hósdagur 3. mai 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 85 - 3. mai 2007
Jens Mortan Mort
ensen undrast á, at
Urguleikarafelagið
ikki hevur verið
betur kunnað um
tilgongdina í yvirtøk
una og minnir á, at
tónleikaarbeiðið í
Føroyum átti at verið
betri samskipað
FÓLKAKIRKJAN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Jens Mortan Mortensen,
formaður í Urguleikarafel
agnum, segði m.a. á Trappu
tinginum týskvøldið, at vit
eiga nógvar góðar urgur í
Føroyum, men at møguleik
arnir fyri at gagnnýta tær
ikki eru optimalar. Sum
nevnt aðrastaðni í blaðnum
vísti hann hetta við at sýna
nótarnar til eitt sálmalag,
meðan hann tekniskt vísti,
hvussu trupult hetta kann
vera at spæla.
Tí mugu vit seta størv
av í kirkjuni til hetta, metti
Jens Mortan Mortensen.
Hann vísti á, at felagið
hevði sent eitt uppskot til
Mentamálaráðið fyri góð
um 4 árum síðani, hvussu
tey høvdu hugsað sær, at
arbeiðið hjá urguleikarum
kundi verið skipað, men at
einki svar var komið enn.
Formaðurin hjá organi
stunum greiddi eisini frá, at
politikararnir høvdu játtað
at pening, so at undirvíst
kundi verða í urguleiki í
Musikkskúlaskipanini, og
at hesi fólk eisini vildu slep
pa at spæla í kirkjunum,
men at eingi verulig størv
eru har. Sostatt finst undir
vísing til urguleikarar, men
einki skipað gjald er til
urguleikarar, og útbúnir
urguleikarar finnast, sum
onga samsýning fáa.
Vit hava ein málpolitikk,
men vit hava ongan tón
leikapolitikk. Vit hava nógv
gomul sálmaløg, sum skulu
haldast við líka eins og
kvæði og sangur í skúlan
um, segði Jens Mortan.
Ikki eins í Havn
og á bygd
Á Trapputinginum varð eisi
ni nógv tosað um støðuna
hjá leikfólkinum í føroysku
kirkjuni. Sum heild varð
semja við panelið um, at
tað sjálvbodna arbeiðið er
ein dygd, og Poul Michelsen
tók til, at hann tordi ikki
sum politikari at skjóta upp
at avtaka hetta.
Tílíkt skal koma frá øðr
um enn politikarunum,
segði Poul Michelsen.
Fólkafloksmaðurin vísti
eisini á, at parturin um fígg
jarviðurskifti í kirkjuni ikki
er liðugur enn, men at talan
helst fór at verða um eitt
slag av “blandingsbúskapi”
sum hann tók til, tvs. at tað
kom at verða ymiskt, hvus
su ein kirkja í t.d. Havn og
ein krikja á útoyggj skuldu
fíggjast. Onkustaðni fór at
verða lønt arbeiði hjá t.d.
organistum, meðan tað skul
di verða sjálvnoðið aðra
staðni, metti Poul Michel
sen.
Deknaguðstænastan
eitt vælsignilsi
Annita á Fríðriksmørk min
ti í hesum sambandi eisini
á, at yvirtøkan merkti ikki,
at lok varð lagt á, hvussu
farast skuldi fram. Hinvegin
fór skipanin við fylgibólk
um helst at halda fram eftir
yvirtøkuna. Hon metti tó,
at higartil var koyrt við 170
km. um tíman, sum hon tók
til, og at ferðin helst fór at
minka, eftir yvirtøkuna.
Spurt varð eisini, um
tann so serføroyska dekna
guðstænastan ikki kemst
av, at tað eru ov fáir prestar.
Hesum varð ikki beinleiðis
undirtøka fyri, hóast ein
hevði varhugan av, at her
sótu fólk við pallborðið, ið
vóru sinnað at viðgera slík
ar spurningar. Men sum Ják
up Reinert Hansen tók til,
so er guðstænasta í Sand
oynni í seks kirkjum í senn
sunnudagar, har 18 leikfólk
taka sær av hesum. Hetta
metti hann at vera eina stó
ra styrki hjá kirkjuni.
Lesturin er nærmast eitt
vælsignilsi, helt sandsprest
ur og vísti á tað fólksligu
ábyrgdina í kirkjuni.
Eitt sindur skemtiliga
endurgav hann eisini Jákup
Dahl, sum einastaðni skriv
ar, at ikki allir prestar dug
du so væl at prædika, men
var lestur til eina dekna
guðstænastu, hevði fólkið
møguleika at hoyra eina
dygdargóða prædiku.
