hósdagur 3. mai 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
[ Nr. 85 - 3. mai 2007 ]
Tryggingin stuðlar
frælsa ítróttinum
Tryggingarfelagið Føroyar og Frælsur Ítrottur Føroyar
hava skrivað undir sponsoravtalu. Frælsur Ítróttur Føroyar
(FÍF) er í ferð við umfatandi broytingar innan frælsa
ítróttin, og hetta krevur nógva orku. Tí frøast tey um, at
tey við sponsoravtaluni hava fingið betri møguleikar at
røkka hesum málum, veðrur sagt í tíðindaskrivi. Kristina
Háfoss, ið er deildarstjóri á Tryggingarfelagnum Føroyum,
fegnast um at kunna verða við til at menna tann frælsa
ítróttin, fyri á tann hátt at kunna íbirta áhuga millum enn
fleiri fólk til at takað ein sunnan lívsstíl til sín og soleiðis
tryggja seg móti vælferðarsjúkum seinni í lívinum.
95 bátar til FM-róður
Freistin at melda bátar til FM-róðrarnar í ár er nú lokin.
Íalt eru 95 bátar tilmeldaðir, og hesum eru seks
tíggjumannafør. Tað hevur ljóðað, at bert tvær manningar
fóru at vera í hesum róðrinum í ár, men so galið verður
kanska ikki kortini. Tó skal havast í huga, at tað er vanligt,
at ikki allir tilmeldaðir bátar taka lut í FM-kappingini.
Teir 95 bátarnar eru býttir soleiðis: 21 5-mannafør við
gentum, 14 5-mannafør við kvinnum, 19 5-mannafør við
dreingjum, 12 6-mannafør við kvinnum, 15 6-mannafør
við monnum, 8 8-mannafør og 6 10-mannafør.
Toppur og
botnur
hittast
Støðutalvan sigur,
at størsti spenn-
ingurin um úrslitið
sunnudagin fer at
verða á Skála, har
KÍ fer at vitja
UPPTAKT
Jóannes Hansen
8. umfar í Formula deild-
ini er á skránni sunnudag-
in. Dýri biðjudagur er í
morgin, og tá ið 7. umfar
var í gjárkvøldið og hetta
er síðsta blaðið í hesi
vikuni, ber tað av góðum
grundum ikki til at gera
so nógv burturúr støðuni
í feløgunum undan 8.
umfari. Eyðkent fyri 8.
umfar er tað, at tey
ovastu fimm skulu spæla
ímóti teimum fimm
niðastu á støðutalvuni.
Oddaliðið fær í
Streymnesi vitjan av VB/
Sumba, og HB skal
spæla á Argjum. Í hesum
báðum uppgerðunum eru
greiðir favorittar. Mest
opna uppgerðin verður
ivaleyst á Skála, har KÍ
fer at royna at fáa fyrsta
málið og fyrsta stigið
ella stigini frá Skála og
John Petersen. Sambært
støðutalvuni eigur NSÍ at
vera favorittur í Gøtu. Í
fyrsta umfari vann NSÍ
1-0 á Sandi. Málið fingu
teir í yvirtíðini. Síðani
hevur NSÍ tapt tríggjar
ferðir á útivølli, og liðið
hevur ikki megnað at
skjóta mál í Klaksvík, í
Gundadali ímóti HB og í
Streymnesi. B36 er
favorittur undan ferðini
til Sands. Í 2. umfari
tapti B36 3-0 í Runavík.
Eftir henda stóra
svipsaran hevur árstals-
felagið verið ógvuliga
sannførandi í trimum
útidystum. Níggju stig
eru komin til høldar,
einki mál er farið ígjøg-
num hjá Jákupi Mikkel-
sen, og B36 hevur skorað
fýra ferðir í Vági, eina
ferð í Streymnesi og
tríggjar ferðir í Gøtu.
