Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 16. mars 2001 25 24 Nr. 53 - 16. mars 2001 VIÐMERKINGAR Kai Vágfjall Í fyrru grein míni, undir somu yvirskrift, svaraði eg Atla Dam aftur uppá eina grein, sum hann herfyri hevði, ímóti Høgna Hoydal við yvirskriftini: ”Betong- tungur bjálki av ósaklig- heit”. Í hesi grein míni skal eg ikki heingja meg so nógv í yvirskriftina, tí tað viðgjørdi eg í hini fyrru greinini, men sum lovað, skal eg her viðgera tann politiska partin. ”Javnbjóðis” partar. Atli bítur grein sína upp í 7 punkt. Í 2. punkti kemur hann inn á tað sum danski forsætisráðharrin ferð eftir ferð hevur nevnt tríggjar ”javnbjóðis” partar/tjóðir í danska ríkinum. Eg skilji ikki at nakar føringur blívur við at meyla um slíkt, tí hetta kann als ikki førast út í lívið. Tað er utopi at at trúgva slíkum. Danska ríki er eitt eindarríki, ein tjóð og eitt tungumál - danskt. Øll onnur eru minnilutafólk við minnilutamáli, ásett av harrafólkinum, og góðtikið av danska sosialdemokrat- inum í Føroyum og Sam- bandsflokkinum. Her er ikki meira at viðgera, serliga eftir hvat vit hava upplivað tað síðstu tíðina. ”Gensidig respekt” eru einans orð, tí tað hava vit ongantíð sæð. Hvør eigur Føroyar? So er tað øll hendan skriv- ingin um undirgrundina, um tað eru føringar ella danir sum eiga hana. Hetta er skjótt avgjørt. Hvør eigur Føroyar? Tað gera danir. Vit eru bert ein danskur landslutur. Hvussu kunnu vit so eiga nakra undirgrund, tá vit ikki eiga landið. Spurt hevur verið hvør eigur oljuna í undirgrund- ina. Svarið er sjálvandi tað sama. Nyrup er ullintur sum vant, og vil ikki svara spurningunum, men Atli er stak nøgdur við svarið: ”ja men det er jo det vi skal finde ud af”. Kunnu før- ingar vera nøgdir við slíkt svar? Ynskir landið undir danskt vald. Atli finnist at Høgna, tí hann leggur Atla undir at lata ábyrgdina og vald frá okkum. Tað sigur Atli seg ongantíð hava sagt. Men í fyrsta reglubroti undir punkt 2, sigur Atli : ”Tað er rætt, at eg mæli til ríkis- felagsskap ímillum tríggjar javnbjóðis tjóðir og lond. Hatta við javnbjóðis kann Atli bara gloyma, tí javn- bjóðis verða vit ongantíð, so annað enn at geva bæði ábyrgd og vald frá sær er hetta ikki. Søplaði milliardir burtur. Undir 3. punkti sigur Atli, at Høgni skal hava brúkt 20-tals milliónir ”hensyns- leyst” til fullveldisætlanina. Ak og ja. Hetta er sami Atli Dam, sum í 70 og 80- árunum søplaði milliardir av skattgjaldarans peningi burtur í svartkjafta- og øðrum ørvitisætlanum, sum vóru við til at rena landið á húsagang. Og hetta er sami Atli, sum ætlaði og enn ætl- ar at forera dønum helvtina av allari okkara oljuinn- tøkum (arvasilvurið). Held- ur Atli seg hava nakra skuld, hóast tað ikki trutu ávaringar? Nei, her var eingin umbering. Eingin játtan at skeivt var atbori. Bara: ”lætt at vera bak- klókur”. Bestilt arbeiði? Undir punkt 4. sigur Atli seg ikki hava skýrt nakran kommunist ella fasist. Tað kann væl vera, men fleiri av viðhaldsfólkum hansara hava brúkt slík heiti um Høgna, bæði