fríggjadagur 16. mars 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Vestmenningar taptu
fyri fyrstu ferð í ár, og
tískil verður ikki
talan um nakra gull-
veitslu fyrr enn um
vikuskiftið
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Mikudagurin var endiliga
dagurin, tá VÍF aftur skuldi
kunna rópa seg Føroya-
meistarar á manshondbólti.
Eftir at hava skúgva alla
mótstøðu til viks, hevði
liðið framvegis fult stigatal,
tá farið var á vøllin, og
munurin niður til næstu
liðini var nú so stórur, at
teir við einum sigri kundu
tryggja sær gullið longu
fýra umfør áðrenn kapp-
ingarlok.
Tað var tó eitt men við
dystinum mikukvøldið, og
tað var, at VÍF tapti dystin.
Uttan Áka
Tað var eisini rættiliga tíð-
liga í dystinum greitt, at tað
so undir ongum umstøðum
fór at gerast nakar lættur
dystur hjá vestmenningum.
Frá byrjan vóru teir
skerdir, tí Áki Olsen ikki
var tøkur vegna arbeiðs-
ørindi. Maður kemur í
mans stað, og í hesum før-
um varð Daniel Rápa settur
at røkja sessin, so hóast tað
sjálvandi var saknur í Áka,
so vigaði Rápa í stóran mun
upp ímóti hesum. Enn er
rumenin ikki komin heilt
fyri seg, og millum annað
hevði hann ilt við at seta
ferð á. Hinvegin eru hond-
bóltsevni hansara frálík, og
serliga í fyrra hálvleiki gav
hann nakrar royndir upp á
fríspælingar, sum tíverri
nærum allar vórðu misnýtt-
ar.
Tað, sum í nógv størri
munn ávirkaði spælið hjá
VÍF, var, at Ingi Olsen frá
byrjan av dystinum varð
sera væl vardur. Tað var
sjónligt, at ein av horna-
steinunum í StÍF spælinum
var at skerja leiklutin hjá
Inga, og við skiftivís at fara
út við einum eittara, og
skiftivís
at
mansverja,
royndu teir at syrgja fyri, at
hann ikki slapp at gera ov
nógv um seg.
Javnt allan vegin
Tað var tó ongan tíð so-
leiðis, at VÍF vóru full-
komuliga settir út á síðu-
spor
undir
dystinum.
Størsta partin av tíðini leik-
aði sera javnt á, og fyrsta
korterið ella so vóru tað
eisini gestirnir, sum tóktust
at hava yvirvág í spælinum.
Eftir eina útvísing til VÍF
eydnaðist tað tó strand-
ingum at toga seg fram um,
og hóast vestmenningar
royndu at hanga í, so eydn-
aðist teimum ongan tíð at
koma upp á javnleik eftir
hetta.
Størsta orsøkin til hetta
mundi vera, at verjuspælið
hjá StÍF eydnaðist rættiliga
væl. Ikki minst framdi John
Petersen eitt rimmar avrik í
hesum, tá hann sum eittari
stóran part av tíðini syrgdi
fyri, at hvørki Ingi ella
Daniel fingu loyvi at gera
alt ov nógv um seg. Restin
av verjuni eigur tó eisini rós
uppiborið, tí hóast fram-
skotni leikluturin hjá John
ger hann mest sjónligan í
hesum partinum av spælin-
um, so setir hetta eisini
størri krøv til restina av
verjuni, sum í størri mun
verður noydd at skjóta seg,
til tess at verja fyri teimum
holum, sum kunnu íkoma.
Í álopsspælinum spældu
strandingar kanska ikki
heilt so væl, sum vit hava
sæð teir fyrr í ár, og kanska
serliga í steypafinaluni.
Hinvegin skal tað á ongan
hátt takast frá teimum, at
teir í hesum partinum
spældu avbera skilagott.
Tað var sera rár hending, at
bólturin varð tveittur burt-
ur, og hetta viðførdi so eis-
ini, at VÍF ongan tíð fekk
gongd á eitt hitt vanda-
mesta
álopsvápnið
hjá
teimum. Nevnliga kontra-
spælið har teir vanliga
kunnu gera stóra nýtslu av
skjótleikanum hjá Martini
og Johnny.
