fríggjadagur 16. mars 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 - 16. mars 2001
9
8
Nr. 53 - 16. mars 2001
At oljufeløgini nú
taka seg saman í eitt
slag av áhugafelag er
fult í tráð við ynskið
frá føroyskum
myndugleikum um at
kunna venda sær til
eitt stað, har øll
oljufeløgini eru
umboðað sigur
Halvor Snarvold, sum
fer at standa á odda
fyri nýggja føroyska
oljuídnaðarbólkinum
at byrja við
OLJUFELØG Í
FØROYUM
Jan Müller
Eitt av teimum útlendsku
oljufeløgunum, sum hevur
arbeitt longst við Føroya-
økinum og sum uttan iva
hevur vitjað her oftast og
havt mest við føroyskar
myndugleikar at gera øll
hesi seinastu árini tosað og
arbeitt hevur verið við olju-
málinum, man vera norð-
maðurin Halvor Snarvold.
Upprunaliga arbeiddi hann
hjá Enterprise Oil, síðani
hevur hann arbeitt fyrr At-
lantic Margin Group og fyri
Statoil, men í dag hevur
hann sína egnu ráðgevandi
fyritøku. Øll hesi seinastu
árini hevur hann staðið á
odda fyri GEM-starvinum,
sum nú lutvíst verður av-
loyst av tí nýggja felagnum
FOÍB. Tað verður helst
Halvor Snarvold, sum kem-
ur at standa á odda fyri hes-
um felagsskapi í byrjanini,
men ætlanin er so, at onkur
frá
fyristøðufeløgunum
verður formaður, og at onk-
ur føroyingur so helst kann
taka yvir sum frálíður.
Halvor
Snarvold,
ið
greiddi umboðum fyri før-
oyskt vinnulív, almennar
stovnar, myndugleikar og
feløg frá nýggja felags-
skapinum á fundi í útvarps-
høllini í vikuni sigur, at tal-
an er ikki um nakað ar-
beiðsgevarafelag fyri olju-
feløg. Tað snýr seg um eitt
sokallað
»bransjufelag«,
har mál av felags áhuga
verða viðgjørd. Men tað
skal so eisini taka sær av
teimum mongu verkætlan-
unum frá GEM-samstarv-
inum, ið framvegis eru í
gongd.
Halvor Snarvold sær ikki
nýggja felagsskapin sum
nakra mótvekt ella mótpol
til føroyskar myndugleikar
og vinnulív, har oljufeløg-
ini skulu tryggja seg sjálvi
og syrgja fyri, at tey fáa
sum mest burtur úr. – Í slík-
um felagsskapi kunnu vit
sjálvandi tala við eini rødd,
og tað kann gera alt meira
einfalt bæði fyri feløgini
men so sanniliga eisini fyri
føroyskar myndugleikar og
vinnulív.
Halvor Snarvold sigur
annars, at hetta samstarvið
millum oljufeløgini hevur
verið væl og virðiliga við-
gjørt saman við og viðmælt
av føroyskum myndugleik-
um, sum hava ynskt at
kunna fara til eitt ávíst stað
at tosa við øll oljufeløgini
og harvið kunna fáa tær
samrøður, fundir og svar,
sum tørvur er á. Eisini um-
boð fyri høvuðsvinnuna,
fiskivinnuna hava sett fram
ynski um at kunna fara til
bara eitt stað, har øll olju-
feløgini eru umboðað.
Ikki mótpolur
Hann heldur ikki, at før-
oyingar eiga at kenna hetta
samstarvið sum nakra hótt-
an ella sum eina roynd hjá
oljufeløgum, sum framm-
anundan eru risastór, at ger-
ast enn sterkari mótvegis
føroyskum myndugleikum.
Tvørturímóti er ætlanin, at
hetta forum skal vera við til
at menna samstarvið og
fremja dialogin millum
myndugleikar og oljufeløg-
ini. Í fleiri av teimum ar-
beiðsbólkunum, sum eru
settir, eru tí eisini umboð
fyri føroyskar myndugleik-
ar. Nýggi felagsskapurin er
eisini soleiðis bygdur upp,
at oljufeløg, sum ikki hava
leitiloyvi við Føroyar, men
sum standa úti á síðulinjuni
og fylgja við og t.d. kunnu
hugsa sær at vera við í 2.
útbjóðingarumfari, kunnu
vera við í tveimum av ar-
beiðsbólkunum, sum hava
við umhvørvi og hav/veður
at gera. Sosialurin skilur, at
fleiri av teimum heilt stóru
oljufeløgunum, sum upp-
runaliga vórðu við í kann-
ingunum av føroyska land-
grunninum, møguliga vilja
hava áhuga at vera við í
hesum arbeiðsbólkunum.
Hesi kunnu vera Exxon-
Mobil, Shell, Texaco, Total-
FinaElf og uppaftur onnur.
