hósdagur 3. mai 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 85 - 3. mai 2007 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Vit mugu bara taka í reyvina á okkum sjálvum nú
Jóhan Dávur Højgaard, GÍ
Alex Ferguson var skjótur
at staðfesta, at Manchester
United hevði tapt fyri
e i n u m
b e t r i
l i ð i
mikukvøldið.
- Tað er eitt vónbrot at
tapa, tá tú ert somikið nær.
Men Milan vóru betri fyri
enn vit kropsliga. Vit
skuldu ígjøgnum fyrstu 25
minuttirnar, uttan at skera
okkum sjálvar á háls, men
tá vit geva tvey bílig mál
burtur, so verður tað tungt.
Manchester United hevur
enn eina møguliga greipu á
heimabeiti at hugsa um.
Har er dystur á skránni
longu leygardagin, tá
grannauppgerð verður móti
Manchester City.
-mørk
Við trygga sigrinum á
Manchester United er
AC Milan til reiðar at
spæla europiska fina
lu móti Liverpool. Og
har er málið at vaska
tapið frá 2005 av sær
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Mál frá Kaka, Seedorf og
Gillardino góvu ikki Man-
chester United nakran sum
helst møguleika, tá seinna
hálvfinalan í Champions
League varð avgjørd í gjár-
kvøldið.
Regnið oysti niður fyrstu
longu løtuna av dystinum
millum Milan og Manchest-
er United. Regn er annars
nakað, sum spælararnir úr
Manchester skuldu verið
vanir við, men á váta lend-
inum megnaðu teir lítið í
tríkantsspælinum, sum
Milan koyrdi á miðvøllin-
um.
Tvær ferðir skoraðu teir
eisini. Fyrru ferð tá Kaka
sera hegnisliga langaði bólt-
in niður við stólparótina,
eftir at Seedorf hevði vunn-
ið luftbólt. Og seinnu ferð-
ina, tá Seedorf skeyt bóltin
júst sama stað eftir álop,
sum var grundað á mistak í
Manchester-verjuni.
Málini góvu gestunum
truplar fortreytir í seinna
hálvleiki, og tað gjørdi
góða spælið hjá Milan eisi-
ni. Dysturin var ikki so flót-
andi og lívligur, sum fyrra
hálvfinalan millum liðini.
Fyrst og fremst tí vertirnir
høvdu so gott tamarhald á.
Eina løtu í sienna hálvleiki
kom tó eitt vet av spenningi
í. Gestirnir fingu lagt eitt
ávíst tryst á. Størsta møgu-
leikum í hesum fekk Fletc-
her, men hansara skot fór
væl við síðuna av. Og tá
Rooney løtu seinni ikki
fekk brotssparkið, sum
hann við góðum rætti ynsk-
ti, tóktust gestirnir heilt mis-
sa pippið.
Milan tók alt meira yvir.
Og tá Sir Alex vildi satsa
við at senda Saha inn fyri
O’Shea fall revsingin alt
fyri eitt. Í einum kontra
móti tunnu verjuni gjørdist
Gilardino púrasta leysur, og
so stóð 3-0.
Hetta broytti kanska ikki
tað stóra, tí gestirnir skuldu
framvegis skora tvær ferðir.
Men tað tók seinastu restina
av luft úr reyðu devlunum.
Og so verða tað aftur
Milan og Liverpool, sum
skulu spæla finalu.. Júst
somu lið, sum spældu eina
ógloymandi finalu fyri
tveimum árum síðani. Eina
finalu, sum tey í Milan
helst gjarna vilja hevna.
Milan-Manchester United
3-0 (2-0)
1-0: Kaka
2-0: Seedorf
3-0: Gillardino
Milan fer eftir hevndini
Í frustration »gloymdu«
gestirnir ta einu ferðina fair-
play regluna, tá teir skuldu
taka innkast. Og tað fekk øði
í Gattuso, sum her fer eftir
Ronaldo
Mynd: Polfoto/AP
Teir vóru betri
34