Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 85 - 3. mai 2007 Kvøldkvirra í Dómkirkjuni Dýri biðidag verður kvøldkvirra kl.21 í Dómkirkjuni. Kl. 22.00 til 22.30 fer blásaratrioin Atlantslómur sum er mannað við Súsonnu Joensen floytu, Odduri Hentze klarinett og Christinu Andersen á fagot. Tey trý starvast hjá Musikkskúlaskipani. Tey hava havt konsertir í Suðuroy og Hósvík har tey vóru sera jaliga móttikin. Dýri biðidag fara tey at spæla tónleik sum sømir seg tílíka kvirru. Bæði kendan og tað sum tey fegin vilja fólk skullu hoyra. M.a. Kanon hjá Johann Pachelbel, Adagio eftir Trygve Madsen, Chanson hjá Elgar, Adagio Mozart, “Blessed Spirits” Gluck, Solitude eftir R. Muczynski og Siciliano hjá F. Devinne. Tann góða tøgnin og “stilli” blásturin frá Atlantsljómið Dýri biðikvøld í Dómkirkjuni. Tað eru nøkur viður­ skifti við North Atlantic Fish Fair hesaferð, sum ikki hava verið áður. Hesi kunnu koma at merkja, at talið av vitjandi fer at seta met NAFF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Hetta er fyrstu ferð, at fiskivinnustevnan gongur út í eitt vikuskifti, og hetta er fyrstu ferð, at loyvt er at skeinkja á stevnuni. Í triðja lagi liggur NAFF hesaferð ikki so tætt uppat matvøru- stevnuni í Brússel, og í fjórða lagi harðnar streym- urin, so vænandi er, at skip og bátar, sum royna við línu, fara at liggja. Hetta sigur Dánjal Petur Hansen, sum er samskipari av North Atlantic Fish Fair. Hann vísir á, at hinar tríggjar stevnurnar, sum verið hava – tvær á økinum hjá Runavíkar havn og hin seinasta á Hjalla – hava ligið frá týsdegi til og við hósdag. - Framsýnarar hava havt ynski um, at stevnan liggur inn í eitt vikuskifti, og hetta er nú eftirlíkað. Dánjal Petur Hansen held- ur, at tað eisini kann koma at hava sín týdning fyri tal- ið av vitjandi, at dýri biði- dagur er fríggjadagin, og síðan hava tey flestu eisini frí leygardag. - Vit hava onga meting av, hvussu stórt talið av vitj- andi verður hesaferð, men vit vóna sjálvsagt, at North Atlantic Fish Fair í minsta lagi verður eins væl vitjað og hini árini, sigur sam- skiparin. Í 2005 hevði altjóða fram- sýningin á Hjalla fleiri enn 11.000 vitjandi teir tríggjar dagarnar, stevnan vardi. Streymurin verður hálvharð­ ur teir næstu dagarnar, og tí er væntandi, at flestu línuskip og útróðrarbátar, sum royna við línu, fara at liggja. Soleiðis verður eisini høvi hjá hesum monnum at vitja á North Atlantic Fish Fair Mynd: Vilmund Jacobsen NAFF í vánaligum streymi Veðrið var gott – tað var turt, stilt, men eingin sól, tá altjóða fiskivinnustevnan, North Atlantic Fish Fair, varð sett á Hjalla í morgun NAFF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Væl av fólki var saman- komið til setanina klokkan gott 10 í morgun, og tónleikabólkurin, Crawling Blue úr Havn, settu sín dám á. Teir, ið mannaðu bólkin, vóru Uni R. Debes, guitar og sang, Eyðun Johannesen, bass og Brandur Jacobsen trummur. Crawling Blue spældu eini 2-3 frísklig løg, áðrenn Dánjal Petur Hansen, sam- skipari av fiskivinnufram- sýningini, steig á pallin og beyð vælkomin til setan- ina. Dánjal Petur segði seg fegnast um, at hann vegna Atlantic Fair, sum er fyri- skipari av NAFF, nú kundi bjóða vælkomin til hesa fjórðu fiskivinnufram- sýningina í røðini – og aðru ferð í høvuðsstaðnum. Samskiparin takkaði fyri luttøkuna og hevði eina ser- staka tøkk at bera teimum, sum hava verið við heilt frá fyrsta degi – ella síðan stevnan sá dagsins ljós í 2001. Eftir at Dánjal Petur Han- sen hevði bjóðað vælkomin til setanina, segði Jógvan Arge, virkandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, nøkur orð. Jógvan Arge nýtti høvi at greiða eitt sindur frá um føroyska søgu, og í hesum sambandi nam hann eisini við søguna hjá Føroya løg- tingi. Virkandi borgarstjórin segði, at Tórshavn er vorðin miðstaður Føroya, tí býurin liggur miðskeiðis í landi- num – og soleiðis føra allir vegir til Tórshavn, eins og sagt verður, at allir vegir føra til Róm. Hann nevndi eisini, at Føroyar, sum í gomlum døg- um var eitt bóndasamfelag, við tíðini gjørdist eitt ídn- aðarsamfelag, har fiskivinn- an stendur fyri størsta virk- seminum. Løgmaður setti Seinastur í røðini var løg- maður, Jóannes Ejdesgaard, sum eisini hevði heiðurin at seta North Atlantic Fish Fair. Løgmaður segði, at tað er honum ein stórur heiður at kunna seta hesa stevnu, sum nú hevur fest røtur í Føroyum. - Stevnan var fyrstu ferð í 2001 og aftur í 2003 og 2005. Tí kunnu vit siga, at henda altjóða fiskivinnu- stevnan er komin fyri at vera, segði hann. Løgmaður vísti á, at Før- oyar eru ein siglandi tjóð, og tí hevur ein fiskivinnu- stevna sum henda stóran týdning. Í setanarrøðu síni segði løgmaður, at tað hevur stór- an týdning fyri føroyskar fyritøkur at hyggja út um landoddarnar, eins og tað hevur týdning at skipa so fyri, at útlendskar fyritøkur kunnu hyggja inn til okk- ara. - Føroysk feløg arbeiða í útlandinum, men tað eru eisini tær smáu fyritøkurnar, sum hava brúk fyri at vita, hvat gongur fyri seg uttan fyri okkum. Løgmaður segði seg vóna, at North Atlantic Fish Fair fer at eydnast væl, og at framsýningin verður eggj- andi fyri framsýnarar og tey vitjandi. Løgmaður setti altjóða fiskivinnustevnuna Løgmaður, Jóannes Ejdesgaard, setir North Atlantic Fish Fair Mynd: Jens Kr. Vang Crawling Blue sett sín dám á setanina Mynd: Jens Kr. Vang