fríggjadagur 16. mars 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sambært nýggjasta
sjálvstýrisuppskotinu
m hjá landsstýrinum,
hækka fyrisitingar-
ligu útreiðslurnar við
204 milliónum, tá
Føroyar eru vorðnar
fullveldisríki. Blokk-
stuðulin á knappa
milliard skal eisini
burtur. Men lands-
stýrið ætlar, at ein
búskapargrunnur
skal viga upp ímóti
útreiðslunum
SJÁLVSTÝRIS-
UPPSKOTIÐ
John Johannessen
Fyrsta viðgerð av uppskot-
inum til samtyktar um
nýggju sjálvstýrissemjuna
hjá samgonguni verður í
løgtinginum í dag.
Sambært viðmerkingun-
um til uppskotið, eru árligu
útreiðslurnar hjá Føroyum
hækkaðar við góðari milli-
ard, tá Føroyar hava fingið
fullveldi.
Landsstýrið roknar við,
at fyrisitingarligu útreiðsl-
urnar á føroysku fíggjarlóg-
ini hækka við 164 millión-
um, tá øll málsøki uttan rík-
ismál eru yvirtikin. Tá Før-
oyar eru vorðnar fullveldis-
ríkið og ríkismálini tískil
eisini eru yvirtikin, roknar
landsstýrið við, at fyrisit-
ingarligu
útreiðslurnar
hækka við umleið 40 milli-
ónum afturat. Tað vil siga,
at útreiðslurnar til fyrisiting
tilsamans eru hækkaðar við
umleið 204 milliónum, tá
fullveldi er vorðið veru-
leiki.
Blokkurin burtur
Samgonguflokkarnir eru
samdir um, at blokkstuðul-
in úr Danmark skal minka
við 300 til 400 milliónum
1. januar næsta ár. Síðani
skal blokkstuðulin minka
so líðandi ár um ár.
Blokkstuðulin ella heild-
arveitingin úr Danmark er í
løtuni 993,4 milliónir krón-
ur um árið. Tískil eru 993,4
krónur færri í inntøkum hjá
landskassanum, tá blokk-
stuðulin er minkaður burtur
í einki.
Tá henda upphædd verð-
ur løgd afturat metta fyrisit-
ingarliga kostnaðinum av at
yvirtaka øll málsøki, kunnu
vit siga, at føroyska samfel-
agið verður umleið 1,2
milliardir dýrari fyri lands-
kassan at reka, tá Føroyar
eru vorðnar fullveldisríki.
Hesin meirkostnaðurin
verður kortini ikki tveittur
yvir høvdið á føroyska
skattgjaldaranum í einum.
Sokallaða uppskotið til
samtyktar um sjálvstýri
Føroya fólks leggur upp til,
at málsøki so við og við
verða yvirtikin eftir einum
føstum leisti fram til 2012,
og at vit taka yvir fyrisit-
ingarliga
kostnaðin
av
ávísu málsøkjunum, so
hvørt vit yvirtaka tey.
Somuleiðis skal blokkstuð-
ulin minka árliga til einki er
eftir, men kortini ætlar
landsstýrið at høgga burtur
meira enn ein triðing av
blokkstuðulinum longu 1.
januar næsta ár.
Búskapargrunnur
bjargar
1,2 milliardir í meirút-
reiðslum er nógv fyri Før-
oyska samfelagið. Tí inni-
heldur uppskotið hjá lands-
stýrinum ein búskapar-
grunn, sum tryggjar javn-
vág í føroyska búskapinum.
Búskapargrunnurin er enn
ikki settur á stovn, men skal
virka frá 1. januar 2001, tá
blokkstuðulin minar við
300 til 400 milliónum krón-
um.
Landsstýrið ætlar, at bú-
skapargrunnurin
skal
kunna rinda 700 milliónir
krónur inn í landskassan til
fíggjarlógina næsta ár. Síð-
ani skal grunnurin rinda
eina fasta upphædd í lands-
kassan fram til 2016.
