hósdagur 3. mai 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 85 - 3. mai 2007 ]
Útlendingar hjá KÍ
farnir heim
Heimasíðan hjá KÍ skrivar, at teir báðir amerikumenninir
gevast eftir bert fáar mánaðir í bláu troyggjuni. – Eftir at
hava verið partar av KÍ-hópinum í nakrar mánaðar, ynsktu
teir ikki at halda fram og fara báðir av landinum í næstum.
Venjarin Tony Paris harmast um avgerð teirra, men takkar
teimum samstundis fyri gott samstarv og ynskir teimum
alla lukku framyvir, skrivar heimasíðan hjá KÍ.
OB og FCK skulu spæla finalu
Danska steypafinalan í fótbólti er altíð Kristi
Himmalferðardag, og hon er altíð í Parkini. Hesa ferð
verður finalan ímillum FCK og OB. Í kvøld vann FCK í
Parkini 4-0 á Lyngby og Christian Lamhauge Holst. FCK
vann 3-2 í Lyngby og harvið 7-2 samanlagt. Í hinari
hálvfinaluni vóru OB og Viborg. Undan seinnu
hálvfinaluni bendi nógv á, at Viborg fór at vinna sær
finalupláss. Viborg vann fyrru hálvfinaluna 2-1 í Odense.
Hóast teir vóru illa sperdir eftir heimadystin, og eydnaðist
tað OB at vinna 2-0 í Viborg og harvið 3-2 samantalt.
Eitt frálíkt skot frá
John Hera Dam gav
EB/Streymi trý stig
í Streymnesi í gjár.
Dysturin var javnur
og tættur, men ver
jurnar á liðunum
báðum gjørdu arbeiðs
dagin truplan hjá
áleyparunum, og tí
komu flestu kjansir
nir deyðbóltar
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
EB/Streymur eigur John
Hera Dam, hann hevur eitt
gott vinstra bein og nú eru
trý stig aftrat á kontoini hjá
felagsliðnum. Soleiðis ljóð-
ar stutta frágreiðingin úr
Streymnesi í gjár.
EB/Streymur skuldi stað-
festa sína støðu sum odda-
lið, meðan NSÍ skuldi reisa
seg eftir útivallartap móti
HB. Tað var tó bert EB/
Streymur, sum megnaði at
fullføra setningin.
NSÍ hevði fingið Ander-
son við aftur á liðið. Hetta
átti at hvest álopið, eftir at
teir ikki skoraðu móti HB
sunnudagin. Hann hevði tó
sera truplar arbeiðsumstøður
yvirav Egil á Bø og ikki
minst Marna Djurhuus. Í
hinum endanum ansaði ves-
puverjan væl eftir áleypar-
unum hjá EB/Streymi, og
tað merkti sostatt, at mál-
møguleikarnir oftast komu
eftir deyðbóltar og sjáldan í
opnum spæli.
Vespurnar prikaðu
Hóast fyrri hálvleikur end-
aði málleysur, so fekk EB/
Streymur tó bóltin í netið,
tá hálvur tími var spældur.
Gert Hansen skallaði frí-
sparksinnlegg í málið, men
varð rangstaddur.
Undan hesum hevði NSÍ
hótt, og tað var um reppið,
at teir skoraðu eftir frí-
sparksinnlegg, og eftirfylg-
jandi høvdu trý hornaspørk,
har bólturin at enda varð
skotin upp um málið hjá
EB/Streymi.
Tað var annars heimaliðið,
sum hevði bóltin meiri enn
gestirnir, men hesum fingu
teir ikki serliga nógv burtur
úr. NSÍ tóktist heldur ikki
leggja serliga nógv í, at teir
ikki høvdu bóltin eins nógv
og EB/Streymur, tí tá teir
fingu bóltin vóru teir nakað
væl vandamiklari enn vert-
irnir.
Hetta sást millum annað
aftur, tá René Tórgarð við
arminum stórbjargaði mál-
roynd úr stuttari fjarstøðu.
Men tað gjørdist ongantíð
til meiri enn prik frá vesp-
unum, sum annars hava
stungið mótstøðulið síni
tólv ferðir í ár.
Einfalt men frálíkt
Seinni hálvleikur var ikki
ólíkur fyrra, men nú var
meiri bit í álopinum hjá
EB/Streymi. Beinanvegin
vóru boð eftir NSÍ-verjuni,
tá Bárður Olsen, John Heri
Dam og Hans Pauli Samuel-
sen spældi seg ígjøgnum og
góvu Hanus Eliasen bóltin,
sum tó ikki fekk ordiligt
skot á.
Tað sama kann ikki sigast
um John Hera Dam, tá hann
nakrar minuttir seinni royn-
di seg við skotið úr nógv
størri fjarstøðu enn fuglfirð-
ingurin. Bárður Olsen sendi
hornaspark hart og flatt til
havnarmannin, sum áraka
brotsteigarhornið reiggjaði
vinstra beinið. Henda kom-
binatión er eingin nýggj
uppfinning og tað er eisini
ógvuliga sjáldan, at hon
gevur bonus. Men hesaferð
rakti John Heri bóltin klok-
kureint, og í einum hørðum
boga smeig bólturin seg
upp nærmara málhorn. Eitt
einfalt, men frálíkt mál!
