Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 3. mai 2007 17 tíðindi Stutt Sagt Harður dómur Ein dómstólur í Usbekistan hevur dømt eina kvinnu, sum hevur stríðst fyri betri mannarættindum í heim­ landinum, sjey ára fongsul. Dómarin vildi vera við, at Umida Nijasova hevur skrivað blaðgreinar, sum hóttu landsins trygd. Umida Nijasova arbeiddi fyri altjóða mannarættinda­ felagsskapin Human Rights Watch, og hon hevur skrivað nakrar atfinningarsamar blað­ greinar um tilburðin fyri tveimum árum síðani, tá myndugleikarnir í Usbe­ kistan sendu herin eftir mótmælisfólki við tí úrsliti, at fleiri hundrað sivilfólk lógu eftirá. Óheppin kossur Teir víðgongdu í Iran eru í øðini inn á Mahmoud Ahmadinejad, forseta, tí hann kysti sína gomlu lærarinnu á annað handa­ bakið. Tað hendi fyrradagin, tá iransku myndugleikarnir skipaðu fyri einum serligum degi fyri landsins lærarar. Tey víðgongdu bløðini í Iran skriva, at forsetin breyt sharialógirnar, sum greitt siga, at ein maður kann bara kyssa kvinnur, sum hann er í ætt við. Eitt av bløðunum sigur forsetan hava brotið landsins átrúnaðarligu virði, og at slíkt hevur eingin iranskur leiðari gjørt, síðani shahurin bleiv rikin av landinum. Ikki drúgvur Ísraelsk bløð vænta ikki, at Ehud Olmert verður drúgvur í embætinum sum landsins stjórnarleiðari. Yedioth Ahronot skrivar, at eingin ísraelskur leiðari hevur verið fyri so hvøssum atfinningum í einari almennari frágreiðing sum Olmert og sipar til frágreiðingina um kríggið millum Ísrael og Hizbollah seinasta summar. Eitt annað blað, Maariv, heldur, at forsætisráðharrin og hansara menn eiga at kenna sannleikan, sum er, at eingin forsætisráðharri kann verða sitandi aftan á eina tílíka frágreiðing. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - At forsetin kyssir eina kvinnu á handabakið er vanærandi fyri forsetan sjálvan og landið (iranskt blað) útlond Gongst sum meininga­ kanningarnar siga, vinnur tjóðskapar­ flokkurin valið í Skotlandi í dag Fyri fyrstu ferð hevur skotski tjóðskaparflokkurin SNP møguleika at vinna tjóðartingsvalið, tí sambært kanningunum fær Labour, sum hevur verið tann sterki flokkurin í Skotlandi, ein dyggan frammaná í dag. Seinastu dagarnar hava bæði Tony Blair og Gordon Brown verið í Skotlandi og hjálpt flokkinum, men sambært kanningunum hevur tað ikki gjørt mun. Skotska tingið hevur 129 limir, og av teimum hevur Labour 50 og SNP 25. Men halda kanningarnar, sum eru gjørdar teir sein­ astu dagarnar, so missir Labour minst 10 av sínum umboðum, samstundis sum tingmanningin hjá SNP verður meiri enn tvífaldað ­ úr 25 í 51. Formaðurin í tjóðskapar­ flokkinum, Alex Salmond, hevur sagt, at flokkurin fer at brúka tað vald, hann fær. Stevnuskráin er loysing frá Onglandi, og at skotar skulu sjálvir hava ræði á oljuni og gassinum í skotsku undirgrundini, fiskinum á skotska landgrunninum og skotska búskapinum sum heild. Undir valstríðnum hevur Alex Salmond sagt, at fær flokkurin nóg stóra ávirkan aftan á valið í dag, skulu skotar taka støðu til loysing í seinasta lagi í 2011. Skotski villmaðurin verður Alex Salmond stundum róptur, men eygleiðarar eru á einum máli um, at er tað nakar skotskur politikari, sum kann broyta Skotland í komandi árum, so er tað hann, skrivar NTB. Vísusangarinnan Joan Baez slapp ikki at syngja fyri særdum amerikonskum hermonnum á einum sjúkrahúsi í Washington. Leiðslan á Walter Reed­ sjúkrahúsinum hevði biðið rocktónleikaran John Mellen­ camp halda konsert fyri hermonnunum, sum vóru komnir hagar, eftir at teir vóru vorðnir særdir í Irak. John Mellencamp játtaði og gjørdi av at bjóða teirri kendu vísusangarinnuni Joan Baez við sær. Men tað gekk ikki. Leiðslan á sjúkrahúsinum vildi ikki hava Joan Baez at syngja fyri hermonnunum. Walter Reed­sjúkrahúsið er undir verjumálaráðnum Pentagon, men har vil eingin siga, hví tann 66 ára gamla sangarinnan ikki slapp at syngja fyri teimum særdu hermonnunum. Joan Baez sjálv ivast ikki í, at hennara stríð ímóti krígnum í Vietnam á sinni er orsøkin, og hon hevur heldur ikki dult fyri, at hon er harðliga ímóti krígnum í Irak. Slapp ikki at syngja fyri særdum hermonnum Villmaðurin kann vinna í dag Alex Salmond, skotski villmaðurin, kann gerast tann stóri vinnarin á valinum í dag