Johan tók tað síðsta
Sum sagt, so gekk rættiliga
javnt á allan vegin, men
sum dysturin leið, so gjørd-
ist tað alt meira sannlíkt, at
VÍF ikki fór at taka
strandingarnar. Tað tóktist á
ein hátt, sum um tað ongan
tíð eydnaðist vestmenning-
unum at finna tað gearið,
sum teir hava átt eyka í
mun til hini liðini hetta
kappingarárið. Eksplosión-
irnar í spælinum vóru snøgt
sagt ikki til staðar, og við
skilagóða spælinum hjá
heimaliðnum var so als ikki
sannlíkt, at teir á nakran
hátt skuldu megna at tveita
sigurin frá sær.
Líkt var eisini til, at
heimaliðið fekk ein avger-
andi fyrimun, tá teir tíggju
minuttir fyri leiklok øktu
munin upp í fýra mál fyri
fyrstu ferð í dystinum.VÍF
fekk tó skapt nakað av
spenningi í aftur, tí eftir eitt
time-out fingu teir umskip-
að verjupartin, soleiðis at
teir fóru út at mansverja
bæði Artur og Costin. Van-
liga trívast strandingar sera
væl undir hesum umstøð-
um, men hsa ferð tóktist
einki at rigga hja teimum,
meðan teir spældu fýra
móti fýra. Í seks minuttir
eydnaðist tað á hendan hátt
hjá
vestmenningum
at
halda málið reint, og teir
høvdu eisini møguleikar at
eta leiðsluna hjá stranding-
um, men teir megnaðu tó
ikki at taka av.
Orsøkin til hetta var sera
einføld. Tá VÍF endiliga
tóktist at hava fingið takið
úti á vøllinum, lyfti Jóhan
Danielsen seg eitt stig upp,
og burtur sæð frá tveimum
royndum frá Inga, megnaði
hann at taka alt tað, sum
vestmenningar royndu at
tveita eftir honum hesa
løtuna. Tá so strandingar
aftur kundu økja upp í trý
mál við hálvum øðrum
minuttir eftir, varð endaliga
greitt, at tað ikki var
hendan dagin, at VÍF skuldi
ogna sær FM.
John á landsliðið
Hóast tapið, so er tó neyvan
nakar vandi fyri, at tað ikki
skal eydnast vestmenning-
um at vinna gullmerkini.
Hinvegin man tað helst
svíða nakað, at tað ikki fer
at eydnast við fullum stiga-
tali, og so man tað vera ein
fátøk troyst, at gullið nú
kann vinnast á heimavølli.
S t r a n d i n g a r
prógvaðu hinvegin, at tað
als ikki var av tilvild, at teir
vunnu steypakappingina,
og helst munnu tað vera
fleiri folk á Skálafirðinum,
sum iðra seg um, at John
Petersen ikki hevur spælt
við strandingum alt árið. Í
steypafinaluni
prógvaði
hann, hvønn týdning hann
hevur fyri liðið. Í verjupart-
inum er hann stinnur sum
fáur, ikki minst takkað
verið
skjótleikanum.
Í
álopspartinum hevur hann
ikki eins stóran leiklut, men
tað er ferð eftir ferð sjón
fyri søgn, at hann verður
nýttur her, tá nógv stendur
á, og sjáldan svíkur hann
álitið.
Fyri komandi landsliðs-
venjaran er tað tí stórt spell,
at John ikki er tøkur til
hondbóltslandsliðið. Flest-
um kunnugt hevur fótbólt-
urin her fingið fyrsta priori-
tet, og tað kunnu tey
hondbóltshugaðu so bert
iðra seg um, tí um maðurin
kann spæla somikið væl
uttan at venja…
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
StÍF: Costin Dumitrescu
12(7), Alexandur Johansen
5, Artur Johansen 3, Marius
Joensen 3, Bent Djurhuus
2, John Petersen 2, Svein-
bjørn Poulsen
VÍF:
Igni Olsen 9(2),
Martin
Hummeland
7,
Sámal Joensen 6, Daniel
Rápa 2, John Zachariasen
Brotskøst: StÍF 8, VÍF 2
Útvísingar: StÍF 3, VÍF 5
Dómarar úr Kyndli: Hanus
Kúrberg og Hans Thomas-
sen. Hóast áskoðararnir av
og á tóktist alt annað enn
nøgdir um dómarnar, so
tóktist hetta ikki á nakran
hátt at nerva teir báðar, og
hetta er helst týdningar-
miklasti
eginleikin
hjá
dómarum, tá slíkir dystir
eru á skránni.