B71 hevur burturúr trim-
um heimadystum bara
fingið stig ímóti GÍ (1-
1). Tó hava tapini ímóti
EB/Streymi (2-3) og NSÍ
(0-1) verið so mikið
tepur, at tað eigur at geva
dirvi ímóti B36. Serliga
tí kiksarin á Skála skal
vaskast burtur.
Fyrra umfarið høvdu
gestirnir fult tamar-
hald á, men tað var
um reppið, at AB gjør-
di ein ordans vørr eft-
ir steðgin
FóTbólTUr
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
KÍ vann kravda, ætlaða og
væntaða sigurin á Argjum í
gjárkvøldið. Talan var um
uppibornan sigur, og serliga
skuldi KÍ havt stongt dystin
fyrstu trý korterini. Snøgt
sagt, so fekk AB illa eitt
bein at jørðini hesa løtuna,
og ferð eftir ferð søkti KÍ
oman móti málinum.
Talan gjørdist tó bert um
tað eina málið, og hesum
stóð Gunnar Nielsen fyri,
tá hann stutt fyri steðgin
varð spældur leysur av Paul
Clapson.
Um klaksvíkingar tóku
tað meira róligt, ella um
argjamenn tóku seg saman,
skal vera ósagt. Men tað
var tó um reppið, at KÍ púr-
asta misti takið á dystinum.
Tað eydnaðist tó at økja um
leiðsluna, tá Clapson stríddi
seg gjøgnum KÍ-verjuna,
áðrenn hann enn einaferð
legði bóltin til Gunnar. Og
aftur hesa ferð var argentini
kaldur.
Misnýttu risa-
møguleika
So skuldi alt at kalla verið
avgjørt, men AB slapp tó
aftur upp í part. Fyrst mink-
aði Súni Fríði Barbá við
einum røttum center-for-
ward máli, og løtu seinni
mundu argjafólk vena seg
um, at tað ikki eydnaðist
Fróða Clementsen at javna.
Hornasparksinnlegg datt
beint fyri føtur hansara,
men úr trimum metrum sen-
di hann við síðuna av málin-
um.
AB legði alt meira fyri í
royndunum at javna, og so
gekk tað, sum tað so ofta
ger í slíkum førum. Kristof-
fur Jacobsen fekk gott pláss
at renna eitt kontraálop
ígongd, og tá hann so spæl-
di til Clapson, kundi hesin
sløkkja ljósið fyri AB.
AB-KÍ 1-3 (0-1)
KÍ mundi snávað
KÍ
AB
Triðja árið á rað
eydnaðist Fugla-
fjarðar Svimjifelag at
vinna føroyameistara-
heitið, tá FM í svimj-
ing var á skránni um
vikuskiftið. Fuglafjar-
ðar Svimjifelag vann
ikki færri enn 15 gull-
heiðursmerki
SVIMJING
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tey síðstu mongu árini hev-
ur Havnar Svimjifelag sitið
trygt á trúnuni í føroyskari
svimjing. Frá árunum 1988
til 2004 hevur Havnin vunn-
ið FM-heitið á so at siga
hvørjum ári, og áðrenn teir
var Ægir tað sterkasta liðið.
Teir vunnu nevniliga meis-
taraheitið rættiliga trygt í
bæði 1985 og 1986.
Nú hevur eitt nýtt felag
tó troka Havnar Svimjifelag
av trúnuni. Fuglafjarðar
Svimjifelag megnaði nevni-
liga um vikuskiftið at vinna
føroyameistaraheitið triðja
árið á rað. Teimum á baki
komu Tvøroyrar Svimjifelag
og Vágs Svimjifelag, með-
an sigursvanda felagið úr
Havnini endaði heilt afturi
á fjórða plássi.
Sosialurin hevur tikið eitt
prát við venjaran hjá Fugla-
fjarðar Svimjifelag, Petur
Heðin á Fløtti, um góðu
gongdina hjá FS.
