Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-03, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 [ Nr. 85 - 3. mai 2007 ] Venjarin hjá Fremad Amager gevst Peer F. Hansen og Fremad Amager leingja ikki samstarvið. Peer F. Hansen tók við sum høvuðsvenjari í felagnum, tá Benny Johansen í oktober varð fluttur úr venjara- í managersessin. Roknað varð við, at Peer fór at halda fram í sessinum, men nú er greitt, at tað ikki verður so. Hann og felagið hava tosað um nýggjan sáttmála, men hesin verður tó av ongum, skrivar bold.dk. Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 EB/S 7 6 - 0 - 1 14 4 10 18 2 B36 7 5 - 1 - 1 14 5 9 16 3 HB 7 4 - 1 - 2 16 11 5 13 4 NSÍ 7 4 - 0 - 3 12 8 4 12 5 KÍ 7 3 - 1 - 3 15 10 5 10 6 Skála 7 3 - 0 - 4 9 13 -4 9 7 B71 7 2 - 2 - 3 11 11 0 8 8 GÍ 7 2 - 2 - 3 9 15 -6 8 9 AB 7 1 - 1 - 5 9 17 -8 4 10 VB/S 7 1 - 0 - 6 4 19 -15 3 Mikukvøldið varð setningurin lættari, enn roknað varð við ímóti sandoyingum, sum kendust vera illa trimmaðir til avbjóðingina Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Skála hevur funnið seg sjálvt. Eftir fýra trilvandi og stigaleys umfør hevur tað seinastu hálvu aðru vikuna gingið við stórari ferð rætta vegin. Eftir sigur í Gøtu og í Vági vórðu mikukvøldið trý stig afturat tveitt upp í rúgvuna. Sandoyingar fóru í g ó ð ve ð r i n u m s e i n t m i k u k v ø l d i ð u m Skopunarfjørð við ongum. Hetta var triðja ferðin, at teir vóru av oynni í Formula ørindum, og hetta var fyrsta ferðin, at teir einki fingu burturúr. Viðhvørt plagar at verða sagt, at tað ofta hilnast illa á útivølli, tá ið tað verður spælt yrkakvøld. Orsøkin sigst vera, at fyritreytirnar hjá útiliðunum ikki eru góðar, tá ið spælararnir hava verið til arbeiðis fyrrapartin og síðani skulu skunda sær meiri enn tað er neyðugt í vikuskiftinum v i ð f e r ð i n g i n i og fyrireikingunum. Hvør orsøkin var ella ikki var, so stóð avrikið hjá B71 á Skála á ongan hátt mát við avrikini, sum teir undanfarnu vikurnar hava víst á útivølli. Teir høvdu ikki rætta hugburðin við sær, teir taptu nærdystirnar, vóru oftast ov seinir á returbóltunum, og tá ið teir royndu at varðveita bóltin og samanspæla, vóru flytingarnar ikki nógvar, og neyvleikin var lítil. Spæligleði og sjálvsálit Fyri triðju ferð hevði John Petersen ábyrgdina av Skála liðnum, og fyri triðju ferð fóru John og hansara undirsáttar av vøllinum við fullari úrtøku. Uppstillingin var tann sama, sum hon hevur verið hinar báðar ferðirnar. Tað vil siga, at Pauli G. Hansen og Bogi Gregersen ikki komu á vøllin fyrrenn miðskeiðis í 2. hálvleiki. Tað vil eisini siga, at Hans Jørgensen enn eina ferð fekk møguleikan ímillum stólparnar, og at ungi málverjin framvegis eigur óhugaliga partin av málmansyrkinum – at fara í meskarnar eftir bóltinum – til góða. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur Skála vunnið níggju stig, og samlaði málmunurin er 6- 0! Avrikið hjá heimaliðnum var eyðkent av, at spælararnir hava rætta hugburðin, at teir arbeiða væl saman sum lið, og at tað, at teir hava flutt seg burtur frá djúpa og næstan vónleysa aldudalinum, hevur givið teimum sjálvsálitið at brúka góðu evnini, sum teir hava víst undanfarnu árini. 2-0 sigurin var rudduligur. Skála stýrdi støðugt spælinum. Um talan var um veikleika hjá heimaliðnum, so var hann, at tað´ikki eydnaðist at fáa fleiri mál. Vinstri vongverjin Arnhold Berg, sum tykist vera rættuliga komin fyri seg eftir at hava verið skaðaplágaður í fleiri ár, stútaði til 1-0 stutt undan steðginum. Sentrali miðvallarin, Levi Hanssen, sendi frísparksinnlegg úr vinstru, bólturin varð stýrdur upp á tvørs aftur, og Arnhold stýrdi við høvdinum bóltin í málið. Lítið korter var farið av 2. hálvleiki, tá ið liðformaðurin, Alexandur Johansen, sum eisini tykist vera komin seg heilt, eftir at hann leingi hevur verið skaðaplágaður, økti til 2-0. Sentrali miðvallarin Pætur Dam Jacobsen varð feldur í b r o t s t e i g i n u m , o g liðformaðurin var tryggur úr ellivu metrum. B71 var verjukent í útgangsstøðu, og tað varð einki øðrvísi, eftir at heimaliðið hevði fingið mál. Clayton Soares varð hildin í stuttum tjóðri av Rúna Rasmussen og Milic Curcic, og B71 royndirnar ímóti Skála málinum kundu væl og virðiliga teljast á aðrari hondini. GÍ – B36 0-3 (0-0): 1-0: Bergur Midjord, 60. 