Nr. 53 • fríggjadagur • 16. mars 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
StÍF–VÍF 28–25 (15–12)
Gullið má bíða
Enn einaferð eydnaðist tað hjá Alexandur og hinum hjá StÍF at oyðileggja ein ætlaðan
veitsludag hjá vestmenningum
Mynd: Álvur Haraldsen
Eins og vanligt var Marius Joensen ein av stinnastu
monnunum í StÍF-verjuni
Mynd: Álvur Haraldssen
20
Nr. 53 - 16. mars 2001
Hósdagur 22. mars
Laksafiskarí í
Karasjok-ánni
Karasjok er besta áin í Noreg, tá tað snýr seg um
laksafiskarí. Hon er eisini stór – heilar 2000 km við
nógvum laksi.
Tú skjýtur – eg smíli
– Amerikanskur filmur frá 1990
(Bird on a Wire)
Mel Gibson og Goldie Hawn spæla saman í hesum
stuttliga filminum um Rick Jarmin, sum hevur gjørt
nøkur ógvuliga stór mistøk í lívinum, og nú er tíðin
komin, at hann skal taka sær av hesum mistøkum.
Í fleiri ár hevur hann livað í eini vardari tilveru.
Løgreglan hevur hjálpt honum at liva undir jørðini.
Hvørja ferð trupulleikar nærkast, hevur hann bara skift
navn og hildið fram á einum øðrum plássi.
Seinasta dulnevni hjá Rick verður tileinkisgjørt, tá
hann møtir gomlu flammu síni frá skúlanum,
Marianne Graves. Hon er nú sakførari og heldur, at
Rick er deyður fyri langari tíð síðani. Tíverri eru fleiri,
sum ynskja, at hann var deyður, og tað kann ikki ganga
ov stutt tíð, fyrr enn tey síggja hann deyðan og jarðaðan.
Hóskvøldið kl. 20.30
20:00
TV Razzia
20:30
Du skyder - jeg smiler
22:35
Før Skjulte Spor
22:40
Baren (G)
23:10
Dagens Nyheder på
TV3
23:20
Vore værste år
23:50
Før Skjulte Spor
23:55
Simpsons
00:25
Ellen
00:55
Kojak
01:55
I lyst og nød
02:25
Drøm videre
02:55
Ellen (G)
03:20
Ricki Lake (G)
04:20
Godnat
07.00
Tíðindi
07.05
Morgunlestur
Jógvan Fríðriksson á
Gjaranesi lesur
07.15
Barnaløtan
Jonna Olsen og Kári
Sólstein stíla fyri
07.30
Tíðindi
07.35
Morguntónleikur
08.00
Tíðindi
08.03
Morgunrásin
09.00
Tíðindi
09.03
Morgunrásin
09.50
Morgunlestur (e)
Jógvan Fríðriksson á
Gjaranesi lesur
10.00
Tíðindi
10.03
Fyrrapartsløg
Kim Hansen stílar fyri
11.00
Tíðindi
11.03
Hjá dvørgum í
Níðafjøllum (e)
Hans Tórgarð lesur 15.
og seinasta part av
framhaldssøgu eftir
Annfinn í Skála
11.30
Undir døgurða
12.00
Veðurtíðindi
12.02
Middagstónleikur
12.15
Skráin og lýsingar
12.20
Tíðindini
12.40
Døgurðatónar
13.00
Heimurin í dag (e)
Óluva Zachariasen
stílar fyri
13.30
Tónleikur
14.00
Fimmarin (e)
Sigmar Blaáberg
leggur til rættis.
15.00
Tíðindi
15.03
Frívaktin
Sending við tónleiki og
práti um sjómanslív.
