Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 3. mai 2007 13 Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. viðmerkingar Er tað partur av Visjón 2015, at samfelagið ikki má útbyggjast ov nógv? Tað er rættiliga skelkandi lesnaður at síggja Sosialin 2. mai 2007, har Jørgin Niclasen verður end­ urgivin fyri at siga, at vit mugu ansa eftir, at vit ikki útbyggja hann (flogvøllin) ov nógv! Vóru hetta úttalilsir frá einum elligomlum, sitandi á bríkini og láta, hevði hetta verið til at skilja. MEN, at visjónirnar hjá einum ungum manni eru so stuttar og smáar. Tað má undra sjálvt hin elsta! Vit mugu spyrja: Er hetta fram­ tíðarætlaninar hjá Jørgen Nicla­ sen, at føroyska samfelagið ikki má útbyggjast ov nógv? Er ætl­ anin, at tunlarnir ikki mugu gerast ov breiðir, ella skullu teir ikki ger­ ast so langir, at teir koma gjøgnum fjøllini, men steðga undir fjøllu­ num? Skulu vit útbyggja skúlaverkið, men ikki ov nógv? Kanska steðga í 6. flokki? Skulu vit útbyggja heilsuverkið, men ikki ov nógv? Kanska steðga við narkosudeildini og lata víðari viðgerð fara fram uttanlands? Vit mugu inniliga vóna, at tað bert er Jørgin Niclasen, ið ikki ynskir føroyska samfelagið útbygt, og at samstarvsfelagar hansara hava størri visjónir! Jørgin Niclasen sigur seg ikki vera tekniskt kønan. Hetta er tað onki løgi í, tí loftferðsla og loft­ ferðsluspurningar eru sera teknisk málsøkir. Tað sum Jørgin Niclasen hinvegin hevur møguleika fyri, er at seta seg í samband við tey, ið hava meiri vitan á økinum. Hann kann t.d. fara stytstu leið úr Sørvági á flogvøllin og seta seg í samband við tey fólkini, ið til dagliga arbeiða við flogvallartekn­ iskum spurningum. Hann kann eisini kanna eftir, hvat allir 5 deildarleiðararnir einmælt hava mælt til verður gjørt í Vágum. Hesir hava, hóast alt, bæði fakliga vitan og royndir viðvíkjandi flog­ vallarrakstri í Føroyum. Jørgin Niclasen sigur í somu grein, at vansin við at seta størri flogfør í flúgving er, at títtleikin av fráferðum fara at minka so mikið nógv, at tað ikki verður flog­ ið higar hvønn dag. Hetta er ein misskiljing og er lítið visjonert hugsað og als ikki undirbygt. Til tess, at eitt flogfelag skal fáa fulla nyttu av nútíðar ‘mellemdistance’­ flogførum, ið eru væl egnaði til okkara viðurskiftir (longd av flog­ leiðum, ‘payload’, fuel, startvekt o.m.a.) er longd av lendingarbreyt undir 1.800 metrar ikki nóg effek­ tiv. Uppaftur betur var, um lend­ ingarbreytin var enn longri. Vit eiga ikki at gloyma, at ein heimur er uttanfyri Keypmannahavn. Hóast hetta er høvuðsfarleiðin, eiga vit at hyggja longri fram og longri út. Pástandurin hjá Jørgin Nicla­ sen um, at tað ikki verður flogið hvønn dag, um størri/nýmótans flogfør verða sett í farleið, held­ ur ikki! Víðari sigur Jørgin Niclasen, at líknandi dømir úr Grønlandi vísa: Flogførini taka so nógv ferðafólk, at tað er ikki grundarlag at hava flogvøllin opnan meiri enn 5 dagar um vikuna. Hetta er beinleiðis skeivt! Með­ an amerikumenn róku flogvøllin í Syðra Streymfirði, var flogvøll­ urin opin alt døgnið allar dagar í vikuni árið runt. Hesa tíðina var á sumri flogið 5 ferðir um vikuna og á vetri 3 ferðir um vikuna. Við øðrum orðum: Heldur ikki hvønn dag í vikuni tá. Tá grønlendska heimastýri í 1992 yvirtók flog­ havnina var flogmynstrið tað sama. Tað er tí ikki, at flogførini eru vorðin størri, at grundarlag ikki er at hava flogvøllin opnan meira enn 5 dagar um vikuna. Tað er einans ein spurningur um, at tað ikki er búskaparliga ráðiligt at hava opið hvønn dag (tað eru ikki ráð til tess) , eins og tað var áðrenn 1992. Hetta kann ein so leggja