mikudagur 2. mai 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07
Á trolvirkinum
Berginum í
Hvalba, leggja tey
størsta dentin á
dygdarhandverk og
tað syrgja garvaðir
trolmenn fyri
TROLVIRKI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Er tað nakrastaðni í Føroyum,
tey hava tradition fyri at arbeiða
við troli, er tað í Hvalba.
Tað eru nú 20 ár síðani, at
trolvirkið Bergið varð sett a
stovn. Fyrst og fremst var tað
ætlanin at levera reiðskap av
allarbestu dygd til trolararnar i
Hvalba.
Og á Trolvirkinum, Berginum,
hava tey eitt loysunarorð og tað
er: Dygdarhandverk!
- Vit levera bara fyrstafloks
reiðskap av virkinum sigur Jóg-
van Thomsen á Berginum.
Trolararnir i Hvalba og í Suð-
uroy sum heild, hava alla tíðina
verið trúgvir at keypa fra Berg-
inum og hava verið eitt trygt
grundarlag undir trolvirkinum.
Men skjótt fingu eisini aðrir
útgerðarmenn eyguni upp fyri
dygdarreiðsskapinum úr Hvalba
og nú leverar Bergið trol, weirar
og alla aðra útgerð um alt landið
og eisini til skip uttanlands.
Men teir hava alla tíðina havt
sum aðalmál at tað verður ikki
slakað við kravinum um, at tal-
an skal vera um dygdarhand-
verk.
Garvaðir trolmenn
Á Berginum arbeiða einir fýra-
fimm mans og onkuntíð nakrir
afturat, alt eftir, hvussu nógv er
at gera.
Jógvan Thomsen
sigur, at fleiri eru
garvaðir trolmenn,
sum hava verið í
vinnuni í nógv ár.
Ikki minst hava teir
praktiskar
royndir
av skipsdekki, tí teir
hava
siglt
við
trolara.
- Sostatt mugu teir
av sonnum kallast serfrøðingar
á sínum øki, tí teir vita betri enn
nakar annar, hvat krevst av reið-
skapinum.
Samstundis eru bæði weirar
og alt annað, teir brúka i fram-
leiðsluni, bara tað allarbesta til-
fari, og eru alt merki, sum hava
staðið sína roynd.
- Vit hava eisini alla orsøkir
til at vera sera væl nøgdir við
úrslitið, tí afturmeldingarnar,
vit faa aftur frá skipunum, eru,
at teir eru sera vælnøgdir við
trolini.
- Á Berginum hava vit lagt
okkum eftir at gera botntrol og
vit eru sálvandi sera fegnir um,
at tey roynast væl.
Teir gera botntrol í ymsum
støddum og sniðum, alt eftir,
bátastøddini, hvar teir royna og
hvat slag teir leggja seg eftir at
fiska.
Trol broytast alla tíðina og á
Berginum eru teir alla tíðina
opnir fyri møguleikunum at
gera tillagingar fyri at gera trol-
ini so arbeiðslig og fiskulig,
sum gjørligt.
Og í hesum sambandi leggja
teir storan dent á at hava eitt
tætt og gott samstarv við teir,
sum manna skipini.
- Vit royna alla tíðina at fáa
fiskimenn at siga okkum frá,
halda teir at okkurt er, sum
eigur at vera broytt við trolinum
fyri at fáa tey arbeiðsligari og
fiskiligari.
- Og tað gera fiskimenn
eisini, tí tað er javnan, at vit fáa
góð ráð frá fiskimonnum um,
hvussu ábøtur og broytingar
kunnu gerast, so tað er ein til-
gongd, sum vit leypandi eru í.
Jógvan Thomsen sigur, at
samstarvið við skipini er eitt,
teir á Berginum virðismeta óg-
vuliga høgt.
Á Berginum hava tey havt
nógv at gera í seinastuni og tað
er mangan neyðugt at senda
boð eftir fleiri fólkum.
- Og tað stendur ikki á. Tað
eru altíð royndir trolmenn, sum
eru heima av túri og teir eru
altíð fúsir at rætta eina hjálpandi
hond, so hóast vit hava brúk
fyri eykamanning, eru tað
oftast servandir trolmenn, sum
traðka til.
- Hetta eru vit glaðir fyri, tí
so fáa vit eisini hugsanir hja
teimum sum eru við skipunum
í dagliga.
Byggja Bergið út
Bergið er eitt trolvirki í støðug-
ari menning og nú er virkið við
at veksa út úr húsinum á brygg-
juni í Hvalba, har tey hava hús-
ast øll hesi arini.
Sostatt eru ætlanir lagdar um
at byggja virkið størri og í
løtuni
verður
bíðað
eftir
byggitilboðum og tílíkum.
Tá ið tað er í lagi, er ætlanin
at taka virkið niður og byggja
nýtt rúmligari virki á sama
staði.
Nýggi bygningurin er 600 fer-
metrar í tveimum hæddum og
verður sostatt slakar 1200 fer-
metrar stórur og kemur sostatt
nakað longur niðan enn virkið,
sum nú er.
- Hetta gera vit fyri at gera
tað arbeiðsligari á virkinum, so
at vit samstundis eisini vera enn
meiri
kappingarførir, enn vit eru,
sigur Jógvan Thomsen.
Og hann sigur, at tað er alla
tíðina neyðugt at vera á fremstu
røð á øllum økjum, tí kappingin
er hørð.
Kappingaravlagandi
Men á trovirkinum hava teir eisi-
ni eitt hjartasuff.
- Hóast nógv virksemi er í
Hvalba, mugu vit ásanna at sam-
ferðsluviðurskiftini til og úr
bygdini eru als ikki nøktandi.
- Tunnilin er rætt og slætt ikki
tíðarhóskandi, tí hon er ikki nóg
rúmlig til at vanligir treylarar
sleppa ígjøgnum hana.
Tað er eisini ein tvørleiki hjá
Berginum, tí teir keypa inn í
bingjum, fyri at fáa besta prisin,
men tað má alt lastast um á
Tvøroyri fyri at sleppa igjøgnum
tunnilin.
- Tunnulin er ein fløskuhálsur
fyri framleiðsluna hjá okkum,
eins væl og hjá øllum øðrum
vinnulivi í bygdini. Politikarar
siga, at teirra fremsta uppgava
er at skapa karmarnar, so at
vinnan kann virka. - Men tað er
kappingaravlagandi, tá ið viður-
skiftini eru so ymisk runt um í
landinum.
- Eftir okkara meting hevði
tað verið náturligt at maskinur-
nar komu beinanvegin til Hvalb-
iar, tá ið Hovstunnilin er liðugur,
soleiðis at Suðuroyggin kann
gerast ein samferðslueind.
- Tað er neyðugt, at politikarar
taka sær um reiggj og faa ein
nýggjan tunnil, so at vinnan
ikki missur kappingarførið, sig-
ur Jógvan Thomsen.
Leggja størsta dentin á
dygdarhandverk
Û7Zg\^cjb]VkViZn]Vkic\kVi\ZgV#=ZgZgjiZ^g]daik^
Z^iiigdai^aCZhWdg\K{\^#;g{k^chigjZgjiZ^g=_³gaZ^[!hjbZg
W^a[³gVg^!@Vga?d]Vc!£hhjgd\BddY^
Tlf: +298 353400 Fax: +298 353401 Mob: +298 233400
www.eur-express.fo cargo@eur-express.fo