Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 - 15. mars 2001 23 Stuðulsfólk Søkt verður eftir stuðulsfólki til eldri mann á Skálafjørðinum at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðið hjá stuðlinum verður, í samstarvi við mannin sjálvan og Almannastovuna, at vera um hann og geva honum ein góðan og innihalds- ríkan gerandisdag eftir arbeiðstíð. Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna seinnapartar og kvøld og er setunartíðin fyribils til 15.09.01. Lønar- og setunarviðurskiftini eru sambært sátt- mála ímillum Fíggjarmálastýrið og Føroya Peda- gogfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til 314822, Ragnhild Dahl, ella Petru Joensen, tlf. 315480 lok. 127 millum kl. 9–13, tó ikki mikudag. Umsóknir mugu vera okkum í hendi skjótast gjørligt, tó í seinasta lagi 29.03.01 og skulu sendast til: Almannastovuna att.: Petra Joensen sosialráðgevi viðm. 1999-02/1672 box 3096 110 Tórshavn Ársaðalfundur Ársaðalfundur Føroya Sparikassa verður fríggjadagin 30. mars 2001, kl. 17.00 á Hotel Hafnia,Tórshavn. Skrá sambært grein 6 í viðtøkum Sparikassans: a. Val av fundarstjóra b. Frágreiðing frá nevndini um virki Sparikass- ans í farna ári c. Grannskoðaður roknskapur verður fram- lagdur til góðkenningar d. Val av limum til nevndina e. Val av grannskoðarum f. Uppskot frá stjórn, nevnd ella umboðsráðs- limum g. Ymiskt Nevndin Havnar Arbeiðs- kvinnufelag Eykaaðalfundur verður 24. mars kl. 19.00 á Hotel Hafnia. Skrá: Nevndarval Val av tiltakslimum. Nevndin Leiðari til eykalutagoymslu Søkt verður eftir leiðara til eykalutagoymsluna á maskinmiðstøðini í Kollafirði. Eykalutagoymslan í Kollafirði er høvuðsgoymsla av teim eykalutum, ið nýttir verða til enteprenørmaskinur og onnur amboð hjá stovninum, skerv- og asfaltverkini, ferjulegurnar o.a. Eisini hevur goymslan um hendi vegastokk, skeltir, smáamboð o.a. Arbeiðsuppgávur Høvuðsuppgávurnar eru at leiða hesa goymsl- una og saman við øðrum at hava innkeyp og útflýggjan av eykalutum o. a. um hendi. Høvuðs- goymslan er eisini goymsla fyri hinar smiðjurnar, skerv- og asfaltverkini og onnur arbeiðspláss hjá stovninum og hevur hon tí neyvt samband við hesi. Førleikakrøv Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin hevur kunnleika til og royndir við líknandi arbeiði. At umsøkjarin dugir enskt og hevur góðan kunnleika til edv á brúkarastøði er ein fyritreyt. Kunnleiki til ella royndir við maskinamboðum er ikki nakað krav, men gevur tó fyrimun. Møguleiki verður eisini fyri at menna seg innan økið við re- levantari upplæring. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars vera sambært sátt- málanum millum fíggjarmálastýrið og avvarð- andi yrkisfelag ella sambært avtalu. Umsóknir Umsóknir við prógvum og møguligum ummæl- um verða at senda Landsverkfrøðinginum, Postboks 78, 110 Tórshavn og skulu verða skriv- stovuni í hendi seinasta lagi 2. apríl 2001. Merkið brævbjálvan »Umsókn eftir goymsluleiðara«. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá deildarverkfrøðinginum á tlf. 311333, lok. 328. E-postur: oli@lv.fo ella lv@lv.fo Miðvágs- Sandavágs skúli Partar av Skúlanum á Giljanesi skulu málast í summar. Í hesum sambandi verður biðið um til- boð at gera hetta arbeiðið. Fleiri upplýsingar við- víkjandi arbeiðnum fáast hjá umsjónarmonnun- um tlf. 212526 og 288770. Møgulig tilboð skulu verða stýrinum í hendi inn- an 01.05.01.Skúlastýrið loyvir sær at velja ímillum innkomin tilboð ella einki at taka. Tilboðini skulu sendast til: Skúlastýrið við Miðvágs-Sandavágs skúla v/ Jógvan Sjúrður Hansen 360 Sandavágur Mint verður á aðalfundin í dag kl. 19.00. Reyði Krossur Føroya