Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 3. mai 2007 11 Starvið Mentamálaráðið sóknast eftir dugnaligum, ágrýtnum og engasjeraðum KT-ráðgeva til KT-depilin. Starvið verður at seta 01. august 2007. Høvuðsuppgávurnar eru m.a. at: • umsita ambætarar • umsita heimasíðu depilsins og stuðla skúlum við teirra heimasíðum • skipa fyri skeiðum • skipa samarbeiði millum skúlar • menna talgilt undirvísingartilfar og tal gildar undirvísingargongdir • veita brúkaratænastu Førleikakrøv Vit vænta okkum m.a., at umsøkjarar • hava útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra viðkomandi útbúgving • útbúgving ella drúgvar royndir á telduøkinum • hava royndir í undirvísingarverkinum • kunnu arbeiða sjálvstøðugt umframt at samstarva í arbeiðsbólkum o.l. • eru tænastusinnaðir, fyrikomandi og hava góð samstarvsevni • hava áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna nýggjar leiðir. Vit bjóða Á økinum eru fl eiri spennandi avbjóðingar, sum KT- ráðgevin kemur at fáa ávirkan á. M.a. verður arbeitt við at seta í verk skúla fyrisitingarforritið VITANET. Frammanundan røkir KT-depilin brúkarasamskiftið í sambandi við Lønar forskipanarforritið. Starvið er áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti. Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi, og møguleikarnar fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og viðkomandi yrkisfelag. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. o.ø. skulu sendast til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegi 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn ella e-post: mmr@mmr.fo Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 21. mai 2007, klokkan 16.00. Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, ber til at ringja til Regin Ellingsgaard, leiðara í KT-deplinum, telefon 321220 ella 555015. Regin hevur e-postin reginel@skulin.fo Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harumframt hevur ráðið uppgávur, ið viðvíkja kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. KT-depilin er staðsettur í Mentamálaráðnum og veitir sjálvstøðuga KT-tænastu í skúlaverkinum. KT-depilin er ráðgevandi hjá skúlaverkinum viðvíkjandi kunningartøkni og skipar fyri at eftirútbúgva lærarar í kunningar tøkni. KT-depilin rekur samskiftisskipan skúlaverksins, sum nú hevur 13.970 brúkarar. Eisini veitir KT-depilin skúlum pláss til heimasíður teirra. KT-ráðgevi sansir.fo KT-depilin LÆRARAÚTBÚGVINGIN Vilt tú vera lærari? Nú er greitt at søkja áLæraraskúlan eftir summarfrítíðina. Umsóknarbløð eru at fáa á Læraraskúla­ num (tlf.313501) og á heimasíðuni: www.flsk.fo Skrivstovan er opin kl. 8.00 ­ 16.00. Treytin fyri upptøku á læraraútbúgvingina er studentsprógv, HF­prógv ella prógv á líknandi stigi. Umsóknirnar skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 18. juni. LÆRARAÚTBÚGVINGIN - Ein útbúgving fyri lívið NÁMSLIGA ÚTBÚGVINGIN Vilt tú vera pedagogur? Nýggjur flokkur verður tikin upp eftir summarfrítíðina. Umsóknarbløð eru at fáa á Læraraskúla­ num (tlf.313501) og á heimasíðuni: www.flsk.fo Skrivstovan er opin kl. 8.00 ­ 16.00. Treytirnar fyri upptøku á námsligu útbúgv­ ingina eru, at umsøkjarin umframt at hava gingið 9 ár í skúla hevur staðið HF­prógv, studentsprógv, hægri handilsskúlaprógv, hevur lærlingaútbúgving, ella kann prógva samsvarandi kunnleika. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur starvast í dag­ ella bústovni í minsta lagi 1/2 ár. Umsóknirnar skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 18. juni. NÁMSLIGA ÚTBÚGVINGIN - Ein útbúgving fyri lívið T Ó R S H A V N A R K O M M U N A ÓLAVSØKAN 2007 ÓLAVSØKAN 2007 Øll søla og tiltøk, sum skulu vera á ólavsøku ella lýsast í ólavsøkuskránni í ár, skulu nýta serligt umsóknarblað. Umsóknarblaðið fæst í Snarskivuni og á heimasíðu kommununar. Freistin at flýggja inn umsóknarblaðið er sett til týsdagin 18. juni 2007 kl. 12.00. Umsóknir, sum koma inn aftan á 18. juni 2007 kl. 12.00, verða ikki við- gjørdar. www.torshavn.fo lýsingar