Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 16. mars 2001 23 22 Nr. 53 - 16. mars 2001 Jóanes N. Dalsgaard Tað vóru skelkandi tíðindi, sum útvarpið hevði at bera g r æ k a r i s m e s s u d a g . Útvarpið visti at siga, at triðingurin av avgerðunum hjá eystara landsrætti vóru broyttar av hægstarætti. Við øðrum orðum var triði hvør dómur í eystara landsrætti ’skeivur’. Hetta ljóðaði so óhugna- ligt, at eg hevði ilt við at trúgva tí. Fór tí at hyggja í donsku hagtalsárbókina (Statistisk Årbog, 2000), og beinanvegin fekk eg tað betur, tí eyðsæð var út- varpið á heilt skeivari leið. Av teimum uml. 85.000 revsirættarmálum sum vóru førd í Danmark í 1999 vóru 3077 dómar kærdir til landsrættirnar (1617 til eystara landsrætt). Av hes- um vóru 56 dómar skotnir inn fyri hægstarætt (45 úr eystara landsrætti). Av hesum vóru 39 dómar stað- festir av hægstarætti (31 úr eystara landsrætti), meðan hægstirættur broytti hinar 17 dómarnar (14 úr eystara landsrætti). Tað var sostatt ikki rætt, tá útvarpið segði, at hægsti- rættur broytir triðjuhvørja avgerð hjá eystara lands- rætti. Hægstirættur hevur broytt 14 av 1617 dómum hjá eystara landsrætti í 1999. Hetta svarar til minni enn 1% - og ikki 33%, sum útvarpið visti at siga! Nakað annað er, at um tey 14 málini vera sædd í mun til tey 45, sum kærd vóru til hægstarætt úr eyst- ara landsrætti, so broytti hægstirættur 3 hvørja av- gerð hjá eystara landsrætti. Hetta er, sum sæst, nakað heilt annað enn at siga, at hægstirættur broytti ein triðing av avgerðunum hjá eystara landsrætti. Men roknistykki í útvarpinum tyktist vera soleiðis, at tá triði hvør landsrættardóm- ur, sum royndur var við hægstarætt var broyttur, so merkti tað at triði hvør landsrættardómur var skeivur. Henda niðurstøðan er fullkomiliga burtur úr vón og viti, og skal eg nið- anfyri royna at greiða frá, hví so er. Í donsku rættaskipanini eru tríggjar flágir. Niðast eru býarrættirnir (t.d. Før- oya Rættur), omanfyri teir eru landsrættirnir (eystari og vestari) og ovast er hægstirættur. Ein og hvør, sum verður stevndur fyri rættin, kann kæra dómin, um hesin gongur sær ímóti, til hægri rætt. Øll hava rætt til at fáa eitt rættarmál ímóti sær roynt við tvinnar dómstólar. Ein dómur úr býarrættinum kann soleiðis altíð kærast til landsrættin. Í summum førum byrjar eitt mál í landsrættinum (serliga grov brotsverk). Í slíkum førum kann lands- rættardómurin altíð kærast til hægstarætt. Men tað er bert í heilt serligum førum at eitt mál, sum byrjar í býarrættinum, kann kærast til hægstarætt. Tá er talan um mál, sum ’Procesbevillingsnævnet’ hevur givið loyvið til at leggja fyri hægstarætt. Talan er í slíkum førum ser- stakliga um mál, sum kunnu hava týdning fyri seinni avgerðir, ella mál, sum hava serligan sam- felagsligan týdning. Tey mál, sum umvegis ’Proces- bevillingsnævnet’ enda í hægstarætti eru sostatt altíð óvanlig mál, ella við øðrum orðum mál, sum sjálvdan ella kanska ongantíð áður hava verið roynd í rættar- skipanini. Í slíkum førum er einki at undrast á, at hægstarættur javnan broytir teir býar- og landsrættar- dómar, sum kærdir vera. Vóru avgerðirnar altíð tær somu, var eingin orsøk at hava hægstarætt. Tískil dugi eg ikki at skilja, hví útvarpið royndi at fáa tað at ljóða sum um rættarskip- anin var av lagið, júst við tilvísing til at hægstirættur viðhvørt broytir avgerðir hjá lægri rættum. Eg setti meg tí í samband við útvarpið á døgurða grækarismessudag, og hitti ein tíðindamann á máli. Eg vísti á skeivleikan í tíðind- unum, men tíðindamaðurin svaraði mær, at tíðindini vóru sum tey skuldu. Í seinni tíðindasendingum sama dag, vóru somu skeivu tíðindini endurtikin. Skal tað vera