hósdagur 3. mai 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 85 - 3. mai 2007
Tann 1.mai var stórur og søguligur dagur í føroyskari
loftferðslusøgu. Tá kundu ein fegin ferðslumála
ráðharri og ein nøgdur løgmaður taka ímóti Vága
Floghavn, sum higartil hevur verið ogn hjá danska
statinum. Vit fegnast øll um hesa yvirtøku, tó at tað
eru ymsar meiningar um, hvussu skilabest er at
halda fram við framtíðar útbyggingini og menningini
av loftvegis flutninginum her á landi.
Sama dag sum flogvøllurin varð yvirtikin hoyrdu vit
torurødd frá einum av okkara oddafólkum innan
ferðavinnuna, nevniliga stjóranum á Hotel Føroyum
og Hotel Tórshavn. Johannes Jensen, sum verður
mettur sum ein drívmegi og eldsál í føroyska ferða
mannaheiminum, brúkti dagin til enn einaferð at
markera sína meining um framtíðar føroysk flog
viðurskifti.
Hansara avgjørda meining er einføld og krystallklár:
byggið ein alternativan flogvøll í stundini. Bara ein
nýggjur flogvøllur kann skapa teir karmar, sum før
oyskt vinnulív og her ikki minst ferðavinnan hevur
brúk fyri, skal nakar hugsingar verða um menning í
framtíðini.
Hóast vit øll fegnast um, at tað nú kemur gongd á
útbygging av flogvøllinum í Vágum við bæði longj
an og nútímansgerð av tænastufacilitetum, sum eru
bráðneyðug, so eigur málið um alternativan flogvøll
ikki at feiðast undir teppið av teirri orsøk. Hetta er
ikki ein spurningur um antin ella men ein spurningur
um bæði og.
Eftir okkara tykki hava vit brúk fyri at longja flog
vøllin í Vágum, og bæði kundar og starvsfólk hava
rætt til og krav uppá at fáa betri viðurskifti á flogvølli
num. So vit kunnu bara fegnast um, at her nú loksins
hendir nakað. Samtíðis mugu vit til at taka orðini
hjá eitt nú hotellstjóranum og øðrum vinnulívsfólki
í størsta álvara. Kravið til framtíðar loftferðslu
viðurskiftini eru bæði ein nútímansgerð av verandi
vølli og tilrættalegging av einum nýggjum flogvølli.
At okkara politikarar raðfesta undirsjóvartunlar høgt
er skiljandi, tí sum oyggjasamfelag er tørvur á einum
undirstøðukervi, sum bindur ymsu partarnar av
landinum tættari saman. Men tættari og betri sam
band við umheimin er ikki minni týdningarmikið.
Tað er lívsneyðugt. Tað er ein fortreyt fyri, at
vinnulívið kann mennast og gerast meira fjølbroytt.
So vit vóna, at myndugleikar og politikarar taka til
sín úttalilsini frá vinnulívsfólki um ein alternativan
flogvøll og av álvara seta hann inn í framtíðar lands
og millumlanda planleggingina.
Sosialurin
Flogvallarviðurskifti
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tað vardi meg ikki, at
mínar fáu reglur í Sosiali
num 18. apríl, skuldu fáa
eitt tílíkt langt og umfatandi
aftursvar frá Richardi
Schwartson (RS). Megin
parturin er so niðrandi og
persónliga áleypandi, at tað
sjálvsagt onga viðmerking
fær – og má standa sum tað
stendur.
RS hongur seg nógv í
gásareygu og einstøk orð,
men tíverri ógvuliga lítið í
sjálvt innihaldið í mínari
grein. Ja, veipar enntá við
orðabók á lofti so harðliga,
at spurningurin er, um eg
skal tora at nýta gásareygu
meir! Ikki sørt snildisliga
sett saman. Pyntað við
alskyns sitatum á enskum
og týskum. Økir ikki um
trúvirðið í mínum eygum
heldur enn annara. Lat meg
tó líka skoyta uppí, at eg
skilji ríkiliga væl týskt,
enskt og eisini onnur mál,
um tað skuldi verið. Eitt
brot skal ikki standa ósvar
að. Tað er hetta og nú má
eg heldur sitera bókstav
fyri bókstav, orð fyri
orð....(sitat, 3. brot, 11.
síðsta regla og niður): Mær
hevði list at vita, hvussu
DP greinar virkanina av
atypiskum antipsykotika á
D2-reseptorarnar í suppuni,
ella hvussu MMP inhibi-
torar tálma krabbavøkstri í
somu suppu. Eg loyvi mær
kortini at ivast í, um DP er
førur fyri tí, og krevji tað
heldur ikki av honum, tí
hetta liggur uttan fyri hans-
ara fakøki (sitat enda).