sær í geyma, tá tosa verður um fleiri flogvøllir í Føroyum! Pástandurin hjá Jørgin Niclasen um, at tað ikki verður flogið hvønn dag, um størri/ nýmótans flogfør verða sett í farleið, heldur ikki! Jørgin Niclasen sigur seg ikki vera sannførdan um, at 1.800 metrar er tað rætta. Vit mugu finna eina hóskandi javnvág í til okkara viðurskifti, sigur hann. Her er týdningarmikið at spyrja. Eru tað tey loftferðslutøkniligu viðurskiftini, ið eiga at standa ovast á breddanum, ella hevur sannføringin hjá einkult stand­ andi persónum størri týdning?? Jørgin: Skulu vit framhald­ andi reka ein flogvøll við undan­ tøkum, ið ikki eru neyðug?? Sambært heimasíðu Løgting­ sins er eitt norskt felag biðið um at gera kanningar, hvar alterna­ tivur flogvøllur kann gerast í Føroyum. Hetta felag kom fram til 4 alternativar møguleikar. Hóast hetta, vóru teir bidnir um eitt 5. alternativ, sum teir framman­ undan ikki høvdu víst á. Sjálvur meti eg loftferðsluspurningin í Føroyum somikið álvarsaman, at tað til eina og hvørja tíð mugu vera tær loftferðslutøkniligu grundirnar, ið eru avgerandi fyri, hvar Føroyar hava sín flogvøll! Persónligar sannføringar, ið ikki eru loftferðslutøkniliga grundaðar, mugu ikki spæla hasard við før­ oyska samfelagnum! Mælt verður tí til at nevndu 5 alternativ verða kannað av loft­ ferðslutøkniligum kønum fólkum. Men fyri at hetta arbeiði skal vera seriøst og trúverdugt er neyðugt, at ‘6. alternativið’ eisini verður kannað. Nevniliga verandi flog­ vøllur. Hvørjir møguleikar eru her? Kann hesin vøllur í framtíðini leingjast út um 1.800 metrar? Eru forðingarnar her størri enn aðra­ staðni? Tá tað loftferðslutøkniliga úrslitið fyriliggur, hava vit neyð­ uga støðið at byggja víðari á, hvar hin føroyski flogvøllurin eigur at vera. Útbygging av samfelagnum kann virka øvugt! Jákup persson Sólfríð Fjallsbak Sunnrid Petersen Jonna Hansen vegna foreldrabólkin í Miðvági Lívið er ikki ein sjálvfylgja, og tí eiga vit øll eftir føri­ muni at gera okkara til at verja hesa Guðs gávu. Ferðslutrygdin er sambært Landsverk blivin betur sein­ astu árini og tað er gott. Men tað merkir als ikki at vit eiga at steðga her. Vit foreldur í Miðvági hava sæð vandan, so nú er tað vorðið okkara ábyrgd! og tí vilja vit gera okkara fyri, at bøtt verður um trygd­ ina. Tað er nú um at vera eitt ár síðan foreldrabókurin í Miðvági bleiv samlaður, hetta var eftir enn eitt ferðsluóhapp, hesaferð var tað ein smágenta, ið var yvirkoyrd á høvuðsvegnum. Málsetningurin hjá bólki­ num er at arbeiða miðvíst fyri at bøta um trygdina á vegunum og at varpa ljós á ferðslutrygdina! Vit settu okkum í sam­ band við Miðvágs Komm­ unu og Landsverk, sum í orði vóru sera jaligir fyri at bøtu um trygdina, tað ljóð­ aði sum einki var óført. Men nú eitt ár seinni kunnu vit bara ásanna at EINKI er hent! Eitt stutt skiftið setti Landsverk ferðgáar upp inni í bygdini, men tað vardi ikki ein vika so vóru teir burtur aftur. Eg vil í stuttum lýsa ferðsluviðurskiftini eftir høvuðsvegnum. Høvuðsvegurin er eitt strekkið sum er einar 2 km Av hesu báðum km eigur MK uml 700 m og LV rest­ ina. Eftir hesum strekkinum koyrdu smb LV í 2005 dagliga 2.673 bilar, og tað talið er óivað økt síðani. Ábendingarnar um at Landsverk og Miðvágs Kommuna vilja ferðslu­ trygd, eru fáar. Eitt fótgangarafelti! sum hevur skelti á báðum síðum og tilhoyrandi lyktapelar. Eitt við skeltum báðu meg­ in vegin, men eingi ljós í nánd. Eisini eru ymsastaðni hvítar blettir á vegnum, sum einaferð hava verið ætlaðir til fótgangarafeltir og tvær staðni hesir blettir er eitt skelti øðru megin við. Eg veit ikki heilt