nøkur meining í at hava eitt al- ment útvarp, so má ein treyt vera, at tíðindini sum útvarpið ber eru eftirfar- andi og viðkomandi upp- lýsing. Í hesum føri haldi eg avgjørt at talan var um viðkomandi upplýsing, men hon var tíverri alt annað enn eftirfarandi – kanska tí tíðindamaðurin ikki hevði skilt hvat málið snúði seg um. VIÐMERKINGAR Er Útvarp Føroya eftirfarandi? Vit, Turið Johannesen og Nicolina Lamhauge, eru tvær føroyskar gentur, sum í løtini ganga a Red Cross Nordic United World College í Noreg. Av tí at vit hava frætt, at umsøknar- freistin at søkja inn á skúl- an komandi skúlaár nærk- ast, vilja vit báðar í stuttum siga eitt sindur um sjálvan skúlan, og hvat hann bjóð- ar. Um tú hevur hug at fara heimanífrá at royna okkurt nýtt, og um tú ert opin fyri at læra nýggj fólk at kenna, so er hetta ein møguleiki hjá fyrstaársnæmingum í miðnámskúlunum í Føroy- um. Sum flestu fyrstaárs- næmingar, ið ganga í stu- dentaskúlunum helst vita, so eru tey bæði seinnu árini, ið resta í til ein eftir tógvið stríð stoltur kann seta húgvuna á høvdið, mangan stravin og eingin dansur á rósum. Tað sama kann eisini sigast um hendan skúlan. Skúlating- ini eru ofta nógv, og teir fyrstu mánaðarnir, ein er her á skúlanum, eru stræv- nir. Eisini tí at undir- vísingin og aðrir aktivitetir fara fram á enskum. Sum heitið á skúlanum ber boð um, so er tad ein altjóða skúli. Vit eru 200 næmingar á skúlanum, ið umboða 82 ymiskar tjóðir. Næmingarnir búgva í 5 ymiskum húsum, sum øll liggja sera nær við hvørt annað, vid 40 næmingum í hvørjum húsinum, tað eru 8 kømur í hvørjum húsi. Hetta merkir, at 5 næm- ingar búgva i hvørjum kamari. Ta fyrstu tíðina, ein er her á skúlanum, kann tað virka eitt sindur løgi at liva so tætt upp at fýra øðrum fólkum, sum ein als ikki kennir, og sum koma frá umstøðum, sum eru heilt øðrvísi enn tey, vit eru von við heimanifrá. Sum tíðin gongur venur ein seg tó við tað. Tað er sjálvandi onk- untíð troyttandi, at tú ikki kann læsa hurðina og bara skrúa tónleikin hart frá, men tað er eisini deiligt, tá tú kemur heim úr skúla og hevur hug at tosa við onkran, og tín “roommate” er har. Einum nýtist ikki at kenna seg einsamallan. Út yvir ta vanligu skúlagongdina, eru nógv onnur ting at takast við. Tað er á hesum økinum, at hesin skúlin víkur mest frá tí, vit eru von við. Sum partur av undirvísingini er tað kravt, at allir næmingar hava tvær “challenges”, - beinleiðis umsett merkir tað avbjóðingar. Hesar av- bjóðingarnar hava vit eina ferð um vikuna í uml. 2 tímar hvørja ferð. Tær stendur frítt, hvat tú velur. Tað er nógv at velja ímill- um. Tað kann t.d. vera fjallaklintring, fjallasúkkl- ing, gera ítriv vid brekað- um, læra at verða lívbjarg- ari. Sum ein partur av øll- um uttandurða aktivitetun- um fær ein møguleika at standa á skí um veturin. Um tú ikki ert ein, sum tímir so væl at røra teg, so kanst tú eisini velja at læra at gera filmar, tú kanst gera skúlablaðið. Tað er altíð okkurt, sum passar til øll. Umframt hesar aktivi- tetir, skipa bæði lærarar og næmingar fyri ymsum frítíðarítrivum. Tad er upp til tann einstaka, hvussu han velur at skipa sína frítíð. Møguleikanir eru nógvir. Ein úr Jordan kann læra teg at skriva arabiskt, ein úr Ethiopia kann læra teg ethiopiskan dans, ongin nýtist vera bangin fyri, at hann kemur til at keða seg. Meðan vit hava lisið her á United World College, kunnu vit báðar vera samd- ar um, at vit hava fingið eitt betri innlit í ymisk altjóða mál sum henda í dag, og sum hava verið aktuell upp ígjøgnum tíðina. Av tí at skúlin sum sagt er ein altjóða skúli, vid næming- um við sera ymiskum bak- grundum, fáa vit tíðindini ikki bara ígjøgnum fjøl- miðlarnar, men