Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 - 15. mars 2001 21 Nr. 52 • hósdagur • 15. mars 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Árliga stórkappingin í rútmiskum fimleiki var týskvøldið í høllini á Hálsi. Samanumtikið var Ljósið við yvirlutan, og stúgvandi fulla høllin fekk góðan fimleik fyri allan peningin FIMLEIKUR Heini í Skorini Eftir ætlan skuldi árliga stórkappingin í rútmiskum fimleiki vera í Ítróttar- høllini í Runavík sunnu- dagin 4. mars, men av tí at veðrið ikki var til vildar henda dagin, varð kapping- in útsett. Tískil var ein part- ur av fullu skránni í Høllini á Hálsi í Havn týskvøldið, meðan hin parturin verður inni í Runavík 24.mars. Tað vóru aldursbólkarnir gentur og kvinnur, sum kappaðust í høllini týs- kvøldið, meðan aldursbólk- arin pinkur og smágentur skulu kappast inni í Runa- vík. Havnar Fimleikafelag og Ljósið vóru einastu fe- løgini, sum vóru umboðað týskvøldið, meðan hesi bæði fimleikafeløg saman við fimleikafeløgunum Fok og Støkk, bæði úr Eystur- oynni, verða at síggja inni í Runavík 24. mars. Aldursbólkarnir, sum lut- tóku, framførdu eina fría seriu og eina við amboðum. Genturnar høvdu vimplar, meðan kvinnurnar høvdu hoppibond. Føroyska stór- kappingin er eftir somu reglum sum donsku Grand prix kappingarnar, men tó eru nakrar serligar viðtøkur bert galdandi í Føroyum. Til kappingina vóru fýra dómarar, sum geva karak- ter, umframt tveir høvuðs- dómarar. Dømt verður tøkniligt, har dentur verður lagdur á torleikastøði, og listarligt, har mest verður hugt eftir koreografiini. Tveir dómarar høvdu tað tøkniliga um hendi, meðan tveir serliga skuldu hyggja at tí listarliga. Týskvøldið byrjaði við, at Ritva Samuelsen, nevnd- arlimur í Føroya Fimleika- sambandi, setti løtuna. Karina Nattestad var frá- søgufólk, og hon segði áskoðarunum, hvat felag og hvør aldur nú kom á gólvið, samstundis sum hon eftir hvørja seriu kunngjørdi karakterin frá dómarunum. Fyrst á gólvinum vóru genturnar úr Havnar Fim- leikafelag, og æt hendan greinin frí íðkan, tað vil siga uttan amboð. Tær sýndu góðan fimleik, og ein fekk skjótt ta fatan, at nógvir tímar eru nýttir í fimleikahallum til venjing undan hesi stórkapping. Eftir at genturnar úr Havnar Fimleikafelag høvdu sýnt sína seriu, komu genturnar hjá Ljósin- um við sínari seriu. Hendan serian stóð ikki aftanfyri, og meðan bíðað varð eftir karakterum frá dómarun- um, vóru aðrir og fleiri fimleikarar á gólvinum og undirhildu. Genturnar hjá Ljósinum fingu fleiri stig, samanlagt var eitt stig á muni, og síð- ani varð farið til seriurnar hjá somu manningum við amboðum. Eftir hesar seri- ur góvu dómararnir saman- lagt Ljósinum 16,4 stig, meðan Havnar Fimleika- felag var í hølinum við 15,75 stigum. Sostatt vunnu genturnar hjá Ljósinum samanlagt slagið móti Havnar Fimleikafelag, hóast munurin ikki var stórur. Ljósið vann eisini hjá kvinnunum Eftir ein støðg var kapp- ingin hjá kvinnunum til reiðar. Í steðginum vóru aðrir fimleikarar á gólvin- um, meðan Karina Natte- stad segði, hvat víðari skuldi henda. Fyrst komu kvinnurnar úr Ljósinum inn á gólvið, og tær framførdu fyrst eina fría seriu. Serian í fríari íðkan hevur eftir øll- um at døma lúkað tey krøv, sum eru fyri at ogna sær ein góðan karakter. Tá karak- terurin fyri hesa seriu varð kunngjørdur, fingu