Landsstýrið roknar við, at
útgjaldið
úr
búskapar-
grunninum
tilsamans
í
mesta lagi verður 5,25
milliardir krónur.
Enn er ikki ein króna í
búskapargrunninum,
og
hann er heldur ikki settur á
stovn. Men landsstýrið ætl-
ar at fáa hann settan á stovn
sum skjótast, og síðani
skulu
allar
serinntøkur
landskassans beinast í bú-
skapargrunnin, umframt at
almennar ognir skulu selj-
ast, fyri at fáa pening í bú-
skapargrunnin.
Høgni Hoydal, landsstýr-
ismaður í sjálvstýrismálum,
vísir í sjálvstýrisuppskotin-
um á, at yvirskotsgjaldførið
hjá landskassanum verður
roknað sum innlán í Lands-
banka Føroya, ið er oman
fyri lóarásetta minstainnlán
landskassans í Landsbank-
anum. Tað vil siga, at yvir-
skotsgjaldførið er tann upp-
hæddin,
sum
inntøkur
landskassans eru oman fyri
markið fyri kravið, sum
Landsbankin setur.
Minstainnlánið fyri 2001
er 1.215 milliónir krónur,
men er í miðar higartil
1.900 milliónir. Tískil er
talan um eitt yvirskot, sum
kann fara í búskapargrunn-
in. Verður talan um slíkt
yvirskot onnur ár eisini,
verður tað somuleiðis flutt
búskapargrunninum. Har-
umframt væntar landsstýrið
at fáa nógvan pening í bú-
skapargrunnin við sølu av
almennum ognum.
Andstøðan hevur víst á,
at hon ikki metir hetta sum
eina skilagóða ætlan. Heilt
einfalt tí, at hon metir ikki
roknistykkið hanga saman.
Ásannandi, at Føroya
fólk er tjóð við ómiss-
andi og framhaldandi
sjálvsavgerðarrætti, tek-
ur Løgtingið undir við,
at farið verður undir
eina miðvísa fullveldis-
ætlan. Løgtingið tekur
tískil undir við, at lands-
stýrið fremur hesa ætl-
an:
• At stjórnarvald Føroya
tekur í seinasta lagi hin
1. januar 2012 við vald-
inum á øllum málsøkj-
um samsvarandi rættar-
støðu Føroya fólks, und-
antiknum teimum, ið
knýta seg beinleiðis aft-
ur at fullveldistøku, og
at stjórnarvald Føroya
samsvarandi
hesum
rindar sjálvt fyri máls-
økini.
• At fólkakirkja, revsi-
rættarmál, persónsrætt-
armál, húsfólkarættar-
mál,
arvarættarmál,
fíggjarrættarmál, hav-
umhvørvisvernd, skúla-
mál, Íleggingargrunnur-
in fyri Føroyar og Vága
Floghavn fara tó undir
føroyskt málsræði í sein-
asta lagi hin 1. januar
2002.
• At dómstólar, ákæru-
vald, fongsulsmyndug-
leikar, kriminalforsorg
og almannamál fara tó
undir føroyskt málsræði
í seinasta lagi hin 1.
januar 2004.
• At løgverja, gjaldoyra-
mál, peningamál, fígg-
ingarvirksemi,
flog-
ferðslumál, kortlegging
og fjarskiftismál fara tó
undir føroyskt málsræði
í seinasta lagi hin 1.
januar 2006.
• At
tilbúgving
og
heilsumál fara tó undir
føroyskt málsræði í sein-
asta lagi hin 1. januar
2008.
• At laga føroyska bú-
skapin frá studningsbú-
skapi til sjálvberandi bú-
skap verður farið undir
at rinda fyri málsøki, ið
eru farin undir føroyskt
málsræði og at lækka
heildarveitingarnar til
Føroya úr danska ríkis-
kassanum samsvarandi
hesum fyri ein kostnað
uppá tilsamans umleið
300-400 mió. kr. í sein-
asta lagi hin 1. januar
2002, og at heildarveit-
ingarnar síðan verða
lækkaðar, til tær eru
burtur.