eisini frá okkara floksfeløgum ella teimum, sum tú býrt saman við ella bara vinunum. Hesir hava sjálvi upplivað hendingarnar. Ígjøgnum skúlan fær ein eisini innlit í teir møguleik- ar, ið liggja opnir fyri einum eftir lokna skúla- gongd. Um ein kundi hugs- að sær at roynt okkurt ann- arleiðis, er møguligt mill- um annað ígjøgnum skúlan at søkja um at sleppa til t.d. Kina í eitt ár, har ein kann undirvísa í enskum, til Mið- ella Suduramerika har ein kann arbeiða vid gøtu- børnum, til India har ein hevur møguleika at hjálpa til á barnaheimum Um ein heldur kundi hugsað sær at hildið fram vid lesnaði alt fyri eitt, liggur heimurin eisini opin fyri einum. Umboð frá universitetum í ymsum londum t.d. Norduramer- ika, Canada, Englandi og Belgia koma á skúlan at halda fyrilestrar, og tá hevur mann møguleika at tosa við tey vitjandi. Hetta økir nógv um møguleik- arnar fyri at sleppa inn á universitet aðrastaðni. Tá tú ert liðugur her aftaná tvey ár, hevur tú eitt IB prógv. Tað kann sam- metast við studentsprógv. Stutt kunnu vit siga, at vit eru glaðar fyri at vera á skúlanum. Tað er ein stór avbjóðing og sera læruríkt. Um tit ivast í nøkrum viðvíkjadi skúlanum, er møguleiki at leita inn á heimasíðuna hjá skúlanum, og har fáa fleiri upplýs- ingar. Addressan er: www.rcnuwc.uwc.org Heilsan Turið og Nicolina Red Cross Nordic United World College N – 6968 Flekke Norge Til áhugadar umsøkjarar til Reyda Kross skúlan í Flekke Fimleikafelagið Ljósið hevur stór- sligna fimleika- framsýning um vikuskiftið FIMLEIKUR tíðindaskriv Árliga fimleikafram- sýningin hjá Ljósinum verður sunnudagin 18. mars kl. 16.00 í høllini á Hálsi. Framsýningin varar umleið tveir tímar, og vit eina fjølbroytta sýnin við amboðs- og rútmiskum fimleiki, har øll lið felagsins vísa, hvat tey fingið burtur úr vetrinum 2000/2001. 25 ár eru liðin, síðan Fimleikafelagið Ljósið varð stovnað, og hevur hett árið eisini verið merkt av hátíðarhaldi, m.a. tann stórsligna gallasýningin í Norður- landahúsinum í no- vember. Limatalið táttar væl í 700 virknar íðkarar í aldrinum hálvt annað til 76 ár, og finna vit tey á teimum 20 liðunum, sum verða við á fram- sýningini. Høvi verður at síggja tey fittu børnini á móðir & barn liðnum, motiónskvinnur, kapp- ingarliðini (tvey teirra vunnu gull fyrr í vikuni, hini kappast seinni), umframt øll hini ágrýtnu. Gentur og dreingir, sum hava roynt at lært seg at bólta rút, gera myllu, flik-flak og seriu við venjingum, har alt skal passa sum fótur í hosu. Atgongumerki fáast við dyrnar ein tíma undan sýningini. Kostn- aðurin er 60 krónur fyri vaksin, meðan børn rinda 20 kr. Bæði kvinnur og menn hjá Neistanum vunnu, tá tey miku- kvøldið høvdu vitjan av Tjaldri HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað var ikki annað enn væntandi, at tað skuldi gerast Neistin, sum fór av stað við øllum stigunum, tá tey bæði fremstu liðini hjá felagnum fingu vitjan av Tjaldrinum. Felags fyri bæði er, at meðan Neistin hevur ligið soleiðis upp ímóti einum heiðursmerki alt árið, hevur Tjaldur verið at funnið í botninum, og talan var eis- ini um tann mun, sum ofta er ímillum slík lið. Javnt hjá kvinnunum Kvinnudysturin gekk tó nakað javnari fyri seg, enn tey hjá Neistanum mundu hava væntað. Fyrsta hálva tíman var millum lítil og eingin mun- ur millum liðni, og hóast Neisitn hevði leiðsluna alla tíðina, so sleptu tær úr Runavík tó ongan tíð takin- um. Í seinna hálvleiki var søgan á leið hin sama, og eftir at Neistin miðskeiðis í hálvleikinum rykti nakað, kom sigurin ikki í vanda hóast alt. Hjá monnunum var mun- urin millum liðini hinvegin stórur, tá avtornaði. Fyrstu 20 minuttirnar ella so var tó hampuliga javnt millum