Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 84 - 2. mai 2007 reportasja Reykjavík Carl Jóhan Jensen Sjálfstæðisflokkurin ella Sjálv­ støðisflokkurin varð stovnaður í 1929 burtur úr tveimum eldri flokk­um. Íhaldsflokknum (Aftur­ halds- ella Konservativa flokki­ num), ið var stovnaður í 1924, og Frjálslynda flokknum (Frælslynta- ella Liberala flokkinum), sum var grundaður 1926. Íhalds­flokkurinn var nógv tann størri av hesum báð­ um flokk­um, ið ávikavíst fingu 42,2 og 5,8 prosent av at­kvøðunum á Altings­vali­num í 1927. Í Føroyum verður mangan hildið, at íslendingar tóku sjálv­ ræði ella loystu á sumri í 1944, hin 17. juni, tá ið lýðveldið Ísland varð stovn­að. Hetta er tó ein mis­ skilj­ing. Tað rætta er at í juli í 1918 fóru samráðingar fram í Reykjavík millum danir og ís­lend­ ingar um ís­lendskt sjálv­stýri. Úrslitið av samráðingunum var hin sonevnda Sambandslógin. Á heysti 1918, meðan spanska sjúka geisaði, var síðani fólka­atkvøða. Á hesi fólkaatkvøðu valdu íslend­ ingar at taka fulla ábyrgd av egnum viðurskiftum, og frá 1. desember gjørdist Ísland sjálv­ støðugt land í kongs­felags­skapi við Danmark. Ellivu ár vóru sostatt lið­in frá fullveldistøkuni, tá ið Sjálfstæðis­ flokkurinn varð stovn­aður og onnur mál kom­in ovari á breddan í ís­lendskum politikki enn viður­ skiftini við Danmark, eitt nú hvussu búskapur skuldi fáast í vinnulívi, ný­skipan av landbúnað­ i­num, korini hjá verkafólki o.s.fr. Orðið sjálvstøði í floks­navni­ num sipar tí ikki, sum høvi kundi verið at halda, til tjóðfrælsis­ spurningin, men harafturímóti til hug­burðin, ið stovnararnir, ser­liga fyrsti floksformaðurin, Jón Þorláks­son, høvdu til vinnulív og markn­aðar­við­urskifti. Hugsjónar­ liga grund­støðið hjá flokkinum hevur altíð verið og er enn hug­ myndin um fræls marknaðar­ viðurskifti, t.e. at vinnulívið ikki skal vera í ríkishondum, tvørt­ urímóti leggur flokkurin dent á, at einstaklingsframtakið (und­ir sam­ felagligari ábyrgd eyð­­vitað) fær so rúmar ræs­ur sum gjørligt, tí, verður sagt, almenn stýring gagn­ ar ikki, hon tálmar vinnuligum framvøkstri og vælferðini sum heild. Myndugleikar eiga, øðrvísi sagt, ikki at hava forræði yvir ein­ stak­linginum, hann greiðir sjálv­ur at velja. Hinvegin eigur tað al­menna at seta karmar, sum tryggja at frælst val er møguligt á mongum økjum sum gjørligt. Sammett við aðrar borg­ar­ligar flokkar í Norðurlondum hevur flokkurin frá byrjan hildið seg í tí borðinum, sum hugsjónarliga er vind­vart. Fleiri teirra, sum um­ boðaðu flokkin á tingi í tretivu­ num, eitt nú Ólafur Thors, Bjarni Benediktsson o.fl. vóru ung og róttøkin (summi so ung, at tey enn eru virkin í flokkinum heilt fram í 1980 árini t.d. Gunn­ar Thorodd­sen). At Sjálfstæðisflokkurin so­leiðis kundi vísa reinari lit hugsjónarliga enn sam­svar­andi flokkar aðra­ staðni var eingin tilvild. Í fyrsta lagi er Ísland í hesum árum eitt samfelag, sum til tað nýliga var farið gjøgnum ham­ skiftið frá bónda- til nýtíðarligt ídnað­ar­samfelag. Sjálfstæðis­ flokk­urinn var tí ikki í sama mun sum brøðraflokkar í hin­um norð­ urlondunum darv­aður av atlitum til fast inngrógvin sjónarmið hjá eini yvirstætt, sum kanska hevði lyndi