• At settur verður á stovn
Búskapargrunnur Før-
oya við serstakari løg-
tingslóg, ið hevur til
endamáls at tryggja bú-
skaparligu
áhugamál
Føroya, sum skal sita
fyri inntøkum lands-
kassans frá kolvetnis-
vinnu; gjaldførisinntøk-
um í sambandi við ogn-
arskifti landsins; gjald-
føri landskassans á inn-
lánskontum í Lands-
banka Føroya, ið hin 1.
januar 2002 er oman fyri
lógásetta minstainnlán
landskassans í Lands-
banka Føroya; heildar-
veitingum til Føroya úr
ríkiskassa Danmarkar
við gildi frá 1. januar
2002; og øðrum serinn-
tøkum. At Búskapar-
grunnur Føroya letur
skiftisgjøld til fíggjarlóg
landsins, ið eiga at verða
ásett til í mesta lagi 700
mió. kr. í 2002, sum
lækka í eins stórum stig-
um um árið, til tey eru
burtur í 2016. At fæ-
feingið hjá Búskapar-
grunni Føroya, ið eftir
er, verður vart sum lang-
tíðarsamansparing Før-
oya fólks.
• At áðrenn Føroyar
verða skipaðar sum full-
veldisríki, verður tað
treytað av, at Føroya fólk
tekur avgerð um hetta á
fólkaatkvøðu í Føroy-
um.
Sjálvstýrið útsett
Fullveldi fyri góða milliard
Tað verður 1,2 milliardir dýrari at reka Føroyar sum fullveldisríki. Men ein búskapargrunnur skal fyrstu árini útjavna meirút-
reiðslurnar
Nýggja sjálvstýrissemj-
an hjá landsstýrinum
varð ikki viðgjørd á
tingfundinum í gjár, eins
og ætlað. Tingformaður-
in útsetti viðgerina til í
dag eftir ynski frá Sam-
bandsflokkinum.
Av tí, at málið varð
lagt fram týsdagin og
longu skuldi viðgerast í
gjár, helt Sambands-
flokkurin seg hava fing-
ið ov lítla tíð at fyrireika
seg til viðgerðina.
Høgni Hoydal legði
nýggju fram sum eitt
uppskot til samtyktar.
Uppskotið er prentað
niðanfyri
Uppskot til samtyktar:
Sjálvstýri Føroya fólks
Nr. 53 - 16. mars 2001
7
6
Nr. 53 - 16. mars 2001
Sambandsflokkurin
hevur lagt fyri tingið
uppskot um at
privatisera Lands-
verkfrøðingsstovnin
og Strandfaraskip
Landsins
PRIVATISERINGAR
Eirikur Lindenskov
Sambandsflokkurin
vil
hava landsstýrið at koma í
tingið við lógaruppskoti
um bygnaðarbroytingar og
privatiseringar/útlisitering-
ar á Landsverkfrøðings-
stovninum og Strandfara-
skipum Landsins. Flokk-
urin skjýtur upp, at skipað
verður deild undir Vinnu-
málastýrinum, sum skal
taka sær av øllum virksem-
inum, sum nú er hjá Lands-
verkfrøðingsstovninum og
hjá
Strandfaraskipum
Landsins.
– So nógv sum gjørligt av
tí virksemi, sum nú hoyrir
undir hesar stovnar, verður
privatiserað og úlisiterað til
privat at røkja, sigur Sam-
bandsflokkurin í uppskot-
inum. Eisini skjýtur flokk-
urin upp, at uppgávurnar
hjá nýggju deildini skulu í
høvuðsheitinum vera ráð-
geving, útbjóðingar og at
vera eftirlitsstovnur fyri
Føroya Landsstýrið.