Enn fyriliggur tó einki
ítøkiligt um, at hesi feløgini
eru á veg inn aftur í før-
oyska økið, tó at okkurt fel-
ag skal hava spurt seg fyri.
Halvor Snarvold vil ikki
siga nær føroyingar áttu at
skipað fyri enn eini útbjóð-
ing. Fyrst mugu hesir 8
brunnarnir verða boraðir
tvs. áðrenn 2003. – Persón-
liga vildi eg hildið, at eitt
nýtt umfar so kundi komið
eftir tað, men tað vil eg
helst ikki leggja meg út í, tí
tað er ein føroysk avgerð.
Ein felagsskapur sum
FOÍB er eindømi í hesum
parti av heiminum. Halvor
Snarvold kennir ikki til
nakað líknandi tað hann
veit um. FOÍB er tí nakað
serføroyskt, sum er skrædd-
araseymað út frá føroyska
samfelagnum, umhvørvin-
um og tí tørvi, sum er her.
Tvs. at man hevur eisini
tikið við tær royndir, sum
eru gjørdar aðrastaðni við
líknandi
felagsskapum.
Tikið tað besta við og solda
tað minni góða frá. Í Bret-
landi hevur tú eisini ein fel-
agsskap fyri oljufeløg men
tað er bara fyri fyristøðufel-
øg (operatørar), og tað
sama er galdandi í Noregi.
Hetta er tí fyrstu ferð, at tú
skipar ein felagsskap fyri
oljufeløg, sum hava leiti-
loyvi og har tú sum sagt
ikki skilur millum fyri-
støðufeløg og hini oljufel-
øgini, ið eru við.
Oljufeløg tosa við eini rødd
Halvor Snarvold, ein av
útlendsku veteranum tá tað
snýr seg um fyrireiking til
eina føroyska oljuleiting.
Mynd Jan Müller
Umleið 70 umboð fyri føroyskar stovnar, myndugleikar og vinnulív vórðu við á kunnandi
fundinum í Útvarpshøllini í viku.
– Tað eru fá pláss í
heiminum, sum eru
so væl fyrireikað til
eina oljuleiting sum
Føroyar. Og verður
olja funnin, so eiga
føroyingar ikki at
taka hana í land her.
Sleppið undan stór-
um tangaskipum við
strendurnar og takið
heldur pengar inn um
skattaskipanina sigur
Halvor Snarvold,
royndur oljumaður
FØROYINGAR
OG OLJA
Jan Müller
Nú Halvor Snarvold, prof-
essionellur oljumaður í eitt
mannaminni, lítur aftur um
bak heldur hann, at tað hev-
ur verið ein sera skilagóð
og heppin útviklingur í all-
ari tilgongdini til ta leiting,
sum nú fer at byrja í Føroy-
um. Hann hevur eisini var-
hugan av, at føroyskir
myndugleikar
eru
sera
fegnir um nógv av tí ar-
beiði, sum gjørt er í t.d.
GEM. – Alt tað tilfarið,
sum er gjørt í sambandi við
GEM, verður nú brúkt í til-
rættaleggingini av komandi
boringum. So tað hevur
riggað væl.
Halvor Snarvold heldur
tað ikki vera at taka munnin
ov fullan at siga, at Føroyar
sum samfelag eru kanska
nógv betur fyrireikaðar til
eina komandi leiting enn
nakað annað øki í heimin-
um, sum er farið undir leit-
ing. Her hugsar hann so
serliga um tey fakligu
økini, ið hava beinleiðis við
komandi boringar at gera.
Uppá fyrispurning um vit í
Føroyum hinvegin ikki eru
ov sein á sjóvarfallinum, tá
tað ræður um at umrøða tær
meira samfelagsligu, men-
tanarligu og sosialu avleið-
ingarnar av eini leiting
heldur Halvor Snarvold, at
hetta orðaskiftið kemur
ikki ov seint, tí avleiðingar
av hesi vinnu fer tú ikki at
merkja fyrr enn tú hevur
funnið nógva olju og skal
til at byggja út stór felt. Og
eftir øllum at døma ganga
tað enn nøkur ár, áðrenn vit
síggja eina veruliga fram-
leiðslu á føroyskum øki.
Onga olju til Føroya
Tá vit spyrja Halvor Snar-
vold um hansara persónligu
meining um hetta at skula
gera av, um oljan skal í land
í Føroyum ella ikki, tá er
hann rættiliga avgjørdur. –
Mín meining er tann, at tit
eiga als ikki at taka olju ella
nakað, sum hevur við hana
at gera í land í Føroyum.
Tað er nógv lættari og betri
at fáa pengarnar inn um
skattaskipanina heldur enn
at skula hava stór tangaskip
siglandi við strendurnar og
harvið verða ein álvarslig
umhvørvislig hóttan og til
bága fyri fiskivinnuna.
Halvor Snarvold telist ikki
millum teirra, sum bera
ótta fyri avleiðingunum av
eini
oljuvinnu.
