Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 16. mars 2001 11 10 Nr. 53 - 16. mars 2001 – Tað er ógvuliga óheppið, at eitt fakfelag fær ymisk boð frá landsins myndugleikum. Men at blokera alla barnaansingina í Føroyum, tí vit hava tosað framvið hvønn annan, er ikki orsøk til at fara út í arbeiðssteðg, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum hevur fingið klaguskriv frá Føroya Pedagogfelag SAMRÁÐINGAR- RÆTTUR Turið Kjølbro Málið er einfalt, kommun- urnar yvirtøku 1. juli í fjør dagstovnaøkið frá landin- um og tí eru tað tær, sum skulu samráðast við Føroya Pedagogfelag um nýggjan sáttmála fyri teir 500 lim- irnar, sum arbeiða á dag- stovnum kring landið. Hetta sigur Anfinn Kalls- berg, løgmaður, sum hevur ilt við at skilja, at Føroya Pedagogfelag ikki sættis við henda veruleika. Í tvær vikur hevur Pedagogfelagið sent løgmanni trý brøv, tað seinasta eitt klaguskriv um framferðina í málinum. Tvey brøv eru svarað, men Føroya Pedagofelag er ikki nøgt við úrskurðin. - Svarini eru avgreidd av lógardeildini og tey taka støði í galdandi lóggávu. Eg skal síggja til, at lóg- gávan verður umsitin eftir landsins lógum. At felagið ikki er nøgt við svarini, kann eg ikki gera so nógv við, sigur Anfinn Kalls- berg. Føroya Pedagogfelag vil hava løgmann at bera seg skjótt at og svara klagu- skrivinum sum skjótast. Felagið hevur longu sagt, at verður útfallið ikki nøkt- andi, verða tiltøk sett í verk. Og tiltøk merkir ar- beiðssteðg, har 500 starvs- fólk leggja arbeiðið niður. Løgmaður dámar hinvegin ikki hesa hóttanina, hann hevur fingið. – Eina klagu sum hesa kann eg ikki avgreiða í eini handavend. Og eg svari ikki klagum undir hóttan. Fe- lagið ákærir tvey lands- stýrisfólk og skal nøkur rættartrygd vera, mugu tey hava høvi at úttala seg í málinum. Er tað soleiðis, at eitt landsstýrisfólk hevur borið seg skeivt at, er ein vanlig mannagongd, sum skal fylgjast. Hetta kann taka langa tíð, sigur Anfinn Kallsberg. Lógarinnar bókstavur avgerandi Kjarnan í málinum er, at Helena Dam á Neystabø sum landsstýriskvinna, á tingi svaraði fyrispurning- um frá tveimum tingfólkum uppá, hvar samráðingar- rætturin liggur eftir, at kommunurnar yvirtóku dagstovnaøkið 1. juli í fjør. Samráðingarnar skulu framhaldandi verða ímill- um Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag, segði hon. Og hesum hava bæði Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið handlað eftir. Men sambært løg- manni er tað sólarklárt, at tað er kommunurnar, sum Føroya Pedagogfelag skal samráðast við. – Tað stendur í lógini, hvør hevur ábyrgdina av økinum, tað er kommun- urnar, og tú kanst ikki hava ein triðja part at samráðast við. Í lógini stendur eisini, at Fíggjarmálastýrið skal góðkenna sáttmálarnar. Lógarinnar bókstavur gongur fram um tað, sum verður sagt á tingsins røðarapalli, serliga undir fyrstu viðgerð. Ofta henda nógvar broytingar, frá tí eitt uppskot verður lagt fyri tingið til tað endaliga er avgreitt. Tá ber ikki til at hefta seg við, hvat onkur hevur sagt undir fyrstu viðgerð. Tað undrar løgmann, at Pedagogfelagið, sum hevur sitið undir hvørjum orði, sum varð sagt, tá dag- stovnalógin