Í viðmerkingum til upp-
skotið verður sagt, at lagt
verður upp til eina heildar-
loysn, sum fevnur um báðar
stovnarnar og at gera bygn-
aðarbroytingar í landsstýr-
inum.
Sambandsflokurin held-
ur, at vit alla tíðina eiga at
stremba eftir at reka samfe-
lagið bíligar og so effektivt,
sum gjørligt. Hetta fyri at
tey, sum nýta tænasturnar
og skattgjaldarin skulu fáa
eina so góða tænastu sum
møguligt – og bíliga.
Flokkurin vísir á, at
Landsverkfrøðingsstovnuri
n higartil hevur staðið fyri
øllum infrasskipanarupp-
gávum, og verður nevnt
sum dømi vegir, tunnlar,
havnir, tyrlupallar, ferju-
legur o. a. uppgávur, sum
bæði eru gjørdar fyri
kommunur og landsstýrið.
Sagt verður eisini, at
Strandfaraskip
Landsins
hava staðið fyri sjóvegis
flutninginum
í
millum
oyggjarnar og hava gjørt
royndir við uttanlands-
sigling. Harumframt rekur
stovnurin eisini farmaflutn-
ing við lastbilum og trail-
arum, ferðafólkaflutning
við bussum, bilverkstað o.
a. Eisini hevur stovnurin
fyrr havt tyrluflúgvingina
um hendi.
Sambandsflokkurin held-
ur, at verandi skipan polit-
iskt hevur verið trupul at
umsitið og hevur mangan
givið bæði landsstýris-
monnum og løgtingsmonn-
um grá hár í høvdið. Skip-
anin hevur eisini onkuntíð
verið beinleiðis orsøkin til
samgonguslit.
– Flestu munnu ásanna,
at skpanin hevur fingið
loyvi at vaksa á ein hátt,
sum ikki gevur borgaranum
bestu og bíligastu tænast-
una. Tí verður skotið upp,
at landsstýrismaðurin skal
koma við einum fullfíggj-
aðum uppskoti um, hvussu
hetta best kann gerast, so
endamálið við eini bygnað-
arbroyting, privatiseringar-
og útlisiteringarætlan av
nevndu stonvum samlað
kann verða rokkið, sigur
Sambandsflokkurin.
At enda sigur flokkurin,
at tænastan, sum kemur at
loysa av ta verandi, skal
hava sum mál at útvega
borgarunum eina betri og
ódýrari tænastu.
Vilja privatisera almennar stovnar
Stendur tað til Sambandsflokkin, so skulu Strandfaraskip Landsins og Landsverkfrøðingurin í størri mun verða eftirlitsstovnar,
meðan uppgávurnar verða privatiseraðar ella útlisiteraðar
Hevur tú mist koyri-
kortið fyri lívstíð, so
skal tað loysa seg at
broyta lívsstíl, og
kunna taka málið
uppaftur, heldur
Javnaðarflokkurin,
sum mælir til
lógarbroyting
KOYRIKORT
Eirikur Lindenskov
Nú skulu reglurnar um,
hvussu
tú
kanst
fáa
koyrikortið aftur, um tú
hevur mist tað fleiri ferðir
av promillu- ella rús-
drekkakoyring,
gerast
greiðari.
Javnaðarflokkurin hevur
lagt uppskot fyri tingið um
at broyta eina grein í
ferðslulógini, sum snýr seg
um, hvussu tú kanst søkja
um at fáa koyrirættin aftur,
um tú fleiri ferðir hevur
mist koyrikortið – ella um
tú hevur mist tað fyri
lívstíð.
Broytingin er soljóðandi:
»Um koyrirætturin verður
frádømdur av nýggjum,
áðrenn frádømingartíðin er
farin, verða tær í stk. 1 og 2
nevndu freistir fyri fyriløgu
fyri dómstólarnar av spurn-
inginum um at fáa koyri-
rættin aftur roknaðar frá
dagfestingini fyri tann sein-
asta dómin, ið frádømir
viðkomandi koyrirættin«.
