hósdagur 3. mai 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 85 - 3. mai 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Dagurin
4. mai. Florianus, deyður umleið ár 300. Rómverskur
heryvirmaður og embætismaður, sum royndi at
bjarga kristnum fólki, ið vórðu forfylgd, men hann varð
sjálvur tikin og fyribeindur.
5. mai. Gotthard, deyður í 1038. Abbati og biskupur
í Hildesheim. Týskt navn, samansett av orðunum fyri
Gud og harður.
6. mai. Jóhannes fyri borgliði (Johannes ante portam).
Dagurin hildin til minnis um at ápostulin Jóhannes varð
illa píndur uttan fyri borgliðið Porta Latina í Róm. Hann
komst undan, men varð seinni rikin í útlegd út á oynna
Patmos.
Jóhannes Patursson varð føddur hendan dagin í 1866, og
Hans Andrias Djurhuus doyði hendan dagin í 1951.
7. mai. Flavia, deyð í umleið ár 95. Henda abbadóttir keis
aran Vespasianus gjørdist kristin og varð rikin í útlegd.
Sunnudagin 6.mai verður Ellen Lützen
í Havn 98 ár.
Ellen er fødd niðri í Stovu í Sjúrðar
garði í Fámjin. Foreldrini vóru Anna
og Ellindur Erlingsson. Tey vóru
12 systkin, níggju systrar og tríggir
beiggjar. Ellen giftist við tí javngamla
Mogens Lützen, sum doyði í fjør. Tað
kann vera nevnt, at tey náddu at vera
gift í ikki færri enn 73 ár. Vit kunnu
ikki siga við vissu, at hetta er met, men
tað kann so ikki vera langt frá.
Tað er ein stuttlig søga um, hvussu
Ellen og Mogens funnu saman. Hetta
var á hospitalinum, har hon starvaðist
sum sjúkrasystir. Mogens hevði verið
so óheppin ella meira at kalla heppin,
tá hugsað verður um avleiðingarnar at
seta eitt grasstrá í hálsin, sum ikki fekst
burtur við egnari hjálp. Tískil mátti hann
fara á hospitalið at fáa hetta orðnað.
Sjúkrasystirin var Ellen úr Fámjin og
ferdugt var! Hetta grasstráið kom tískil
at gerast hansara lagna og lukka.
Tað ber illa til at nevna Ellen uttan
at nevna Mogens eisini. Hann var
sonur Ellen og Valdemar Lützen, sum
grundlegði handilsfyritøkuna við sama
navni. Hon hevur havt eitt sera stórt
virksemi gjøgnum tíðirnar, men serliga
gjørdist hon kend millum manna fyri
sølu av “kul, koks og brænde”.
Tað kom at gerast Mogens, sum kom
at dríva fyritøkuna víðari aftaná pápan.
Hann fekk útbúgving í Danmark og
starvaðist her, inntil hann fyrst í 30unum
fekk boð um at koma heim aftur.
Tá fóru tey eisini undir sølu av olju,
bensini og petroleum, sum varð selt til
skip og húsarhald kring landið.
Tað ber til at lesa meira um virksemið
hjá Valdemar Lützen á heimasíðuni:
www.fiskimannafelag.fo Tað verður
klikt inn á tilvísingina til gomlu heima
síðuna, og greinin er at finna í blaði
nr. 335.
Tá heimsbardagin brast á, gjørdist
Mogens saman við Brockie enskur
varakonsul, og teir vóru “vara” hjá páp
anum Valdemar og Mason, sum vóru
konsular. Tað er óneyðugt at siga, at
hetta hava verið týdningarmiklir sessir
undir bretsku hersetingini.
Tað kann verða nevnt, at hesir fýra,
sum røktu konslastarvið, vóru samd
ir um, at føroyska flaggið skuldi góð
kennast, og sendu teir fjarrit til London
við hesum boðum. Hetta er eisini ein
partur av okkara flaggsøgu. Seinni gjørd
ist Mogens franskur konsul. Mogens
var eisini í eini 25 ár fram til 1980
nevndarlimur í Føroya Banka. Her
var hann kendur sum ein skilamaður.
Mogens var í nógv ár virkin limur í
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar
Arbeiðsgevarafelag.
Fremst av øllum var Valdemar Lützen
ein fyritøka, har arbeiðsfólkið treivst,
og tað eru fleiri dømi um fólk, sum
arbeiddu her í 50 ár og meira enn tað.
Aftanfyri alt hetta virksemi mátti
standa ein góð kvinna. Ellen var eisini
Mogens ein góð konu, sum hevur stýrt
húsinum við myndugleika, og eigur
hon eisini sín part av avrikinum hjá
manninum. Hon er framvegis skilagóð.
Tað hevur altíð verið stuttligt at hitta
Ellen. Skilið er gott, hon dugir eisini
væl at greiða frá. Hon hevur framvegis
eina støðu til støðuna í landinum. Hon
kann gott vera eitt sindur braneggjað!
Ellen og Mogens fingu fimm børn.
Tey eru Valdemar, sum er giftur við
Nannu úr Klaksvík, Kim, sum er giftur
við Ásu úr Norðagøtu, Anni, sum er
ógift, og Eydna, sum er gift við Svend,
sum er dani, tey búgva niðri, og Herluf,
sum doyði í 1987. Afturat teimum vaks
systirsonurin Ellindur upp hjá teimum,
tá mamma hansara doyði, tá hann var
heilt lítil.