var fyri á tingi í fjør, ikki hevur funnið út av, at tað stendur klárt og týði- liga í lógini, at kommunur- nar eiga økið. – Fíggjarmálastýrið ger sáttmála við Pedagogfe- lagið fyri tey, sum arbeiða á stovnum, ið hava við okk- ara málsøki at gera. Eingin sigur, at tað ikki kann vera sami sáttmáli, sum verður galdandi fyri hini. Fíggjar- málastýrið hevur bara ikki heimild at gera hendan sáttmálan. Dagstovnaøkið er kommunalt øki og kommunurnar hava ábyrgd av økinum, bæði tá ið tað snýr seg um at skipa og raðfesta økið, og tá ið tað snýr seg um at samráðast um tær treytir sum eru, slær løgmaður fast. Alt seinasta heyst hevur Pedagogfelagið samráðst við Fíggjarmálastýrið um nakrar flokkingar innan dagstovnaøkið. – Hetta kenni eg einki til og kann tí ikki svara uppá, hví so hevur verið, sigur løgmaður. Øll byrjan trupul Ikki bara Føroya Peda- gogfelag hevur ikki vitað, at samráðingarrætturin er fluttur. Heldur ikki komm- unurnar hava verið greiðar yvir, at tað eru tær, sum skulu samráðast við Peda- gogfelagið. – Kommunurnar hava verið ógvuliga virknar, tá ið henda lógin varð tilevnað. Tær hava enntá sagt, at landsmyndugleikarnir blandaðu seg ov nógv ppí, tá ið lógin skuldi gerast, eitt nú tá ið krøv skuldu setast. – Hinvegin er øll byrjan trupul og kommunurnar hava fingið eitt nýtt øki at umsita. Nú eru tær arbeiðs- gevarar og tað hava tær ikki verið fyrr. At tær ikki hava fyrireikað seg til hesa nýggju uppgávuna, er eitt sindur kaotiskt. Tað er eisini óheppið, at ymsu kommunurnar gera ymisk- ar sáttmálar, og eg skilji væl, at tað vil Føroya Peda- gogfelag sleppa undan. Ein gongd leið – Tað kann vera, at sam- skiftið ikki hevur verið nóg gott. Og tað er greitt, at tað er ógvuliga óheppið, at eitt fakfelag fær ymisk signal frá landsins myndugleik- um. Hinvegin at fara at blokera alla barnaansingina í Føroyum, tí vit hava tosað framvið hvønn annan, er ikki orsøk til at fara út í arbeiðssteðg. Vit eiga heldur at seta okkum niður at loysa trupulleikan, og tað er ikki ringt. Og løgmaður vísur á ein møguleika. – Onkur hevur longu hevur verið inni á, at tað ber til at loysa trupulleikan fyribils við at Kommunu- samskipanin og Komm- unala Arbeiðsgevarafelagið gera eina avtalu við Fíggj- armálastýrið, har sami sátt- máli verður gjørdur fyri pedagogarnar fyri eitt tíðarskeið. Fíggjarmála- stýrið kann ikki gera sátt- mála yvir høvdið á komm- ununum, men kommunur- nar kunnu geva Fíggjar- málastýrinum loyvi at gera ein sáttmála sum er gald- andi fyri bæði dagstovna- og serstovnaøkið. Tað er ein gongd leið, sigur Anfinn Kallsberg. Svari ikki kæru undir hóttan Føroya Pedagog- felag hevur givið løgmanni stutt skotbrá at fáa greiði á, hvønn felagið skal samráðast við SAMRÁÐINGAR- RÆTTUR Turið Kjølbro Enn er spurningurin um, hvønn Føroya Pedagog- felag skal samráðast við um nýggjan sáttmála ikki avgreiddur. Nevnd- in í felagnum greiddi á fundi í gjár álitisfólkun- um frá støðuni. Í sam- røðu í týsdagsblaðnum segði forkvinnan í Før- oya Pedagogfelag, Ca- rita Björklund, at felagið møguliga fer í arbeið- steðg, um útfallið av ógreiðu støðuni ikki verður nøktandi fyri felagið. Í tíðindaskrivi, sum varð