mikudagur 2. mai 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 84 - 2. mai 2007
reportasja
Reykjavík
Carl Jóhan Jensen
Sjálfstæðisflokkurin ella Sjálv
støðisflokkurin varð stovnaður í
1929 burtur úr tveimum eldri
flokkum. Íhaldsflokknum (Aftur
halds ella Konservativa flokki
num), ið var stovnaður í 1924, og
Frjálslynda flokknum (Frælslynta
ella Liberala flokkinum), sum var
grundaður 1926. Íhaldsflokkurinn
var nógv tann størri av hesum báð
um flokkum, ið ávikavíst fingu
42,2 og 5,8 prosent av atkvøðunum
á Altingsvalinum í 1927.
Í Føroyum verður mangan
hildið, at íslendingar tóku sjálv
ræði ella loystu á sumri í 1944,
hin 17. juni, tá ið lýðveldið Ísland
varð stovnað. Hetta er tó ein mis
skiljing. Tað rætta er at í juli í
1918 fóru samráðingar fram í
Reykjavík millum danir og íslend
ingar um íslendskt sjálvstýri.
Úrslitið av samráðingunum var
hin sonevnda Sambandslógin. Á
heysti 1918, meðan spanska sjúka
geisaði, var síðani fólkaatkvøða.
Á hesi fólkaatkvøðu valdu íslend
ingar at taka fulla ábyrgd av
egnum viðurskiftum, og frá 1.
desember gjørdist Ísland sjálv
støðugt land í kongsfelagsskapi
við Danmark.
Ellivu ár vóru sostatt liðin frá
fullveldistøkuni, tá ið Sjálfstæðis
flokkurinn varð stovnaður og
onnur mál komin ovari á breddan
í íslendskum politikki enn viður
skiftini við Danmark, eitt nú
hvussu búskapur skuldi fáast í
vinnulívi, nýskipan av landbúnað
inum, korini hjá verkafólki o.s.fr.
Orðið sjálvstøði í floksnavni
num sipar tí ikki, sum høvi kundi
verið at halda, til tjóðfrælsis
spurningin, men harafturímóti til
hugburðin, ið stovnararnir, serliga
fyrsti
floksformaðurin,
Jón
Þorláksson, høvdu til vinnulív og
marknaðarviðurskifti. Hugsjónar
liga grundstøðið hjá flokkinum
hevur altíð verið og er enn hug
myndin um fræls marknaðar
viðurskifti, t.e. at vinnulívið ikki
skal vera í ríkishondum, tvørt
urímóti leggur flokkurin dent á, at
einstaklingsframtakið (undir sam
felagligari ábyrgd eyðvitað) fær
so rúmar ræsur sum gjørligt, tí,
verður sagt, almenn stýring gagn
ar ikki, hon tálmar vinnuligum
framvøkstri og vælferðini sum
heild. Myndugleikar eiga, øðrvísi
sagt, ikki at hava forræði yvir ein
staklinginum, hann greiðir sjálvur
at velja. Hinvegin eigur tað
almenna at seta karmar, sum
tryggja at frælst val er møguligt á
mongum økjum sum gjørligt.
Sammett við aðrar borgarligar
flokkar í Norðurlondum hevur
flokkurin frá byrjan hildið seg í tí
borðinum, sum hugsjónarliga er
vindvart. Fleiri teirra, sum um
boðaðu flokkin á tingi í tretivu
num, eitt nú Ólafur Thors, Bjarni
Benediktsson o.fl. vóru ung og
róttøkin (summi so ung, at tey
enn eru virkin í flokkinum heilt
fram í 1980 árini t.d. Gunnar
Thoroddsen).
At Sjálfstæðisflokkurin soleiðis
kundi vísa reinari lit hugsjónarliga
enn samsvarandi flokkar aðra
staðni var eingin tilvild.
Í fyrsta lagi er Ísland í hesum
árum eitt samfelag, sum til tað
nýliga var farið gjøgnum ham
skiftið frá bónda til nýtíðarligt
ídnaðarsamfelag.
Sjálfstæðis
flokkurinn var tí ikki í sama mun
sum brøðraflokkar í hinum norð
urlondunum darvaður av atlitum
til fast inngrógvin sjónarmið hjá
eini yvirstætt, sum kanska hevði
lyndi til at virða fortíðina og ser
rættindi síni fram um samtíðina,
øðrvísi krøv hennara og broyttu
áherðslur.
