hósdagur 3. mai 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 85 - 3. mai 2007
tíðindi
Løgtingsins Umboðs
maður vil ikki finnast
at framferðini hjá
Jacob Vestergaard
í sambandi við
avgerðina um flyta
Strandferðsluna til
Suðuroyar
Almenn
StArvSfólk
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er ongin orsøk til at
finnast at framferðini hjá
Jacob Vestergaard, lands
stýrismanni í innlendis
málum, fyri avgerðina um
at flyta Strandferðsluna til
Suðuroyar.
Tað staðfestir Løgtings
ins Umboðsmaður.
Hann sigur, at hann hevur
ikki grundarlag fyri at
halda, at avgerðin um at
flyta Strandferðsluna til
Suðuroyar, byggir á annað
enn saklig og lóglig atlit.
Tað var Starvsmannafel
agið, sum legði málið fyri
Løgtingsins umboðsmann
vegna ein av limunum, sum
arbeiðir á Strandferðsluni.
Kært varð serliga um, at
starvsfólkið ikki varð hoyrt,
áðrenn avgerðin varð tikin.
Kæran afturvíst
Men nú hevur Løgtingsins
Umboðsmaður víst kæruni
frá sær.
Hann metir eisini, at
avgerðin um at flyta Strand
ferðsluna til Suðuroyar er
so umfatandi, at tað má met
ast sum at starvsfólkini er
søgd upp og hava fingið
tilboð um nýtt starv.
Men Innlendismálaráðið
hevur greitt Løgtingsins
Umboðsmanni frá, at
avgerðin um at flyta stovn
in, byggir á eina politiska
semju.
Og Umboðsmaðurin skil
ir støðina soleiðis, at av
gerðin um at flyta Strand
ferðsluna, var tikin, sama
hvørji sjónarmið, starvs
fólkið hevði.
Og tað er ikki neyðugt at
ráðføra seg við starvsfólk
ið, tá ið avgerð kann takast
á tí grundarlagi, sum er.
Í slíkum føri er talan um
eina yvirskipaða avgerð, tí
tað snýr seg um at flyta øll
størvini á skrivstovuni hjá
Strandferðsluni til Suður
oyar.
Umboðsmaðurin vísir eis
ini á, at Innlendismálaráðið
hevur heimild til at gera av,
hvar Strandferðslan skal
vera.
Og hann heldur eisini, at
avgerðin er tikin í so góðari
tíð, at starvsfólkini hava
møguleika at umhugsa støð
una og at taka støðu til, um
tey vilja flyta við, ella um
tey finna sær annað starv.
Tí hevur Umboðsmaðurin
ikki grundarlag fyri at finn
ast at Innlendismálaráðnum
fyri, at tað ikki hevur hoyrt
starvsfólkini framman
undan.
Men heilt snikkaleyst
sleppur Innlendismálaráðið
kortini ikki, tí Løgtingsins
Umboðsmaður
mælir
Ráðnum til, at málið verður
fylgt upp skjótast gjørligt,
so at starvsfólkini skrivliga
fáa at vita, hvat flytingin
merkir fyri tey ítøkiliga, so
at tey vita, hvat tey hava at
halda seg til.
Hetta hevði verið góður
fyrisitingarligur siður,
heldur Løgtings Umboðs
maður.
Formaðurin í Starvs
mannafelagnum
er ikki samdur
við Løgtingsins
Umboðsmann um
framferðina hjá Inn
lendismálaráðnum
í sambandi við
avgerðina um at flyta
Strandferðsluna til
Suðuroyar
Almenn
StArvSfólk
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eg taki avgerðina hjá
Løgtingsins Umboðsmanni
til eftirtektar. Men eg eri
ikki samdur.
Tað kom eitt sindur óvart
á formannin í Starvsmanna
felagnum at Løgtingsins
Umboðsmaður góðtekur
framferðina hjá Jacob
Vestergaard í sambandi við
avgerðina um at flyta
Strandferðsluna til Suð
uroyar.
Sum tað sæst aðrastaðni í
blaðnum, heldur Løgtings
ins Umboðsmaður ikki at
grundarlag er fyri at finnast
at avgerðini um at flyta
Strandferðsluna til Suður
oyar, hóast starvsfólkini
ikki vórðu hoyrd framman
undan.
Hann sigur, at hann fer
ikki at siga, at niðurstøðan
hjá Umboðsmanninum er
skeiv og tí kann hann ikki
annað enn at viðurkenna
hana og taka hana til eftir
tektar.
Men hinvegis staðfestir
hann samstundis, at hann er
ikki samdur í niðurstøðuni.
Umboðsmaðurin tosar
um saklig atlit. Men kann
ikki siga at vit kenna hesi
sakligu atlit fyri flytingini,
sum Umboðsmaðurin
kennir.
Formaðurin í Starvs
mannafelagnum sigur, at
orsøkin til, at Starvsmanna
felagið vildi hava eina hoyr
ing, var júst fyri at fáa
greiði á, hvørji tey sakligu
atlitini vóru fyri flytingini,
tí tey hevur felagið ikki
sæð.