hvat man skal siga um tað men man kann illa kategorisera tað sum fótgangarafeltir… Umframt skelti við buss­ teðgipláss er eitt annað slag av skeltum. Tað er ”Par­ kering ikki loyvd” skeltini, hvør skal siga her skal eing­ in tarna ferðsluni, vit mugu sleppa at koyra so skjótt sum gjørligt. Eftir skúlavegnum er loyvt at koyra 80 km/t. Skal Miðvágs bygd menn­ ast og skal trivnaður verða hjá øllum aldursbólkum, má tað bera til at koma óskaddur yvirum vegin, og tað má bera til at liva uttan­ dura. Eitt tað óhugnaligasta við teimum ferðsluóhapp­ unum sum henda, í øllum førum gjøgnum Miðvág er at bilarnir enda inni í garð­ um og inn móti húsaveggj­ um, og tí er tað sera ótrygt hjá fótgangarum yvirhøvur, og bert ein spurningur um tíð til onkur verður árendur í sínum egna túnið. Og tað kunnu vit ikki bíða eftir, vit hava sæð vandatekini og tí SKAL okkurt gerast við hetta. Hetta kemur at hava vera alt avgerandi fyri um Miðvágs bygd verður í fremstu røð, hvat menning viðvíkur. Eingin vil frí­ villiga offra sítt barn til ferðsluna! Vit mugu tó ásanna at Kommunan og Landsverk kunnu ikki semjast um hvat er tað rættasta at gera fyri at tálma ferðsluni ígjøgnum Miðvági ella í øllum førum gera hana tryggari. Tað sigst at har tað er ein vilji, er ein vegur, so niðurstøðan hjá foreldra bólkinum í Mið­ vági er eftir hondini tann, at hjá báðum pørtum vant­ ast vilji! Og tað er harmu­ ligt, men tað ger bara at vit í foreldrabólkinum mugu arbeiða somikið meira! Vit gevast ikki fyrr enn vit eru nøgd við ferðslutrygdina! Fyri tann sum er vaksin upp saman við føroyskum seyðahaldi hava orðini at marka og at oyramerkja hvør sín vældefineraðan týdning. Hvør hagapartur hevur sítt seyðamerki, og lombini verða markað við at skera ávís mynstur í oyra ella oyruni og hetta merkið gongur seyðurin við restina av lívinum. At marka er sostatt ein irreversibel proces, tí merkið verður ikki broytt og kann ikki ganga aftur ella umdoybast. At oyramerkja haraft­ urímóti er at gera eitt hol í oyra og klipsa eitt oyra­ merki í. Oyramerkið verð­ ur gjørt úr metalli (kopar/ messing, aluminium) ella plastikki. Á oyramerkið verður skrivað árstal fyri aldur, tlf. nr. hjá eigara umframt at fleiri litir eru at velja ímillum. Oyra­ merkið kann skiftast út við eitt nýtt við aðrari áskrift, um tað er ynskiligt. At oyramerkja er sostatt ein reversibel proces, tí til ber at broyta og umdoypa. At marka er álitisstarv, ið bóndin ella seyðamað­ urin helst sjálvur tekur sær av, men at oyramerkja er nærmast hvørs mans føri. At øremærke á donskum kann bæði vera at marka og/ella at oyramerkja. Tað er tí ikki nøktandi einans at týða at øremærke til at marka. Í Føroyum hevur verið vanligt at oyramerkja síð­ ani einaferð fyrst í 1950, og ein stórur partur av okkara gott 70.000 seyð­ um hava oyramerki, men enn hevur ongin føroysk orðabók tikið orðið upp. Hinvegin hava tey 5 – 10, sum í Føroyum eru tignar­ liga oyramerkt við latínska heitinum professari, fyri langari tíð síðan fingið teirra professorala oyra­ merki við í orðabøkurnar, hóast henda tignarliga oyramerking ikki byrjaði her heima fyrr enn í 1965. Men sum skriva stendur, ein og hvør er sær sjálvum næstur! Í politikki eru javanan broytingar bæði hvat í ideologium og peninga játtanum viðvíkjur, so í tí sambandi er heldur talan um at oyramerkja enn at marka. Fyrrverandi danski statsministarin, Jens Otto Krag (1914­78) sáli, segði tað sera greitt: “Man har et standpunkt til man ta’r et nyt”. Tórshavn 30.04.2007 Lívið er ein gáva, sum øll eiga at verja regIn eIkhólm Føroyskt mál At Marka og at Oyramerkja – tvey vanlig føroysk orð