Elis Poulsen skipar fyri
16.00
Tíðindi
16.03
Ársins Songrødd av
Tvøroyri
Ginna Midjord leggur
til rættis
17.00
Tíðindini
17.05
Í Víngarðinum
Símun J. Hansen
leggur til rættis
18.05
Barnaløtan (e)
Jonna Olsen og Kári
Sólstein stíla fyri
18.25
Skráin og lýsingar
18.30
Tíðindini
19.00
Tilvera - einaferð skilja
vit til fulnar
Armgarð Arge leggur
til rættis
19.30
Harmonikutónar
Flóvin Jacobsen skipar
fyri
20.30
Á sanganna veingjum
Gunnvør Poulsen stílar
fyri
21.00
Tíðindi
21.05
Dagsetur
Ginna Midjord skipar
fyri
22.00
Rák
Anita Ottosen stílar fyri
23.00
Tíðindi
10:45
Orðið
Bíbliulestur v/ Anju
Hansen
11:00
Birgir Beinleiðis
Birgir Sondum við gesti
12:00
Tíðindi & Lýsingar
13:00
Leysaløtan
Innsløg, prát og
tónleikur
14:00
Ynskiløtan
Heilsur frá lurtarunum
15:00
Tíðindi og lýsingar
15:15
Ynskiløtan (framhald)
16:00
Laila Beinleiðis
Country, Laila
Jacobsen leggur til
rættis
17:00
Norðlýsið!
Aktuell sending úr
Studio 7 í Klaksvík.
John William og Oliver
Joensen leggja til
rættis.
18:00
Tíðindi og lýsingar
18:15
Lættur tónleikur
19:00
Orð á leiðini
EVR-sending
"Bíblian – hvussu varð
hon skrivað?".
Jógvan Zachariassen
leggur til rættis
19:40
Tónleikur
21:00
Tíðindi og lýsingar
21:15
Orðið (e)
Bíbliulestur v/ Anju
Hansen
21:30
Girlzone
Undirhaldssending fyri
ung, Súsanna
Clementsen og Ruth
Reinert skipa fyri.
Telefon: 3599 93 Fax:
3599 90E-mail:
girlzone@ras2.fo
13.00
Byrjan – Dagsskrá
13.15
Okkara dagliga breyð
13.30
Sjómanssendingin
Vitin, vertur er M.C.
Restorff (e)
14.30
Tónleikur fyri børn
15.00
Tónleikur
17.00
Ungdómssendingin
Get Ready v/ Rigmor
og Rebekku
18.00
Dagsins Orð
18.05
The Finishing Touch,
ensk sending við
tónleiki og práti. Vertur
er Alex O’Campo
19.00
Brot og bitar ein ørvísi
tíðindasending.
19.05
"The Finishing Touch"
heldur fram
20.00
"Við Honum út á
Golgata" Upplestur úr
bókini hjá Fredrik
Wisløff úr Jesusar
líðingarsøgu.
20.10
Tónleikur fyri børn
20.30
Okkara dagliga breyð
20.40
Møti kunngeðir fyri
komandi vikuskifti.
21.00
Bønarlinjan við gesti.
Bønarevnu kunnu
ringjast inn frá 20.00.
Tlf. 321377 og til ber
at senda fax á nr.
321379. Vertur: Jenis
av Rana
Vit gevast uml. middnátt
18.30
Pinkupól 3
18.35
Jumanji 8
19.00
Herkules og Risin
19.10
Varðagøtan 2:2 (e)
20.00
Dagur og Vika við
Grannum Okkara
20.50
Ferðaliðið 10:30
– donsk dramarøð
21.50
Ófriðalig børn, sum
fáa heilivág – am.
dokumentar
22.15
Krimitímin: Dalziel og
Pascoe 1:2 – ensk
røð
23.05
DR-Dokumentar:
Søgur av einari
politistøð
00.05
Liðugt
07:30
Figure Skating
09:30
Golf
10:30
Olympic Games
11:00
Judo
12:00
Car Racing Auto
Mag
12:30
Figure Skating
13:45
Figure Skating
15:45
Xtreme Sports
16:45
News
17:00
Xtreme Sports
17:30
Figure Skating
18:30
Figure Skating (Live)
22:30
Rally
23:00
News
23:15
Olympic Games
23:45
Figure Skating
00:15
News
00:30
Close
00.00
Tlz American Visions
01.00
Tlz White Heat
02.00
Tlz What Have The
`60s Ever Done For
Us?
