini loysa allar spurningar. Men hvat hava landsstýrisflokkarnir gjørt fyri at tillaga búskapin til nýggju tíðina! Einki. Og hvat ætla teir at gera fyri at tillaga sama búskap! Einki. Hvat siga serkønu og roknskaparkønu ráðgevar hjá lands- stýrinum til júst hesar spurningar vit hava nevnt: undirsjóvartunnilin til Norðoyggjar, smáu sjúkra- húsini og Teistan fyri bert at nevna nøkur stórmál, sum m.a. umboð fyri samgonguflokkarnar meta sum teirra hjartamál! Tað verður áhugavert at hoyra, hvørjar íløgur og hvørjar dupultfunktiónir sam- gongan fer at strika til tess at kunna fullføra sín yvir- tøku- og blokkkutanarpolitikk. Formaðurin í Bú- skaparráðnum hevur sum tann einasti gjørt vart við, at broytingarnar fara at merkjast og krevja nakað av teimum stýrandi. Rætt skal vera rætt – eisini for- maður Tjóðveldisfloksins hevur einaferð sagt, at tað verður einki Paradís, tá vit fáa fullveldi. Tað hevur gingið væl í samfelagnum orsakað av góðum fiskaprísum. Men hvør sigur, at teir blíva við at vera eins góðir. Í veruleikanum hevur landsstýrið ikki lyft fingur fyri at tillaga samfelagið til eina broytta framtíð. Skulu vit standa á egnum beinum, má sterkari lútur til enn bara at dúva uppá eitt óvist yvirskot. Og tá landsstýrið fer so drastiskt til verka við skerjing av blokki, má tað eisini siga, hvussu tað ætlar at tillaga føroyska búskapin til framtíðina. Tað hava vit einki hoyrt um enn. DAGSINS MEINING Sosialurin Eingin tillagan av búskapi Ráðið fyri Ferðslu- trygd og Føroya Skúlabókagrunnur eru í felag farin undir ferðsluátak í smáu skúlaflokkunum FERÐSLUTRYGD Tíðindaskriv »Ferðsluevni til 1. og 2. flokk« - er heitið á evnis- mappu, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd og Føroya Skúlabókagrunnur geva út í felag. Talan er um mappu við leysum bløðum, sum læraranum er loyvt eftir egnum tykki at fjølrita til næmingarnar. Á henda hátt kann lærarin sjálvur seta undirvísingina um ferðslu og ferðslutrygd saman eftir hóskandi tørvi. Ikki bara duga at javnviga Í »Ferðsluevni til 1. og 2. flokk« verður m.a. tikið fram, hvussu tað er at vera til gongu í ferðsluni og at finna fram til tryggasta vegin til og úr skúla, sum ikki altíð er hin skjótasti og styttsti. Eisini verða súkkluviðurskiftini við- gjørd: at súkkla snýr seg ikki bara um at duga at javnviga, neyðugt er at hava yvirlit og duga at samskipa sansaárin og rørslur – í veruleikanum eru børn ikki búgvin at súkkla í ferðsl- uni, fyrr enn tey eru um 10 ára aldur. Umframt nógv onnur vandamál í ferðsluni verður eisini nomið við, hvussu gjørt eigur at verða, tá ið farast skal í buss og úr bussi. Tvørfakligt arbeiði Fólkaskúlalógin býður til heildarundirvísing við tvørfakligum evnum, og til hetta skuldi »Ferðsluevni til 1. og 2. flokk« verið eitt hent amboð, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd. Mappan er bygd upp í pørtum, sum bjóða til at arbeiða við evninum úr ymiskum sjónarhornum. Evnispart- arnir eru hesir: · Prát · Lesa og skriva · Telja og rokna · Tónleikur og rørsla, · Rørsla · Spøl · Evning · Tilfar til foreldur · Tilfar til læraran Stutt vegleiðing er saman við hugskotum um arbeiðs- hættir. Eisini eru nakrar síður við sangum, og aftast eru tvær glærur í litum við ferðsluskeltum. Evnismappan er tilsam- ans 102 síður í A4 stødd og prentað í einum liti. Upprunatilfarið er danskt, men er lagað til føroysk viðurskifti. Føroyskað upp- runatekningarnar hevur Janus Dam Guttesen. Ferðslutrygd í smærru flokkunum TÍÐINDASKRIV frá Havnar kirkju Eystankórið við Símuni Nónklett á odda fer leyg- ardagin 17 mars at hava sangløtu í Havnar kirkju. Hetta kór er mannað við sangarum eystarumegin á Skálafjørðinum, har sang- traditiónirnar eru høgt í metum. Kórið hevði konsert seinasta leygardag í Fríð- rikskirkjuni, og verður tað sama skrá tó nakað stytt. Matiné-in verður leygar- dagin kl. 11.30 Matiné í Havnar kirkju