Nú hevur Ellen nátt ein aldur, sum
er teimum fægstu beskorið. Hon hevur
upplivað nógv og verið ein partur av
menningini í Havn. Seinastu árini hevur
hon búð á Lágargarði, og hon letur sera
væl at, at her er framúr gott at vera.
Góða Ellen! Hjartaliga tillukku við
tí stóra degnum!
ó.
Ellen Lützen 98 ár
Her síggja vit Mogens og Ellen á 73 ára brúðleypsdegnum 20. august 2005. Munnu
nøkur hjún vera í Føroyum, sum hava verið gift longri?
8. apríl fingu Siri og Ernst Jón Mortensen, Trongisvágur, eina
dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3740 gr.
18. apríl fingu Dora Jacobsen og Petur Olivur Splidt, Saltangará,
ein son, sum eitur Levi Olivursson Splidt. Hann var 53 cm.
langur og vigaði 3350 gr.
24. apríl fingu Elin Hentze og Sjúrður Andreassen, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3450 gr.
24. apríl fingu Selma Høgnesen og Oddur á Marknagili, Klaks
vík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3675 gr.
26. apríl fingu Beinta Lamhauge og Vøgg Nyholm Debess,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4300 gr.
26. apríl fingu Jórunn Fjallstein og Hans Jákup Eiðisgarð,
Norðskáli, eina dóttur, ið eitur Lív. Hon var 51 cm. long og
vigaði 3100 gr.
27. apríl fingu Katrina og Hjalmar Hansen, Rituvík, eina dóttur.
Hon var 54 cm. long og vigaði 3930 gr.
27. apríl fingu Poula Højgaard og Tórheðin Thomsen, Hoyvík,
ein son. Hann var 48 cm. langur og vigaði 3250 gr.
27. apríl fingu Durita Jacobsen og Meinhard Fróði Højgaard,
Hoyvík, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3200 gr.
27. apríl fingu Anja Wardum og Svein Hansen, Velbastaður,
eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3550 gr.
29. apríl fingu Jana Jacobsen og Sylvin Rasmussen, Klaksvík,
eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3350 gr.
29. apríl fingu Sonja og Eyðun Kjølbro, Klaksvík, ein son.
Hann var 58 cm. langur og vigaði 5300 gr.
29. apríl fingu Beinta og Birgir F. Kass, Hoyvík, eina dóttur.
Hon var 53 cm. long ogvigaði 3300 gr.
30. apríl fingu Sólrun Hammer og Mortan Poulsen, Signabøur,
ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4000 gr.
30. apríl fingu Óluva í Gong og Erling Egholm, Tórshavn, ein
son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3850 gr.
30. apríl fingu Joan og Jan Skoralíð, Leirvík, eina dóttur. Hon
var 52 cm. long og vigaði 3800 gr.
1. mai fingu Malan og Øssur Steinhólm, Leirvík, eina dóttur.
Hon var 55 cm. long og vigaði 4540 gr.
1. mai fingu Kristrunn Nicodemussen, Sandur og Janus Petersen,
Húsavík, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4300 gr.
1. mai fingu Heiðvík og Ólavur Reinert, Norðradalur, eina
dóttur. Hon var 57 cm. long og vigaði 3950 gr.
2. mai fingu Elly og Andreas Petur Hansen, Tórshavn, tvíburar
gentur. Tann eina var 52 cm. long og vigaði 2850 gr. og hin
var 51 cm. long og vigaði 3020 gr.
Føðingar
Brúdleyp
Leygardagin 5. mai giftast Margith Elmelund Petersen úr Tórs
havn og Mikkel Niels Brock Hansen úr Ringsted. Vígslan
verður í Højdevangskirken (Amager) og veitslan verður fyri
innbodnum í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Leygardagin 5. mai kl.14.00 giftast í Kelduni í Skálafirði Noomi
Káradóttir Jacobsen og Rúni Rasmussen, Tórshavn. Veitslan
verður fyri innbodnum í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00.
Leygardagin 5. mai kl. 14.00 giftast í Miðvágs kirkju Nomi
Jóhannesdóttir Haraldsen, Miðvágur og Kaj van Elzelingen,
Tommerup. Opið hús verður í SÍFhúsinum í Sandavági frá kl.
19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 4. mai hava Margit og Hanus Hansen, Kráarvegur
í Havn, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin á Hotel Føroyum
fyri innbondum.
Tøkk
Ein hjartans tøkk til øll tykkum, sum á ein ella annan
hátt sýndu samkenslu, tá kæra mamma mín, systir,
mostur, ommusystir og langommusystir okkara
Elsebeth Sofía (Elspa) Midjord
Akrar
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til familju og vinir, ið hjálptu til við jarðarferðini.
Tøkk til Frelsunarherin fyri góð orð og sang til
bønarhaldið í kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Tøkk til Patrick Neergaard prest, sangarar, berarar
og kirkjutænarar.
Tøkk til starvsfólkini á Eldrasambýlinum í Hvalba.
Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og til tykkum
mongu, ið fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Erland