fríggjadagur 16. mars 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Kirstin Langgaard
hevur í vikuni latið
upp høli við sólum
bæði í Havn og í
Klaksvík . Hon hevur
í fleiri ár havt sólir,
men nú er hon farin í
samstarv við Consul
sól í Danmark
CONSUL SÓL
Stefan í Skorini
Nú fáa havnafólk og klaks-
víkingar enn betri møgu-
leikar fyri at blíva væl
dæmd, áðrenn leiðin gong-
ur suðureftir í summar fyri
at fáa brúnan lit um allan
kroppin. Kirstin Langgaard
hevur í vikuni latið upp
Consul sól í Havn og í
Klaksvík.
– Vit leggja stóran dent á,
at ventilatiónina í okkara
sólum, so at tað ikki verður
so heitt at liggja undir
sólini. Tí hava vit fingið
nakrar sólir, ið alla tíðina
blæsa luft í sólina, har man
liggur, sigur Kirstin Lang-
gaard, ið stendur fyri Con-
sul sól í Føroyum.
Hon hevur keypt nýggjar
sólir til endamálið, og hon
sigur, at hetta eru sólir, har
tað ikki er neyðugt at liggja
so leingi undir fyri at fáa lit
á húðina.
– Vit hava eitt annað slag
av rørum, sum brúnka
húðina skjótari, tí sólirnar
eru stórar og sterkar. Tað er
tí ikki neyðugt at brúka so
langa tíð undir sólini, sigur
Kirstin Langgaard.
Enn fleiri sólir
Nú eru tríggjar sólir settar
upp í Havn og í Klaksvík,
men ætlanin er at víðka enn
meira um virksemi hjá
Consul sól í Føroyum. Tað
hevur við sær, at Kirstin
eisini fer at lata upp við
sólum aðrastaðni í Føroy-
um eisini.
Kirstin samstarvar við
Consul helsesol í Danmark,
sum hevur helvtina av
marknaðinum innan solar-
ium í Danmark.
Ætlanin er ikki, at kundar
skulu bíleggja tíð áðrenn, tí
hølini verða ómannað. Fólk
leggja pening í automatina,
so sólin fer so í gongd.
Felagið Vaktarhald fer tó at
hava eftirlit við hølunum.
Kirstin sigur, at rørini í
sólunum geva eitt mildari
ljós enn vanlig rør og eru
betri fyri húðina, men
brúnka húðina betri hóast
tað.
Consul sól hevur høli í
Niels Finsensgøtu í Havn,
meðan tað liggur í handlin-
um Seytjan í Klaksvík.
Kirstin sigur, at tað er
nærum ómøguligt at fáa
høli í Havn, men tað
eydnaðist teimum at leiga
eini høli miðskeiðis í
býnum.
Mikukvøldið fór ein
bilur útav vegnum á
Sundi, og hann koma
at liggja tvørturum
vegin, so at hann
tarnaði ferðsluni.
Nógv hálka forðaði
eisini fyri, at bilurin
kundi flytast aftur
beinanvegin
FERÐSLUÓHAPP
Stefan í Skorini
Fólk, ið komu koyrandi
eftir landsvegnum framvið
Kaldbaksfirði, rendu seg í
eina óvæntaða forðing, tá
tey komu til Sund.
Førarin á einum lastbili
hevði mist tamarhaldið á
akfarinum, og framendin á
bilinum var farin inn í
veggin omanfyri vegin, og
bilurin
kom
at
liggja
tvørturum vegin, so at hann
tarnaði ferðsluni. Bilurin
koyrdi norðureftir, men
hann fór næstan einaferð
runt, áðrenn hann steðgaði
aftir. Óhappið hendi beint
aftaná stóra svingið á
Sundi, og lastbilurin var
tómur.
Ógvuliga ring koyrilík-
indi vóru hetta kvøldið, og
tað var orsøkin til at bilurin
kom so illa fyri. Hált var í
støðum, og tí var ringt at
verja seg ímóti hálkuni.
Bilførarin fekk eina fliku í
pannuna, men sjúkrabilurin
varð ikki boðsendur.
Hálkan tarnaði arbeið-
num við at taka bilin upp-
aftur. Kranin hjá Júst Si-
vertsen fekk ikki sett á
bilin, tí tað var so hált.
Vegurin mátti tí saltast
áðrenn tað arbeiðið kundi
fara í gongd.
Løgreglan fekk boðini
klokkan 19.48, um at bil-
urin var farin av vegnum,
og vegurin varð stongdur
klokkan 21.51, tá bilurin
skuldi hálast á rættkjøl
aftur. Hetta er eitt tað mest
trafikeraða vegastrekkið í
Føroyum, og tí vóru bila-
røðirnar ógvuliga langar
báðumegin lastbilin.
