Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Talan var ikki annað enn um eina óformella samrøðu, tá Karsten Loiborg frá Umboðsmannastovni Fólkatingsins gjørdi viðmerkingar til Løgmansskrivstovuna um pensjónsmálið. Hetta ger hann greitt, eftir at telefonupprit frá samrøðuni varð endurgivið í Sosi- alinum týsdagin PENSJÓNSMÁLIÐ John Johannessen Samrøðan millum Marjun Hanusardóttir, løgmans- stjóra, og løgfrøðingin hjá Fólkatingsins Umboðs- mannastovni, Karsten Loi- borg, um frágreiðingina hjá Løgdeildini í Tinganesi um pensjónsmálið, var bert ein óformell samrøða við privatpersónin, Karsten Loiborg. Hetta ger Karsten Loi- borg greitt í skrivi til Sosi- alin í sambandi við grein, sum varð prentað í Sosial- inum um pensjónsmálið týsdagin. Karsten Loiborg sigur, at hann eftir áheitan frá løg- mansstjóranum hevur við- gjørt nakrar løgfrøðiligar spurningar, ið hava sam- band við pensjónsmálið. Men hann staðfestir, at hann hevur gjørt sínar við- merkingar sum privatper- sónur. – Eg havi ikki gjørt mínar viðmerkingar sum embæt- ismaður hjá Fólkatingsins Umboðsmanni, sum annars ongan myndugleika hevur yvir føroyskum myndug- leikum, sigur Karsten Loi- borg. Karsten Loiborg sigur eisini, at hann gjørdi løg- mansstjóranum ógvuliga greitt, at hann bert gjørdi sínar viðmerkingar sum privatpersónur. Kortini stendur í bredd- anum á telefonupprtinum, sum Marjun Hanusardóttir hevur skrivað eftir samrøð- una við Loiborg, at talan er um eitt »telefonupprit um samrøðu við Carsten Lojborg frá Umboðs- mannastovni Fólkatingsins hin 20.02.01« Víðari við málinum Greinin í Sosialinum týs- dagin endurgevur brot úr uppritinum og sigur, at upprit frá løgfrøðingi hjá Fólkatingsins Umboðs- mannastovni mælir løg- manni til at fara viðari við málinum. Í uppritinum hjá løg- mansstjóranum stendur so- leiðis skrivað: »Hóast landsstýrismað- urin fer sjálvur við aðrari grundgeving, so er ikki vist, at eitt slíkt mál er lið- ugt. Í Danmark vildi verið umhugsað, hví málið gekk so galið. Spurningar høvdu verið settir um, hvørt tað eru serligir trupulleikar í embætisverkinum, og myn- dugleikin hevði verið eftir- hugdur antin so ella so.« Men Karsten Loiborg sigur nú, at hann ikki hevur mælt løgmanni til at fara víðari við málinum. – Eg havi svarað spurn- ingum frá løgmansstjóran- um um, hvat hevði verið gjørt í einum líknandi máli í Danmark. Í hesum sam- bandi havi eg svarað, at tað mær kunnugt ikki er nakað heilt líknandi danskt mál til skjals. Men annars havi eg víst á ymiskar spurningar, sum eg vildi hildið høvdu verið umhugsaðir og kann- aðir í einum líknandi máli, sigur Karsten Loiborg. Einki um revsing Greinin í Sosialinum týs- dagin vísti á, at tá lands- stýrismálanevndin tók upp málið um embætisførsluna í pensjónsmálinum, vóru nøkur innanhýsis skjøl í Al- manna- og Heilsustýrinum, sum landsstýrismálanevnd- in ikki fekk fatur á, tí Helena Dam á Neystabø metti tey ikki vera neyðug at útflýggja. Hetta heldur Loiborg sambært telefonuppritinum eisini. Har sigur hann so- leiðis: »Tað er “meget åben- bart”, at landsstýrismaður- in hevur afturhildið upplýs- ingar fyri tingsins nevnd. Hesi skjøl eru á ein hátt at meta sum kjarnin í mál- inum, og tað áliggur á ong- an hátt landsstýrismannin- um at meta um, hvørt hesi skjøl eru viðkomandi ella ikki.