Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-03, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 [ Nr. 85 - 3. mai 2007 ] – Ótrúliga gott Bergur Midjord skoraði tvey mál í dystinum í gjár og er sera fegin um sigurin. – At spæla móti GÍ í Gøtu er altíð torført, so at vinna við trimum málum er ótrúliga gott, staðfesti hann fegin eftir dystin. Bergur metir, at sigurin var fult uppiborin. Ser­ liga um hugt verður at, hvussu seinni hálvleikur tók seg út. – Ja, tað haldi eg, at sig­ urin var uppiborin. Teir høvdu onkrar kjansir í fyrra hálvleiki, har tað kundi fari báðar vegir, men eftir spælinum í seinna hálvleiki haldi eg ikki, at tað er nakar ivi. – Eg veit tó ikki heilt hvat tað er, sum ger, at tað riggar nógv betri hjá okkum tá. Vit koma longur niðan á vøllin og leggja størri trýst á. Møguliga er tað tað, sum ger útslagið, sigur Bergur Midjord. – Kundi verið øðrvísi Jóhan Dávur Højgaard mannaði einsamalla álopssessin hjá GÍ í gjár, og hann metir, at dysturin hevði kunnað sæð øðrvísi út, um teir skoraðu í fyrra hálvlei­ ki. – Dysturin hevði neyvan verið tann sami, um vit bara skoraðu upp á onkran av okkara møgu­ leikum. Tað gjørdu vit bara ikki, og so er tað sum um, at luftin fer úr okkum, tá B36 skorar fyrsta málið, sigur Jóhan Dávur Højgaard. Hann er fullgreiður um, at gongdin hjá GÍ sein­ astu dystirnar, ikki er til at rópa hurrá fyri og sigur tí, at har er bara eitt at gera, um úrslitini skulu broytast. – Vit mugu bara taka í reyvina á okkum sjálv­ um nú. Har er einki ann­ að at gera, sigur hann avgjørdur. -rwd Eftir ein rímiligan javnan fyrra hálvleik, misti GÍ fullkomiliga ondina, tá B36 skor­ aði fyrsta málið. Aftaná var B36 so ruddiliga oman á og staðfestu teir sigurin við tveimum málum aftrat FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heldur ikki hesaferð skuldi tað eydnast GÍ at vinna í Sarpugerði. Beinleiðis úrslitið av hesum er, at teir nú liggja triðaftast í deild­ ini, tí bæði Skála og KÍ vun­ nu sínar dystir. Hetta er á ongan hátt nøktandi hjá GÍ, og gøtumenn kunnu heldur ikki vera nøgdir við, at teir­ ra lið einans hevur fingið eitt stig burtur úr trimum teimum seinastu dystunum. Javnur fyrri hálvleikur Tað sá annars ikki so galið út hjá GÍ, eftir at fyrra umfar móti B36 var farið aftur um bak í gjár. Tá var framvegis talan um ein opn­ an dyst har einki var avgjørt. Tað hevði leikað javnt á. Bæði liðini høvdu verið rættiliga málsøkjandi, og høvdu bæði Jóhan Dávur Højgaard, Sámal Joensen og Jonreid Dalheim gyltar málmøguleikar, men roynd­ ir teirra fingu ongantíð meskarnar aftanfyri Jákup Mikkelsen at blaktra. B36 hevði eisini onkrar fínar møguleikar, har kans­ ka serliga Heini í Skorini iðrar seg nógv um, at hann ikki skoraði, tá hann gjørd­ ist púra leysur. Trý perlumál Seinni byrjaði eins og fyrri við jøvnum spæli. Trupult var at síggja, hvønn veg dysturin skuldi koppa, tí eingin tóktist at vilja seta seg á dystin. Men so var tað, at brasilumaðurin hjá B36, Alex dos Santos, legði ein av sínum góðu bóltum innfyri til Berg Midjord, sum endaði ógvuliga væl­ spælda álopið við at skjóta bóltin í netið. Skotið hjá Bergi í málið var eitt satt skot fyri bógvin hjá GÍ. Tað tóktist sum um, at alt liðið misti ondina av hesum og komu teir ongan­ tíð fyri seg aftur. Hetta gjørdi tað munandi lættari hjá B36 at spæla seg ígjøgnum, og høvdu teir fleiri góð álop eftir hetta, har tvey vóru umsett til mál. Fyrst økti Fróði Benjam­ insen, tá 20 minuttir vóru eftir at spæla. Sterki tofta­ maðurin stóð við handaru stong, har hann hálvavegna liggjandi fluktaði innlegg frá Sylla í netið. Eitt einfalt og ótrúliga vælspælt álop, sum byrjaði við eini langari sending frá Alex dos Santos til Sylla, sum setti ein leik­ ara av og rak fram móti bak­ linjuni, áðrenn hann fann Fróða Benjaminsen. Eitt serstakliga flott mál frá B36! B36 gavst tó ikki við hes­ um, og triðja seinasta málið fall stutt fyri leiklok. Aftur hesaferð rann Sylla seg leys­ an fram til baklinjuna, har hann legði bóltin beint í pannuna á Bergi Midjord við aftaru stong, og hann stútaði trygt bóltin í netið. Hvør sína gongd 3­0 er ein ruddiligur sigur, og avrikið í seinna hálvleiki undirbyggir væl og virðili­ ga, at úrslitið var fult og heilt uppiborið. Tað hevði helst sæð eitt sindur øðrvísi út, um GÍ skoraði upp á onkran av sínum kjansum í fyrra hálvleiki, men tað gjørdu teir ikki, so beiski veruleikin gjørdist tann, at B36 slapp aftur til høvuðs­ staðin trý stig og trý mál ríkari. Hugaligt er eisini hjá teimum at staðfesta, at álopspartinum ikki bilti nak­ að í gjár, samstundis sum verjan helt tætt fyri fjórðu ferð í ár. Hjá GÍ er støðan yvirhøv­ ur ikki góð. Har sær tað rættiliga svart út eftirhond­ ini. Gaman í, liðið hevur savnað saman átta stig, men veruleikin er, at einasta veruliga góða úrslit teirra í ár er sigurin á HB í Gunda­ dali. Hini fimm stigini eru komin eftir tepran sigur móti VB/Sumba, og javn­ leik móti uppflytarunum AB og B71. Árið hjá Campbell liðugt Sol Campbell, sum í ár hevur spælt við Portsmouth, spælir neyvan aftur hetta kappingarárið. Við stinnum verjuspæli hevur hann annnars verið ein týðandi partur av góðu úrslitunum hjá the Pompeys hetta árið. Nú dregis hann tó við skaða í hælsinuni, og hesin er helst somikið álvarsligur, at talan ikki verður um fótbólt hesu megin summarsteðgin. Agger ræðist ikki Kaka Daniel Agger og Liverpool skulu møta Kaka og Milan um tríggjar vikur í Champions League finaluni. Kaka skoraði trý av teimum fimm málunum hjá Milan móti Manchester United, men tað ræðir ikki danska verjuspælaran. ­ Hoyr her. Vit spæla móti slíkum spælarum hvørja einastu viku her í Liverpool, so sjálvandi ræðist eg hann ikki, sigur Agger við BT. GÍ – B36 0-3 (0-0): Perlumál søktu GÍ B36 GÍ