mikudagur 2. mai 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 84 - 2. mai 2007
15
Ása Jakobsen, ættað úr Fámjin, búsitandi í Tórshavn,
fer til gravar úr Havnar Kirkju hósdagin 3. maj
klokkan 13. Kistan kemur í kirkjuna mikukvøldið
klokkan 18.00. Tey ið vilja minnast Ásu, kunnu lata
eina gávu til »Berðin« (børn í sorg) konta í Føroya
Banka
Torgerð Ennigarð, Vestmanna, andaðist 29 apríl,
70 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vestmanna
kirkju hósdagin 3. mai klokkan 13.
Sigmar Kristianson, frá Húsavík í Íslandi, andaðist
28. apríl 60 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Dýra Biðidag letur
Bjørg Mohr Anders
sen listaframsýning
upp í Smiðjuni í
Lítluvík
Á
framsýningini
eru
abstraktir málningar, har
eitt gjøgnumgangandi tema
er dýpdin, sum kemur fram
á ymiskan hátt í eyðkenda
reyða litinum.
Bjørg hevur áður sýnt
fram á Hotel Hafnia, Gall
arí Jinx, Ribarhús í Fugla
firði, Leikalund, Varma
kelduframsýningini, Glar
smiðjuni, Lionsklub fram
sýningum, og í Smiðjuni í
2005.
Fernisering verður fríggja
dagin 4. mai kl. 14:00
Framsýningin er opin
soleiðis: leygardagin kl.
12 – 20, sunnudagin kl.
14 – 18, mánadagin kl. 14
– 18, týsdagin kl. 11 – 18 og
mikudagin kl. 11 – 14.
Bjørg hevur heimasíðuna:
www.myspace/bjorg_mohr_
anderssen
Bjørg Mohr Anderssen:
Listaframsýning í Smiðjuni
Tað var skelkandi at frætta
at Jóhanna var farin. Vit
hittust fyrstu ferð í 1979,
tá vit byrjaðu at arbeiða í
Drotning Margrethu barna
garði.
Jóhanna var løtt at koma í
samband við, altíð smílandi
og við tí góða orðinum, og
hevði ein framúrskarandi
humoristiskan sans.
Jóhanna bleiv so leiðari
í barnagarðinum. Hon
broyttist ikki, lurtaði altíð
eftir starvsfólkunum,hvat
vit høvðu upp á hjartað, var
altíð góð í ráðum og uggaði
um okkurt gekk ímóti.
Eg bleiv sjúk og hevði
smá børn; tann sum
hjálpti og stuðlaði mær var
Johanna. Føldi eg meg ikki
væl, ringdi eg til Jóhonnu
og hon kom beinanvegin at
hjálpa mær.
Børnini í barnagarðinum
vóru góð við Jóhonnu.
Henni dámdi eisini væl at
verða saman við børnunum.
Sjálvt um hon hevði nógv
at gera á kontórinum, komu
børnini í fremstu røð. Vit
fingu døgurða í barna
garðinium. Tá ið bar so
á at køksdaman var sjúk,
tók Jóhanna fyriklæði,
og fór at gera mat. Altíð
vælsmakkandi.
Soleiðis var Jóhanna. Eg
hugsi um Hans Olav og
børnini. Tit hava mist nógv,
má Harrin styrkja tykkum.
Lýsið frið yvir Johonnu.
Nita
Ein heilsan til
Jóhonnu Hansen
Týsdagin
vitjaðu
11
børn og tvey vaksin úr
Barnagarðinum á Konmans
mýru í Havn í Miðlahúsinum
í Vágsbotni.
Týsdagar skipa tey javnan
fyri serligum tiltøkum so
sum at ganga túrar, vitja
stovnar og arbeiðspláss – og
hesaferð var tað bólkur 2001
– sum er børn, fødd í 2001 úr
ymsum stovum á stovninum
– sum var úti. Tey vóru túr
í miðbýnum. Vitjaðu úti
á Reyni, har tey spældu á
almenna spæliplássinum og
vitjaðu ymisk onnur støð í
miðbýnum. Um 11tíðini
komu tey so inn í Miðlahúsið
at eta matpakkan.
Túgvan og
Tjørnin vitjaðu
Miðlahúsið
Tey 11 børnini og starvsfólkini
í Barnagarðinum á
Konmansmýru í trappuni
í Miðlahúsinum. Gamla
leyvan hjá William Heinesen
er eisini við á myndini. Hon
hevur verið í húsinum síðani
William og pápin, Zacharias
Heinesen, handlaðu har
fyri skjótt 60 árum síðani: Á
myndini síggjast aftanífrá:
Bárður, Jónas, Beinta, Fía,
Ronja, Anna, Emi, Astrid
Maria, Durita, Niklas, Maj-
Britt, Andrass og Kristian
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum heilsaðu
okkum á diamantbrúdleypsdegnum
22. mars.
Eisini ein hjartans tøkk til tykkum, sum
komu at syngja fyri okkum.
Vinarliga heilsan
Mia og William Hansen
Dagurin
3. mai eitur Krossmessa. Var hildin til minnis um, at
keisarinnan Helena fann Kristi kross. Á krossmessu sigst
tjaldrið at hava fult reiður, kavi at vera í hvørjari íðu
og sólja í hvørjari veit; men teir halda, at hetta er ov
tíðliga, og at meint verður við gomlu krossmessu, ið er 15.
mai. Krossmessusnertur er knappligt illveður, sum kann
bresta á um hetta mundið. Í 1943 var eitt fólkatingsval í
Føroyum, sum var rópt krossmessuvalið. Símun av Skarði
varð føddur hendan dagin í 1872