02.10
Tlz Background Brief:
Science & The
Psychics
02.30
Tlz Waving Not
Drowing
03.00
Tlz The Next Big
Thing: The Reality Of
Risk
03.30
Tlz Sex And The
Single Gene?
04.00
Tlz Spain Inside Out
04.30
Tlz Landmarks:
Timelines
04.50
Tlz Branded
05.30
Tlz Starting Business
English
06.00
Toucan Tecs
06.15
Playdays
06.35
Insides Out
07.00
The Really Wild Show
07.30
Ready Steady Cook
08.00
Style Challenge
08.25
Change That (Set 01)
08.50
Going For A Song
09.30
Top Of The Pops Plus
10.00
Antiques Roadshow
10.30
Tlz The Natural World
11.30
Country Tracks
12.00
Ready Steady Cook
12.30
Style Challenge
13.00
Doctors
13.30
Eastenders
14.00
Change That (Set 01)
14.25
Going For A Song
15.00
Toucan Tecs
15.10
Playdays
15.30
Insides Out
15.55
The Really Wild Show
16.30
Totp Eurochart
17.00
Changing Rooms
17.30
Doctors
18.00
Eastenders
18.30
Animal Hospital
19.00
Dinnerladies
19.30
Blackadder Ii
20.00
Casualty
21.00
Absolutely Fabulous
21.30
Totp Eurochart
22.00
The Dark Room
23.30
Doctor Who:
Snakedance
00.00
BBC News
00.30
World Business Report
00.45
Asia Today
01.00
BBC News
01.30
HARDtalk
02.00
BBC News
02.30
Holiday
03.00
BBC News
03.30
Reporters
04.00
BBC News
04.30
Asia Today
04.45
World Business Report
05.00
BBC News
05.30
HARDtalk
06.00
BBC News
06.30
Top Gear
07.00
BBC News
07.30
Reporters
08.00
BBC News
08.30
HARDtalk
09.00
BBC News
09.30
Simpsons World
10.00
BBC News
10.30
HARDtalk
11.00
BBC News
11.30
Holiday
12.00
BBC News
12.30
Simpsons World
13.00
BBC News
13.30
HARDtalk
14.00
BBC News
14.15
World Business Report
14.30
Top Gear
15.00
BBC News
15.30
Simpsons World
16.00
BBC News
16.30
Asia Today
17.00
BBC News
17.30
HARDtalk
18.00
BBC News
18.15
World Business Report
18.30
Talking Movies
19.00
BBC News
19.30
World Business Report
19.45
World Sport
20.00
BBC News
20.30
HARDtalk
21.00
BBC News
21.30
Click Online Special
22.00
BBC News
22.30
World Business Report
23.00
BBC News
23.30
Panorama
05:00
Børne-hjørnet med
Disney
07:05
TV-shop
08:35
Garfield og venner
09:00
Sunset Beach
09:50
Træneren
10:20
Horton-sagaen (G)
11:10
Horton-sagaen
12:00
Melrose Place - classic
12:55
Vild med dig
13:25
Panter-tanter
13:55
Vestens hårde drenge
14:50
Baywatch
15:45
Min kære familie
16:10
Ricki Lake
17:10
Dagens Nyheder på
TV3
17:30
Baren (G)
18:00
Alle tiders barnepige
18:30
Baren
19:00
GRISK - når det gælder
TV Razzia (5)
Camilla Mi-
ehe-Renard
kannar kvinnur
nærri, sum
gerast skotnar
í drápsmonn-
um. Renard
vísir danskar
kvinnur, sum
ímóti øllum
normum gerast
skotnar í
monnum, sum
eru dømdir
fyri dráp og
onnur grov
lógarbrot. Hvat
er tað, sum
kvinnur síggja í slíkum monnum?
Hóskvøldið kl. 19.10
Tilvera
- einaferð skilja vit til fulnar
Fyri nøkrum árum síðani kom ein systir at koyra á
barnið hjá systir síni, sum doyði. Ilt er at ímynda sær
hesa støðuna. Hesar báðar systrar eru gestir í
útvapsstovuni og tær siga frá, hvussu til ber at liva
víðari í tí vissu, at einaferð skal man aftur síggjast og tá
skilja alt.
Hóskvøldið kl. 19.00
Hóskvøldið kl. 20.00