hósdagur 3. mai 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 3. mai 2007
15
Vilhelm Gustav Hentze av Sandi, vanliga nevndur
Gustav, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 1.
mai, 74 ára gamal. Kistan fer suður við Teistanum
hósdagin klokkan 15.45. Jarðarferðin verður úr
Sands kirkju leygardagin klokkan 13. Sungið verður
úr Sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Gustav, kunnu
lata Sands kirkju eina peningagávu.
Páll Annfinn Næs, ættaður úr Leirvík, búsitandi í
Herning, andaðist 1. mai, 52 ára gamal.
Ása Jakobsen, ættað úr Fámjin, búsitandi í Tórs
havn, fer til gravar úr Havnar Kirkju hósdagin 3.
maj klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Ásu, kunnu
lata eina gávu til »Berðin« (børn í sorg) konta í
Føroya Banka.
Sigrun Højsted, ættað úr Funningi, búsitandi í
Svøríki, andaðist í Eksjø sunnudagin 29. apríl, 67
ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Fríggjadagin 4. mai verður Ása Jacobsen
í Norðragøtu 80 ár. Ása er ættað úr
Fuglafirði. Mamma hennara var Anna
Katrina, f. Haraldsen, ættað úr Elduvík.
Hon var systir Jacob Haraldsen, sum
var ein kendur keypmaður og reiðari í
síni tíð í Fuglafirði. Pápin var Hendrik
Olsen, sum var ættaður úr Tøðuni við
Gøtugjógv. Hann er mest kendur í
samband við Fame. Hann var skipari
og eigari, og hann rak skipið í samstarvi
við svágin Jacob.
Systkini hjá Ásu eru Finnur, Ólavur,
Anna og Fía, sum doyði fyri nøkrum
árum síðani.
Sum ung kom Ása at hava eina
vanliga lívsleið hjá gentum tá í tíð
ini. Fyrsta arbeiðið var at fara í
húspláss hjá mammubeiggjanum
Christian Haraldsen í Havn. Aftaná
fór hon at arbeiða á skrivstovu hjá
Landsbyggifelagnum í Havn. Sum
aðrar gentur vildi hon eisini fara út
um landoddarnar. Hon fór saman við
systkinabarninum Astu, seinni gift við
Dánjal Magnussen, niður at ganga á
vevskúla. Hetta var eisini nakað fyri
Ásu, tí handalagið er gott. Tær búðu
tá hjá Edvard, sum var mammubeiggi
Ásu og pápabeiggi Astu.
Mitt í 50árinum hittir Ása Frans
Jacobsen úr Norðragøtu. Tað var so
romantiskt, at Ása var saman við systir
síni farin til Gøtu á kyndilsmessu
at hyggja eftir einum sjónleiki, har
Frans spældi við. Tað rennir saman
teirra millum, og tey giftast í 1957.
Frans er sonur Onnu Louisu og Jóhan
Dávid úti á Fløtum, sum tað kallaðist.
Frans var tey fyrstu árini sjómaður
og fiskimaður. Síðan var hann nógv
ár sjómansskúlalærari í Havn, og
seinastu arbeiðsárini var hann stjóri
á sjómansskúlanum í Klaksvík. Tá
fluttu tey bæði aftur í hugnaliga barna
heimið hjá Frans í Norðragøtu, og har
býr Ása enn. Frans doyði fyri nøkrum
árum síðan. Sum ofta er við hjúnum
vóru tey mótsetningar, og sigast kann,
at Ása var tann meira jarðbundna av
teimum báðum. Men væl riggaði.
Meðan tey búðu í Havn, arbeiddi
Ása í mong ár á hvíldarheiminum
Naina.
Okkara vegir hava krossast eitt
sindur. Vit búðu í sama húsi eitt skifti,
eitt sindur er av skyldskapi, so verður
farið til Gøtu, er tað fast at fara inn
á gólvið hjá Ásu, har eg havi fingið
nógvar góðar drekkamunnar. Hon er
eitt sera positivt og gevandi menniskja,
sum hevur stóra umsorgan fyri sínum.
Tað er eisini eitt merkisvert gott
samanhald í familjuni, og soleiðis eri
eg komin at kenna øll systkini og kenni
tey øll sum skilafólk. Hetta er eisini
galdandi fyri Ásu. Hon veit nógv og
fylgir væl við í tí, sum gongur fyri seg.
Frans var við í Gøtu Fornminnisfelag
og Blásastovu, og har hevur Ása eisini
verið virkin. Eisini er Ása sera fitt í
hondunum og er sera kreativ.
Tey bæði fingu tvey børn: Hendrik
er giftur við Tony, og tey búgva í
Gøtu. Anna Louisa er gift við Fróða,
og tey búgva í Havn. Hendrik eigur
tríggjar synir og Anna Louisa eigur
fýra døtur, og hava ommubørnini rík
að lívið hjá Ásu, og tey vitja eisini
javnan ommuna. Eisini er Ása blivin
langomma. Lítla Jóhanna er sjálvsagt
eisini eygnasteinur hjá langommuni.
Ása er burturstødd føðingardagin.
Góða Ása. Hjartaliga tillukku við
tí stóra degnum, sum tú ber so sera
væl.
ó.
Ása Jacobsen 80 ár
Ása saman við langommudótrini Jóhonnu
Tøkk
Til tykkum øll, sum komu á gátt, bæði
úr Noreg, Danmark og ymsa staðni
frá, at gleðast saman við okkum til
eina hugnaliga samveru. So kom
dupultkvartettin í Ebenezer og ríkaði
kvøldið við sínum vøkru sangum - tað
fløvaði! Takk fyri.
Hildubjørg Gulklett
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum við gávum,
blómum, fjarritum, telduposti og telefon
gleddu meg á føðingardegi mínum. Eisini
ein stór tøkk til tykkum, ið komu niður at
gera mær dagin ógloymandi. Bestu heilsur
til tykkum øll.
Lydia Pedersen, Ishøj
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
okkara kæri maður, pápi, abbi og verfaðir
Sverri Jacobsen
Húsavík
andaðist á Landssjúkrahúsinum 2. mai, 76 ára gamal.
Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Familjunnar vegna
Elsebeth Helena,
Heri og Fríðbjørg v/familju
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at
kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Gustav Hentze
av Sandi
andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 1. mai,
74 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Sands kirkju
leygardagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Klara
Lesið
-so eru tit við!