Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart 12 Nr. 53 - 16. mars 2001 Frá fríggjadegi 16. mars til hósdagin 22. mars. Bestubitar: Lundapisur í Sesstakki Leygarkvøldið kl. 20.00 Varðagøtan 2:2 Okkara Kokkar Pernilles Univers fer í sendingini týskvøldið klokkan 20.55 at gera eina roynd at lýsa lívið sum foreldur. Hvat er t.d. tað týdningarmiklasta, tá børn verða borin í heim? Í sendingini verður tosað við yngstu mammuna í Danmark, sum bara var fjúrtan ára gomul, tá hon átti son sín, ið nú er fýra ára gamal. Hon greiðir frá, hvussu tað er at gerast mamma, tá ein júst er givin at spæla við dukkur. Ghita Kragh Hansen er eisini gestur í sjónvarpsstovuni. Í teirra húsarhaldi er tað alneyðugt at brúka klæðini umaftur, tí tey hava tíggju børn at syrgja fyri. Í reklamum eru foreldur altíð glað og eydnusom. Pernilles Univers vísir, hvussu tað í veruleikanum er. Vikan við 8. mars hevur bjóðað uppá fleiri sendingar enn vanligt um og fyri kvinnur. Tað argar meg, at tað enn er neyðugt at gera so nógv burturúr, at kvinnur ikki eru so nógv frammi í fjølmiðlun- um, men tað má eg helst liva við nøkur ár afturat. Sendingin hjá Norðlýsinum úr Klaksvík bar prísin: »Tí at tað er kvinnudagur, hava vit fleiri kvinnur við í sendingini.« Helvtin av luttakarunum vóru menn. Kvinnurnar, sum so náðiliga sluppu framat, vóru leiðarin á HF- skúlanum, deildarstjórin fyri vinnu- og miðnámsskúladeildina í Mentamálastýrinum og forkvinn- an í Mentanarnevnd Klaksvíkar Býráðs. Gott at kvinnudagur er eina ferð um árið, tað sigi eg bara. Jú víst er tað enn langt á mál, til vit síggjast líka væl í tí al- menna kjakinum, í politiska lív- inum og serliga til vit síggja tað á lønarkontuni. Men tað má ikki fáa okkum at seta okkum sjálvar uttanfyri og bara taka synd í okk- um sjálvum. Tann áhugaverdi spurningurin er, hvørjar orsøkirn- ar eru til hetta og um vit kunnu og ynskja at gera nakað við tað. Ein av bestu viðmerkingunum haldi eg kom frá Edith í Jákupsstovu í kjaksendingini mikudagin. Hon helt, at kvinnur sjálvar eru ov smædnar. At vit eiga at stuðla hvør aðrari, tí tað er neyðugt, skulu vit verða við, har avgerðirnar verða tiknar. Tað er eftir mínum tykki ser- liga her, kvinnur standa aftanfyri menn. Nógvar eru ov smædnar og serliga ov sjálvkritiskar til at koma fram alment. Kvinnur eru sum heild nógv varnari enn menn við at siga sína hugsan, tí tær eru bangnar fyri ikki at verða tiknar í álvara, gera sær fyri skommum ella at koma at fornerma onkran. Jantelógin er um møguligt enn sterkari í Føroyum enn aðrastaðni, og meira uttanfyri miðstaðarøkið enn í Havn. Høvdu menn, sum úttala seg alment, verið líka sjálv- sensurerandi sum kvinnur, hevði verið nógv í farnu viku, sum var ósagt. Tað hevði kanska heldur ikki verið verri. Klaksvíksprát Rás 2 hevur eins og ÚF sending- ar úr Klaksvík nú. Sjálvt um tað er nógv sum argar, tí vertarnir eru óroyndir við mikrofonina, so er tað kortini stuttligt at hoyra tíðind- ir og prát úr Klaksvík. Mikudagin var prát við Andras Joensen, bónda í Gerðum. Slíkar samrøður eru altíð áhugaverdar, um tann sum er í útvarpsstovuni dugir at siga frá, og tað ger Andras. Nú var alt umhvørvið kent fyri mær, so tað var serliga stuttligt at hoyra. Men hetta fekk meg at hugsa um, at tað í sendingunum Meg minnist og Vit støkka inn á gólvið eisini átti at verið tosað við fólk yngri enn 70 ár - og um tað skal