Lastbilur avbyrgdi kaldbaksvegin
Løgreglan stongdi landsvegin
inni á Sundi mikukvøldið, tá
ein lastbilur var komin tvørt
fyri á vegnum. Hetta tarnaði
ferðsluni og elvdi til langar
røðir av bilum, ið ikki sluppu
vegin fram
Mynd: Álvur Haraldsen
Sólin kagar fram
Kirstin Langgaard hevur í vikuni latið tvey høli við sólum upp
í Føroyum. Her er hon í hølunum í Niels Finsensgøtu, har
nýggju sólirnar eru settar upp
Mynd: Jens Kr. Vang
Nes Kommuna
arbeiðir við fleiri
málum í løtuni.
Millum øðrum
eldrasambýli, víðkan
av kirkjugarði og
útstykking
KOMMUNAL-
POLITIKKUR
Edvard Joensen
Nes-Toftir: Fleiri almenn
arbeiði eru í gongd í Nes
Kommunu í løtuni. Kortini
eru onkur mál, sum komm-
unan kundi farið undir, men
sum bíða, millum annað
orsakað av kommunalu
íløgukvotuni.
Eitt, sum kommunan ætl-
ar at fara í gongd við heilt
skjótt, er nýtt eldrasambýli
á Toftum. Marjun Gaardbo,
borgarstjóri í Nes Komm-
unu, sigur, at væntandi
verður projekteringin gjørd
í ár. Men sjálv byggingin
fer ikki í gongd í hesum
árinum kortini, sigur hon.
Tað verður grivið innan
fyri Føroya Banka á Toft-
um. Har skal gerast stórt
parkeringspláss, umframt
at brøðrasamkoman á Toft-
um fer at byggja nýtt sam-
komuhús á økinum. Gamla
húsið, Nebo, er ov trong-
ligt.
Marjun Gaardbo, borg-
arstjóri í Nes Kommunu,
sigur, at arbeiðið innan fyri
Føroya Banka umfatar gerð
av kommunalum parker-
ingsplássi, sum eisini skal
brúkast í samband við skúl-
an, sum er beint omanfyri.
Tað er rættiliga trongt
rundan um skúlan, sigur
borgarstjórin. Tey parker-
ingspláss, sum har eru,
nøkta umleið tann tørv, sum
er ein vanligan skúladag.
Men eru ymisk tiltøk,
kvøldskúli ella okkurt so-
vorðið, manglar í.
Men við nýggju parker-
ingsplássunum innan fyri
bankan, fer hesin trupul-
leikin at verða loystur.
Niðangongd verður frá
parkeringsøkinum niðan til
skúlan.
Kommunan ger ein part
av parkeringsøkinum, með-
an Brøðrasamkoman fer at
eiga ein part, sigur borgar-
stjórin. Ætlanin er so, at
nýggja eldrasambýlið skal
liggja beint innan fyri
Nebo.
Avgrevsturin frá kom-
andi parkeringsøkinum og
samkomuhúsinum verður
koyrdur út á Nes, har mold-
in verður brúkt í kirkju-
garðinum, sum í løtuni
verður víðkaður. Hetta ar-
beiðið verður liðugt í næst-
um, sigur Marjun Gaardbo.
Eisini er ein útstykking í
gongd Uppi á Gaddi. Vegur
verður í løtuni gjørdur inn
eftir frá verandi vegi, og er
ætlanin, at hann skal bind-
ast í vegin til ta innaru út-
stykkingina.
Nes Kommuna hevur
keypt gamla B68 húsið
uppi á Svangaskarði, og
verður tað brúkt til barna-
ansing. Dagrøkt og frítíðar-
skúla.
Annars
eru
eingi
kommunal arbeiði í gongd í
løtuni, sigur borgarstjórin,
hóast ynskiligt kundi verið
við meira bryggjukanti á
Toftum, har rættiliga nógv
ferðsla er.
Og skúlin er eisini ov lítil
og treingir til eina út-
bygging,
sigur
borgar-
stjórin. Men eisini tað er
nakað, sum fer at bíða eitt
sindur enn.
Men á havnarlagnum er í
umbúna at byggja eina
smiðju á øki, sum leigað er
frá kommununi. Tað er spf.
Á Krossbrekku, sum fer at
gera smiðjuna. Teir halda í
løtuni til í leigaðum hølum
á Toftum, men virksemið er
so mikið nógv, at brúk er
fyri meira plássi.
Sum skilst eru eisini
onkrar aðrar ætlanir, sum tó
ikki eru heilt ítøkiligar enn,
sigur Marjun Gaardbo,
borgarstjóri í Nes Komm-
unu. Til dømis eru ætlanir
um at byggja eina høll til
eitthvørt í samband við
fiskivinnu. Meira vil borg-
arstjórin ikki siga í løtuni.
Fyrireika eldrasambýli
Marjun Gaardbo er
borgarstjóri í Nes Kommunu
Mynd: Edvard Joensen
Grivið er út fyri
parkeringsøki og
samkomuhúsi innan fyri
Føroya Banka á Toftum.
Moldin verður brúkt tí
kirkjugarðinum
Mynd: Edvard Joensen
Nr. 53 - 16. mars 2001
5
4
Nr. 53 - 16. mars 2001
gult cyan magenta svart