« Tískil valdi Sosialurin at vísa á, at hetta sambært lógini um ábyrgd landsstýr- isins er hetta revsivert. Í stykki 2 í grein 5 í lóg- ini um ábyrgd landsstýris- ins stendur, at løgmaður ella landsstýrismaður verð- ur revsaður, um so er, at løgmaður ella landsstýris- maður gevur løgtinginum skeivar ella villeiðandi upp- lýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av mál- inum. Men Karsten Loiborg vísir í skrivinum til Sosialin í dag á, at hann ikki er kom- in við nakrari beinleiðis meining um hetta í telefon- samrøðuni við løgmans- stjóran. Hann gjørdi haraft- urímóti greitt, at tað skal prógvast, at ein persónur tilætlað hevur gjørt nakað skeivt, um hann skal kunna dømast. Skuldi ikki út Tá Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, og Karsten Loiborg tosaðu saman um leiklutin hjá Helenu Dam á Neystabø í pensjónsmálin- um, visti hann ikki av, at eitt innanhýsis telefonupp- rit skuldi gerast av samrøð- uni. Og ikki fyrr enn hann sá greinina í Sosialinum, sá hann innihaldið í uppritin- um. Uppritið hevur Marjun Hanusardóttir gjørt sum eitt innanhýsis upprit í sam- bandi við, at løgmaður skuldi taka støðu til avleið- ingarnar av niðurstøðuni hjá Lógardeildini í Tinga- nesi um embætisførðsluna hjá Helenu Dam á Neysta- bø í pensjónsmálinum. Tað var ongantíð meingin, at skjalið skuldi koma út. Men Sosialurin fekk kortini hendur á tí. Anfinn Kallsberg, løg- maður, metir tað vera sera álvarsligt, at innanhýsis skjøl í Tinganesi koma út alment, uttan at loyvi er givið til tess. Ráðini um Helenu vóru óformell Tá embætismaðurin hjá Fólkatingsins Umboðsmannastovni gjørdi viðmerkingar til leiklutin hjá Helenu Dam á Neystabø í pensjónsmálinum, var tað ongantíð meingin, at viðmerkingarnar skuldu koma út alment. Talan var um eina óformella samrøðu við góðum ráðum frá embætismanni til embætismann Nr. 52 - 15. mars 2001 7 6 Nr. 52 - 15. mars 2001 Týskvøldið var kvøldseta, Poesikvøld nevnd, hildin í Norðurlandahúsinum Initiativið kom frá Norður- landahúsinum, men Odd- fríður Rasmussen stóð fyri og var eitt slag av orðstýr- ara. Lítið fólk var í Klingr- uni, men nógvir yrkjarar. Rói Patursson, Steinbjørn B. Jacobsen og Jóanis Nielsen og møguliga aðrir. So har manglaðu bara Reg- in Dahl, Tóroddur Poulsen og møguliga onnur fyri at hava allar livandi føroying- arnar, sum hava skapt før- oysku yrkingina. (Hvar er konufólkið?) Oddfríður Rasmussen legði fyri og dró samanum. Carl Johan Jensen og Petur Jensen skiftust at lesa yrk- ingar, sum aðrir høvdu skrivað. Treytin, sum fyri tað mesta var hildin, var, at Carl Johan og Peturi skuldi dáma yrkingarnar, teir lósu. Tær skuldu vera yrkt- ar í 1984 ella seinni. So- leiðis skuldi mynd kunna fáast av, hvat føroysk yrk- ing er í dag. Eisini skuldi síggjast, hvussu Carl Johan og Petur eru ávirkaðir av tí føroyska, teir lesa. (Allar vóru góðar.) Petur og skúlin Petur Jensen legði fyri við yrkingini Reflex (1967) hjá Róa Paturssyni. Petur segði um yrkingina, at hann kendi seg heima í henni. Var kvøldið longri, fór kjakið kanska inn á, hvat samband er millum eina yrking og tað at dáma hana. Petur kom ikki inn á, hvat tað var, sum fekk hann at kenna seg heima. Reflex er um valdsójavnan millum lærara og næming, m.a., og eg veit, at Petur minst eina- ferð er rendur úr skúlanum og rýmdur úr einum øðrum. (Hví