Tann tíðin er farin, at RS
megnar at imponera meg
ella fjøldir av vælútbúnum
ungum studentaskúlanæm
ingum á t.d lívfrøði hástig
ella lívfrøðilesandi. Tey
(og eg) klára væl at gjøg
numskoða tað, ið RS so
flott sleingir út við. Bæði
inhibitorar og reseptorar
eru við í standardpensum á
studentaskúlastigi. Hendan
útsøgnin hjá RS bendir
sostatt á, at hann ikki veit,
hvat ið fer fram á útbúg
ingarøkinum í dag. Tað fer
tí at gerast alt meira trupult
hjá RS at villeiða almenn
ingin um ymisk faklig við
urskifti á náttúruvísindaliga
økinum. Tað gerast støðugt
fleiri, ið lættliga eru før fyri
at avdúka slíkar retoriskar
krúllur ella aðrar rættiliga
einvísar pástandir, ið hann
kemur við. RS endar grein
ina við at koma inn á, at vís
indin skal leita eftir sann
leikanum. Púra samdur. Má
tó viðganga, at tað eg hig
artil havi sæð RS skrivað í
føroyskum bløðum sýnir, at
hann fer sera lætt um vís
indaliga sannleikan í tí,
hann viðger.
Tað er mikið gott at seta
upp strangar reglur fyri onn
ur at halda í skrift og talu;
men so er sjálvur at halda
tær. RS brýtir flestu av hes
um reglum: leggja orð í
munnin, seta upp strámann,
akademikari má orða seg
varisliga, tvíspora inn í ann
að fakøki, osfr. Tosaði nak
ar um sjálvmál? Hugsi, at
her ruku fleiri inn av slag
num. Kundi eisini verið
skírt boomerangkast! At
krevja fullan neutralitet av
mær í øllum í einum stutt
um lesarabrævi, samstundis
sum RS vil sleppa at at
kunngera sínar subjektivu
metingar, hongur ikki heilt
saman. Hetta er tað, ið á
vanligum føroyskum máli
verður nevnt at “blása og
hava mjøl í munninum í
senn” (orsaka gásareygu).
Her ruggar ikki heilt rætt at
krevja neutralitet – betri var
her at sagt objektivitet – av
øðrum, meðan einum sjálv
um skal vera loyvt í tíð og
ótíð at koma við subjek
tivum álopum á ymsar
náttúruvísindaligar áskoð
anir. Kanska tað mest álvars
liga í skrivingarlagnum hjá
RS og fyri tann skuld eisini
Símun Absalonsen, SA, er
at teir sjálvir eru fleiri báts
longdir framman fyri ágang
in hjá kristnum fólki á øðr
vísi hugsandi í avgomlum
døgum, ið teir kappast at
fortelja fólki um. Serliga
við atliti til at leggja eftir
nútíðar náttúruvísindi og
vísindafólki.
At leita eftir sannleikanum
er eitt ediligt mál í sjálvum
sær; men – sum skrivað
stendur “Hvat er sann
leiki?” Efti mínum tykki
eru tað fá ella ongi kirkju
fólk í Føroyum, ið taka
undir við sannleikavirðin
um í niðurstøðuni hjá RS
og SA, har báðir sýnast
halda uppá, at kirkjan lítið
og onki hevur við kristin
dóm at gera.
Aftursvar til grein hjá Richard Schwartson
í Sosialinum 27. apríl 2007
DÁNjAL PEtUR
HøjgAARD
Spurningur
til Kring
varp Føroya
Eg sá ikki Dag og viku í
gjár, 1. mai, men ein vin
kona fíltist á, at tey einki
brot høvdu úr røðuni hjá
Jenis av Rana, tá tey
høvdu brot úr báðum hin
um røðunum.
Tí vil eg spyrja, hví
Kringvarpið í Degi og
viku, í gjár 1. mai, einki
brot hevði av røðuni hjá
Jenis av Rana?
UNN
HENtzE