í bløðunum og á fullveldis-kjaksíðuni. Høgni verður lagdur undir at hava bestilt t.d. fyri- spurning í Norðurlandaráð- num til Nyrup og somu- leiðis skrivingina í Ekstra- blaðnum. Men tit taka ikki uppá tunguna, tá Høgni var samanlíknaður við dýrið í opinberingini, í einum lýs- ingarblaði, sum var borið inn í hvørt hús í landinum. Hvør hevði bestilt tað!!!??? ”Frælsi” í ríkisfelags- skapinum? Undir 7. punkti nevnir Atli, at ”vit røkka størri frælsi og verðuligum sjálvsavgerðar- rætti í samvinnu, enn tú kannst røkka sum lítil suve- renur statur, kroystur av allari teirru máttugu verð uttan um okkum”. Hetta vóru orðini frá hesum ”vísa” manni. V.ø.o. vit røkka størri frælsi og veru- ligan sjálvsavgerðarræt í rikisfelagsskapnum sum ófrælsir og við skerdum sjálvsavgerðarætti. Logikk- ur á ”høgum” støði má sigast. Ongantíð fyrr hava vit verið so kroystir og illa við- farnir, sum vit hava verið síðstu árini, meðan vit hava verið í ríkisfelagsskapi sum ófrælsir og uttan sjálvsav- gerðarætt. Gensidig re- spekt, hvat bleiv hon av? Hvat meinar hann við alliku? Síðani nevnir Atli nakað gátuført um eina alliku og nevnir eitt danskt orðafelli: ”så fuld som en allike”. Hvat hann meinar við hetta, veit eg ikki. Men um hann vil rættvísgera seg sjálvan og roynir at stíga fram sum tann mest edrúuligi føring- urin, so man hann hava misstikið seg. Føringar bæði vita og minnast betur enn so, uttan at eg skal koma inn á nakað ávíst. Enn einaferð spríkti sjálv- rættvísi fram hjá hesum manni, sum hevur átikið sær at finna bjálkar og flísir hjá øðrum. Hatursgjósturin. Víðari kemur Atli inn á ”hatursgjóstur og um at klúgva tjóðina úr skalla í hæl”. Her haldi eg Atli sjálvur er nr. 1. Bara við at lesa greinina: ”Betongtung- ur bjálki av ósakligheit”, kennist hesin gjóstur gjøg- num alla greinina. Vit minnast eisini fyrra helm- ing av 80-unum, ta haturs- fullu skriving í tá var millum Atla og næstvána- ligasta løgmann vit hava havt (tann vánaligasti var undanfarni løgmaður). Hetta vil eg ikki koma nærri inn á her, tí tað vilja vit flest øll gloyma. At klúgva í tvey man Atli verða serkønur í, vit minn- ast øll javnaðarfelagið á Tvøroyri, sum bleiv til fleiri feløg, og so er nóg mikið sagt um tað. Afrika sum dømi. Eisini tekur Atli Afrika fram sum dømi, og roynir at vísa á hesi lond, sum hava vunnið sær frælsi, og ger eina samanbering við Føroyar. Hann sigur, at í hesum londum gjørdist ábyrgdarloysi størri, aftaná at londini fingu frælsi, og at tað tí er ósakligt at billa fólki inn, at loysing tryggj- ar Føroyum ábyrgdarfullar politikarar. Um Atli er so óvitandi, kann eg greiða honum frá, at einki land í Afrika við frælsi, kann samanberast við einar vón- andi frælsar Føroyar. Hesi lond í Afrika fingu frælsi, men vóru stýrd av hørðum og korruptum einaræðis- harrum, sum flestir vóru bølmenni og drápsmenn, sum rændu og enn ræna tjóðarognirnar (arvasilvuri) í hesum londum. Teir flyta hesar ognir til útheimin, samstundis sum politikurin er sosialistiskur planbú- skapur, nakað