Væl nøgdur venjari
Petur Heðin á Fløtti var
sum vera man væl nøgdur,
tá ið tað gjørdist greitt sun-
nukvøldið, at Fuglafjarðar
Svimjifelag hevði tryggjað
sær føroyameistaraheitið.
Hann heldur, at hørð venj-
ing og miðvíst arbeiði hev-
ur verið vegurin hjá svim-
jarunum í Fuglafirði.
- Vit hava arbeitt hart og
miðvíst við svimjarunum
her, og teir hava allir vant
ótrúliga hart tey síðstu
árini, og her síggja vit so
úrslitið, sigur Petur Heðin á
Fløtti.
- Karmarnir hava eisini
verið sera góðir kring felag-
ið, og hetta hevur heilt víst
verið ein góð hjálp hjá svim-
jarunum.
Petur Heðin heldur eisini,
at svimjararnir í Fuglafirði
eru ógvuliga góðir, og at
hetta sjálvandi er ein av
størstu orsøkunum til góðu
úrslitini.
- Ja, her er nógv gott fólk
í Fuglafirði, og hetta er
sjálvandi eisini ein av grun-
dunum til, at vit klára at vin-
na meistaraheitið. Har aftur-
at hava vit fingið tvær ordi-
ligar kanónir úr Syðrugøtu
í Elspu Mørkøre og Kára J.
Á Høvdanum, og tey hava
sjálvandi hjálpt væl til í
okkara royndum at vinna
meistaraheitið, heldur Petur
Heðin.
Gott samstarv
við Ægir
Petur Heðin gleðist eisini
um samstarvið, sum Fugla-
fjarðar Svimjifelag hevur
havt við Ægir, og hann held-
ur eisini, at hetta hevur
hjálpt svimjarunum.
- Vit hava havt eitt sera
gott samstarv við Ægir í
eina tíð, og hetta hevur mær
dáma sera væl. Fyrsta lið
hjá okkum hevur vant sam-
an við fyrsta og øðrum liði
hjá Ægir, og her hava okk-
ara svimjarar fingið møgu-
leika at vant í stórum hyli.
Harafturat er kappingin í
venjing sjálvandi vorðin
harðari, og hetta hevur eisi-
ni hjálpt fyri svimjararnar
hjá Fuglafjarðar Svimjifel-
ag.
Framtíðin sær ljós út
Um vikuskiftið var seinasti
møguleikin hjá føroyskum
svimjarum at klára kravtíð-
irnar til Oyggjaleikirnar, og
endin var, at 17 svimjarar
megnaðu at svimja undir
kravdu tíðunum á teimum
ymsu teinunum.
Petur Heðin heldur, at
ungdómsarbeiði hjá Svimji-
sambandinum hevur verið
gott tey síðstu árini, og at
hetta eisini sæst aftur í svim-
jingini í dag.
- Vit hava syrgt fyri at
hava lív í ungdómsarbeið-
num hjá Svimjisambandin-
um, og tey úrslitini sær man
í dag. Landsliðshópurin vís-
ir, at ungdómsarbeiðið hev-
ur blómað, tí har eru so at
siga bara ungir svimjarar
við, sum hava tikið at kalla
øll tey føroysku metini síðs-
tu árini. Fleiri av svimjaru-
num hava eisini svomið
undir vinnaratíðunum frá
seinastu Oyggjaleikunum,
so har skuldi verið møgulei-
ki fyri onkrum heiðursmerki
í summar, heldur Petur Heð-
in.
Hvat viðvíkur Fuglafjarð-
ar Svimjifelag, so heldur
hann eisini, at framtíðin
sær ljós út hjá teimum.
- Ja, eg haldi, at tað sær
ikki so galið út í Fuglafirði.
Vit hava nógvar góðar
svimjarar, og har eru eisini
fleiri ungir svimjarar, sum
skjótt fara at vera klárir at
taka yvir. So eg haldi sum
heild, at framtíðin her inni
sær ljós út, sigur venjarin,
Petur Heðin á Fløtti, at
enda.
FS vann FM-heitið
triðja árið á rað