hósdagur 15. mars 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hereford í Klaksvík
skarar framúr sum
matstova. Umhvørvi
og matur renna
saman í eina sann-
førandi eind, sum er
trupul at fáa betri
Eyðun Klakstein
Matstovan
Hereford
í
Klaksvík er matstova við
gjøgnumførdari
góðsku,
hugnaligum umhvørvi og
hóvsemi. Hereford ger akk-
urát passaliga nógv burtur
úr á øllum økjum. Einki við
at yvirdríva matarlepar,
umhvørvi ella pynt, men
harafturfyri er tað gjørt
trygt og gott.
Matstovan er klassisk,
stílrein og framúr hugnalig.
Smáir básar, bjálkar úr træi
og livandi ljós gera mat-
stovuna intima og heita.
Ljósið er passaligt, og hitin
tað sama. Einki er sum at
sita á eini matstovu, har tað
er ov kalt ella ov heitt, men
tað er ikki trupulleikin her.
Matstovan heldur til í
einum gomlum bygningi,
sum einferð í tíðini hýsti
møblasølu og møblaverk-
staði.
Inni í sjálvari matstovuni
er gamli stílurin ráðandi.
Endaveggurin á húsinum,
áðrenn bygt var uppí eina-
ferð í tíðini, er partur av
matstovuni, og ymsastaðni
liggja lutir frá teirri tíðini,
tá møblaverkstað var her.
Ein høvil, ein pumpa og
ein ómetaliga sjarmerandi
svartur límovnur stuðla
undir stílinum á matstov-
uni.
Passaligt er orðið
Vit fáa eitt borð innast á
matstovuni, har tað kennist
sera fjálgt at sita.
Útsýnið er nakað keðiligt
– ein gulur miðnámsskúli
og ein av høvuðsgøtunum í
býnum eru beint uttan fyri
vindeygað – men tað er nú
ikki útsýnið, tú fert á mat-
stovu fyri at uppliva, so
hetta órógvar ikki, uttan tú
avgjørt vilt hava tað at
órógva.
Matarlepin er passaliga
stórur, passaliga føroyskur,
og frágreiðingarnar um
rættirnar
eru
passaliga
langar. Einki við at spæla
stórsnútað ella óneyðuga
fínt, men heldur einaferð
passaligt, gott og gjøgnum-
ført.
Eg biði um rækjubland
og ein hvítleyksstoktan
lambsrygg við stoktum epl-
um, grønmeti og sós. Hinu-
megin borðið verður biðið
um
hummarasuppu
og
Hereford steak við grøn-
meti og kryddarasmøri.
Eksklusivt
Hereford hevur áður fingið
sera góð skoðsmál fyri mat-
in, og tað kann bara endur-
takast her. Her er eingin
vegur uttan um – hetta er
matstova sum skarar fram-
úr. Maturin hevur gjøgn-
umførda góðsku, og har tú
fært júst tað, tú biður um.
Rækjubland hevur júst
rætta blandið av salati og
rækjum, hitin er tann rætti,
og passaligt er við dress-
ingi. Hummarasuppan sær
elegant út, liturin dregur, og
miðskeiðis í suppuni er eitt
lítið tyssi av rækjum. Tað
riggar bæði sum pynt og
sum fylla í suppuni.
Hvítleyksstokti lambs-
ryggurin er ein avbjóðing
fyri seg. Hesin gloypubitin
á seyði svíkur heldur ikki.
Hann er passaliga stoktur
og moyrur.
Ein lítil sveisisk epla-
pannukaka á tallerkinum er
eitt frálíkt yvirraskilsi, og
tað kennist ekslusivt at seta
tenninar í egyptiskar bønir,
sum ongantíð hava verið
frystar á vegnum til Føroya.
Hereford-búffurin ber av.
Júst so reyður, sum hann
varð umbiðin, og sera
moyrur. Eitt verdugt mið-
punkt í máltíðini!
Punktum verður sett við
einum typiskum føroyskum
kaffimunni. Og tá punktum
er sett er tú eisini eitt kulin-
ariskt upplivilsi ríkari.
Gjøgnumførd góðska
Matstovan er hugnalig, heit og klassisk
Hereford í Klaksvík skarar framúr sum matstova
Hvítleyksstokti
lambsryggurin er ein
gloypibiti, og Hereford-búff-
urin eitt verdugt miðpunkt í
máltíðini
Nr. 52 - 15. mars 2001
9
8
Nr. 52 - 15. mars 2001
Forlagið Modtryk
gevur út bók eftir
Maluna Marners-
dóttir, sum eitur
Analyser af færøsk
litteratur. Í bókini
førir høvundin
okkum gjøgnum
týðandi tíðarskeið
og ritverk í før-
oyskum bókment-
um
BÓKMENTIR
Turið Kjølbro
Síðst í hesum mánaðin-
um gevur danska forlag-
ið Modtryk út bók eftir
Maluna Marnersdóttir,
sum eitur Analyser af
færøsk litteratur. Tað er
Jens Cramer, sum hevur
skipað og ritstjórnað
bókina.