sum javnað- armenn eru so heitir tals- menn fyri. Hugsi tykkum til føringar, hetta er ein fyrrverandi løgmaður, sum loyvir sær at samanbera okkara land og komandi tjóðarfrælsi við slík lond – hetta sigur okkum alt. Hevur samfelagsútvikl- ingurin ligið á láni? At enda nøkur orð um, at samfelagsútviklingurin skal liggja á láni, sambært Atla. Hetta hevur verið ført fram ferð eftir ferð av javnaðarmonnum. Lygnir teirra skulu ikki sleppa óátalaðar aftur við borðin- um. Hóast hendan sam- gongan hevur arbeitt við fullveldismálinum, sum er sera tungt og trupult, sam- stundis sum anstøðan hevur lagt forðingar í vegin, og runnið ørðindir fyri danir, so hevur einki landsstýri fingið so nógv av skafti sum hetta, og tað pínir tey. Eg skal tí endurtaka nakað av tí, sum hendan samgongan hevur fingið frá hondini, og sum Anita á Fríðriksmørk fyrr hevur lýst í bløðunum, hóast andstøðan sigur, at einki er hent og at landið hevur ligið lamið. Hetta kann ongantíð verða endurtikið nóg ofta: • Loysn á bankamálinum • Loysn á skuldarspurn- inginum við Danmark • Loysn á marknaðartræt- uni við bretar • Bøttur handilssáttmáli við ES • Fyrireikingarnar til olju- vinnuna • Munadygg hækking av fólkapensiónuni • Munadygg hækking av stuðlinum til tey lesandi • Hækkaður barnafrá- dráttur • Almanna- og heilsuøkið er munandi hækkað • Barnsburðargrunnurin er á veg • Nýtt landssjúkrahús er í gerð • Heilsurøktaraskúli á Tvøroyri • Mentanarøkið er hækk- að munandi • Undirvísingarøkið er hækkað munandi • Nýggjur studentaskúli í Vági • Kommunuloysnin • Langtíðaríløguætlan fyri land og kommunur • Uppgávubíti millum land og kommunur • Vaktar- og bjargingar- skipið • Sandoyarferjan er í gerð • Suðuroyarskipið verður projecterað • Undirsjóvartunnil til Vágarnar • Tunnil til Gásadals • Játtan á fíggjarlógini til tunnil millum Hov og Tjaldavík • Studningspolitikkur er jarðaður • Búskaparpolitikkurin er ábyrgdarfullur og greið- ur • Allir landsrokniskapir eru ajour fyri fyrstu ferð nakrantíð Bara fyri at nevna nøkur høvuðspunkt. Ósannindir í bløðunum. Tað er tí hugstoytt at lesa aftur og aftur ósannindir frá sambands- og javnaðar- fólkum, um at hetta lands- stýrið einki skal hava gjørt, uttan at hava fingist vil fullveldisætlanina. Sjálvt Hanna Lisberg, sum eg fyrr helt vera hampafólk, hevur verið frammi í bløðunum við hesum ósannindum. Somuleiðis Birgir Mohr. Tað er skelkandi, at ein maður, í tí starvi sum hann hevur, kann sleppa ótarn- aður at føra fram slík ósannindir í bløðunum. Ósakligheitin. Atli gjørdist firtin, tá Høgni eftirlýsti bara ein farra av sakligheit. Vit vita vit øll, at tað hevur verið ein mang- ulvøra hjá fleiri javnað- arfólkum. Tá Atli ella Jóannes luttaka í einum orðaskifti í SvF ella einum fimmara, so hoyrist einki uttan róp og brøl, tá teir vilja hava rætt. Brølað verður, meðan onnur hava orði, og leggja síni sjónar- mið fram. Hampafólk verða avbrotum, við hesum ósakligu javnaðarbrølum. Hetta er formaður sam- bandsfloksing heldur ikki fríður fyri. Ella hvat