vóru eingir føroyskt- flokkar í Norðurlandahús- inum?) Petur segði, tað var lekk- urt, soleiðis yrkjarin breyt orðini og setti tilvildarlig punktum. Undir betri um- støðum kundi kjakið snúð seg um, hví føroyskir yrkj- arar nýta ta uppseting og teir formar, teir gera. Og hví tað mangan líkist so nógv (Reflex kann næstan enn ganga fyri at vera alter- nativ í so máta). Arkaisku formarnir eru fyri stóran part farnir út, men spurn- ingur er, um teir ikki rúma fleiri møguleikum í mong- um førum. Svarið er ikki at fara aftureftir, men tað hevði ofta verið frægari enn status quo. (Undantøk eru, fleiri.) Carl Johan og vaskifatið Morguntváttur úti í trøð var fyrsta yrkingin, Carl Johan Jensen las. Hann segði hana vera eina ta bestu før- oysku yrkingina, hoyrdi eg rætt. Carl Johan dugdi bet- ur enn Petur at fyrihalda seg tekniskt og við yvirlitið til yrkingarnar. Hingvegin ljóðaði Petur meir persón- ligur. Morguntváttur úti í trøð byrjar við einum, sum ein kaldan morgun hyggur í ein gamlan, sprekkaðan spegil og við eitt varnast eitt bygdarlag, sum er andlit hansara. Andlitið er máln- ingur, og í hesum sá Carl Johan eina skapan, sum alt- íð er. Henda skapanin verð- ur endurtikin í seinasta partinum, har yrkjarin hyggur niður í fatið við ísa- køldum vatni at vaska and- litið í. Eisini har er ein mynd við skínandi sól. Sól- in líkist einum eggi, og tað taki eg sjálvur sum tekin um endurføðing, sum hesin helst gamli maður hómar. Ein kvinna á fremsta raði tyktist kenna yrkingina væl og segði sína hugsan. Slíkt persónligt aftursvar við innlitið átti at fylgt við øll- um yrkingunum, men har kom ikki so nógv. Petur og fliðan Petur átti so tørn og las yrk- ingina Fliða hjá Gunnari Hoydal, sum hann hevur skrivað til systur sína Ann- iku at syngja. Carl Johan og Oddfríði dámdi ikki yrk- ingina. Oddfríður helt hana hava ov lítið í sær (flóð og fjøra og ein fliða… er tað so liðugt?), og Carl Johan helt hana vera ov retoriska. Sum at lesa eina talu, og ikki eina yrking. Her skilti hann millum lýrikk og retorikk. Eg sat við eini hugsan, at vit kundu tosað t.d. um før- oysku traditiónina í sam- bandi við hesa yrkingina. Vit liva so nær fjøruni, at tað bara eru fá, sum ikki eru merkt av aldum dag- liga. Aldurnar skola í fleiri yrkingum hjá Gunnari Hoydal, og fara vit gjøgn- um teir fáu metrarnar av føroyskum yrkingum, síggja vit hesar lítlu skapn- ingarnar, sum hava lýst upp í huganum hjá listafólk- inum. Fliðan, tjaldrið, sólj- an. Ofta tykist tað barnsligt og hevur onki serligt bit, men hetta Hans Andriasliga er eisini føroysk yrking. 100 ára gamli modernitet- urin hevur ikki svølgt tí, men tað er eisini lív, og tað er eisini náttúra, og tað er eisini yrking. Men at tað ikki kemur nakran serligan veg, skal eg geva Carl Johan Jensen viðhald í. Petur hevur eisini eitt point í, at sungin yrking er serligur partur av tí før- oyska, sum livir undir øðr- um reglum enn onnur yrk- ing. Carl Johan Carl Johan svaraði aftur við Bjargaður, aftur hjá Gunn- ari Hoydal, sum eisini eru um rørslur havsins. Her sig- ur hann seg vilja skolast »upp á sandin / gloymdan / við ongum uttan / sjógvin á uppsvølpaðu / tungu míni / umsíðir orðleysur / umsíðir bjargaður.