Í bókini førir Malan
Marnersdóttir
okkum
gjøgnum týðandi tíðar-
skeið og ritverk í før-
oyskum
bókmentum.
Eisini eldri bókmentir
verða viðgjørdar, serliga
elstu kvæðini og ávirk-
anin tey hava havt á
nýggjari føroyskar bók-
mentir. Ástøðiliga bak-
grundin fyri greiningar-
nar er lutvíst kvinnu-
granskingin
seinnu
árini, lutvíst nýggjari
bókmentaástøði.
Bókin er bygd upp av
níggju
pørtum,
sum
upprunaliga eru skriv-
aðir í tíðarskeiðnum frá
1986 til í fjør, men eru
endurskoðaðir til hesa
útgávuna. Fyrsti partur-
in er yvirlit yvir føroysk-
ar bókmentir frá kvæð-
unum til í dag.
Malan Marnersdóttir
er cand. mag. í norður-
lendskum og fronskum,
ph.d. frá lærda háskúl-
anum í Odense í 1986 og
dr. phil, frá lærda há-
skúlanum í Århus frá
2000. Hon er rektari á
Fróðskaparsetri Føroya
og lektor í norður-
lendskum bókmentum
har. Malan Marners-
dóttir
hevur
skrivað
fleiri bókmentavísinda-
ligar bøkur, sum allar
eru komnar út í Føroy-
um.
Analyser af færøsk
litteratur eftir Maluna
Marnersdóttir kemur út
26. mars. Bókin er 175
blaðsíður og kostar 198
krónur.
- Familjan hevur ein
týdningarmiklan
leiklut, tá ið ein sálar-
sjúkur í familjuni skal
í viðgerð. Fyrr var
rákið soleiðis, at tey
avvarðandi ikki vórðu
tikin við í røktini. Í
dag ásannar
psykiatriin, hvussu
stórt gagn tað ger at
hava familjuna við,
sigur Eydna Iversen,
nevndarlimur í
felagnum Føroyskar
Psykiatriskar Sjúkra-
systrar, sum í
summar skipar fyri
stórari ráðstevnu, har
familjan er høvuðs-
evnið
RÁÐSTEVNA
Turið Kjølbro
Seint í summar verður stór
norðurlendsk
ráðstevna
hildin í Norðurlandahús-
inum í Føroyum fyri psyki-
atriskar sjúkrasystrar. Evn-
ið á ráðstevnuni er familjan
- ein møguleiki ella ein
forðing,
ásannandi,
at
familjan spælir ein størri
leiklut í dag í viðgerðini av
tí sálarsjúka.
Skráin fyri ráðstevnuna,
ið verður í døgunum 29.
august til 1. september,
fevnir yvir tríggjar dagar og
er rættiliga rúgvismikil.
– Tað hevur stóran týdn-
ing fyri fakligu menningina
hjá teimum, sum arbeiða í
psykiatriini, at ein ráð-
stevna av hesum slag verð-
ur hildin í Føroyum. Tað er
avgjørt umráðandi at ljós-
kastarin verður settur á
psykiatriina. Ikki minst nú
Heimsheilsustovnurin
WHO hevur lýst árið í ár
sum alheims sálarheilsuár.
Onkusvegna verður hetta
økið undirmett og ikki virt
so nógv. Vit skulu stríðast
fyri okkara faki rættiliga
nógv. Við ráðstevnuni vóna
vit, at politikarar, myndug-
leikar og onnur lata eyguni
upp fyri psykiatriini. Á
øðrum deildum á Lands-
sjúkrahúsinum
verður
tosað um at skifta tól út og
annað. Á psykiatrisku deild
eru vit starvsfólk tólini.
Orkan liggur bara í okkum
starvsfólkum, sigur Eydna
Iversen, nevndarlimur í
felagnum Føroyskar Psyki-
atriskar Sjúkrasystrar, stytt
FPS. Felagið varð stovnað í
1995 og hevur 50 limir.
Tað er ikki av tilvild, at
familjan er sett á skránna
fyri hesa ráðstevnuna.
