fríggjadagur 12. januar 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007
Vikuskifti
16
Orð til aftan
kvirruna í Havnar
kirkju seinasta
fríggjakvøld
Theodor E. D. Olsen
F
yrst vil eg bjóða tykkum at
vera vælkomin higar í kvøld
til aftankvirru í Havnar kirkju,
kvøldið fyri trettandu.
Tí tað er kanska ikki sørt, at
vit menniskju hava brúk fyri at
steðga á við hvørt.
At geva okkum tíð. At geva
okkum tíð til frið og til kvirru.
At geva sær tíð til frið um
kvøldið og náttina í hesi tíð,
nú tað er so myrkt uttanfyri,
er kanska eisini nakað heilt
serligt.
Í bókini “Ferð mín til Jor
sala” hjá prestinum Kristian
Osvald Viderø, lesa vit hetta
brotið, har hann skrivar, hvussu
góð náttin kann vera:
“...náttin er fjálg og mild;
hon er tigandi, spyr um einki,
hvørki um óreinmentar ætlanir
ella óskilvísar tilgangir. Hon
er eins og móðir við sítt sjúka
barn, tekur tað blíðan og
varliga inn at sær - - - tekur
tað soleiðis sum tað er; hon
spyr ikki um “hvær” og “hví”
og “hvussu”.
Alt tað, sum dagurin havnar
og rekur frá sær, tað tekur
náttin í fadm (...).
Hon setur ongar dómstólar
og dømir ongan; hon mælir og
metir ikki, heldur javnar hon alt
út; tess vegna leitar til hennar
alt tað, sum ikki má standa
tey mát, sum dagurin setur
og sum ikki er ment at halda
tær lógir, sum hann skipar;
fjálgandi breiðir hon sínar
móðurligu armar út um tað alt
samalt og tekur tað tigandi og
líknsamliga inn at sær.
Men hon hugsar sítt og tað
djúpt og hómar með sínum
blindu eygum fyrir aftan alt
hetta, størri ætlanir og hærri
tilgangir enn dagin grunar”.
V
ið øðrum orðum sær Viderø
náttina sum eitt stað ella
frípláss, har hann koma í
friði við sínum hugsanum og
byrðum, tí náttin koyrir ongan
burtur frá sær.
Í morgin er sum sagt
trettandi. Trettandi verður
hildin til minnis um vísmenn
inar úr Eysturlondum, sum
komu at tilbiðja Jesusbarnið
og geva tí gávur, og er hetta
eisini prædikuteksturin til
í morgin. Trettandi var í
fornkirkjuni hildin sum føð
ingardagur hjá Jesusbarninum,
og verður tað enn í summum
kirkjum eystanfyri.
Men longu í 4. øld varð
semja um, at halda føðingar
dagin hjá Jesusi 25. desember,
og tí verður trettandi her hjá
okkum nú hildin til minnis um
vísmenninar, sum komu at
geva Jesusbarninum gávur.
Tað er ikki nógv vit vita um
hesar vísmenninar. Ja, so lítið,
at tað við tíðini eru lagdar fleiri
søgur ella sagnir aftrat hesi
hugtakandi frásøgn úr Bíbliuni.
T.d. stendur ikki í Bíbliuni,
at vísmenninir vóru tríggir í
tali, ella hvussu teir itu, men
kirkjulærarin Origines, sum
varð føddur umleið ár 185,
skrivar, at tað vóru tríggir
vísmenn. Seinni í tíðini verða
teir kallaðir kongar, og fáa
nøvnini Kaspar (ella Jaspur),
Melkir og Baltsar.
M
en so kunnu vit spyrja,
hví alt hetta er komið
aftrat við tíðini? Hví er alt
hetta lagt afturat bíbliusøguni?
Svarið er helst, at tað er tí
at hetta er ein fantastisk søga
at tríggir skilamenn tríggir
vaksnir menn koma heilt úr
Eysturlondum fyri at síggja ein
nýføðing, sum teir halda vera
kong.
Allarhelst hava vísmenninir
líkasum Viderø verið hugtiknir
av náttini, tí vit lesa, at teir
fylgdu eini stjørnu, og stjørnur
síggjast jú best um náttina.
Stjørnan vísti teimum á staðið,
har Jesusbarnið lá, og tær
fyrstu jólagávurnar vórðu
givnar.
Ein av søgunum, sum eisini
er løgd aftrat frásøgnini í
Bíbliuni um vísmenninar,
er, at teir vóru ættaðir frá
teimum trimum synunum hjá
Nóa, sum fóru í hvør sína
ætt eftir syndaflóðina, og tí
kann boðskapurin lesast sum,
at hesir tríggir vísmenninir
umboða øll fólkasløg, og tí er
gleðiboðskapurin til øll sløg av
fólki.
Líka mikið hvør tú ert, so
ber til at gera sum hesir vís
menninir: at koma til Jesus
barnið á nátt og boyggja knøini
og koma til hansara við allari
sínari sorg og gleði.
U
m vit lesa eitt sindur í
Nýggja testamenti, so er
tað serliga eitt fólkaslag, sum
ikki verður so pent umtalað.
Hetta eru fariseararnir. Teir
hava kanska ikki verið so galnir
kortini, men vita um teir, at
teir gingu høgt upp í at halda
lógina í Gamla testamenti til
minstu smálutir.
Men hóast teir vóru farise
arar, so vóru teir ikki verri enn
so, enn at Jesus vildi sita til
borðs saman við teimum – enn
tá um náttina.
Ein av farisearunum æt Niko
demus. Hann var ráðharri hjá
jødunum, og vit lesa í Nýggja
testamenti, at hann ta einu
náttina valdi at vitja Jesus. Hví
hann kom um náttina, kunnu
vit bara gita okkum til, men
eins og hjá Viderø, so kom
hendan vitjanin á nátt at vera
eitt heilt serligt upplivilsi fyri
hann.
Hendan náttin hjá Niko
demusi gav nevniliga svar upp
á so nógvar spurningar, sum
dagurin ikki gav.
Tí Nikodemus kom til Jesus
Náttin hugsar sítt og