Hann
heldur, at fyrireikingarnar
hava verið sera skilagóðar.
–Eg haldi føroyingar eru alt
ov intellegentir til at enda í
eini “Kuwaitstøðu”, har
pengarnir floyma inn í sam-
felagið og taka yvirhond.
Tað skal ein oljugrunnur
m.a. forða fyri.
Føroyar væl fyrireikaðar
til oljuleiting
Føroyska manningin, sum stendur á odda fyri komandi oljuleiting: Ben Arabo, Amerada Hess,
Hjarnar Djurhuus, BP, Rúni Hansen, Statoil, Johan Mortensen, Anadarco og Ingi Højgaard,
Agip.
Mynd Jan Müller
SAMSTARV MILLUM
OLJUFELØG
Jan Müller
Á fundi í Keypmanna-
havn í januar í ár varð
Føroya Oljuídnaðarbólk-
ur settur á stovn. Hesin
bólkur er ein avloysari
ella uppfylging til GEM,
sum hevur verið eitt tætt
samstarv millum olju-
feløgini og eisini føroysk-
ar myndugleikar.
Týsdagin var kunnandi
fundur um nýggja felags-
skapin. Boðin vórðu um-
boð fyri ymsar føroyskar
stovnar og feløg
Tað eru teyt 12 oljufel-
øgini, sum hava fingið
loyvi at leita eftir olju á
Føroyska økinum, sum
hava sett á stovn Føroya
Oljuídnaðarbólk, FOÍB.
Endamálið við Føroya
Oljuídnaðarbólki er mill-
um annað at skapa ein
virknan miðdepil fyri
umrøðu og semjun av
felags
áhuga
sigur
Atlanticon, sum verður
skrivstova hjá nýggja
felagsskapinum í kunn-
ingarskrivi.
Víst verður á, at tað
við stovnanini av FOÍB
fæst til vega eitt forum, ið
kann samskifta við før-
oyskar myndugleikar um
týðningarmikil mál og
operatiónsspurningar.
FOÍB tekur við eftir
GEM samstarvið, og tað
arbeiði sum er útinnt í
samband
við
fyri-
reikingarnar til teir fyrstu
leitibrunnarnar.
Høvðusparturin av tí
innleiðandi arbeiðinum
hjá FOÍB verður menning
av eini felags kós fyri at
fremja møguleikan hjá
føroyskum veitarum í
kapping at veita vørur og
tænastur til frálandavinn-
una. FOÍB fer eisini at
tryggja at felags verkætl-
anir verða framdar og at
úrslitini verða væl og
virðiliga lýst. Umframt
hetta vil FOÌG halda
fram við tí samskipaðu
gongd
í
umhvørvismálum, sum
var sett í verk av GEM.
FOÍB er skipað í fimm
arbeiðsøkir sum umfata:-
• Umhvørvi
• Operatión & Verkfrøði
(fevnur eisini um
Metocean)
• Operationell HTU
(heilsu, trygd og
umhvørvi)
• Leiting & Geoteknikk
• Vinnulig &
Løgfrøðilig Mál
Formennirnir í teimum
fimm undirbólkinum eru
fylgjandi:
Umhvørvi
Arne Myhrvold, Statoil
Operatión & Verkfrøði
John Thorogood, BP
Operatioinell HTU
Paolo Linzi, Agip
Leiting & Geoteknisk
Stephen Linnard,
Anadarko
Vinnuligt & Løgfrøðiligt
Ben Arabo, Amerada
Hess
Loyvini, ið vórðu givin í
fyrsta útbjóðingarumfari,
vórðu kunngjørd í august
2000
av
Føroya
Landstýri.
Tey
12
feløgini, ið fingu loyvini í
útbjóðingarumfarinum
og sum eru virkandi í
FOÍB, eru:
• Agip
• Amerada Hess
• Anadarko
• Atlantic Petroleum
• BG
• BP
• DONG
• Enterprise
• Føroya Kolvetni
• Phillips
• Statoil
• Veba
GEM samstarvið, sum
nýggja FOÍB í ávísan
mun byggir víðari á, varð
annars stovnað í samráð
við Føroya Landstýri,
stovnar og fyritøkur fyri
at fremja ætlanir innan
geoteknisk-, umhvørvis-
og metoceanøkir fyri at
geva vinnuni nóg mikið
av økisvitan til at verða
før fyri at byrja boringina
av teimum fyrstu leiting-
arbrunnunum á ein trygg-
an hátt og við atliti til
havumhvørvið
kring
Føroyar. Hetta arbeiði
varð seinni víðkað til eis-
ini at umfata trygd og til-
búgving.
Meira kunning fæst
annars við at venda sær
til Atlanticon, ið verður
sekretariat hjá FOÍB.
Hilmar
Eliassen,
Atlanticon, Tel. + 298 31
96 85
Føroya Oljuídnaðarbólkur
settur á stovn