verða heilt kollveltandi kanska eisini konufólk! Morgunfrúurnar smæðast ikki Basalt varð avgjørt stuttligasta sendingin í SVF hesa vikuna. Morgunfrúurnar úr 60 árum og væl upp um 80 lýstu av lívsgleði og humori. Hesar konurnar, sum svimja í Havn 3-4 ferðir um vik- una, hava ein felagsskap, sum er gull verdur. Eg veit ikki, hvussu nógv hava roynt at leypa av 5 metur vippuni, men tað eru av- gjørt ikki øll, sum tora. Arkitekturin Eyðun Eliassen smæðist heldur ikki burtur við verkætlan síni í Álvagjógv. Fólk aftanfyri slík nýbrot eiga at verða givin góðar arbeiðsumstøður at mennast og verða við at gera Før- oyar ríkari, listarliga og møguliga eisini fíggjarliga, um hetta kann verða við til at draga fleiri ferða- fólk til Føroyar. Tað var eisini bergtakandi at síggja smiðin, sum gjørdi grindaknívar heima við hjálp m.a. frá einum Nilfisk støv- súgvara. Gott hegni, tol og listar- ligar gávur er grundarlagið undir sjáldsama vøkru knívunum, sum hava røtur aftur í forna tíð. Stutt- ligt at sleppa at síggja so positivar sending mitt í øllum meldrinum av bussvanlukkum, jarðsskjálvt- um, munn- og kleyvasótt og pol- itiskum sirkusi. Tolin trívst Eg havi seinastu vikurnar hugsað um, hvat munn- og kleyvasótt í grundini er fyri sjúka. Hvør tíð- indasending hevur verið meira syrgilig enn onnur; millum 5 og 15 nýggir tilburðir av hesi sjúku staðfestir og avleiðingin er, at djór í túsundatali verða dripin og brend. Men eg havi onga hóming havt av, hví sjúkan er vandamikil og hvussu hetta merkir djórini. Ikki fyrr enn mikukvøldið 14., tá ein útvarpsmaður endiliga greiddi frá sjúkuni. Sovorðið skuldi verið gjørt oftari. Tíðindir flaksa ofta í leysari luft, tá fortreytirnar fyri evninum ikki eru til staðar. Eg kundi sjálvandi leitað mær upp- lýsing fram onkunstaðni, men tað er ofta so, at tað sum ikki hevur so stóran týdning í gerandisdegnum fer framvið. Viðmerkingar til tíðindir Eg má siga tað eina ferð afturat - tað er sum oftast ein fragd at hoyra smáu viðmerkingarnar, sum gleppa so knappliga hjá onkrum av tíðindafólkunum í ÚF. Burtur- úr rúgvuni hesa vikuna má eg nevna tvær: »..og so er ikki gott at vita, um Guð er fullveldismaður« og »í tónleikinum nú fara vit at hoyra danska bólkin Bjørn og gamaní - ella Bjørn & Okay«. Halt endiliga fram við hasum, tað kann bjarga nógvum keðiligum tíðindasendingum. Mangt verður sagt, sum kundi verið ósagt Pernilles Univers Týskvøldið kl. 20.55 Sunnukvøldið kl. 20.00 Svaka liðið flippar út Sunnukvøldið kl. 20.00 Annika Sølvará ummælir: Mánakvøldið kl. 20.30 Norðmenn skerdu fiskirættindini hjá føroyingum við Svalbard einsíðugt í 1998, tí vit ikki nýttu okkara fiskidagar, men teir skerja ikki sínar egnu fiskidagar, sum teir heldur ikki nýta og hetta kann gerast alt avgerandi, tá kvotur verða settar við Svalbard, sigur Jóhannes Joensen, skipari á South Island FISKIVINNA Jústinus Leivsson Eidesgaard Spurningurin um landsstýr- ið skal loyva fleiri rækjbát- um er tvískildur. Snýr tað seg um, at sláa fast søgu- ligan rætt til fiskidagar, so er er rætt at fáa fleiri rækjuskip inn í flotan, men verða høvuðsleiðirnar á Flemmish Cap og við Svalbard kvoteraðar eftir verandi fiskidøgum, so standa vit eftir við einum alt ov stórum flota til alt ov lítlar kvotur, hetta heldur skiparin á South Island, Jóhannes Joensen úr Vági. – Føroyska rækjuveiðan er í dag 4-500 milliónir í hørðum