– Eisini innan psykiatri-
ina verður ásannað, at
familjan er og verður ein
týdningarmikil partur, tá ið
ein sálarsjúkur í familjuni
skal í viðgerð. Fyrr var
rákið soleiðis, at tey av-
varðandi vórðu sett til viks
og ikki vórðu tikin við í
røktini. Í dag sær psyki-
atriin, hvussu stórt gagn tað
ger bæði fyri familjuna og
tann sjúka at hava familj-
una við, tí tann sjúki er
mangan so illa fyri. Nógv
sjúk búgva eisini heima, tí
so fáir bústovnar eru í Før-
oyum, sigur Eydna Iversen.
Alheimskendir
trupulleikar
PSSN, sum er norður-
lendski felagsskapurin fyri
psykiatriskar sjúkrasystrar,
skipar annað hvørt ár fyri
ráðstevnu av hesum slag.
Hetta er fyrstu ferð, at ráð-
stevnan verður hildin í Før-
oyum. Higar koma fyri-
lestrahaldarar úr Norður-
londum og Onglandi, sum
eru frammarlaga á hvør
sínum øki, at tosa um við-
komandi evni, øll í sam-
bandi við høvuðsevnið,
sum er familjan. Nina
Smebye, granskingarleiðari
í Noregi, fer at tosa um, tá
ið mamma ella pápi eru
sjúk, og Allan Holmgren,
magistari í psykologi frá
Keypmannahavnar
uni-
versiteti, fer at tosa um
familjuarbeiði, har hann
tekur útgangstøði í sam-
leika og sálarligum líðing-
um. Ein føroyskur fyri-
lestrahaldari er og tað er
Tórmóður Stórá, ið er
lækni undir útbúgving til
serlækna í psykiatri. Hann
fer at tosa um títtleikan av
sjálvmorðum,
sum
er
broyttur í vesturheiminum í
áttati- og nítiárunum.
Eydna Iversen heldur
ikki, at vit kunnu tosa um
serlig føroysk fyribrigdi, tá
talan er um psykiatri.
– Psykiatriskir trupul-
leikar eru rættiliga alheims-
kendir. Aðra staðni er stórt
rúsevnismisbrúk
millum
sálarsjúk. So er ikki enn í
Føroyum. Hjá teim sálar-
sjúku speglast mentanin
ofta í sjúkuni, t.d. síggja
vit, at sjúkan vísir seg við
religiøsum árinum, sigur
Eydna Iversen.
Verkstøð
Á ráðstevnuni vera eisini
workshops við nógvum
áhugaverdum verkevnum.
– Evnini á verkstøðunum
eru øll í tráð við fyrilestra-
evnini, men meiri ítøkilig,
har luttakararnir arbeiða
við ávísum evnum. Til
dømis tá ið viðgerðartil-
boðið ikki er nóg mikið til
ta truplu familjuna, hvørji
ynski og tørv hava tey av-
varðandi, tá ið ein í familj-
uni hevur sálarliga sjúku,
hvussu verður hugburðurin
broyttur millum starvsfólk
soleiðis at tey síggja tey
avvarðandi sum samstarvs-
partnara, og nógv onnur
evni, sigur Eydna Iversen.
Ráðstevnan er ikki eitt-
ans
fyri
psykiatriskar
sjúkrasystrar.
– Hon er avgjørt eisini
viðkomandi hjá teimum, ið
arbeiða innan heimarøkt-
ina, ergoterapeutar, fysio-
terapeutar, læknar, sálar-
frøðingar og onnur, sigur
Eydna Iversen.
Enn er ov tíðliga at siga,
hvussu nógv fara at taka lut
á ráðstevnuni, men nevndin
í føroyska felagnum miðjar
ímóti at hava í minsta lagi
300 luttakarar.
Hóast skráin fyri ráð-
stevnuna er rúgvismikil, er
eisini pláss fyri undirhaldi
av ymiskum slag. Lista-
maðurin Edward Fuglø ger
huglagskollasjur
undir
sjálvari
ráðstevnuni.
Gentukórið Cantabile og
Kári Sverrison syngja, og
Hans Tórgarð frá Grímu
framførir
einmansleikin
Van Gogh. Eisini verða
útferðir og veitsludøgverði
við øllum, ið til hoyrir.
Flogfelag Føroya skipar
fyri ferðunum hjá luttakar-
unum og fyri útferðunum.
FPS hevur fingið nógvar
sponsorar til ráðstevnuna.
Greiningar av
føroyskum
bókmentum
Familjan ein møguleiki
ella ein forðing
– Tað hevur stóran týdning
fyri fakligu menningina hjá
teimum, sum arbeiða í
psykiatriini, at ein ráðstevna
av hesum slag verður hildin í
Føroyum, sigur Eydna
Iversen, nevndarlimur í
felagnum Føroyska
Psykiatriskar Sjúkrasystrar
Mynd: Jens Kristian Vang