við honum sjálvum, Vesturi í Bø, sum misti orðið í ting- inum. Var tað ikki vegna ósakligheit? Gud viti hvat hasin maðurin er valdur inn á ting fyri. Tómar tunnur buldra mest. Annars plagar tað stuttliga at henda, hvørja ferð Jóannes hevur verið í fimmaranum, og sum vant klárað seg illa, so ringir hin gamli inn, sum er vanur at toga í tragrirnar á marionettdukkuni, tí hann vil so fegin eisini hava orðið og sleppa at brøla. At vera fittur. At Atli og javnaðarmenn ikki eru móttakiligir fyri atfinningum, síggja vit ferð eftir ferð at teir taka sær tykni, um nakar hevur at teimum. Tað stuttligasta er, at Atli helt Sjúrð Skaale vera fittan, men eftir at hann loyvdi sær at skjóta ”sjálvstýrislóg” javnaðar- manna í senk, so var hann ikki fittur longur, men Atli vónar at hann einaferð verður fittur aftur, v.ø.o., um hann gevst at finnast at teirra ”politikki”. Jú, hetta eru teir sum rópa upp um sakligheit. Forrestin, Kai Vágfjall, er hann sakligur? Nei!!! Hví? Tí hann hevur loyvt sær at finnast at javnaðarmonnum, og tann ið slíkt ger er ikki fittur. Bjálkin og flísin (seinri partur) Stór gospel- konsert í Runavík TÍÐINDASKRIV Heima Missións Ungdómur Heima Missións Ungdómur (HMU) økir um sítt virksemi. Umframt allar ung- dómslegurnar, fer HMU nú fyri fyrstu ferð at skipa fyri eini gospelkonsert. I AM Kendi tónleikabólk- urin I AM úr Klaks- vík, sum vann undan- kappingina á Strond- um til Prix Føroyar, verður ein av bólk- unum á konsertini. Tað er ikki so langt síðani, at teir komu út við fløguni “Cast”, sum hevur verið nógv spæld í fjøl- miðlunum. Umframt hesar kendu sangir, koma teir eisini at framføra nøkur nýggjari løg, sum ikki eru á fløguni. VOX Umframt tann heldur harða rock-tónleikin sum vit kunnu vænta okkum at fáa frá I AM, verður eisini gospelkórið VOX við á konsertini. VOX er mannað við ungum eysturoyingum sum dáma væl at syngja rytmiskan gospeltón- leik. MMM Triði bólkurin sum er við á konsertini, er MMM úr Vágunum. Kanska tann einasti tónleikabólkurin í Føroyum sum hevur tveir kvinnuligar for- sangarar. Tey byrjaðu at spæla í 1997 og hava síðan tað verið við á gospelfestival- inum í Norðurlanda- húsinum og øðrum tiltøkum. Konsertin verður í Ítróttarhøllini í Runa- vík, leygarkvøldið 17. mars kl. 22.30. Atgongumerki fyri 60 kr. kunnu keypast við dyrnar. VIÐMERKINGAR Eivind Jacobsen Strendur Fíggjarstjórin hjá Smyril Line roynur í Dimma- lætting 1. mars, at afturvísa tí eg havi skriva í tveimum greinum. JV sigur, at eg royni at forkoma ætlanini, heldur enn at viðgera málið sakliga. Hetta er púra burt- ur við. Sjálvandi ynski eg, eins og øll onnur, at tað skal ganga væl hjá SL. Eisini frøðir tað meg, at tað gongur rætta vegin at út- vega neyðugan partapen- ing. Tað skal als eingin ivi verða um, at eg ynski SL góðan byr framyvir. JV má fullkomuliga hava misskilt alt, sum eg havi skriva. Tað er púra burtur við at siga, at eg ynski at forkoma ætlanini um nýggju Norrønu. Tí royni eg enn einaferð at gera JV púra greitt, hvat mítt enda- mál