valuta. Tað er ikki bara ein spurningur um at gagnnýta fiskidagar og vit royna sjálvsagt, har mest er at fáa. Men tað undrar meg stórliga, at forøoykir mynd- ugleikar tykjast at hava góðtikið, at norðmenn hava skert okkara fiskidagar við Svalbard við eini helvt, uttan sjálvir at hava tikið ein einasta fiskidag burtur frá sær sjálvum, sigur Jó- hannes Joensen, skipari. – Tað tykist sera løgið, at norðmenn ikki nýta somu grundgevingar fyri sær sjálvum, sum fyri øðrum, tá teir royna at verja rækju- stovnin við Svalbard, sigur hann. – Fyri tað fyrsta, so var Føroyar einasta land í samfull 15 ár, sum varð avmarkað av norðmonnum við Svalbard. Vit fingu fiskidagar meðan øll hini londini kundu veiða óav- markað. Nú hava so norð- menn skert okkara fiski- dagatal úr 2400 niður í 1300 fiskidagar. Vit kunnu skilja hetta útfrá, at fiski- skapurin hevur verið betri á Flemmish Cap seinni árini, men fiskidagar merkja eisini søgulig rættindi. Tað er ongin ivi um, at kvotur verða ásettar við Svalbard. Hesar verða útroknaðar eftir fiskidøgum. Og tá verður munur á at rokna kvotur eftir 2400 fiskidøg- um heldur enn 1300. Norð- menn eiga 8500 fiskidagar við Svalbard. Eg havi roynt nógv har á leiðini og eg skjóti upp á at teir nýta ikki ein dag yvir 5000 fiski- dagar við Svalbard. Hóast tað, so verða teirra kvotur í framtíðini útroknaðar frá teimum 8500 fiskidøgun- um, sum standa óbroyttir, hóast vit føroyingar eru skerdir, sigur Jóhannes Joensen, skipari. Eru grammir Norðmenn vita, at fiski- dagar telja nógv, tá tað einaferð í framtíðini verða ásettar kvotur ár rækjum. Tí eiga teir ikki færri enn 6000 fiskidagar á Flemm- ish Cap, men brúka bara ein lítlan part av hesum. – Á Flemmish Cap hevur norski trolarin “Ingvar Iversen” roynt einsamallur og onkuntíð hendir tað seg at eitt annað norskt skip kemur á leiðina. Teir brúka eini 5-600 fiskidagar á Flemmsh Cap. Men teir halda slett ikki, at nakað er galið við at teir liggja á 6000 fiskidøgum til hesi fáu skip. Her er slett ikki neyðugt at skerja niður eins og teir gjørdu við føroysku fiskidøgunum við Sval- bard, sigur Johannus Joen- sen. – Norðmenn hava sett sær fyri, at rækjuveiðan við Svalbard skal kvoterast um stutta tíð., Og í løtuni gera teir risa íløgur í rækjutrol- arar, sum teir senda á leið- ina. Um ein maður í Noreg eigur ein pinkulítlan rækju- bát upp á nøkur fá tons, so gevur hesin rættindi at byggja ein rækjutrolara í 120 millióna klassanum,. Vit hava sæð nógv dømi um hetta í seinstuni,sigur Jo- hannes Joensen. – Tað er framvegis langt frá, at norðmenn klára at nýta sínar egnu fiskidagar við Svalbard, og tí er tað ógvuliga mistonkiligt, at teir skerja fiskidagar hjá øðrum, við grundgevingini at hesir ikki klára at nýta allar fiskidagarnar, tá teir einki gera við sínar egnu ónýttu fiskidagar, sigur hann. – Føroyingar hava ein trupulleika. Tað er kanska pláss fyri fleiri rækjuskip- um, hugsa vit um at gagn- nýta fiskidagarnar, men verða hesir roknaðir um til kvøtur, so verða hesar alt ov smáar, verða tær rokn- aðar frá 1300 døgum. Tí eigur landsstýrið at gera alt fyri at fáa upprunaligu fiskidagarnar aftur,sigur Jóhannes Joensen. South Islnad og Kappin royna í løtuni við Svalbard. Fiskiskapurin er smáligur. FISKIVINNUTÍÐINDI Ongin setur spurnartekin við norðmenn Johannes Joensen, skipari á brúnni á »South Islands« South Island, tá hann fyrstu ferð kom á Vág