Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 9 - 12. januar 2007 Eyðun skuldi taka eina týðandi avgerð hesa januarnáttina í 1967: At fara til skips í Grønlandi, ella fara við Strandferðsluni. Hann valdi tað seinna, og her hevur hann verið í 40 ár og ein dag. - Eg valdi so Strandferðsluna, og tað eri eg glaður um í dag. Hetta er eitt gott arbeiðspláss, sigur Eyðun Holm, sum í dag siglir sín seinasta túr við Strandferðsluni. Skipari Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Skopunarfjørður: - Tað var ikki nøkur stór løn, vit fingu tá – 900 krónur um mánaðin. - Men ein visti so altíð, hvat ein fekk, sigur Eyðun, sum fór um tey 67 árini í oktober mánaði í fjør. Tá Teistin fer av Skopun kl. 16:30 í dag, er hetta samstundis seinasta ferðin, at Eyðun stendur við róðrið hjá Strandferðsluni. Eftir at hava tænt hesum stovninum í samfull 40 ár, er tíðin komin til at hann leggur hetta starvið frá sær. - Nei, eg eigi ikki bát. Eg vænti at eg fari at verða nakað nógv niðri í Tilhaldinum, sigur Eyðun við einum brosi. Í samband við at hann í gjár hevði 40 ára starvsdag hjá Strandferðsluni varð skipað fyri hátíðarhaldi umborð á Teistanum, með- an hann sigldi ein túr út í Hest. Í dag er hetta lívsverkið hjá Eyðuni liðugt. Hann hevur latið næsta manni róðurpinnin umborð á Teis- tanum. Skjót avgerð Ein myrkan týsdag í januar mánaði 1967 setti bróður hansara, Bjarni seg í samband við hann. Hesin hevði fingið til uppgávu frá stjóranum á Strandferðsluni at heita á Eyðun um at taka við einum starvi, at sigla við Sildberanum hjá Strand- ferðsluni. Trupulleikin var bert tann, at Eyðun samstundis var í ferð við at rigga seg til ein langfaratúr til Grøn- lands. Og avgerðin mátti takast sama kvøld, tí bæði skipini høvdu brúk fyri ein- um góðum manni longu morgunin eftir! Mikumorgunin 11. januar fyri 40 árum síðani fór hann á fyrsta sinni umborð á Sildberan sum manning. Áðrenn skipið varð selt til Grønlands, førdi tað mang- an farmin úr Havn til Sand- oy, Nólsoy, Hest og aðrar oyggjar. Í gjár var hetta hátíðar- hildið, og í dag klokkan 16:30 siglir tann 67 ára gamli Eyðun sín seinasta túr við Strandferðsluni, tá Teistin leggur frá landi úr Skopun. - Eg haldi, at tað er í lagi at gevast soleiðis. Teir ungu mugu jú eisini sleppa fram- at, sigur Eyðun. Ein góð tíð Áðrenn Eyðun kom í fast starv hjá Strandferðsluni hevði hann siglt við trol- ara, eins og hann hevði nomið sær útbúgving á sjómansskúla. Hann hevði frammanund- an avloyst eitt sindur við gamla Smyrli – honum við tí gula skorsteininum, men annars sigldi hann úti við trolarum. - Ein so góðan møguleika, kann ein sjálvandi ikki siga neitakk til. Soleiðis kom eg til Strandferðsluna, hóast ætlanin upprunaliga ikki var at verða verandi her. - Men soleiðis bleiv tað bara. Eg vil bara siga, at hetta hevur verið ein góð tíð, greiðir hann frá. Hesi 40 árini hevur hann havt nógvar minniligar túrar millum tær føroysku oygg- jarnar – sjálvandi onkrar ringar eisini. - Men tá eg skal siga sum er, so havi eg gloymt allar teir ringu, sigur hann stillisliga. Mundi rent á Galvin At vera skipari umborð á einum feðramannaskipi er stór ábyrgd og krevur ótrú- ligan kunnleika til skip, veð- ur og streym, tá leggjast skal at við tær rættiliga ymisku ferjulegurnar kring landið. Hesi 40 árini hevur Eyðun siglt við íalt 12 skipum hjá Strandferðsluni, og hevur siglt uppá nógvar havnir á føroysku oyggjunum. Mangan man hava verið ótespiligt at koma inn í tær ymisku innsiglingarnar, tíðindi - Eg havi gloymt allar Eg kenni ikki nøvnini á øllum sandoyingum. Men eg kenni kortini tey flestu andlitini ” Eg haldi, at tað er í lagi at gevast soleiðis. Teir ungu mugu jú eisini sleppa framat ” Her eigur hann mangar løturnar – 40 ár hjá Strandferðsluna, og tey seinnu árini sum skipari umborð á Teistanum um Skopunarfjørð