Í øðrum lagi verður flokkurin
til í eini tíð, sum vinnuliga lá í
hafti, hóast skjót og munagóð upp
bygging var bráðneyðug á øllum
samfelagsøkjum, skuldi íslendska
fullveldið ikki fara fyri bakka.
Sjálfstæðisflokkurin fór fyrstu
ferð til val á kommunuvalinum í
1930 og fekk tá næstan hálvtrýss
prosent av atkvøðunum í keyps
støðunum. Á Altingsvalinum í
1931 fekk flokkurin 42,2 prosent
av atkvøðunum og hevur alt síðani
fingið millum 30 og 40 prosent
av atkvøðum á Altingsvalum.
Vánaligasta valið flokkurin hevur
havt var í 1987, tá fekk hann 27,2
prosent av atkvøðunum. Við
øðrum orðum hevur flokkurin
havt eina óvanliga sterka støðu í
íslendskum politikki hesi skjótt
80 árini hann hevur virka. Hetta
hóast hann tey fyrstu árini, í
tretivunum, fekk nógv færri ting
menn, enn hann hevði atkvøður
til. Orsøkin til tað var tann val
skipan (ein fyrstvaldarskipan), ið
tá var í Íslandi (á valinum í 1931
fekk flokkurin t.d. bert 12 ting
menn, meðan Framsóknarflokk
urinn, sum hevði dygga undirtøku
á landsbygd, fekk 23 tingmenn,
men bert sløk 25 prosent av
atkvøðunum).
Eftirkrígsárini
Tað er ikki ov nógv sagt, at Sjálf
stæðisflokkurinn í eftirkrígsáru
num hevur havt eina støðu í
íslendska samfelagnum sambæri
liga við hana, ið Socialdemokrat
arnir hava havt í Svøríki og Dan
mark og Arbeiðaraflokkurin í
Noregi. Kortini hevur Sjálfstæðis
flokkurin ongantíð einsamallur
havt meirilutan landspolitiskt,
men nógvastaðni hevur hann tó
valskeið eftir valskeið havt reinan
meiriluta í býar og bygdarráðum,
eitt nú í Reykjavík.
Nú kann tað tykjast løgið, at ein
flokkur so treytaleyst høgrasinn
aður í sínum politisku áherðslum,
kortini hevur evnað at fingið so
góðan ljóðbotn í íslendska fólki
num fyri stevnumiðum sínum.
Samanbera vit við Norðurlondini
(og Ísland er, tað svitast ikki, eitt
norðurland, bæði í mentan og
stjórnmálum), so hava flokkar, ið
byggja á somu hugmyndaligu
grund sum Sjálfstæðisflokkurin
sjáldan ella ongantíð havt breiða
undirtøku, ið hvussu er ikki í eftir
krígsárunum.
Hvussu ber tað so til, at flokk
urin hevur havt so breiða undir
tøku millum veljarnar so leingi?
Ja, tað er ikki lætt at ætla um.
Ein orsøk kann vera, at flokk
urin øll árini hevur havt eina æðr
í sær av sosialum medviti og
ongantíð gjørt seg blindan (ella í
øllum førum ikki starblindan) fyri
teimum trupulleikum, ið vanligt
lønarfólk hevur at dragast við.
Eisini hevur flokkurin í málflutn
ingi sínum, og ikki úrslitaleyst,
roynt at hvørkisgera stættamunin
Søgan hjá leiðandi st
Sosialurin fer komandi vikurnar at royna at birta
ljós um viðurskifti í eini greinarøð um íslendskan
politikk og serliga tær síðurnar, sum horva ella part
víst horva móti okkum føroyingum. Eitt eitt nú ES
spurningurin, fiskivinnufyrisiting og umhvørvi.
Greinirnar byggja ymiskt á viðtøl við oddafólk í teim
um ymsu flokkunum og ymiskt verður roynt at gera
grein fyri søguni, tí hugsjónarliga grundarlagnum
og áherðslunum hjá flokkunum í valstríðnum, sum
nú streingir á. Vit fara at leggja fyri við
Sjálfstæðisflokkinum
útlond