Reingerðarfólk til Verkstaðið Vón! Verkstaðið Vón søkir hervið eftir einum rein- gerðarfólki at arbeiða 20 t. um vikuna. Starvið verður sett 1/4-2001 ella skjótast tilber og er lønt sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðs- kvinnufelag og Arbeiðsgevarafelagið. Verkstaðið Vón er ein vardur verkstaður og er dagliga karmur um arbeiðslívið hjá uml. 40 vaks- num menningartarnaðum og starvsfólkum teirra. Á staðnum er dagliga stórt og fjølbroytt virksemi millum kl. 8.00 og 16.00. Arbeiðstíðin hjá reingerðarfólkinum verður so- statt uttan fyri hesi tíðarbil. Umsøkjarin skal vera fleksibul og skal hava áhuga í at arbeiða á einum arbeiðsplássi í støðugari menning, og skal somuleiðis vera røkin og lættur at samstarva við. Skrivlig umsókn verður send leiðaranum Maud Wang Hansen, Verkstaðið Vón, box 2003, 165 Argir, tlf. 314288 í seinasta lagi 28/3-2001. Hjálparfólk til Verkstaðið Vón Verkstaðið Vón søkir hervið eftir einum hjálpar- fólki at arbeiða í kantinuni 30 tímar um vikuna. Starvið verður sett 1/4-01 ella skjótast tilber og er lønt samb.sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið í 9/11 lønarflokki, lønarstig 14–20. Hjálparfólkið má vera sinnað at arbeiða saman við einum bólki av menningartarnaðum arbeiðs- fólki og í tí dagliga hjálpa og stuðla teimum at loysa ymiskar arbeiðsuppgávur so sjálvstøðugt sum gjørligt. Á Verkstaðnum Vón arbeiða uml. 40 vaksin menningartarnað. Eitt av endamálunum hjá okk- um er at skapa trivna og menning fyri tann ein- staka. Um tú ert áhugað/ur í starvinum og í at arbeiða saman við starvsfólki við ymiskum fakligum før- leika og saman við menningartarnaðum,kanst tú senda eina skrivliga umsókn til Verkstaðið Vón, Box 2003, 165 Argir, att.: Maud Wang Hansen, leiðara í seinasta lagi 28/3-2001. Um tú vilt hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at ringja til leiðaran Maud Wang Han- sen ella til álitisfólkið Hedvig Davidsen á tlf. 314288. 22 Nr. 52 - 15. mars 2001 VIÐMERKINGAR Signar Simonsen, ráðgevandi verkfrøðingur Um infrastrukturin í Føroyum og loysing. Jú soleiðis ljóðaði doktara- ritgreinin og bókin sum Hans Jacob Debes, pro- fessari, skrivaði fyri knapt tveimum dekadum síðani. Upprunaliga er heitið tikið eftir Jóanes bónda og vóru hansara orð, nú er tann stundin komin til handa og meinti hann tá við, at tíðin var komin til, at føroyingar áttu at fara úr ríkisfelags- skapinum og stovna eina sjálvstøðuga tjóð uttan fyri ríkisfelagsskapin. Annars haldi eg, at flestu føroy- ingar standa ideologisk í støðuni, sum Hans Jacob Debes lýsir við sínum heiti og eru í villareiði nær vit skulu hava loysing. Sjálvur haldi eg at føroyingar ikki eiga at taka loysing fyrr enn Føroyar hava fingið ein infrastruk- tur sum tengir oyggjarnar saman í so stóran mun, at tann tekniska ekspertisan í meginøkinum serliga í Havnini, er ført fyri at veita eina holla tænastu til tey øki í landinum, har virðini vera virkaði og skapt. Somuleiðis eigur vegakerv- ið at vera útbygt somikið at tað stórt sæð er líka mikið um man býr í Havn og arbeiðir í Klaksvík. Tá- staðni kunnu vit kalla okkum eitt i-land og ikki sum nú, eitt hálvgum u- land. Tað hevur víst seg, at serfrøðingur og tað lærda fólkið í landinum helst vil búgva í Havn og hevur hetta ført við sær, at út- jaðarin har virðini í størst mun vera skapt og har ser- frøðingar av ymiskum slag eru neyðugir fyri at virkini kunnu náa eitt teknologiskt støði til frama fyri effekt- iviseringar, produktmenn- ing og hvat man annars kann tonkja sær vinnir frama við meira kvali- fiseraðari arbeiðskraft. Eg haldi tað tí vera alneyðugt at seta ferð á investering- arnar í eitt nú