er. Hetta verður gjørt so sakliga sum til ber. Mín meining er, at lands- kassin skal halda seg burtur frá privatum vinnufyri- tøkum. JV, hugsa tær, hvat hevði hent, um landskassin setti pening í SL. Sama dag høvdu reiðarar staði í kø úti í Tinganesi, fyri at biðja um partapening til avgjørt til- trongda endurnýggjan av fiskiflotanum. Og so hevði myllan farið í gongd. Hetta hevði verið ein so stór katastrofa, at neyðugt var at siga mína meining alment. Harumframt metti eg, at vandin fyri at landskassin varð noyddur at gjalda upp til 400 milliónir áðrenn nýggja Norrøna kom rættuliga í gongd, var ógvu- liga realistiskur, út frá tí tilfari, sum eg kundi útvega mær um ætlanina hjá SL. Tí er tað bert eitt endamál við mínum greinum. Nevniliga, at gera mína lítlu ávirkan so nógv galdandi sum gjørligt, so- leiðis at politikararnir tóku tað støðu, sum teir mettu verða rættast, eftir at hava viðgjørt allar ivaspurn- ingar. Hetta til gagn fyri alt samfelagið. Hendan møgu- leika hevur hvør einstakur borgari í einum demokrat- iskum samfelag. Fyri at grundgeva betri, fáa upplýsingar fram og spurningar svaraðar, sum SL ikki hevði gjørt higartil, royndi eg at koma við við- komandi og sakligum spurningum til ætlanina hjá SL. Ikki við einum orði havi eg sagt, at tølini hjá SL ikki vóru røtt. Tað einasta eg havi sagt er, at tølini ikki eru undirbygd. Tá onkur setur fram ætlanir, sum ikki eru undirbygdar, er altíð talan um skilaleysa ætlan. Hetta vóru einfaldir spurn- ingar, sum ein væl fyrireika ætlan og ein góður fíggj- arstjóri, høvdu svara upp á standandi fót. Hetta er alt gjørt, fyri at alt skuldi verða so væl lýst sum gjørligt. Hetta viðfør- ur, at tá støða verður tikin, er sannlíkt, at avgerðin er tann rætta. Í nógvum førum er ein ætlan ein spurningur um trúgv, og tí fær tann rætt, sum hevur tær bestu grundgevingarnar. Orsøkin til at javnaðar- flokkurin tók sítt uppskot aftur er, at grundgevingar- nar frá SL ikki vóru nøkt- andi. Tað kann ikki verða rætt, at geva mær ella nøkr- um øðrum, sum ikki ganga inn fyri, at landskassin skal luttaka í ætlanini skyldina fyri, at uppskotið endaði, sum tað gjørdi. Eftir at javnaðarflokkurin tók uppskotið aftur, havi eg nátt mínum endamáli. Sostatt havi eg ikki nakra orsøk at skriva meira um hetta mál. Kann bert be- klaga, at seinna greinin bleiv send fjølmiðlunum, áðrenn eg hevði frætt, at uppskotið var tikið aftur. Viðmerkingar hjá JV JV roynur at tileinkisgera mínar spurningar og annars mín persón, og sigur, at eg eri ósakligur. Ført verður fram, at tað eru nógva vill- ur, eins og skeivar niður- støður. Mær dámar als ikki at verða lagdur undir at verða ósakligur. Sjálvandi er tað harmu- ligt, at JV ikki skilir hvat spurt verður um. Eg royndi eftir besta førimuni at spyrja um grundgeving og dokumentatión fyri ymiskt, sum eg ivaðist í. Ístaðin fyri at svara teimum spurn- ingum, sum eg setti, leggur JV eftir mínum persóni, og roynur at sáða iva um mín persón. Aftursvarið hjá SL er á einum so lágum støði, at tað er