kvinn- urnar úr Ljósinum saman- lagt 17,05 stig, sum má metast at vera sera gott avrik. Síðani komu kvinnurnar úr Havnar Fimleikafelag, og tær framførdu eisini fyrst eina fría seriu. Hon stóð lítið aftan fyri fram- førsluna hjá Ljósinum frammanundan, tá karak- terirnir fyri hesa seriu vórðu kunngjørdir. Kortini hevði Ljósið munin, og samanlagdi karakterurin hjá kvinnunum úr Havnar Fimleikafelag í fríari íðkan var 16,05, sum var eitt stig lægri enn Ljósið. Síðani vóru seriurnar hjá kvinnum við amboðum á skránni. Amboðini hjá kvinnunum vóru hoppi- bond, og krevst nógv venj- ing til at hava hetta amboð í eini seriu. Allir fimleikar- Ljósið við yvirlutan í stórkapping á Hálsi Ivamálið um lands- liðsluttøkuna hjá John Petersen varð avgreitt týsmorgunin, tá ein lítil drongur sá dagsins ljós LANDSLIÐ & BØRN Jákup Mørk Í týsdagsblaðnum skrivaðu vit, at ivamál var um, hvørt John Petersen mundi fara við á komandi ferðina hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti. Orsøkin til hetta var, at unnusta hansara, Arnbjørg Danielsen, var sett at eiga tann 18. mars, og um hetta dró út, var væntandi, at John vildi verða heima í Føroyum, heldur enn at fara at ferðast við landsliðsfeløgunum. Blað okkara var tó ikki meira enn komið út á gøt- una, áðrenn Arnbjørg noyddist á Landssjúkra- húsið, og týsmorgunin kom so úrslitið av hesum. Ein fittur drongur upp á 52 cm og 3850 gram sá fyri fyrstu ferð dagsins ljós. Vit ynskja sjálvandi ný- kosnu foreldrunum tillukku við soninum. arnir høvdu eitt hoppiband hvør, og miðskeiðis í seri- unum hjá bæði Ljósinum og Havnar Fimleikafelag kastaðu fimleikararnir hoppibondini høgt, áðrenn ein annar fimleikari tók ímóti. Her verða mistøkini ofta gjørd, tá fimleikarar ikki megna at fáa fatur á hoppibandinum fyrstu ferð, tá tað kemur niður aftur, men hvørki av liðunum gjørdu nakað mistak. Seri- an við amboðum varð gjørd tvær ferðir av báðum lið- um, meðan hægri karakter- urin var tann, ið taldi. Eftir at kvinnurnar úr Ljósinum og Havnar Fim- leikafelag høvdu framført seriuna við amboðum tvær ferðir, vórðu karakterirnir kunngjørdir. Tilsamans fekk Ljósið 15,85 stig, meðan Havnar Fimleika- felag hesaferð varð betri, og tær fingu tilsamans 16,25 stig frá teimum fýra dómarunum. Men við tað at Ljósið vann við størri muni í fríu seriuni, enn Havnar Fimleikafelag gjørdi í seriuni við amboð- um, vann Ljósið samanlagt, hóast munurin var sera lítil. Ljósið fekk fyri báðar seri- urnar 32,9 stig, meðan Havnar Fimleikafelag fekk 32,55 stig. Hóast Havnar Fimleika- felag fekk fleiri stig í seriuni hjá kvinnum við amboðum, megnaðu kvinn- urnar hjá Ljósinum saman- lagt at vera á odda, og samstundis sum genturnar hjá Ljósinum eisini vunnu, var Ljósið við yvirlutan í stórkappingini í rútmiskum fimleiki í 2001. Kappingin var hørð og jøvn, og fólk fingu góðan fimleik at síggja frá báðum liðum fyri allan peningin. Eftir kappingina vórðu heiðursmerki handað vinn- andi fimleikarunum, og samanumtikið var hetta ein væleydnað fimleikakapp- ing, har góðir fimleikarar veruliga fingu og nýttu møguleikan at vísa síni fimleikakynstur. John verður við Hesin lítli kúllurin hevur ótilvitað spælt landsliðsvenj- aranum eitt lítið puss, men nú skuldi ivamálið um John Petersen verið avgreitt, hvat landsliðnum viðvíkur Mynd: Álvur Haraldsen