telekomm- unikatión og vegakervi so- leiðis at tey virðisskapandi virkini fáa tað arbeiðskraft og tænastur, sum teimum er tørvur á. Eg vil vága at pá- standa, at tess meira út- jaðarin, her Sandoy, Suður- oy, Vágoy og Norðoyggjar vera tengdar meginøkinum, tess meira ferð kemur á tey virðisskapandi virkini og tess nærri koma vit nú er tann stundin komin til… Eg vil í hesum sambandi heita á landsins myndug- leikar um at brúka pening- in, sum er lopin av lands- húsarhaldinum seinnu árini, til at betra og út- byggja vegakervið og tele- samskiftið. Fyri mær at síggja, hava virkini í fyrr nevndu økjum eins trong kor at virka undir, sum virkir í minni útviklaðum londum. Skulu vit hava stundina at koma, krevst at vinnan í fyrr nevnda útjaðara fær nógv betur kor at virka undir og serliga at hesi virki fáa møguleika fyri at tiltrekkja arbeiðs- kraft aðrastaðni enn bara í tí lítla lokalumráðnum. Tástaðni haldi eg, man kann siga, nú er tann stundin kom til handa. So tit tjóðveldis sinnaðu, hald- ið uppat at tosa um tunnlar og brýr sum eitt fý orð, gev tí føroyska vinnulívinum ein so góðan infrastruktur sum vit uppá nakran máta hava ráð til, so skal nokk ferð koma á vinnuna og vit kunnu fáa javna á fíggj- arlógini uttan tann danska blokkin um ikki so langa tíð. Vánaligar umstøður skapa eitt tungtvirkandi vinnulív. Eg vil enda við at siga at út frá tí vitan, sum eg havi um produktión og virkisleiðslu, haldi eg tað vera ótrúliga flott, at tað í heila tikið ber til at dríva virkir í útjaðaranum, sum støðan er í dag. Nú er tann stundin komin til… H. P Jacobsen 900 Vágur Ætli mær als ikki út í nakað orðaskifti í bløðnum, men at lata lesarabræv við slík- ari yvurskrift, og við slík- um innihaldi, kann ikki fara aftur við borðinum. Tað er heilt ófatuligt, at ein sum nevnir seg H. A. Magnussen á Tvøroyri, kann finna uppá at koma í bløðini við slíkum lesara- brævið. Hevði yvurskriftin verði: Vágbingar hava skuldina av elendigheidini á Suðuroy, hevði eg ikki funnið uppá at svara. Men tá tá tað nú ísatðin stendur: Suðuroy- ingar standi saman, og hevur eitt slíkt innihald, øtist eg fyri framtíðini hjá Suðuroyingun! Eg vil í stuttum geva hesum lesarabrævið tann karater, at hetta er tað mest ófantaliga lesabrævið eg havi sæð í nøkrum blað tað eg kann minnast! Staðin fyri at síggja frameftir, melur brævskriv- ari í gomlum runudíki, sum flestu suðuroyingar fyri langt síðan eru komnir burtur úr. Vónandi er hesin bræv- skrivari eitt eindømi á Tvøroyri! Lukkuligvís, so kenni eg ongan annan hvørki á Tvøroyri ella í Vági, sum kundi funnið uppá at skriva slíkt lesara- bræv. At so er, er sera umráð- andi í hesum døgum, hvar tað er alt avgerandi at draga eina línu! Hetta er so niðurbrótandi fyri framtíðina í Suðuroy at eg øtist! Er tað nakað, sum kann bjarga Suðuroy úr støðuni, sum hon er komin í, er tað samanhald og als ikki slík niðurbrótandi lesarbrøv, sum hesin H. A. Magnus- sen vartar upp við! Vónandi er hetta ein einlig svala sum í "løftet stemning" er sloppin á flog. Viðmerking til lesarabræv í Sosialinum tórsdagin 22. febr. Vida Højgaard á Rætt í Kollafirði, tann 1. mars 2001 Eftir at hava stuðlað Fólka- flokkinum í nógv ár bæði í skrift og í talu - havi mill- um annað verið valevni flokksins tvær ferðir - hevur undirritaða nú í nøkur ár frá síðulinjuni roynt at fylgt við gongdini í Føroyum. Blaðkjak og onnur orrustutiltøk havi eg latið onnur um - helst hevur ikki orka verið til tess. Ætli mær ikki og fari heldur ikki nú út á miðvøllin at leika í ella at kjakast við mínar landsmenn. Men henda seinasta gongdin í fullveld- ismálinum er ein so stór provokatión móti okkum, sum trúu uppá