grátuligt. Svarið sigur meira um leiðsluna í SL enn um Eivind. Eg havi nátt mínum endamáli og at sápla SL og JV niður al- ment, tænir ongum enda- máli, og kann einans verða til miklan skaða fyri SL Eg vil framhaldandi meina, at eg havi verið sak- ligur í mínari skriving, og tí havi eg gjørt viðmerkingar til pástandir hjá JV punkt fyri punkt. Hesar verða sendar til SL. Framhald- andi blaðtjak tænir ongum endamáli. Tí verður hetta vónandi seinasta skrivið í hesum umfari. Laksur og prosentir Nakrar fáar viðmerkingar skal eg gera til greinina í Dimmu 1. mars. Eg søkn- aðist eftir marknaðarkann- ing fyri ferðafólk. Her eru framvegis bert gitingar frá SL. Frakt marknaðurin í 1996 var 68 mió netto og 100 mió brutto, hóast JV meinar nakað annað. JV fer lætt um prosentir og tí eru nógvir roknifeilir. Hann sigur 5%, tá rætta talið er 5,95%, 300% í staðin fyri 207% og 123%. Mettur vøkstur í alivinnuni frá ár 2000 til 2004 sigur JV verða 57% í meðal, men rætta talið er 34,55%. Í Sosialinum 17 februar er SL 30% forút av seinast ár, men í Dimmu 1. mars 25%. Tað er harmuligt, at SL skal ganga so lætt um prosentir. Eg kann bert taka undir við JV, tá hann sigur, at vit skulu verða varin, tá vit tosa um prosentir. Hetta er støðið í greinin allan vegin. Heldur enn at svara settum spurningum, sleingir JV við pástandum, sum als einki hald er í. Hetta er til miklan skaða fyri trúvirðið hjá SL SL setur sítt álit á laksin, og tileinkisger mína við- merking um at stór øking í framleiðslu av laksi møgu- liga ikki sæst aftur í øktum umsetningi hjá flutnings- feløgunum. Slíkt talar fyri seg sigur JV. Tá JV ikki skilur mín spurning um tað, sum annars verður rokna at verða grundarsteinurin undir nýggja skipinum skal eg gera viðmerkingar til hetta. SL førur í dag nógvan laks feskan, sum tørvar stutta transittíð, og vil gjalda góðan prís fyri góða tænastu. Men SL má gera sær greitt, at hetta er ein vinna, sum broytist alla tíðina. Vit vita, at fyri 30 árum síðan sigldu øll skip- ini av landinum fyri at av- reiða ferskan fisk. Í dag fer bert ein brøkpartur av fiskinum óvirkaður av landinum. Orsøkin er at vit ynskja at meirgóðska okk- ara vørur. Hetta er ein sjálvfylgja. Hetta gevur betri prís og stabilari viður- skifti. Tí eigur tað ikki at koma óvart á, um tað sama hendur við laksinum. Vit hava júst fingið nýggja avtalu við ES. Hendan opnar møguleikar. Á Polarfrost í Vági og í Fuglafirði hava teir stórar ætlanir. Virkið á Strondum arbeiðir við ætlanum. Fiskavirking umhugsar eisini at gera okkurt. Alt hetta tíður uppá, at útflutn- ingurin av laksi í tonsum fer ikki at vaksa í sama mun, sum vøkstur í fram- leiðsluni. Komandi árini fara vit væntandi at meirgóðska laksin. Góðskaður laksur vigar bert 50% av ferskum laksi og harumframt er prísur pr. tons av frystum helst umleið 30% lægri. Hetta er grundgevingin fyri at eg segði, at teoretist kann tað henda, at sjálvt um framleiðslan tvífaldast, standa farmainntøkurnar í stað. So kunna vit disku- tera, hvat talar fyri seg. Meirgóðska