Trupulleikin stórur
um nøkur ár
Sum heild var tó semja við
borðið um, at leikluturin
hjá t.d. klokkarunum og
organistunum ikki kundi
sammetast, tí organistarnir
hava eina drúgva útbúgving
í skjáttuni. Eisini varð sagt
frá einum fundarfólkinum,
at kirkjan gjørdist fátækari,
um leikfólkið var lønt, men
at neyðugt er at urguleikar
arnir fáa løn og eftirløn
heldur enn ta samsýning, ið
latin verður í dag, tí annars
hava vit ein stóran trupul
leika um fá ár.
Ikki kunnað um
gongdina
Harafturat segði Jens Mort
an Mortensen, at tað er
neyðugt at vit endurnýggja
okkara sálmasang so hann
hóskar bæði í lagi og teksti
til okkara tíð.
Nevnt var eisini, at Urgu
leikarafelagið áður í blað
kjaki hevur gjørt vart við,
at meðan bispur er nevndur
heilar 72 ferðir í lógarupp
skotunum, so er deknur
nevndur eina ferð, meðan
klokkarar og urguleikarar
als ikki eru nevndir.
Helst atkvøða allir
fýra teir størstu flok
karnir á Løgtingi
fyri at yvirtaka kirk
juna á ólavsøku.
Hetta kom fram á
Trapputinginum týs
kvøldið, tá Annita á
Fríðriksmørk segði, at
Tjóðveldisflokkurin
fór at siga ja til yvirta
ka kirkjuna. Enn er tó
ikki alt lógararbeiðið
liðugt
FÓLKAKIRKJAN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Týskvøldið skipaði Miðla
húsið í Vágsbotni fyri
Trapputingi um Fólkakirk
juna. Høvuðsevnið á fundin
um var, hvat føroyingar vil
ja við kirkjuni, nú politiskur
meiriluti tykist at vera fyri
at yvirtaka hana á ólavsø
ku.
Við pallborðið sótu Jákup
Reinert Hansen, formaður í
prestafelagnum og limur í
kirkjuliga fylgibólkinum,
Jens Mortan Mortensen,
formaður í Urguleikarafe
lagnum, Annita á Fríðriks
mørk, tjóðveldistingkvinna
og Poul Michelsen, fólka
flokstingmaður. Tey bæði
síðstnevndu umboðaðu ávi
kavist andstøðu og samgon
gu og sita bæði í politiska
fylgibólkinum. Orðstýrari
var Jón Brian Hvidtfeldt,
útvarpsmaður.
Fundurin var bæði siðilig
ur og upplýsandi – og ikki
minst drúgvur. Byrjað varð
kl. 20, og tey seinastu fóru
ikki úr Miðlahúsinum fyrr
enn umleið klokkan 23 eftir
eitt umfevnandi kjak aftur
við einum kaffimunni, ið er
fastur táttur á Trapputingun
um.
Farið varð rættiliga víða
á fundinum. Spurt varð m.
a., hví vit skulu yvirtaka
kirkjuna, um læra kirkjun
nar verður nóg væl tryggjað,
hvønn leiklut leikfólkini í
kirkjuni skulu hava framyv
ir, hvør skal vera “yvirhøvd”
og í hvønn mun gongdin í
yvirtøkuarbeiðinum er nøkt
andi.
Luttakararnir við pall
borðið bóru nógv fyri brósti
og brúktu ikki so lítið av tíð
til at koma við sínum sjón
armiðum. Eitt nú valdi for
maðurin fyri urguleikararnar
at spæla sálmalagið “Eg
skar mítt navn í grein ta hví
tu”, meðan hann á stórskígg
ja vísti, hvussu hetta varð
spælt á urgu. Hetta brúkti
hann til at vísa, at vit eiga
nógvar fínar urgur í Føroy
um, men at hetta ikki merk
ir, at vit hava fólk, ið duga
spæla.
Kjakið gekk væl, og talan
var meira um eina sakliga
debatt, har argument og
upplýsing vóru í hásæti,
heldur enn smápolitiskt
kegl og klandur.
Nógv av fundarfólkinum
tók eisini orðið og nýtti
høvi at seta spurningar og
føra fram síni sjónarmið.
Sakligt Trapputing
um Fólkakirkjuna
Eingin tónleikapoli
tikkur í Føroyum
- Vit hava ein málpolitikk, men vit hava ongan tónleikapolitikk.
Vit hava nógv gomul sálmaløg, sum skulu haldast við líka eins
og kvæði og sangur í skúlanum!
Jens Mortan Mortensen
- Skal kirkjan yvirtakast, skal tað verða sum sermál!
Annita á Fríðriksmørk
- Lesturin er nærmast eitt vælsignilsi
Jákup Reinert Hansen
- Kirkjan verður tryggari á føroyskum hondum
Poul Michelsen