Javnaðarflokkurin sigur í
viðmerkingunum, at við
hesari
broyting
veðrur
óvissan um útrokningar-
háttin burturbeind í málum,
har fleiri fráømingartíðar-
skeið eru í framhaldi hvørt
av øðrum. Í málum um at
fáa koyrirættin aftur, áðr-
enn frádømingartíðin er
farin, veðrur tað hereftir
bara seinasti dómsdagur,
sum verður avgerðandi.
Í dag verður lógin tulkað
soleiðis, at freistin at leggja
spurningin fyri dómstólar-
nar um at fáa koyrirættin
aftur, áðrenn frádømingar-
tíðin er farin, verður roknað
frá tí degi, har ein áður
tíðaravmerkað frádøming
er lokin.
Hetta hevur við sær, at
hevur tú meira enn ein
dóm, so skulu frádømingar-
tíðarskeiðini leggjast oman
á hvørt annað. Tá eitt frá-
dømingartíðarskeið
er
runnið, tekur frádømingar-
tíðin í næsta dómi við.
Hetta hevur við sær, at tað í
fleiri førum kunnu ganga
nógv ár, áðrenn spurning-
urin um at fáa koyrirættin
aftur kann leggjast fyri
dómsstólarnar.
Javnaðarflokkurin nevnir
í
viðmerkingunum
eitt
dømi:
Ein 32 ára gamal maður
misti koyrirættin fyri fyrstu
ferð, tá hann var 17 ára
gamal við dómi í 1986. 19
ára gamal fær hann seinasta
dómin í 1988. Tá hann
missir koyrirættindi fyri
allar tíðir. Eftir verandi lóg
kann hesin maður ikki taka
koyrikortið aftur fyrr enn í
2003, um hann tá lýkur
treytirnar. Tá er maðurin 34
ár, og 15 ár eru liðin síðani
seinasta dóm. Eisini eru
nógv ár liðin, síðani mað-
urin var í rúsdrekkaviðgerð
og broytti lívshátt. Henda
søga er ikki eindømi, sigur
Javnaðarflokkurin.
Flokkurin
heldur,
at
hendan skipan hevur við
sær, at fólk, sum ferð eftir
ferð eru dømd fyri rús-
drekka- ella promillukoyr-
ing, sum helst eru orsakað
av veruligari viðgerðar-
krevjandi
rúsdrekkamis-
nýtslu, ikki nóg væl verða
stuðlað og eggjað til at fara
í viðgerð fyri misnýtsluna.
Flokkurin vil við upp-
skotinum linka tær form-
ligu treytirnar fyri at leggja
spurningin fyri rættin um at
fáa koyrirættin aftur. Út-
rokningarhátturin í hesum
málinum verður einfald-
gjørdur, og tey, ið hava mist
mótið um nakrantíð at fáa
koyrikortið aftur, síggja sær
ein møguleika, gera tey
nakað sjálv við støðuna og
broyta lívshátt.
Ætlanin við uppskotinum
er tó ikki at linka tær
materiellu treytirnar fyri at
fáa koyrikortið aftur, sigur
Javnaðaflokkurin í við-
merkingunum. Men flokk-
urin vísir á, at sami tulk-
ingartrupulleiki hevur verið
í Danmark, seinast ferðslu-
lógin varð broytt har, og tí
vórðu tey har eisini noydd
at gera somu lógarbroyting
í apríl í fjør.
Javnaðarflokkurin sigur,
at føroyingar, ið hava tørv á
hesi lógarbroyting, hava
sum støðan er í dag møgu-
leika at flyta til Danmarkar
og royna málið við rættin
har, um tey annars kunnu
lúka treytirnar.
Skal loysa seg at skifta lívshátt
Reglarnar um, hvussu tú
kanst søkja um at fáa
koyrrættin aftur, hevur tú
mist koyrikortið fleiri ferðir,
ella fyri lívstíð, skulu gerast
greiðari, heldur
Javnaðarflokkurin
Savnsmynd