fullveldi, at nú má takast til vápnini. Løgtingsvalið 30 apríl 1998 stendur og fer altíð at standa sum ein skínandi viti í Føroya søgu. Tilvitan okk- ara sum tjóð, kanska so sterk og mergjað sum ong- antíð fyrr, hevjaði okkum hetta várið eina løtu langt upp um gerandisdagin, og ongantíð hevur nøkur sam- gonga verið heilsað so hjartaliga vælkomin sum henda í tí føroysku fólka- sálini. Tað var næstan ikki til at trúgva. Kenslan av, at vit endiliga vóru farin til gongu, var so ítøkilig, so spildurnýggj og so øðrvísi enn alt annað, vit higartil vóru von við, at hon valla rúmtist í okkum. Við kenslum skiftandi millum bjartskygni, ótta og vón hava vit síðan fylgt leikinum. Samgongan, við løgmanni á odda, hevur staðið seg manniliga ímóti útmøðingartaktikki Nyrups og noktað at fallið til kníggja fyri hansara ”so fáa tit bara fýra ára skiftistíð”- ræðumynd. So mikið meira ótrúliga harmiligt er tað, um tann veruligi fíggindin, tá ið av tornar, er at finna innanfyri okkara egnu múrar - um vit yvirhøvur hava nakrar slíkar í løtuni. Henda ólukku fólkaat- kvøðu - veljarakanning, sum knappliga stakk seg upp og loypti split í full- veldisdansin, átti at verið tikið til eftirtektar sum ein parentes og síðaní manað í jørðina aftur ongantíð ov skjótt. Vit hava fleiri ferðir fingið prógv fyri, at slíkar forkanningar ikki altíð eru eftirfarandi. Í staðin gjørd- ist hetta skrímslið ein slík marra fyri løgmann, at hann legði kongin. Eingin fólkaatkvøða um nakað sum helst, hvørki í mei ella septembur í ár, og also heldur ikki í 2012. Lukket og slukket. Og her standa vit so. Er nú liðugt? Var hetta alt? Ein glantrileikur, ein hvørvi- sjón, sum í besta føri hevur tænt sum undirhald í donskum fjølmiðlum? Ja- men er tað ikki Fólkaflokk- urin, sum so íðuliga hevur noktað at givið frá sær definitiónsrættin uppá bæði hetta og hatta, ella er tað nakað annað, tá tað er Nyrup, ið tekur sær eina- rætt til henda? Eg veit heilt erligt ikki, um eg kann lasta Anfinn fyri hansara støðutakan. Eg havi Gud havi lov ongantíð skula tikið so tungtvigandi avgerðir undir so stórari abyrgd og komi tíbetur ongantíð út fyri tí heldur. Men trýr løgmaður - og eftir øllum at døma ein fittur partur av Føroya fólki - veruliga, at straffin frá donsku yvirvøldini hevði rámað okkum, um ein meiriluti av føroyingum á eini fólkaatkvøðu í ár hevði tikið undir við at halda fram á sjálvstýrisleið (í besta samsvari við heima- stýrislógina), fyri síðan at taka støðu til fullveldi ella framhaldandi ríkisfelags- skap í ár 2012? Come on. Skuldi tað óteinkiliga kort- ini hent, høvdu avleiðing- arnar verið ringast fyri Poul Nyrup og donsku stjórnina, sum í stundini í alheims- tilvitan hevði verið skrottað innanfyri alt, sum ber brá av demokrati. Í skrivandi stund er løg- maður á veg heimaftur úr Bretlandi til eitt kaos, hann sjálvur hevur valt. Kaos valdar í samgonguni, kaos valdar í Føroyum, og øll fullveldistilgongdin er um at fara fyri bakka. Vit eru komin til eitt vegamót, og um leiðin fram skal gerast ein sigur fyri tað føroyska fólkið ella okkara Waterloo sum sjálvstøðug tjóð, er í løtuni fyrst og fremst upp til løgmann. Í fyrsta umfari at bjarga hesi samgonguni, og síðan óttaleysur at taka talvið uppaftur og leika tað liðugt á ein virðiligan hátt. Tað inniber at lata før- oyska fólkið tala. Ikki til løgtingsvalið næsta ár, men nú. Í ár. Við eini fólkaat- kvøðu tann 26 mei, sum ætlað, ella í seinasta lagi tann 14 septembur. Annars frykti eg stórliga fyri eini hópflýggjan afturat sum henni, vit upplivdu undir kreppuni. Hesaferð av fólkafloksveljarum yvir í Tjóðveldisflokkin. Eingin grund til panikk, Anfinn Kallsberg