« Carl Johan tos- aði um frelsu, sum her er tað sama sum at vera orð- leysur. Yrkjarin hevur fing- ið frið og sleppur frá at yrkja. Hendan bjargingin er knýtt at lívinum í havinum og hevur møguliga strukt- urellar røtur í kristindómi (Ichtus=fiskur). Sum heild dugdi Carl Johan Jensen væl at vísa til europeisku traditiónina, vit eru partur av. Í Skúlin uttan hjá Tóroddi Poulsen sá hann ferðina sum tema, ið gongur aftur frá m.a. Dante. Tóroddur fer gjøgn- um havnina, gjøgnum søg- una og gjøgnum helviti og skapir eitt gotiskt univers við jarðarferð, katólskari kirkju og gráum fugli í trø- unum. Heima aftur nemur hann veruleikan og telur sínar fingrar. Traditiónin, vit standa í, kundi verið evnið eitt langt kvøld. Hinar yrkingarnar á skránni vóru Tað luktar hjá Tóroddi Poulsen (Petur), Einsemið er ongin grøv hjá Jóanesi Nielsen (Carl Joh- an) og Adagio hjá Aleksi Niklassen (Petur). Adagio vísti dømi um líkskap mill- um Petur og Aleks, nevni- liga mátin at spæla við orð- um, kenna seg fremmandan og (sinnis)sjúka. Tað luktar hevði ein »in your face« dám, sum møguliga kemur frá punk-tónleiki, og sum líkist tí ráða hjá Petur, sum hevur røtur í grunge-tón- leikinum, sum í nógvum er 90ara svarið til punkin í 70unum. Yrkingin og málningurin Oddfríður endaði kvøldið við eini týddari yrking, sum snúði seg um at yrkja held- ur enn at mála. Áðrenn kvøldsetuna í Norðurlanda- húsinum fóru konan og eg í listaskálan at hyggja at vár- framsýningini. Eg sá, at báðar listagreinir hava líkn- andi trupulleikar. Har er so nógv, sum líkist, og tvey verk hava sjáldan meiri góðsku enn til eitt. Hetta kvøldið í Norðurlandahús- inum vísti, at nógv er gott, og yrkingin eigur fleiri góðar vinir, men ov nógv hvílir á gomlum brøgdum. Yrkingating Sjúkrasystrafelag skal nú hava nýggjan for- mann. Tað er Jana H. Dals- gaard, sum nú er vald til nýggjan formann í Sjúkrasystrafelag Før- oya. Jana H. Dalsgaard gjørdi herfyri av at stilla upp ímóti Joan Ziska- son, sum hevur for- maður í felagnum í fimm ár. Sjúkrasystrar hava hesar seinastu dagarnar atkvøtt um, hvønn av teimum báðum, tær vildu hava til formann. Atkvøðuseðlarnir skuldu verða lætnir posthúsunum í seinasta lagi 8. mars, og síðani eru atkvøðurnar taldar upp. Alment skuldi úrslitið kunngerast á aðalfund- inum í Sjúkrasystrafel- agnum leygardagin. Alment vil ongin siga nakað um úrslitð enn. Men frá góðum keldum hava vit fingið upplýst, at Jana H.Dalsgaard er vald til nýggjan for- mann. Eftir, hvat vit hava fingið upplýst, er Jana H Dalsgaard vald við hampiliga stórum meiri- luta. Keldur okkara siga, at Joan Ziskason fekk gott 150 atkvøður, men at Jana H.Dalsgaard fekk slakar 300 atkvøð- ur, so tað vóru næstan 150 atkvøður á muni. Valskeiðið hjá for- manninum í sjúkra- systraformanninum er trý ár. Jana Højagaard hevur í sínum valuppleggi gjørt vart við, at hon hevur nógv mál á skránni, um tað eydnað- ist henni at verða vald. Eitt nú fer hon at ar- beiða fyri betri løn, men annars sær hon tað sum eina stóra uppgávu at brynja sjúkrasystrar til broytingarnar sum eru hendar í samfelagnum og á tekniska økinum. Og hon heldur eisini, at tað er neyðugt at út- búgva sjúkrasytrar meiri fyri at gera tær førar fyri at átaka sær avbjóðing- arnar, sum framtíðin hevur. Jana nýggjur formaður Jana H. Dalsgaard er vald til nýggjan formann í Sjúkrasystrafelag Føroya, ístaðin fyri Joan Ziskason, sum hevur verið formaður í fimm ár