sent eftir fundin við álitisfólkini í gjár, sigur nevndin í felagnum nú, at avgerð er tikin um, at løgmaður fær eitt stutt skotbrá at svara klaguskrivinum frá felagnum. Felagið hevur í skriv- um víst bæði Helenu Dam á Neystabø og Karstini Hansen á støð- una. Týsdagin handaði felagið løgmanni klagu- skriv, har felagið kærir framferðina hjá lands- stýrisumboðunum, og vísir á, at tað kann ikki vera rætt, at Helena Dam á Neystabø á ting- sins røðarapalli boðar frá, hvar samráðingar- rætturin skal liggja, og at Fíggjarmálastýrið síð- ani, meir enn eitt hálvt ár aftaná, beint áðrenn sáttmálarnir ganga út, boðar felagnum frá, at tey ikki meta seg skula samráðast fyri dag- stovnaøkið. Kjarnan í málinum er, at Helena Dam á Neystabø sum lands- stýriskvinna, á tingi svaraði fyrispurningum frá tveimum tingfólkum uppá, hvar samráðingar- rætturin liggur eftir, at kommunurnar yvirtóku dagstovnaøkið 1. juli í fjør. Samráðingarnar skulu framhaldandi verða ímillum Fíggjar- málastýrið og Føroya Pedagogfelag, segði hon. Hesum úttalilsum hava bæði Føroya Peda- gogfelag og Fíggjar- málastýrið handlað eftir. Sáttmálin varð sagdur upp at fara úr gildi 1. mars 2001. Sáttmála- uppskotini vórðu handað Fíggjarmálastýr- inum á fundi tann 1. februar, uttan at eitt einasta orð varð grett um skeiva adressu. Í byrjanini av februar mánaði, kemur Fíggjar- málastýrið tilvildarliga eftir, at tey ikki meta seg at hava heimild at sam- ráðast við felagið um dagstovnaøkið. Støðan er nú tann, at sáttmálin er farin úr gildi, dag- stovnaøkið liggur í sáttmálaloysi, og tað er avgerandi neyðugt hjá felagnum at fáa greiði á rættarstøðuni. – Fyri okkum tykist tað, sum um totalt áskil valdar í landsins umsit- ing. Vit fáa okkum illa at trúgva, at løgmaður fer at góðtaka, at til ber hjá einum aðalstýri meira enn eitt hálvt ár eftir, at lógin kom í gildi, at trýsta ígjøgnum eina tulking, sum beinleiðis er í andsøgn við tað, sum landsstýriskvinnan próvfast hevur boðað frá á tingsins røðarapalli, sigur nevndin í skrivi. Løgmaður fær stutt skotbrá – Lógarinnar bókstavur gongur fram um tað, sum verður sagt á tingsins røðarapalli, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður 130 bátar seldu 103 tons um gólvsøluna hósdagin. Av hesum varð nógv tann størsti parturin, 85 tons, landaður á Toftum. 10 tons vóru landað í Klaksvik, meðan ávíkavist fimm og trý tons vórðu landað í Sørvági og Vági Sýslu- nummar Skipanavn Reiðskapur kilo FD 108 DANITA SNELLA 466 FD 117 GERÐISBÁTURIN SNELLA 80 FD 124 MÚLATINDUR SNELLA 502 FD 131 HØGHAMAR SNELLA 781 FD 138 BYRGI SNELLA 398 FD 152 KROSSTÚGVAN SNELLA 159 FD 160 SVANANES SNELLA 660 FD 174 SILVER BELLE SNELLA 272 FD 176 HELEN LÍNA 1.552 FD 183 VÍGDIS SNELLA 60 FD 184 FISKAKLETTUR SNELLA 347 FD 193 MARNA SNELLA 1.673 FD 205 GRETA SNELLA 285 FD 258 TINNA SNELLA 95 FD 263 RÚNI SNELLA 794 FD 306 VESTURLAND M/S GØRN 107 FD 329 KARIN 3 SNELLA 263 FD 348 SKORATINDUR SNELLA 431 FD 363 KNÚKUR SNELLA 266 FD 386 SLÆTTIKLETTUR SNELLA 479 FD 390 ELISABETH SNELLA 87 FD 398 HAVRENNINGUR SNELLA 690 FD 418 EYSTURLÍÐ SNELLA 912 FD 420 REYNIR SNELLA 849 FD 428 MARGIT J LÍNA 128 FD 437 MUNKURIN 3 SNELLA 558 