vøra og annars fryst vøra krevja ikki eins stutta transittíð, og tí verður tann fyrimunurin burtur hjá SL. Tá verður vøran send við tí felag, sum bjóðar lægsta prís. Havandi í huga yvirkapasitet og stóran málsetning, má roknast við bein harðari prískapping. Eisini kann nevnast, at útflutningurin í 2000 var 5- 10.000 tons minni enn ætla, tí góður prísur gjørdi, at laksurin var tikin áðrenn ætla og vektin tí lægri. Tí eru nógv ivamál við frakt av laksi, sum SL ikki hevur nakra meining um. Eisini sakni eg, at SL í sínum tilfari hevði eina útgreining av, til hvørji lond vit útflyta og hvussu nógv. SL siglur bert til Danmarkar og tí ber ikki til hjá SL at fáa farm, sum skal í onnur lond. Endi Vónandi er hetta seinasta viðmerking á hesum sinni. Settir eru objektivir og viðkomandi spurningar, fyri at fáa svar upp á iva- mál. Enn er einki svar kom- ið. Mítt endamál, sum var at landskassin ikki skuldi blanda seg upp í vinnulívið er eisini nátt. Tí er ikki neyðugt at SL svarar mær upp á mínar spurningar. Eftir er tí bert at ynskja SL góðan byr framyvir. Vónandi fer tað at eydnast SL at sleppa út úr skergarð- inum og koma í tryggari sjógv í nærmastu framtíð. Hækkan av Partapeningi í P/F Smyril Line seinasti partur TÍÐINDASKRIV Suðuroyar Tjóðveldisfelag Á ársaðalfundi leygar- dagin 10. mars, var Jónfríð Hjelm, Vágur, vald til formann í staðin fyri Kai Vágfjall, sum bar seg undan afturvali. Jónfríð hevur áður verið skrivari og kassameistari í felagnum. Onnur, sum vóru vald í nevndina: Christoffer Ripley, Vág- ur Dan Nielsen, Trongis- vágur Hanna Nielsen, Vágur Randi Petersen, Hvalba Eykalimir vóru vald: Eliesar Finnson, Porkeri og Sólrun Danielsen, Sandvík. Leivur Nygaard, Froðba og Arni Nielsen, Fámjin, tóku ikki við afturvali. Nevndin skipaði seg við Christoffer Ripley sum næstformanni, Dan Nielsen sum skrivara og Hannu Nielsen sum kassameistara. Elinborg Nolsøe, Froðba, heldur fram sum grannskoðari. Fyri Hannu Nielsen, sum var vald í nevndina, var Mannbjørn Tausen eisini valdur grannskoðari. Kai Vágfjall, Vágur, er nýggjur aðalstjórn- arlimur. Hann var valdur í staðin fyri Sommer Joensen, Froðba, sum bar seg undan afturvali. Sólrun Danielsen, Sand- vík var vald sum eyka- limur í aðalstjórnina. Suðuroyar Tjóðveldis- felag havt aðalfund Hetta skalt tú brúka: 4 lomvigar 200 gr av soppum 3 skalottuleykir 50. gr. av smøri 1 glas av turrum hvítvíni Olivenolju Persillu Salt og pipar 10 blommur sitrónmelissu 1 glas av blommuvíni 200 gr. av eplum, selleri og gularótum Soleiðis gert tú: 1. Svitsa soppar og leyk í smøri 2. Koyr helvtina av blommunum í saman við hvítvíni, olivenolju, sitronmelissu og blommuvíni. 3. Koyr evt. eitt sindur av oksafeitti í lomvigabringuna – tað gevur góðan smakk 4. Steik lomvigan í ovni í 20 min. á 180 stigum. Stokt rótagrønmeti 1. Flis og forma eplir, sellerí og gularøtur í hóskandi støddir 2. Kóka inntil tey eru næstan moyr og steik tey síðani liðug. Okkara kokkar: Lomvigi við villini soppum, blommu- kompot og stoktum rótagrønmeti