Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 32 - 15. februar 2000 2000 Nr. 6 Anja Andersen sí›a 3 Mi›vís venjing er vegurin sí›a 4-5 Gerast skúlarnir roykfríir? sí›a 6 Hitlistar og Svara so sí›a 7 Fløguummæli sí›a 8 fram fram Minningarorð um Jákup Oluf á Lakjuni, Fuglafjørð Jákup Oluf var borin í heim 22. Des. 1916 - Niðri á Lakjuni. Hann vaks upp á Gjógvaragarði. Sandurin var so nær við, so sigast kann, at aldur- nar ruraðu hann í blund, teskaðu honum fyrstu ljóðini inn í oyrað um havið og tess lótir.Ikki kann annað sigast enn, at her var eitt gott samfelag at vaksa upp í. Ljóðini vóru sum í bygdum flest, fólk gingu út og inn, hurðarnar ríktu á leikind- unum og lágmælt fólk talaðu sínamillum. Dunn- ur og høns gingu niðri á Oyruni millum spælandi børn. Neystini vóru tætt við og goymdu at róðrar- bátum. Summir stóðu inni, aðrir í vørðsluni og aðrir á dráttinum, og góð- veðursdagar lógu ikki so fáir fyri íla. Teir, sum gingu oman á Sandin løgdu frá landi her og fóru út í fjørðin. Her var Jákup Oluf og fleiri við honum tiknir við á dyrg- ingarferðir, at liggja fyri ráki, út á Pollin at liggja við plinkar, á Stapan, á Rílin og út á Norðhavið. Jákup Oluf stóð á Sand- inum og eygleiddi. Eyg- uni rukku ikki longur enn norður á Ennið, so fóru bátarnir afturundir. Men hugurin og flogið, fóru so langt sum tankin rakk, og onkuntíð var hann við t. d. Úti undir Eið at seta eina reyðfiskalínu. Nú sást norður í Djúpini. Tann vegin varð kósin sett, tá hann taldist mill- um menn. Ein dag raknaði ein dreingjarødd í barmi hansara og teskaði honum blíð orð í oyrað, um at fara avstað. Hann legði til brots og gjørdist ein havs- ins sonur við vøggugávu úr aldudrátti av Sand- inum. Um sjóferðir hans- ara kanst tú lesa um í bókunum Ólavur Halgi og Føroya Siglingarsøgu. Jákup Oluf var raskur og dugnaligur. Rokutur og hevði hann gott ár- ræði. Mangan var havt á lofti, at hann var stórsti skattgjaldari øll míni dreingjaár í bygdini. Tað var bara Emma, læknin, sum hevði nøkur oyru fleiri enn Jákup Oluf. Hann var bygdamaður burtur av. Eg hugsi eisini, at hann var sera góður við bygd okkara og lat ikki alt fara aftur við borði- num, sum førkaði bygd- ina nærri skuggasíðuni bæði tá ið tað galt anda- liga røkt og tímiliga røkt.. Hann var stjóri á Vónini, men hann var eisini alla somlu tíðina skipari, sjó- maður, vinnulívsmaður og veiðimaður. Jákup Oluf kom úr smáum korum og visti hvat galt. Faðirin fall frá, tá ið hann mentist til mans. Hann var tann, sum nú gjørdi manslít og legði lunnar undir mannaferð sína gjøgnum hetta tóma rúmið, sum vit øll fara gjøgnum við árini frá Guði og monnum-, for- eldrum, systkjum, konu, og børnum. Góð var tann lunnbót, ið hann gav systkjum sínum og mammuni eftir deyða faðir síns Tá ið fólk fer um tað síðstu sýnuna í bygdini, kenst tað tómligt, og eru mong farin av Gjógvara- garði tey síðstu árini, sum myndað hava tún og hús- aveggir í hesum parti av bygdini . Sjóið frá hesum fólkum rennur mangan fram fyri teg. Har ímill- um er mynd av einum sjómanni, skipara og vinnilívsmanni., Jákup Oluf á Lakjuni. Jákup Oluf var prædik- umaður. Hann bar ikki torskyldar meiningar fram um tað livandi orðið, men einkult, fast og djarft. Her kendi tú ongan iva og onga bivan um tað, sum sagt varð, men her var greið og rámandi tala. Var eitt av okkara bygdafólkum borið út, var hann og fylgdi. Tað er síðsti heiður, ið sýnast kann einum menniskja, og her stóð hann og tók í hondina á teimum, sum syrgdu . Jákup Oluf var ein bygdamynd og andaðist 4. Des. í fjør. Faðir og Jákup Oluf vóru sera væl, og sigldu teir saman fleiri ár við Ólavi Halga, hann sum skipari og faðir sum stýrimaður. Nú liggja teir og hvíla millum mangar skipsfelagar um Heygar og bíða til rópt verður úr skýgloprum: Hála! Friður veri við minni- num um Jákup Oluf. Frits Setið í sigling sluppirnar gomlu… Útvarpið byrjar á morgni so árla, kemur við boðum úr eyst og í vest, Strandferðslan liggur so lamin og sorlað, Dúgvan og Smyril tó royna sum best. Pride liggur stillur við soraðum geari, á Vestmannasundi gekk legan nú fyri. Útvarpið