FD 460 SAFIR SNELLA 650 FD 565 HANNA SNELLA 368 FD 587 KATRIN SNELLA 600 FD 65 EIK HELGADÓTTIR SNELLA 506 FD 660 FALKURIN SNELLA 611 FD 761 GUNNVÁ SNELLA 541 FD 77 IRDI SNELLA 544 FD 771 KATRIN SNELLA 119 FD 775 LANGANES SNELLA 190 FD 783 GLÚPUR LÍNA 7.114 FD 80 NORÐBÚGVIN SNELLA 415 FD 803 SNOOPY SNELLA 353 FD 812 GEIRHÓLMUR LÍNA 2.120 FD 84 JÓN SNELLA 238 FD 855 LÓMUR M/B SNELLA 79 FD 860 SJÓGUTTIN LÍNA 3.181 FD 900 HØVNIN LÍNA 6.169 FD 905 TRÚGVI LÍNA 2.356 FD 954 VØRÐAN SNELLA 240 FD1046 MIÐHAMAR SNELLA 644 FD1116 FRIDA SNELLA 565 FD1130 SJÓBÚGVIN SNELLA 571 FD1140 EYÐIN SNELLA 715 KG SONJA SNELLA 154 KG 123 HÁENNI LÍNA 4.323 KG 176 SVARTBAKUR M/B SNELLA 810 KG 45 RANDI SNELLA 226 KG 47 HAVSBRÚN LÍNA 2.285 KG 522 SVARTABERG SNELLA 130 KG 589 KALLANES LÍNA 2.875 KG 744 OSLA LÍNA 1.954 SA 45 SÓLRUN SNELLA 716 TG 122 FRÍÐHILD SNELLA 210 TG 22 HAVGÁSIN SNELLA 239 TG 26 MAJBRITT SNELLA 611 TG 283 HERDIS SNELLA 907 TG 300 LÍÐARBRØÐUR V/H. JOENSEN SNELLA 1.120 TG 303 RICHARD Í SMIÐJUNI SNELLA 1.167 TG 310 SJÓRIDDARIN SNELLA 425 TG 330 VÍKINGUR SNELLA 185 TG 395 VIMA B SNELLA 91 TG 40 KAMBUR SNELLA 374 TG 401 BARBARA SNELLA 848 TG 435 JÓRUN SNELLA 362 TG 460 MARIANN SNELLA 665 TG 471 NÚPUR SNELLA 480 TG 56 MARIAN M. SNELLA 252 TG 562 TODNES SNELLA 668 TG 576 SVANUR SNELLA 2.272 TG 592 JENNY B SNELLA 57 TG 597 TORSTEIN SNELLA 633 TG 60 SJÓFARIÐ SNELLA 180 TG 608 RÁAKLETTUR SNELLA 40 TG 620 BERGUR II SNELLA 731 TG 622 VARÐIN SNELLA 488 TG 631 SKARSTEIN SNELLA 950 TG 650 NÍPAN SNELLA 597 TG 670 VÍKABERG SNELLA 220 TG 744 MARJUN SNELLA 936 TG 797 NORÐFARIÐ SNELLA 361 TG 808 POUL S. SNELLA 340 TG 91 STJØRNAN SNELLA 679 TN 149 ØRVUR SNELLA 200 TN 260 MONICA SNELLA 299 TN 270 TORGUN SNELLA 111 TN 288 INGA MARETA SNELLA 933 TN 339 HERBORG LÍNA 3.168 TN 381 SANCY SNELLA 587 TN 390 TRÝ SYSTKIN LÍNA 1.174 TN 417 NAVADRANGUR SNELLA 124 TN 483 ÆGIR LÍNA 5.637 TN 718 HVÍTABERG SNELLA 761 TN 753 TÓRA SNELLA 2.154 TN 81 THOMMAS SNELLA 149 TN 810 GÓÐIDRANGUR SNELLA 154 TN 91 LÓMUR SNELLA 123 TN 919 MORGUNROÐIN SNELLA 1.925 TN 973 ANNA KATRINA M/B SNELLA 371 TN 979 BRYNHILD SNELLA 542 TN 992 ÁRNASTEINUR SNELLA 379 TN1009 JOAN 2 SNELLA 205 TN1090 ANNIKA LÍNA 3.812 VA 109 ELLA SNELLA 17 VA 111 SIGGA SNELLA 349 VA 125 LÍRABERG SNELLA 489 VA 135 HAVFRÚGVIN SNELLA 83 VA 141 ÁLKUKLETTUR M/B SNELLA 494 VA 164 NIKLÁI SNELLA 581 VA 28 ÁLITIÐ SNELLA 722 VA 287 SÓLVÁ SNELLA 128 VA 324 SKARVUR SNELLA 352 VA 350 SIRIÐ SNELLA 539 VA 60 DÁVA DÁNJAL SNELLA 456 VA 82 RAÐNES SNELLA 264 VN 125 ÆGIR SNELLA 147 VN 132 TORDIS M/B SNELLA 170 VN 136 SÆVAR SNELLA 348 VN 25 TOFTAFOSSUR SNELLA 449 VN 255 ELSA M/B SNELLA 320 VN 408 JÓNVØR SNELLA 827 VN 425 HALLA SNELLA 194 VN 430 RUÐITANGI SNELLA 287 VN 447 FRÍÐGERÐ SNELLA 488 VN 46 VESTURROÐIN SNELLA 307 Gólvuppboðssølan FISKIVINNUTÍÐINDI Vørunavn kilo BROSMA 0 68 BROSMA 3&4 29 HÝSA 0 36 HÝSA 1 85 HÝSA 2 480 HÝSA 3 1.511 HÝSA 4 70 HAVTASKA 0 18 LONGA 0 132 LONGA 4&5 19 REYÐSPRØKA 0 54 SIL 1.307 SKRUBBA 50 Vørunavn kilo STEINBÍTUR 74 TOSKAROGN 5.007 TOSKUR 1 1.307 TOSKUR 2 10.728 TOSKUR 3 41.915 TOSKUR 4 33.053 TOSKUR 5 6.503 UPSI 0 478 UPSI 1 48 UPSI 2 94 UPSI 3 14 UPSI 4 83