til at virða for­tíðina og ser­ rættindi síni fram um sam­tíðina, øðrvísi krøv hennara og broyttu áherðsl­ur. Í øðrum lagi verður flokk­urin til í eini tíð, sum vinnu­liga lá í hafti, hóast skjót og munagóð upp­ bygging var bráðneyðug á øllum sam­fe­lagsøkjum, skuldi íslendska fullveldið ikki fara fyri bakka. Sjálfstæðisflokkurin fór fyrstu ferð til val á komm­unuvalinum í 1930 og fekk tá næstan hálvtrýss prosent av atkvøðunum í keyps­ støðu­num. Á Altingsvalinum í 1931 fekk flokkurin 42,2 prosent av atkvøðunum og hevur alt síðani fingið mill­um 30 og 40 prosent av atkvøðum á Altingsvalum. Vánaligasta valið flokkurin hevur havt var í 1987, tá fekk hann 27,2 prosent av atkvøðunum. Við øðrum orðum hevur flokkurin havt eina óvanliga sterka støðu í íslendskum politikki hesi skjótt 80 árini hann hevur virka. Hetta hóast hann tey fyrstu árini, í tretivunum, fekk nógv færri ting­ menn, enn hann hevði atkvøður til. Orsøkin til tað var tann val­ skipan (ein fyrst­valdar­skipan), ið tá var í Íslandi (á valinum í 1931 fekk flokk­urin t.d. bert 12 ting­ menn, meðan Fram­sóknar­flokk­ urinn, sum hevði dygga undirtøku á landsbygd, fekk 23 tingmenn, men bert sløk 25 prosent av atkvøðu­num). Eftirkrígsárini Tað er ikki ov nógv sagt, at Sjálf­ stæðisflokkurinn í eftir­krígsáru­ num hevur havt eina støðu í ís­lendska sam­felagnum sambæri­ liga við hana, ið Socialdemokrat­ ar­nir hava havt í Svøríki og Dan­ mark og Arbeiðara­flokk­urin í Noregi. Kortini hevur Sjálfstæðis­ flokkurin ongantíð einsamallur havt meirilutan landspolitiskt, men nógvastaðni hevur hann tó valskeið eftir val­skeið havt reinan meiriluta í býar- og bygdarráðum, eitt nú í Reykjavík. Nú kann tað tykjast løgið, at ein flokkur so treytaleyst høgrasinn­ aður í sínum polit­isku áherðslum, kortini hevur evnað at fingið so góðan ljóðbotn í íslendska fólki­ num fyri stevnumiðum sínum. Samanbera vit við Norðurlondini (og Ísland er, tað svitast ikki, eitt norð­urland, bæði í mentan og stjórn­­málum), so hava flokk­ar, ið byggja á somu hug­myndaligu grund sum Sjálf­stæðisflokkurin sjáldan ella ongantíð havt breiða undir­tøku, ið hvussu er ikki í eftir­ krígsárunum. Hvussu ber tað so til, at flokk­ urin hevur havt so breiða undir­ tøku millum velj­arnar so leingi? Ja, tað er ikki lætt at ætla um. Ein orsøk kann vera, at flokk­ urin øll árini hevur havt eina æðr í sær av sosial­um medviti og ongantíð gjørt seg blindan (ella í øll­um førum ikki starblindan) fyri teimum trupulleikum, ið vanligt lønarfólk hevur at dragast við. Eisini hevur flokkurin í málflutn­ ingi sínum, og ikki úrslitaleyst, roynt at hvørk­isgera stættamunin Søgan hjá leiðandi st Sosialurin fer komandi vikurnar at royna at birta ljós um viðurskifti í eini greinarøð um íslendskan politikk og serliga tær síðurnar, sum horva ella part­ víst horva móti okkum føroyingum. Eitt eitt nú ES- spurn­ingurin, fiskivinnu­fyrisiting og um­hvørvi. Greinirnar byggja ymiskt á viðtøl við oddafólk í teim­ um ymsu flokkunum og ymiskt verður roynt at gera grein fyri søguni, tí hug­sjónar­liga grundar­lagnum og áherðslu­num hjá flokku­num í valstríðnum, sum nú streingir á. Vit fara at leggja fyri við Sjálf­stæðisflokkinum útlond