Gunnleivur Dalsgarð vís
ir á, at Umboðsmaðurin
metir, at flytingin er at meta
sum um at starvsfólkið á
Strandferðsluni, er sagt
upp, men at ein politisk
semja telir meiri.
Tað eri eg ikki samdur í,
tí eg haldi ikki, at framferð
in imóti starvsfólkunum er
saklig og virðilig.
Einasta sakliga atlit, vit
hava fingið at vita, er, at
hetta er eitt tiltak fyri at
menna útjaðaran.
Men tað er ikki eitt sak
ligt atlit mótvegis starvs
fólkunum og tað sakna vit í
hesum málið.
Kanna málið
Gunnleivur Dalsgarð stað
festir, at ein niðurstøða hjá
Løgtingsins Umboðsmanni,
er ikki bindandi og nú fer
Starvsmannafelagið at
kanna, hvat meiri kann
gerast við málið.
Tað vildi verið ógvuliga
natúrligt, at vit venda okk
um til Innlendismálaráðið
fyri at fylgja málinum upp.
Hann vísir á, at Løg
tingsins Umboðsmaður eis
ini heitir á Innlendismála
ráðið um at fylgja málinum
upp í samsvari við góðan
fyrisitingarsið, so at starvs
fólkið fáa skrivliga at vita,
hvat flytingin merkir og so
at tey vita, hvat tey hava at
halda seg til.
Við hesum staðfestir Um
boðsmaðurin, at Innlendis
málaráðið kortini ikki hev
ur borið seg rætt at.
Kann tað hugsast at tit
fara at taka hetta upp í eini
komandi sáttmálasamráð
ing, so at tit fáa onkrar ser
ligar ásetingar um hetta,
næstu ferð, tit gera sátt
mála
Eg vildi vent spurning
in við og sagt, at hóast tal
an er um eina politiska
avgerð, vildi tað verið skila
gott, at Innlendismálaráðið
boðaði starvsfólkinum frá
frammanundan, so at eitt
samskifti kundi vera við
starvsfólkið um, hvussu vit
loysa málið á virðiligan
hátt.
Sama um talan er um
eina politiska avgerð, eigur
starvsfólkið altíð at fáa eina
virðiliga viðferð, tí tað hava
tey krav upp á og tað hava
tey ikki fingið í hesum
máli.
Vit kunnu ikki seta
okkum upp ímóti eini
politiskari avgerð, men vit
hava krav upp á at Starvs
fólkið fær eina virðiliga
viðgerð, sigur Gunnleivur
Dalsgarð.
Tí eiga allir partar at
taka annað skinn um bak so
at virðiligar loysnir kunnu
finnast á málum, sum
hesum.
Tí fer Starvsmannafelag
ið nú at kanna eftir, hvat
kann gerast fyri at slíkt ikki
hendir aftur.
Men, hvat talan kann
vera um, veit hann ikki
enn.
Jacob Vestergaard fullan
rætt at flyta Strandferðsluna
- Løgtingsins
Umboðsmaður
staðfestir, at politiski
myndgleikin hevur
fullan rætt at gera av,
hvar Strandferðslan
skal vera og í hesum
føri kom fráboðanin
um flytingina í góðari
tíð
Gunnleivur ósamdur við
Løgtingsins Umboðsmann
Sølustevna og undirhald á Tvøroyri
Hetta vikuskiftið verður sølustevna í ítróttarhøllini í Trongisvági við nógvum framsýnarum og ymsum undirhaldi.
Tað er Tvøroyrar Svimjifelag og Tvøroyrar Bótlfelag, ið skipa fyri sølustevnuni, sum verður fríggjadagin, leygardagin
og sunnudagin.
Feløgini siga, at tey hava lagt dent á at hava eina fjølbroytta skrá, har eisini ymiskt undirhald er á skránni. Tí syrgja
Føroya stuttligasti og næst stuttligasti maður fyri. Men harafturat fara Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen at syngja
og spæla og tað fara Poul Arni Holm og Jón Joensen eisini.
Kirkjukórið Ljómur úr Vági setir sín dáam á stevnuna og tað gera dansigentur somuleiðis.
Tað verður Jaspur Vang, býráðslimur á Tvøroyri, sum setur stevnuna fríggjadagin klokkan 14 og Elinborg Nolsøe, endar
hana sunnukvøldið klokkan 20.30. Fíggjakvøldið er opið til klokkan 22 og leygarkvøldið er opið til klokkan 23.
Framsýnararnir eru ímillum 20 og 25 í tali við øllum møguligum vørum og tænastum.
Sunnleif á Sandi
Í morgin, dýrabiðidag, verður eitt forvitnisligt tiltak heima
á Sandi. Tá fer tónaskaldið Sunnleif Rasmussen, sum
sjálvur er heimasandsmaður, at spæla brot úr sínum egna
tónleiki við støði í føroysku náttúruni so sum ljóði av fugli
og sjógvi. Harafturat fer hann at lesa yrkingar, sum hava
givið honum íblástur til tónleikin, og hann fer eisini at
spæla tónleik út frá hesum. Tað er Listasavnið á Sandi,
sum skipar fyri tiltakinum í morgin kl. 16.