hósdagur 3. mai 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 85 - 3. mai 2007
Oslo: Rostock-syst-
rarnar sum í fleiri
ár hava fiska kon-
gafisk uttan loyv-
ið, eru farnar til
upphøggingar, vísa
myndir frá Greenpea-
ce. Ein sætti ránsbátur
er á veg sama veg.
Fiskivinna
Jógvan H. Gardar
Enniberg, sum fiskar í
Irmingarhavinum, hevur
higartil í ár ikki sæð nakað
til fremmand fiskiskip
uttan fiskiloyvi og uttan
flagg. Hetta sigur skiparin
Sonny Johannesen við
Sosialin. Støðan var ein
onnur tá Enniberg var um
somu leiðir fyri einum ári
síðani.
Serliga
bitu
eftirlitisskipini og tey
lógligu skipini í trolararnar
sum eisisni kallast Rostock-
systrarnar. Hesar høvdu tá
nøvnini ”Juanita”, ”Eva”,
”Isabella”, ”Rosita” og
”Carmen.” Ringt var at siga
hvar tær hoyrdu heima, og
ikki fekst samband við tær.
Hesar seinastu vikurnar
eru tær komnar til lettiska
havnabýin Liepaja. Fyri
fáum døgum síðani kundi
myndamaðurin hjá Green-
peace, Henna Tahvanainen,
senda myndir frá Liepaja
sum vísa at systrarnar nú
vera upphøgdar. Sambært
upplýsningum sum Green-
peace hevur fingið á skip-
asmiðjuni, so eru allir fimm
trolararnir á veg til upp-
høggingar.
Seks trolarar
- ”Juanita” er longu upp-
høgd, ”Eva” verður høgd
upp nú, og ”Isabella” kom
seint í farnu viku til
Liepaja. Harafturat er
avtala gjør dum upphøgging
av teimum báðum seinastu
trolarunum ”Rosita” og
”Carmen”, ið nú eru á veg
til Lettland, og teir koma til
Liepaja í hesi vikuni, sigur
Truls Gulowsen, ið hevur
staði
á
odda
fyri
Greenpeace-átakinum móti
flaggleysu og ólógligu trol-
arunum.
Av NEAFC-skrivstovuni
í London frætta vit at ein
annar piratur, ”Ulla”, eisini
er á veg til upphøggingar.
Sostatt eru seks av piratun-
um sum vóru í Irmingarhav-
inum í fjørð á veg til upp-
høggingar.
- Tað er uppá tíðina at
hetta hendir. Vit hava í fleiri
ár barst fyri at fáa steðga
hesum trolarunum ið hava
fiska ólógliga, og sum opin-
bart hava brotið NEAFC-
reglugerðirnar. Álíkavæl
hava vit sæð at fleiri ES-
lond, ið eisini eru við í
NEAFC, hava latið hesar
trolararnar koma og fara úr
havnarbýum í Póllandi, Týs-
kalandi og Litava. Einki av
londunum hevur roynt at
steðga virkseminum, sjálvt
um tey hava vita um ólóg-
liga virksemi hjá teimum,
sigur Truls Gulowsen.
Hann er skuffaður yvir man-
glandi viljan og kanska eisi-
ni evnini hjá myndugleikun-
um í teimum londunum
sum kundu havt gjørt nak-
að.
- Men eg eri sera væl
nøgdur at vitn ú við egnum
eygum hava sæð at trolarar-
nir ongantíð aftur koma at
fiska ólógliga eftir hóttum
fiskastovnum, sier Gulow-
sen.
Endin
Trolararnir sum nú eru á
veg úr flotanum hava í fleiri
ár liva eina fjakkandi
tilveru. Trupult er at finna
Skulu steðgast í havnunum
Skipanin sum NEAFC-londini innførdu 1. mei umfata
limalondini, ið eru ES-londini, Russland, Ísland, Grønland,
Norra og Føroyar. Fyri at eitt útlendsk skip skal kunna
landa frystan fisk í eini havn í hesum londunum, mugu
allir partar fylgja somu krøvum. Tá eitt skip gevur boð um
at tað skal inn at landa, so skal flagglandi (heimlandi há
skipinum), staðfesta yvirfyri havnalandinum at:
- skipið hevur kvotu til at fiska
- at veiðan er skrásett og avrokna í kvotuskipan
- at skipið hevur lov at fiska í økinum
- at veiðuvirksemi passar við fylgissveinaupplýsningarnar.
Rostock-systrarnar
“Eva”, “Juanita”, “Rosita”, “Isabella” og “Carmen” vera
eisini kallaðar fyri Rostock-systrarnar. Trolararnir hava
fleiri ferðir verið í Rostock, uttan at myndugleikarnir hava
gjørt nakað. Í desembur 2005 vóru trolararnir í Rostock,
og brúktu tá nøvnini ”Oyra,” ”Ostroe,” ”Okhotino,”
”Olchan” og ”Ostrovets.” Hesir fimm trolararnir hava í
fleiri ár staðið á svartalistanum hjá millum annað NEAFC.
Trolararnir hava í fleiri ár verið riknir av russiskum
eigarum, og hava verið skrásettir undir bæði russiskum og
georgiskum flaggi.
Sjórænarasystrar gerast
Rostock-systrarnar verða nú upphøgdar. Talan
er um sigur fyri stríðið móti piratveiði
Mynd: Greenpeace/Henna Tahvanainen