hósdagur 3. mai 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 85 - 3. mai 2007
nøvn
Týsdagin 1. mai læt nýggi
handilin ”FiX´t” upp við
Norðskála.
FiX´t er ein handil, ið
selur undirklæði og prýði
til konufólk sum t.d. háls
bond og hárprýði. Tað eru
Elin Vang á Oyrarbakka og
Oddvør Ottosen í Haldórsvík,
sum eiga og reka handilin.
Elin og Oddvør hava báðar
arbeitt í matvøruhandli, og
nú vildu tær royna okkurt
nýtt.
Tær hava sæð tørvin á ein
um slíkum handli í økinum,
og rokna við at “FiX´t”
verður væl móttikin.
“FiX´t” er í hølum, har sum
handilin ”Stanley” var áður.
Handilin er opin soleiðis:
mánadag til fríggjadag frá
kl. 1017.30 og leygardag
frá kl. 1014.
mg
Fiksur handil við Norðskála
Oddvør Ottosen og Elin Vang eiga og reka handilin FiX´t við Norðskála
Mynd: Rólant Waag Dam
Mikudagin 2. mai var
almenn móttøka á Bryggju
bakka 12 í Havn í sambandi
við at Elin Heinesen er sett
sum stjóri á samanløgdu
stovnunum Ferðaráð Føroya
og Menningarstovuni. Sam
anlagdi stovnurin hevur
fingið navnið “SamVit”
Stjóri á “SamVit” er
Elin Heinesen. Hon er 48
ára gomul og úr Havn.
Elin er cand. mag. við
høvuðsgrein í ‘æstetik
og kultur’ og hjágrein í
“norðurlendskum máli og
bókmentum” Harumframt
hevur hon tikið filmshandrit
høvundatbúgving á (Den
Danske Filmskole) og fram
haldsútbúgving í vinnu
lívsbúskapi á (Copenhagen
Business School).
Elin hevur búð í Keyp
mannahavn í 23 ár, har hon
hevur havt fleiri avbjóðandi
størv.
Tá Elin søkti starvið
sum stjóri á samanlagda
stovninum, sat hon í starvi
í Danmark sum blaðstjóri
fyri eitt av mest lisnu for
brúkarabløðum – KIWI
magazine.
Tað var Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í vinnu
málum, sum avdúkaði
nýggja navnið hjá saman
lagda stovninum: “SamVit”.
Navnið skuldi vera stutt
og greitt og lætt at siga og
hoyra. Tað skal kunna úttal
ast av útlendingum og lýsa
endamálið við stovninum.
• Vit hava meira frá
móttøkuni fyrst í komandi
viku.
mg
Samanlagdi stovnurin
Í sambandi við eina fram
sýning sum verður á ólavsøku
í ár, í gamla realskúlanum
í Havn, leitar Jórunn Dáni
alsdóttir eftir myndum av
lærarum og mæmingum
í “Færøernes Mellem og
Realskole” í tíðarskeiðnum
1916 til 1966.
Jórunn heitir á tey, sum
eiga myndir frá hesum tíðar
skeiði, um at ringja til sín
á tel. 316024 ella 226024.
Adressan er Sílagøta 3, FO
100 Tórshavn. Myndirnar
kunnu eisini latast inn (navn
merktar) í Wrangler Shop
í N. Finsensgøtu 23 (tel.
314710).
Jórunn sigur, at arbeiði
hevur gingið væl, men enn
vanta nógvar myndir. Tíðar
freistin er sett til 10. juni,
og Jórunn heitir á fólk um
at koma við myndunum
skjótast til ber.
Í dag hava vit hesa mynd
ina av næmingum í 4. millum
skúlaflokki í 1938.
Aftasta rað f.v.: Karin
Wellejus (g. Heik, býr í
Kansas USA), Margit Lava
Hansen (g. Hildebrand),
Gudrun
Djurhuus
(g.
Rubeksen), Lisa Eystberg
(g. Michelsen), Guðlaug
Helmsdal (g. Rayer) og
Solveig Lava Hansen (g.
Hildebrand).
Triðja rað f.v.: Ásla Pálls
dóttir Hansen (g. Joensen),
Ester Rein (g. Williamson,
býr í London), Leivur
Andreassen, Aksel Juul
(sonur apotekaran), Evald
Fuglø, Hans Hansen (hjá
Poul Hansen), Árni Olsen
(sálarlæknin) og Erik Juul
(sonur apotekaran).
Annað rað f.v.: Paulina
(Minna) Michelsen, Mary
Wikkelsøe (hálvdonsk),
Ingrid Olsen (g. Olsen),
Solveig Joensen (g. Dam),
Poul Sørensen (sonur Zach
arias Sørensen) og Richard
Long, lærari.
Fremsta rað f.v.: Christian
Haraldsen (Bassi), Trúgvi
Árting, Petur Christiansen,
Sverri Hansen (Trónd),
Petur F. Christiansen og
William Sloan
Um onkur hevur okkurt
at viðmerkja í samband
við hesa myndina, er
viðkomandi vælkomin at
kontakta Jórunn.
Myndaeigari: Solveig Dam
Færøernes Mellem- og Realskole:
Fjórði millumskúlaflokkur í 1938
Eftirlýsing
Ì sambandi við at Jórunn Dánialsdóttir
savnar myndir av lærarum og mæmingum
í “Færøernes Mellem og Realskole” í
tíðarskeiðnum 1916 til 1966, sóknast
hon eftir myndasøvnum hjá lærarunum
Richardi Long og Jógvani við Ánna.
Hesi myndasøvn eru lánt út, og eingin
veit hvør hevur tey. Í hesum søvnum eru
myndir av næmingunum, sum teir vóru
lærarar hjá.
Tey sum vita um hesi myndasøvn, verða
vinarliga biðin um at seta seg í samband
við Jórunn Dánialsdóttir á tel. 316024
ella 226024.
Meira um
handlar
Í komandi viku hava vit
meira um nýggjar handlar
við Skálafjørðin.
Elin Heinesen er stjóri á SamVit
Mynd: Jens Kristian Vang