2-0: Fróði Benjaminsen, 69. 3-0: Bergur Midjord, 87. Dómari: Eiler Rasmussen. GÍ: Geza Turi – Áslakkur Petersen (Hans Pauli Petersen, 73.), Niclas Niclasen, Poul Ennigarð, Pól Jóhannus Justinussen– Sverri Jacobsen, Sam Jacobsen, Sámal Joensen (Poul Andreas Jacobsen, 80.), Jonreid Dalheim, Erling Jacobsen – Jóhan Dávur Højgaard (Tomasz Saidac, 64.) Gul kort: Poul Jóhannes Justinussen B36: Jákup Mikkelsen – Alex José dos Santos, Herbert í Lon Jacobsen, Ovi Nysted, Johan V. Gunnarsson – Bergur Midjord, Heini í Skorini, Mikkjal Thomassen (Klæmint Matras, 42.), Fróði Benjaminsen, Hanus Thorleifsson – Sylla Amed Davy (Allan Mørkøre, 87.). Gul kort: Heini í Skorini EB/Streymur – NSÍ 1-0 (0-0) 1-0: John Heri Dam, 55. Dómari: Petur Reinert. EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Símun Eliasen – Hans Pauli Samuelsen (Teitur Joensen, 90.), Bárður Olsen, Ronnie Samuelsen, John Heri Dam (Rafal Kwiecinski, 70.) – Hanus Eliasen, Sorin Anghel (Brian Olsen, 20.) Gul kort: Brian Olsen, Rafal Kwiecinski NSÍ: Jens Martin Knudsen – Jústinus R. Hansen, Óli Hansen, Johan T. Davidsen, Einar Hansen – Hjalgrím Eltør, Bogi Løkin (Sjúrður Jacobsen, 78.), Nenad Stankovic, Andy Olsen (Jan M. Mortensen, 78.) – Jónhard Fredriksberg (Øssur Dalbú, 78.), Anderson Castilho. Gul kort: Óli Hansen, Bogi Løkin, Nenad Stankovic. AB-KÍ 1-3 (0-1) 0-1: Gunnar Nielsen, 39 0-2: Gunnar Nielsen, 71. 1-2: Súni Fríði Barbá, 76. 1-3: Paul Clapson, 90 Dómari: Dagfinn Olsen AB: Magnus Poulsen – Jón Brekku (Peter Christensen, 50.), Morten Overgaard, Fróði Clementsen, Hanus Jacobsen – Hendrik Rubeksen (Tummas H. Rubeksen, 65.), Rógvi Poulsen, Rani D. Christiansen, Jógvan Martin Joensen, Bjarni Jørgensen (Dion Jacobsen, 65.) – Súni Fríði Barbá Gult kort: Jógvan Martin Joensen KÍ: Meinhardt Joensen – Harley Bertholdsen (Oddmar á Lakjuni, 74.), Jan Andreasen, Høgni Madsen, Sigmund Jacobsen – Kristoffur Jakobsen, Kristian á Lakjuni (Leon Bjartalíð, 73.), Símun Joensen, Heðin á Lakjuni – Gunnar Nielsen (Steffan Kalsø, 83.), Paul Clapson Gult kort: Eingin HB-VB/Sumba 3-1 (2-0) 1-0: Milan Kulic, 6. 2-0: Páll M. Joensen, 35. 2-1: Birgir Jørgensen (br.), 48. 3-1: Rógvi Jacobsen, 71. Dómari: Rúni Gaardbo HB: Marcin Dawid - Mortan úr Hørg (Pætur Jørgensen, 46), Rasmus Nolsøe, Poul Thomas Dam, Tór-Ingar Akselsen - Jákup á Borg, Rókur av F. Jespersen (Emil N. Leifsson, 79), Milan Kuljic, Kári Nielsen - Páll M. Joensen (Ólavur S. í Ólavsstovu, 62), Rógvi Jacobsen Gult kort: Rogvi Jacobsen, Jákup á Borg VB/Sumba: Vlada Filipovic – Súni úr Hørg, Jákup Olsen, Dimitri Jankovic, Acu Pandurovic, Jón Samuelsen – Martin Tausen, Birni Kjærbæk, Jón Krosslá Poulsen, Dan Djurhuus – Birgir Jørgensen (Jónhard Dahl, 78.) Gult kort: Birni Kjærbæk, Acu Pandurovic, Birgir Jørgensen, Jón Krosslá Poulsen Skála-B71 2-0 (1-0) 1-0: Arnhold Berg 39. 2-0: Alexandur Johansen br. 58. Dómari: Lars Müller Skála: Hans Jørgensen - Teitur R. Joensen, Rúni Rasmussen, Milic Curcic, Arnhold Berg - Poul N. Poulsen (Pauli G. Hansen, 66.), Levi Hansen, Pætur D. Jacobsen, Alexandur Johansen - Slavisa Kaplanovic (Rói Jacobsen, 78.), Obele O. Okeke (Bogi Gregersen, 61.) Gult kort: Rúni Rasmussen og Arnhold Berg B71: Símun Rógvi Hansen - Eirikur Poulsen, Fabio Vieira, Johannes Jensen, Hanus Clementsen – Magnus Olsen, Flavio Lucio Silva de Santana (Rasmus Nielsen 52.), Wellintong Soares, Eli Hentze, Símun Hansen (Jónsvein Thomsen, 78.)- Clayton Soares Gult kort: eingin Skála-B71 2-0 (1-0): Skála heldur stílin Fakta um Formula- deildina B71 Skála Spæligleðin er komin aftur til Skála. Mikukvøldið vunnu teir triðja sigurin í slag, og nú er niðurflytingarvandin næstan fingin burtur Mynd: Álvur Haraldsen