kemur og sigur so tað, at Ritan um Skopunarfjørð fer avstað. Ritan so mangan várt álit man vera, siglur um aðrir á nev fingu slag, Tróndur ei longur so væl man fungera, treingir til hvíld sum so mangan ein dag. Suðringar hava so leingi nú bíðað, nær munnu fara til okkum at smíða. Útvarpið segði so einki um tað, so helst verða vit koyrd í aftaru rað. Smyril tó ein dag í dokk noyðist fara, takast úr sigling í dagarnar fleir, kínast um botnin og av skava tara, kanska teir ei nýtast spandera meir. Lat meg tí koma við hugskoti góðum, ætla til tykkum sum virka við lógum. Setið úr gildi eina einastu lóg, hana sum geldur í okkara sjó. Setið so aftur í sigling tær gomlu, Høganes, Jóhannu og Westvard Ho, rekið frá landið so fólkið við homlu, sendið til fornminnissavnið nú boð. Tær nýtast ikki at liggja við breki, kanska tað finnist ein hissini leki, tær vit kolfatra á túri við tvist, tá riggar Strandferðslan aftur so vist. Morgunmaður Í tíðindaskrivi frá Vinnuhús- inum stendur at lesa, at ís- lendingar hava útflutt 9.600 tons av feskum fløkum við flogfari í 10 mánaðir í 1999. Hetta er ein øking uppá 26% sammett við 1998, upplýsir Íslendska blaði Fiskifrettir. Leiðin flogførini hava hildið, er m.a. Grimsby, London í Bretlandi, Bruss- el, Luxenburg á evropeiska meginlandinum, Houston og Meksiko í Amerika. Sambært íslendsku Hag- stovuni, er virðið á feskum fløkum flutt loftvegis mun- andi hægri enn virðið á feskum fløkum flutt sjó- vegis. Ferðafólk fyrst Føroyskir framleiðarar hava í fjør flutt umleið 14 tons av fiskavørum loftvegis. Flutningurin hevur sum heild gingið væl, men av tí, at fiskurin fyrst skal flytast til Danmarkar og síðani til móttakaraland t.d. Bret- lands, er vandið fyri, at fisk- urin kann koma at standa eftir í Danmark. Orsøkin er, 14 tons av fiska- vørum loftvegis Føroyskir framleiðarar meta ikki, at tað er ráðiligt at gera nógv við flutning loftvegis, so leingi samband ikki er beinleiðis til marknaðin at flogfeløgini raðfesta ferð- afólkini hægri enn farm. Er ikki pláss fyri farmi ein túr, kann hann standa eftir til næsta túr, og tað tola fiska- vørur í mongum førum ikki. Fiskur er eisini farin til Aberdeen við flogfari í summarhálvuni, men tá hava ávísir trupulleikar ver- ið, tí einki heilsufrøðiligt eftirlit er á flogvøllinum í Aberdeen. Føroyskir fram- leiðarar hava eisini fingið ein betri prís fyri fesk fløk flutt loftvegis, men netto- úrslitið hevur ikki verið hægrið enn um flutt var við skipi sum vanligt, av tí at flutningur við flogfari er dýrari. Fyrimunirnir hjá íslend- ingum er, at flogsambandið er beinleiðis til marknaðin og teir sleppa undan at um- skipa fiskin millum flogfør. Føroyskir framleiðarar meta ikki, at tað er ráðiligt at gera nógv við flutning loftvegis, so leingi samband ikki er beinleiðis til marknaðin. Sambært norska blaðnum Fiskaren hava summi norsk virkir gjørt av ikki at keypa villan laks, tí hesin hevur ikki nóg góða góðsku sam- mett við aldan laks. Villi laksurin vísir seg m. a. at vera ov ójavnur í liti- num og hava skaðar av gørnunum. Virkini fingu seinasta ár so nógvar klagur frá keyparum, at tað loysir seg ikki at fáast við villan laks longur. Hetta hevur við sær, at prísurin á villum laksi fellur. Keyparar á evropeiska marknaðinum vilja ikki longur gjalda høgan prís fyri villan laks, sum ikki heldur sama góðskustøðið sum aldi laksurin. Royndarveiði aftur Felagið Laksaskip seldi í fleiri ár laksakvotu sína í Føroyskum sjóøki til altjóða felagsskapin North Atlantic Salmon Fund, í íslending- urin Orri Vigfusson myndar. Í 1999 var kvotan ikki seld, og eitt skip var á royndar- veiðu. Í ár var fiskiskapurin Loysir seg ikki at fáast við villan laks Summi norsk virkir gjørt av ikki at keypa villan laks, tí hesin hevur ikki nóg góða góðsku sammett við aldan laks, verður skrivað í tíðindaskrivinum frá Vinnuhúsinum tikin uppaftur, men bert eitt skip var áhuga í at royna seg á laksaveiðu. Royndirnar í fjør vístu, at rættuliga góður prísur fekst fyri laksin. Hetta er fiskiskapur við línu og einki hevur verið at hoyrt um, at góðskan ikki var í ordan.