liðini, men efitr at Neistin fekk fimm mál á rað, var alt meira ella minni avgjørt. Hetta sást eisini aftur í seinna hálvleiki, har heima- liðið so dyggiliga setti alt upp á pláss. Við teimum báðum sigr- unum halda tey bláu í høvuðsstaðnum framvegis fast um vónina fyri einum heiðursmerki, men felags fyri bæði tykist tó vera, at skal hetta gerast veruleiki, er neyðugt við stigum móti teimum feløgunum, sum liggja oman fyri á stigatalv- uni. Dystirnir í tølum Neistin-Tjaldur, kvinnur 21–17 (12–11) Málskjúttar: Neistin: Katrin á Neystabø 6, Annika Thomsen 6, Súna Mørk 3, Bjørg Patursson 2, Ata Høgnadóttir 2, Birita Wardum 2 Tjaldur: Beinta Joensen 5(1), Mona Langgaard 4, Jelena Jevtic 3, Milica Ergic 2(2), Turið Lam- hauge 2, Kristine Ellings- gaard 1 Brotskøst: Neistin 1, Tjald- ur 3 Útvísingar: Neistin 1, Tjaldur 3 Diskvalifikatión: Tjaldur 1 (Beinleiðis reytt) Neistin-Tjaldur, menn 30–18 (15–11) Málskjúttar: Neistin: Jacob Jónsson 6, Rune Møller 6(1), Kári Mortensen 6(2), Áki Mørk 4, Ári Rouch 3, Ræni Slættanes 2, Karl O. Ras- mussen 1, Ragnar Zacha- riasen 1, Helgi Justinussen 1 Tjaldur: Zoran Sarcevic 9(2), Mortan Hansen 6, Sverri Justinussen 2, Arn- finn Langgaard 1 Brotskøst: Neistin 3, Tjald- ur 3 Útvísingar: Neistin 3 Dómarar í báðum dystun- um úr H71: Petur S. Dahl og Bárður Brimvík Høvi verður at síggja øll liðini hjá Ljósinum í høllini á Hálsi um vikuskiftið Árliga fimleika- framsýningin Dupultsigur til Neistan Hjá kvinnunum var talan um ein rættiliga javnan dyst, har tað tó eydnaðist heimaliðnum at vinna Støðan 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 8 8 - 0 - 0 606 321 285 28 2 Stjørnan 7 5 - 0 - 2 521 398 123 20 3 VB 7 5 - 0 - 2 508 389 119 19 4 Neistin 7 5 - 0 - 2 414 404 10 15 5 Kyndil 7 1 - 1 - 5 442 536 -94 8 6 Tjaldur 8 1 - 1 - 6 307 512 -205 4 7 Sóljan 8 0 - 0 - 8 318 556 -238 2 Støðan 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 8 7 - 0 - 1 644 482 162 26 2 StÍF 8 5 - 1 - 2 577 517 60 19 3 Kyndil 7 4 - 1 - 2 534 483 51 17 4 Neistin 8 5 - 0 - 3 491 499 -8 16 5 KÍF 7 3 - 1 - 3 457 505 -48 10 6 H71 8 1 - 0 - 7 508 580 -72 6 7 Tjaldur 8 0 - 1 - 7 458 603 -145 4 Á aðalfundi fyrra- kvøldið varð Svend Olsen valdur til nýggjan formann hjá GÍ FORMANSVAL Jákup Mørk Formaður seinasta árið hjá fótbóltsspælarunum í Gøtu hevur verið Sonja á Líðar- enda, men nú hon ikki ynskti at royna seg aftur, mátti aðalfundurin semjast um, hvør skal standa á odda fyri felagið komandi árið. Valið fall á 30 ára gamla Svend Olsen, sum hóast hann ikki hevur verið í nevndini, longu í fleiri ár hevur verið sera virkin inn- an felagið. Betra umstøðurnar Við Sosialin sigur Svend, at hann sum so ikki hevur hugsað sær at framt nakrar kollveltandi broytingar, nú hann er komin í formans- sessin. – Eg rokni meira við, at talan verður um at byggja víðari á tað, sum vit longu hava her í felagnum. Sjálv- sagt vil mann kanska royna at fremja onkrar smærri justeringar, men nakað kollveltandi verður talan so ikki um. – Størsta málið hjá mær verður tó at betra um umstøðurnar kring vøllin hjá okkum her í Gøtu. Serl- iga hugsi eg her um húsið, sum vit í løtuni hava. Her kundi verið tiltrongt við nýggjum hølum, og tað er so nakað, sum eg ætli mær at arbeiða fram ímóti. Hes- um viðvíkjandi spælir fíggjarligi parturin tó ein hampuliga stóran leiklut, so akkurát nær nakað konkret fer at henda á økinum, dugi eg ikki at siga, men sum sagt, so meti eg avgjørt hetta sum týdningarmesta málið fyri framman, sigur Svend Olsen at enda. Nýggjan formann í Gøtu Ársaðalfundurin verður á loftinnum í ÍSF-húsinum leygardagin 17. mars 2001 kl. 18.00. Vit tosa um leyst og fast kring fótbóltslandsliðið. 12. Maður