Tepurt men uppiborið
Aftaná málið royndi NSÍ at
leggja eitt ávíst trýst á EB/
Streym, og tíggju teir sein-
astu minuttirnar stóð á gom-
lum nøglum hjá felagslið-
num. NSÍ satsaði og setti
tríggjar nýggjar mans á vøll-
in. Úrslitið var eitt øgiligt
trýst kring brotsteigin hjá
EB/Streymi, men annað
enn tvær akrobatiskar sak-
sasparksroyndir frá Ander-
son bleiv tað ikki til.
Tí ber til at staðfesta, at
sigurin í Streymnesi til fel-
agsliðið í Sundalagnum,
var – hóast tepur – uppibor-
in.
Símun Eliasen segði við
kykmyndirnar hjá portal-
inum eftir dystin, at sigurin
var av stórum týdningi fyri
hansara lið.
– Tað var týdningarmikið,
at vit vunnu henda dystin.
Hann var líkasum eitt slag
av finalu á sama hátt sum
B36-dysturin var tað, og tí
er tað óført, segði Símun
Eliasen.
Fuglfirðingurin á vinstra
bakki hjá EB/Streymi metti
annars, at sigurin á NSÍ var
uppiborin, har EB/Streymur
eftir ein javnan fyrra hálv-
leik var betri í seinna.
Jónhard Fredriksberg tap-
ti saman við liðfeløgum sín-
um fyri aðru ferð í ár. Hon-
um dámar lítið at tapa og
ásannaði í samrøðu, sum
kann síggjast á www.portal.
fo, at úrslitini teir báðar
seinastu dystirnar hjá NSÍ,
ikki hava verið eftir teirra
høvdið.
www.portal.fo eru kyk-
myndir frá dystinum
millum EB/Streym og NSÍ,
har frálíka málið frá John
Hera Dam sæst, umframt at
samrøðurnar við Símun
Eliasen
og
Jónhard
Fredriksberg eisini eru at
finna har.
EB/Streymur – NSÍ 1-0 (0-0):
Perlumál gav trý stig
Tað kostar nógv hjá
NSÍ, at tað gongst so
illa at fáa stig á útivøl
li ímóti teimum, sum
tað verður roknað við
eru størstu kappingar
neytarnir
FoRmULa-deiLdin
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Í dýrdarveðrinum miku-
kvøldið varð 7. umfar í
landskappingini avgreitt.
Harvið resta tvey umfør,
inntil í gásareygum eykaum-
farið, sum varð lagt afturat,
tá ið kappingin varð longd,
er fingið frá hondini.
Aftur í ár ber ikki til at
siga annað, enn at longda
kappingin er plettskot – hig-
artil í hvussu so er. Tað
hevði kenst púra burturvið,
um tað nú hevði verið vent
aftur til kapping í átjan
umførum og við bólkaspæli
í steypakappingini.
Mikukvøldið vunnu EB/
Streymur og feløgini í Gun-
dadali. Hesi trý eru nú
oddalið soleiðis, sum tað
hevur verið roknað við, at
tey skuldu verða.
NSÍ kiksaði ímóti odda-
liðnum í Streymnesi.
Innanhýsis uppgerðirnar
ímóti teimum, sum tað verð-
ur kappast við, eru serliga
avgerandi.
Í NSÍ vilja teir vera við í
oddastríðnum. NSÍ hevur
higartil ikki rokkið heilt
upp hagar, sum tað í Runa-
vík hevur verið vónað, at
teir skulu røkka. Trupulleik-
in er útidystirnir. NSÍ hevur
tapt á útivølli ímóti EB/
Streymi og HB, og NSÍ hev-
ur eisini tapt á útivølli ímóti
KÍ. Samlaði málmunurin í
hesum uppgerðunum hevur
verið 0-5! Á heimavølli var
eingin trupulleiki, tá ið NSÍ
spældi ímóti B36, sum varð
sent suður aftur við 3-0
tapi.
Á útivølli ímóti teimum
bestu er trupulleikin hjá
NSÍ, og tað tykist eisini
vera trupult á útivølli ímóti
teimum næstbestu. Sunnu-
dagin skal NSÍ spæla í
Gøtu. NSÍ fer at smokka
heilt niður ímillum í toppin-
um, um tað ikki eydnast at
fáa fulla úrtøku í Gøtu.
EB/Streymur, B36 og HB
eru heilt støðug. Einasti
toppdysturin, sum er eftir í
fyrsta triðinginum, verður,
tá ið HB annað mánakvøld
fer at fáa vitjan av EB/Strey-
mi. Lítil ivi man vera um,
at HB fer at vinna á Argjum
sunnudagin, og at EB/Strey-
mur fer at vinna á heimavøl-
li ímóti VB/Sumba. Eftir
tað verður talan um rættuli-
ga mannfólkauppgerð í
Gundadali um tíggju dagar.
Í hinum endanum á støðu-
talvuni eru AB og VB/Sum-
ba illa stødd. Skála skifti
venjaran, og síðani hava
skálamenn við málmuninum
6-0 fingið níggju stig! Tað
hava teir á Argjum og í
Vági heilt víst lagt til
merkis!
Talan var um tættan dyst, har sera nógv gekk fyri seg á miðvøllinum
Mynd: Álvur Haraldsen
NSÍ
EB/Streymur
– Eitt slag av finalu
35
Fyrsti triðingurin
nærkast endanum